Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 142 - 27. juli 2002 HB-kvinnurnar møta KÍ fjórða árið á rað í steypafinal- uni STEYPAFINALAN, KVINNUR Páll Holm Johannesen Hóast HB hevur tapt sannførandi ímóti KÍ- kvinnunum í lands- kappingini í ár, so trúgva HB-kvinnurnar uppá ein sigur í steypa- finaluni. Sagt verður úr HB, at tað verður sera torført at koppa klaks- víkskvinnum, men tað er avgjørt ikki ógjørligt. HB-kvinnurnar høvdu tvær vikur í feriu eftir seinasta leikumfarð, og síðstu tvær vikurnar hava tær vant fýra ferðir um vikuna. Liðið hevur havt nakrar skaðar at dragast við, men allar verða klárar til dystin. Útisetar vera við Undanfarin ár hevur HB styrkt seg til steypa- finalurnar við útisetum, og hetta verður eisini gjørt í ár. Tær báðar Liljan Petersen og Silja á Borg, ið báðar búgva í Danmark, verða at síggja á HB-liðnum ólavsøkudag. Úr HB høvdu tey eisini vóna at havt Eyð- vør úr Dímun og Anniku Godtfred við, men báðar eru skaddar, og vera tær tí ikki við. HB-kvinnurnar hava leikt ein venjingardyst ímóti U19-landsliðnum, og vunnu tær ein tryggan 4-0 sigur. Malan á Dunga og Ása úr Dímun skutu tvey mál hvør. Bæði Ása og Malan eru tveir ungir og evnaríkir leikarar, og báðar skulu fyri fyrstu ferð leika steypafinalu í ár. HB í finaluni seinastu fimm árini Tað er við at gerast gerandiskostur hjá HB- kvinnunum at spæla steypafinalu, tí HB hevur verið eina liðið í finaluni líka síðan 1998. Tær hava vunnið tríggjar finalur, og tapt eina. Í 1998 vann HB á grannunum úr B36, og næstu trý árini var mót- støðu liðið tað sama sum ólavsøkudag, nevnliga KÍ. KÍ vann finaluna í 2000, meðan HB vann í 1999 og 2001, og spenn- andi verður at síggja, um tað aftur í ár eydnast HB-kvinnunum at koppa KÍ. Trúgva upp á tað Steypafinalistarnir frá í fjør, B36 og KÍ, hittast á Tórsvølli 28. juli kl. 18 FÓTBÓLTUR Heini í Skorini Ólavsøkuaftan 28. juli hittast tveir risar í før- oyskum fótbólti, B36 og KÍ. Hetta er ein endur- tøka av steypafinaluni seinasta kappingarár, og verður dysturin settur í gongd kl. 18. Dysturin verður spældur á grasinum á Tórsvølli, og fyri KÍ verður hetta eitt gott høvi at venja seg við undirlagið, við tað at liðið miðskeiðis í august mánaði skal royna seg í Europa Cup móti kroat- iskum liði. Fyri B36 verður dyst- urin uttan iva nýttur sum lið í fyrireikingunum til seinnu hálvu, sum byrjar longu 4. august. B36 hópurin hevur verið í gongd allan juli mánað orsaka av luttøku í europeisku kappingini fyri meistarar, og tískil hava nakrir av leikarun- um kanska brúk fyri hvíld. Dysturin millum B36 og KÍ á Tòrsvølli 28. juli byrjar sum sagt kl. 18. Ein av lyklaleikarun- um á besta kvinnulið- num hjá HB, lands- liðsleikarin Eyðfríð Kristiansen, ásannar, at tað verður torført at endurvinna steypa- finaluna, men hon trýr uppá møguleikan STEYPAFINALAN, KVINNUR Heini í Skorini Í steypafinaluni í fjør megnaði HB eftir longda leiktíð og brotssparkkapp- ing at vinna eina ógvuliga spennandi steypafinalu móti KÍ, og júst som liðini eru í finaluni aftur í ár. Men hesaferð eru útlitini hjá havnarliðnum at vinna steypafinaluna ikki eins góð. - Samanborið við KÍ kvinnurnar hevur okkara lið verið fyri sera nógvum broytingum frá seinastu steypafinalu, sigur Eyðfríð Kristiansen við Sosialin. Hon vísir á, at meðan KÍ kvinnurnar hava so at siga sama lið sum í fjør við nógvum royndum leikar- um, hevur HB liðið mist fleiri lyklaleikarar, og miðalaldurin er sera lágur. - Tískil verður tað sera torført at vinna dystin, men sjálvsagt trúgva vit uppá tað, sigur Eyðfríð Kristian- sen. Verjuspæl Fyrr í ár tapti HB heili 9-1 í landskappingardysti móti mótstøðuliðnum úr Klaks- vík, men í seinna lands- kappingardystinum teirra millum vann KÍ "bert" 2-0 í Klaksvík. - Vit fóru avstað við einum illa mannaðum liði, og taktikkurin var í fyrsta umfari at verja. Hetta eydn- aðist væl, og vit megnaðu at halda teimum niðri á 2-0, sum var endaliga úrslitið, sigur Eyðfríð Kristiansen. Hon vísir á, at hetta vænt- andi verður taktiska upp- leggi til dystin, og so verður møguliga bíða eftir mótálopum. Men tað verður ein torfør uppgáva hjá ungu HB kvinnunum móti royndu og væl samanspældu FM vinnarunum úr Klaksvík, og í HB ásanna Eyðfríð Kristiansen og liðfelag- arnir, at tær fara á vøllin sum "underdogs" á ovara vølli ólavsøkudag kl. 13.30. Men í eini steypa- finalu kann alt henda… Allir KÍ leikararnir eru tøkir til steypa- finaluna móti HB, og fyrireikingarnar hava verið í topp, m.a. við nógvari venjing og Europa Cup luttøku STEYPAFINALAN, KVINNUR Heini í Skorini KÍ er stórfavorittur undan steypafinaluni hjá kvinnum 2002, og fyrireikingarnar og vónirnar eru góðar und- an finaluni ólavsøkudag. Tær hava vant fýra ferðir um vikuna, og frítíðin frá fótbólti hevur bert verið ein vika. Í KÍ hava tær nærum ongar skaðar til stóra dystin. Kristina Eyðbjørns- dóttir hevur havt trupul- leikar við økslini, men hon er eftir øllum at døma til reiðar, og málverjin Vivi Andreassen, sum eisini hevur drigist við skaðar alt ár, verður væntandi tøk til finaluna. Hagtølini ímóti KÍ Hóast KÍ ofta seinastu árini hevur havt gott tak á HB kvinnunum, hava tær tapt heili fýra steypafinalur og vunnið bert einaferð. KÍ hevur eisini lagt rygg til tap í steypafinaluni móti HB, alt meðan tær hava havt fult tamarhald á landskapp- ingini og øllum landskapp- ingardystunum móti HB. Tískil er talan kanska um eitt HB kompleks í steypafinalum, og hagtølini yvir steypafinalur millum HB og KÍ tala avgjørt móti klaksvíkskvinnum. Í ár hevur munurin millum liðini bæði tó verið størri enn undanfarin ár, og tískil má sigast, at KÍ er favorittur at vinna dystin og harvið gerast steypavinnari. Tær hava nevniliga vunnið heili 9-1 og síðani 2-0 á HB í ár, og í landskappingini eru tær á einum greiðum fyrsta plássi. Royndirnar avgerandi Hyggja vit at miðalaldur- inum hjá báðum liðunum, hevur KÍ nógv royndari leikarar, meðan HB liðið er mannað við fleiri blað- ungum spælarum uttan royndir. Hetta kann avgjørt koma KÍ til fyrimuns í finaluni. Meðan fleiri HB leikarar skulu spæla eina steypafinalu fyri fyrstu ferð, hava fleiri av KÍ leikarunum fleiri steypa- finalur á bakið umframt landsliðs- og Europa Cup luttøku. Um KÍ hesaferð megnar at vinna Løgmanssteypið, ella um HB enn einaferð liggur omaná tá avtornar, fáa vit at síggja 29. juli á ovara vølli í Gundadali, og byrar dysturin kl. 13.30. B36-KÍ á Tórsvølli – Torført at endur- taka bragdið KÍ kvinnurnar væl fyri Kanska týdningarmiklasti leikarin á HB liðnum, Eyðfríð Kristiansen, ásannar, at tað verður sera torført at vinna steypafinaluna móti KÍ, við tað at liðið er so nógv broytt Hóast Kí kvinnurnar sum oftast eru við undirlutan í steypafinalum móti HB seinastu árini, eru tær hesaferð greiðir favorittarnir og tykjast eisini vera sera væl fyrireikaðar C M Y K 18 Nr. 142 - 27. juli 2002 19 Allir limirnir í einum av nýggju bólkunum í Føroyum Deja Vu hava gjørt av at fara á tónleikaháskúla saman. — Vit fara fyri at fáa nýggja inspiratión, læra meira, soleiðis, at vit vónandi kunnu gera nakrar feitar útgávur aftan á tað, sigur ein av oddamonnunum Líggjas Olsen. Men áðrenn farið verður, skal bólkurin á pall á ólavsøkukonsertini TUTLTÍÐINDI Niclas Johannesen Mynd: Finnur Justinussen Teir ætla sær allir á háskúla saman. — Vit fara fyri at fáa nýggja inspiratión, læra meira, soleiðis, at vit vónandi kunnu gera nakrar feitar útgávur aftan á tað. Ambitiónunum bila onki hjá rættiliga nýggja bólk- inum Deja Vu. Bólkurin spældi á fyrsta sinni 11. november ár 2000. Í Kagg- anum. Og veðrur lurtað eftir nýggju live fløguni hjá FUT ‘Livandi Tón- leikur’, har Deja Vu er við, eru øll tekin í sól og mána um, at bólkurin hevur nakað at hava ambitión- irnar í. Sum faðir so sonur... Tað sum kanska serliga eyðkennir bólkin er, at her eru tveir profileraðir sang - skrivarar. Líggjast Olsen skrivar og tað sama ger Flóðin E. Viderø. Latið okkum bara fáa tað sagt beinanvegin: Báðir hava fingið gott í beinið. Líggjas er vaksin upp í klassiskum tónleikaumhvørvi og pápin er ongin minni enn tón- leikaleiðarin í ÚF Ove Olsen. — Eg eri tann einasti í familjuni, sum spælir rock, sigur Líggjas, sum byrjaði at spæla keyboard, tá hann var 14 ár. Í seks ár spældi hann eisini fiól. Men tað datt niðurfyri. Og at syngja? — Tað hevur altíð kenst náttúrligt, sigur Líggjas Og Flóðin. Ja, hann er abbasonur tann Flóðin, ið sjungrar við harmonikkuni hvørt leygarkvøld. Og pápin? Ja, hann hevur skrivað eitt av størstu hit- løgunum í Føroya søgu: Syngja Sama Lag. Flóðin byrjaði at spæla guitar tá hann var sjey og hann skrivaði sítt fyrsta lag, tá hann var 14 ára gamalur. At Flóðin hevur fingið sama melodiska tev, er tað alt sum bendir á. Hetta hoyrist á ‘Livandi Tón- leikur’, har Flóðin eisini framførur eitt lag hann sjálvur hevur skrivað við bólkinum Scheilia’s Summ- er Sheep. Hetta er pent. Deja Vu hinvegin er ikki bara pent. Har er eisini kantur á. So kanska hevur tað okkurt við samanspælið millum Flóð- in og Líggjas at gera? — Ja, vit plaga Í spølni at siga, at eg eri Lennon og Flóðin er McCartney, sigur Líggjas. — Eg vil kanska hava, at tað skal vera eitt sindur mystiskt. Ja, dragi tað meira tann sýrutta vegin. Men tað er framvegis pent! Leggur Líggjas aftrat. Allir dáma Sting Hinir limirnir í bólkinum eru Vestmenningurin Rúni W. Højgaard og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er hann sonur sangaran Ólav- ur Højgaard í navnframa bólkinum Vestmonnum. Sum flestu ungu trummu- spælarar við respekt fyri sær sjálvum, so elska Rúni bólkin Dream Theatre. Og eisini Sting. Ja, Sting gongur aftur allastaðni á persónliga hitlistanum hjá limunum í Deja Vu. Eisini hjá bass- spælaranum Rógva, sum umframt Jaco Pastorius nevnir Sting sum sína fyri- mynd. Her er ein felags- nevnari. Annars eru tað nøvn sum Jeff Buckley og Radiohead, ið eisini eru á hitlistanum hjá bæði Líggjas og Flóðin. Og tey, sum hava hoyrt Deja Vu, munnu ásannað at hesin íblástur hoyrist aftur í teirra egna tónleiki. Melodiur telur Hvat ger so ein góðan sang í huginum hjá Deja Vu? —Tað má vera, tá allir føla, at hetta er gott, sigur Líggjas og hann leggur aftrat: — Eg haldi, vit allir leggja dent á at tað skal vera ein góður melodiur, okkurt sum fangar. Dyna- mikkur er eisini týdningar- mikið. Og so skal tað helst vera nokk so stórt. Mær dámar væl at byggja upp við keyboardljóðum, har vit royna at fáa ein breiða ljóðmynd. So haldi eg eisini, at vit kanska royna at hava okkurt eitt sindur mystiskt við. Hví navnið Deja Vu? — Tað hevur jú eisini eitt sindur av mystikki við sær. Eg veit ikki ordiliga. Vit hildu bara, at tað ljóðaði gott. Og tað er júst tað, tað ger hjá Deja Vu á nýggju fløguni ‘Livandi Tónleikur’ og tað vónandi teir eisini tað fer at gera leygar- kvøldið, tá teir fara á pall. Líkindini fyri góðum ljóði skuldu verið góð, tí tað verður ongin minni enn Flemming Hanson Junior, ið fer at mixa. Deja Vu - allir á háskúla saman 19