Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 142 - 27. juli 2002 Nr. 142 - 27. juli 2002 21 Sjálvt um juli er tann mánaðin tá ið Ruba Reinsarí í Magnus Heinarsonargøtu í Havn hevur mest um at vera, so kundu tey vaskað meira enn dupult so nógv, sum tey gera nú. Koyrt verður bara við 20 % av arbeiðsorkuni ARBEIÐSLÍV Ingrid Bjarnastein Havn: Ruba Reinsarí er eini 50 ára gamalt. Nógv hava ofta hildið, at reinsa- ríið hevur verið afturlatið, men so er ikki. Tað hevur alla tíðina verið opið. Reinasaríið er tó ikki tað einasta í Føroyum, tí eitt er eisini í Klaksvík. Fyrr vóru tað heilt upp í níggju fólk, sum arbeiddu á Ruba Reinsarí. Nú eru tað bert Jógvan Berg, sum saman við konuni, Hansinu, sum reka reinsaríið einsamøll. – Vit kundu vaskað nógv meira, sigur konan, Han- sina. – Sum er í løtuni, koyra vit bert við 20 % av orkuni, so har eru 80% vit kundu brúkt afturat, og tað er nógv. Tey bæði vísa á, at tað er ikki nóg mikið bara at hava reinsarí, tí so verður inn- tøkan ov lítil. Tí hava tey eisini Bed & Breakfast uppi á reinsarínum, sum verður leigað út. Og av tí, at reinsaríið liggur mitt í Havnini er skjótt til allar hentleikar. Góðir kundar – Vit hava nógvar góðar kundar, sigur Jógvan. – Og tað eru tey somu fólkini sum ganga aftur. Summi koma hvørja viku, onkur annar einaferð um mánaðan og so er onkur, sum bara kemur einaferð um árið. Juli er tó mánaðin har mest er at gera. Men tað ber framvegis væl til hjá Hansinu og Jógvani at taka meira klæðir inn. – Tann størsti parturin av klæðunum eru føroysk klæði. Skjúrt, troyggjur, møtlar, fyrikløð, kot og ja, snøgt alt, sum eitur føroysk klæði. Og juli er eisini háárstíð fyri brúdleyp, so nógvir brúðarkjólar hyggja eisini inn um dyrnar á reinsarí- num um hesa tíðina. Hinar mánaðirnar á árin- um er eisini nakað at gera, tó ikki so nógv, sum kundi verið at gjørt. – Við maskinunum sum vit hava, kundu vit havt upp í 20 fólk arbeiðandi her á reinsarínum, men sum er nú, so eru tað bar vit bæði, sigur Jógvan. Tænasta Nakað annað, sum tey hjá Ruba leggja seg eftir er, at veita kundunum so góða tænastu sum møguligt. – Um onkur kemur til dømis úr Suðuroy um morgunin ber væl til hjá viðkomandi at fáa klæðini við aftur um kvøldið, sigur Hansina. Eisini senda tey pakkar kring alt landið við einum sømiligum eykakostnaði. Nú summar er hevur reinsaríið annars átikið sær at vaska klæðir fyri ferða- fólk. Ferðafólkini kunnu koma á reinsaríið við klæð- unum, og fáa tey vaskað fyri 35 krónur fyri kilo. Umframt at reinsa klæðir og annað, so verða teppi eisini reinsað. Øll teppi, sum viga upp í 14 kg kunnu vaskast á reinsarínum Ruba. Reinsarí Ruba er tað, sum enskttalandi kalla fyri Dry/Clean. – Her ber til at reinsa kemiskt reinsarí og vát- reins, umframt vanligar vaskimaskinur. Kemisk reinsan er tað vit fáast mest við, greiðir Jógvan frá. Hansina og Jógvan keyptu reinsaríið frá Helge Nielsen. Tey vórðu upplærd av fyrrverandi eigarunum áðrenn tey tóku yvir. Háárstíð á reinsarínum – Vit hava nógvar góðar kundar, sum koma aftur ferð eftir ferð, sigur Jógvan Berg Mynd: Jens Kr. Vang Jógvan Berg og konan Hansina hava tvey tey seinastu árini átt og rikið reinsaríið Ruba í miðbýnum í Havn Mynd: Jens Kr. Vang - Kappróðurin kann als ikki samanberast við nakra aðra ítrótt. Kappróðrafólkini sjálvi eru av heilt serligum slag, og kappróðurin fyllir allan heimin hjá teimum. Hetta heldur Vagnur Michelsen, sum tey seinastu árini hevur verið eitt av føstu hjálparfólkun- um hjá Havnar Róðrafelag KAPPRÓðUR Ragnhild Ellingsgaard Um tú hevur til fragd at líta oman á vágna, tá Havnar Róðrafelag sendir fólk síni út á eina styrkisroynd móti sjónum, so hevur tú óiva lagt til merkis ein annan bát, sum ikki líkist kapp- róðrabátunum. Hetta er báturin hjá Vagni Michel- sen. Hesin bátur er, saman við teim ymsu kappróðrar- bátunum, úti hvørt kvøld um vikuna. Við róðrið situr antin Vagnur sjálvur, ella sonur hansara, Hanus Joen- sen. Teirra lutur í kapp- róðrararbeiðinum hevur einki heiti, men hann er tó stórur. Teir sigla undir liðini á kappróðrabátunum, og hjálpa til á ymsan hátt. Til tíðir kappast teir við manningina umborð, so- leiðis at manningin fær gjørt sítt ítarsta fyri at náa best møguligu tíðini. Aðrar tíðir taka teir málið, men mest umráðandi er uttan iva stuðulin, ið teir veita fólkunum umborð. Einstáttað kappróðrafólk Vagnur Michelsen hevur í fleiri ár verið eitt av føstu hjálparfólkunum hjá Havn- ar Rórðafelag. Hetta kapp- ingarárið hevur leikluturin hjá honum tó verið av størra slagnum, tá hann er úti saman við manning- unum fleiri ferðir um vikuna. Sjálvur róð hann eisini kapp á sínum yngru árum. Hesi farnu árini innan kappróðraheimin hava eisini givið honum eitt gott innlít í, hvussu heimurin veruliga er skrúvaður saman - Kappróðurin kann als ikki samanberast við nakra aðra ítrótt, heldur Vagnur. Kappingarárið er tað stysta innan føroyska ítróttarheimin, og tí gerst venjingin meir intensiv. Kappróðrafólkini eru eisini kend fyri at taka ítróttina í størsta álvara, og saman- haldið millum fólkini sigst at vera av tí allarbesta. - Í veruleikanum eru kappróðrafólk ótrúliga einstáttað. Tá kappingar- árið er byrjað, so fyllir kappróðurin allan heimin hjá teimum. Tey hava ikki tíð til nakað annað enn kappróður, og tað verður ikki tosað um annað enn venjing, áralag og úrslit. Tey eru púra bitin av hesum krevjandi ítrótti. Av tí sama gerst samanhaldið millum tey eisini so sterkt; eingin annar skilur jú nakað av tí, sum tey tosa um, sigur Vagnur. Sjálvur hevur Vagnur størstan áhuga í tí taktiska og sálarliga í sambandi við kappróðurin. Hann heldur, at tann sálarligi luturin hevur nógv størri týdning, enn summi vilja vera við. - Tað ræður um at "toppa" rætt, og at vera væl fyri. Hetta krevur, at tú fyrireikar teg rætt áðrenn stevnuna, og at tú eisini dugir at lata kroppin hvíla á ein rættan hátt, heldur Vagnur. Eisini samanhaldið um- borð hevur nógva ávirkan á úrslitið, sum manningin í seinasta enda fær. Hvør einstakur rógvari hoyrir til eina ávísa manning, og eingin annar kann koma í hansara stað. Manningin er bundin hvør av øðrum, og tí hevur hvør einstakur rógv- ari eina stóra ábyrgd liggjandi í herðum sínum. - Tú kanst ikki loya tær at verða sjúkur, ella ikki møta upp til venjingina. Tá ávirkar tú alla manningina, og hetta ávirkar eisini úr- slitini í síðsta enda. Tí skal ein veruliga brenna fyri kappróðrinum, um ein ynskir at verða við. Tað er 100% allan vegin ígjøg- num, sigur Vagnur. Harafturat heldur Vagnur eisini, at kappróðurin hevur nakað dult yvir sær, og hetta ger alt enn meir spennandi. Hann samanber taktikkin hjá hvørji ein- stakari manning við eina uppskrift. - Tú letur jú ikki einum og hvørjum tína bestu upp- skrift, og soleiðis er eisini hjá bátsmanningunum. Tá tey fyrst hava funnið rætta áralagið og rætta taktikkin, so halda tey fast uppá hetta. Eingin annar skal stjala hetta frá teimum, greiðir Vagnur frá. Eingin favorittur Nú er Ólavssøkan endiliga komin, og við henni eisini endaspurturin á kappróðr- inum fyri hesuferð. Sjálv- andi fer Vagnur at fylgja við seinasta umfarinum á hesum sinni, og sum vera man er hann sera spentur. Ella sum hann sigur: - Tey seinastu árini hevur kappróðurin verið mítt eitt og alt á Ólavssøku. Fyrr plagdi eg veruliga at halda Ólavssøkuna, men tað geri eg mestsum ikki longur. Nú er tað bara kappróðurin. Hann heldur tó ikki, at talan longu nú er um nakran veruligan favoritt í seinasta róðrinum. - Um vit hyggja eftir 10- mannaførunum, so var Havnarbáturin klárt ein favorittur seinasta ár. Men í ár eru Havnarbáturin, Eyst- uroyingurin og Vestmenn- ingurin á rættiliga jøvnum støði, meðan Klaksvík- ingurin enn hevur ein møguleika fyri at blanda seg uppí, heldur Vagnur. Hann dylir tó ikki fyri, at lívið uttan iva verður eitt sindur tómligari, nú kapp- róðurin gevst á hesum sinni. - Serliga hjá kapp- róðrarfólkunum uppstendur eitt stórt tómrúm eftir kappingarárið. Tey nýta jú alla sína tíð einans til hetta endamálið, og bradliga er alt liðugt. Hetta merkist sjálvandi eisini hjá mær, sigur Vagnur. Partur av lívinum Vagnur Michelsen er ann- ars ikki kendur frá kapp- róðrinum. Heldur kenna vit hann sum handbóltsspælara hjá Neistanum, har hann leikti í eini 15 ár. Men kappróðurin hevur altíð havt eina dragandi megi á Vagn. Longu sum lítil smá- drongur helt hann stóran part av tíðini til í neystun- um hjá Havnar Róðrar- felag, og umhvørvið har um leiðir gjørdist sostatt eisini ein náttúrligur partur av lívi hansara. - Longu sum 13 ára gam- al gjørdist eg stýrimaður umborð á Sílinum, og seinni eisini i á øðrum bátum, greiðir Vagnur frá. Men sum hann vaks til, kom handbólturin at fylla eitt sindur í hugaheimi hansara. Hann var millum teir fyrstu, sum leiktu hand- bólt innandura, eftir at ítróttin áðrenn hetta varð leikt úti. Hann var eisini við, tá ítróttarhallirnar kring landið vórðu bygdar. - Hetta var sjálvandi ein spennandi tíð fyri okkum, sum spældu handbólt tá, minnist Vagnur aftur. Men hóast handbólturin nú fór avstað við mestu tíðini hjá honum, so mink- aði áhugin fyri kappróð- rinum ongantíð. Í fleiri ár hevur Vagnur verið ein av føstu hjálparfólkunum hjá felagnum í Havn, men í ár hevur hann havt meir at gera enn nakrantíð áður. - Nú sigli eg úti við fleiri av bátsmanningunum, og sum tíðin gongur gerst ein eisini góður við manning- arnar. Eg kenni eina ábyrgd fyri teimum, umframt at eg ynski teimum eitt gott úrslit, greiðir Vagnur frá og sipar hervið til, at bak- landið hjá rógvarunum má vera í lagi. Annars er nær- um ómøguligt at uppnáa eitt gott úrslit við venjing- ini. - Tey hava brúk fyri stuðli, og á henda hátt kann eg veita teimum hann, sigur Vagnur. Vagnur Michelsen, hjálparmaður hjá Havnar Róðrafelag: Einki er sum kappróðurin Vagnur Michelsen er ein av føstu hjálparfólkunum hjá Havnar Róðrafelag Mynd:Finnur Justinussen C M Y K 21 20