leygardagur 27. juli 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 142 - 27. juli 2002
Nr. 142 - 27. juli 2002
23
Í 1952 kom Fríðrikur kongur á Havnina eftir at hava verið á vitjan í Grønlandi
Um Ólavsøkuna há-
tíðarheldur Føroya
Løgting sín 150 ára
dag fyri endurstovn-
anina og fyrsta bind
av søgu tingsins er
longu handað ting-
sins formansskapi.
Fyri 50 árum síðani, í
1952, var eisini há-
tíðarhald, tí tá helt
løgtingið sín 100 ára
dag síðani endur-
stovnanina í 1852
LØGTING
Føroya Løgting hátíðar-
heldur um Ólavsøkuna, at
150 ár eriu liðin síðani
endurstovnanina í 1852.
Tingformenn úr granna-
londum í útnorði eru gestir
og veitsla er fyri inn-
bodnum. Hetta verður beint
eftir gustænastuna ólav-
søkudag og eftir ólavsøku-
røðu løgmans.
Í samband við 150 ára
dagin verður givin út søga
tingsins í trimum bindum
harav tað fyrta er komið.
Tinghúsið verður umbygt
og umvælt, men kann tó
takst í nýtslu til ólavsøk-
una. Tinghúsið varð bygt á
Husabøi stutt eftir endur-
stovnan løgtingsins og har
stendur tað enn. Áðrenn
vóru tingfundir í Gongini í
gomlu tingstovuni, sum
varð bygd í 1662, og sum
eisini hýsti tinginum, til tað
varð niðurlagt í 1816.
Nýggja húsið á Húsabøi
var liðugt í 1856 og var
14x16 alin.
Í 1906 var gjørt av at
víðka húsini og at um-
byggja.
Á fyrstu hædd var ting-
salur, sitistova, floksrúm
hjá sambandsflokkinum,
tvær forstovur og toilett. Á
loftinum vóru hesi rúm: Í
syðra enda, millum ting-
menn kallað "Suðurpól-
urin",
hevði
javnaðar-
flokkurin floksrúm, á kvist-
inum hevði fólkaflokkurin
floksrúm, og í norðara
enda, kallaður "norðpól-
urin", var floksrúm tjóð-
verdisfloksins.
Millum
norðpólin og kvistin hevði
framburðsflokkurin floks-
rúm, og millum suðurpólin
og kvistin hevði sjálv-
stýrisflokkurin floksrúm.
Rúm
sjálvstýrisfloksins
varð
millum
tingmenn
kallað "heilsunevndin" og í
hesum rúmi plagdu ting-
menn vanliga at spæla kort.
Áðrenn
ferðasambandið
varð so væl útbygt, at
ferðast kundi til og úr Havn
hvønn dag, vóru tingmenn
vanliga í Havn fyri vikuna,
meðan tingfundir vóru, og
til at stytta sær stundir
gingu kortspølini hvørt
kvøld á tinghúsloftinum, og
so stórur var áhugin millum
tingmenn fyri kortspæli, at
eisini tingmenn úr Havn
vóru í tinghúsinum um
kvøldið og spældu kort.
Í 1977 varð tinghúsið
aftur umbygt. Arkitekturin
J.P. Gregoriussen stóð fyri
umbyggingini.
1852 - 1952
Føroysku bløðini gera í
1952 eitt sindur burturúr
100 ára degi løgtingsins.
Dimmalætting og Tinga-
krossur nevna nakað av tí,
ið hátíðarhaldið fevnir um.
Bløðini prenta søguyvir-
lit og heilsanir og røður.
Tað sæst, at til staðar eru
varaformaður landstingsins
og forsætisráðharrin, um-
framt gestir úr Finnlandi,
Íslandi, Noreg og Svøríki.
Tingið er eisini fult av
fólki.
Eitt sindur verður sagt
um søguna tey 100 árini, ið
farin eru av tingsøguni.
Ymiskt hevur óivað ver-
ið, hvussu endurreisnin av
tinginum hevur verið um-
hildin.
Stuttligt er í dag at tríva í
eitt brot um embætisvaldið,
nú vit fyri fáum árum
síðani hava fingið nýggja
stýrisskipanarlóg, ið hevði
umfatandi broytingar við
sær.
Í grein í Tingakrossi í
1952 stendur millum annað
soleiðis í grein um løgting-
ið gjøgnum 100 ár:
"Men annars varð stríðið
móti embætismonnunum
donsku nógv hildið fram í
tjóðskaparpolitiki...." "Ein
stórur partur av embætis-
monnunum er við nýskip-
anina í 1948 komin undir
føroyskt ræði og eingin
skila føroyingur kann í dag
vera so blindur, at hann ikki
hevur ferilin av, at eitt nýtt
stríð við føroyskt embætis-
vald er í umbúna.
Nú gongur nógv dult fyri
seg í føroyskari umsiting og
landsstýrið við sínum tæn-
astumonnum
hevur
í
síðstuni tikið sær rætt til at
gera mangt einsamalt, sum
ikki áður hevði verið tolt
donskum
embætismonn-
um..."
Landsframsýning
Í bløðunum er eisini prent-
að røðan, sum statsminister
Erik Eriksen helt tann 29.
juli 1952. Hann sigur seg
millum annað fegnast um,
at hann hevur verið við til
at fáa í lag heimastýris-
skipanina, sum hann metur
Tá løgtingið fylti 100 ár
Løgtingshúsið í fimtiárunum. Í 1952 fylti tingið 100 ár
Framhald á s. 23
Tingsøgan er komin
út í bók. Finnbogi
Ísakson, formaður í
ritstjórnini og fyrr-
verandi tingformað-
ur, handaði hósdagin
Edmundi Joensen,
tingformanni bøk-
urnar, ið bera heitið
Løgtingið 150. Hetta
er tingsøgan frá
landnámi og fram og
er hon ætlað øllum
Føroya fólki
LØGTINGIÐ 150 ÁR
Dagfinn Olsen
Formaðurin í ritstjórnini
og fyrrverandi tingfor-
maðurin Finnbogi Ísakson,
handaði hósdagin Ed-
mundi Joensen tvey tey
fyrstu bindini av tingsøg-
uni.
Heitið er Løgtingið 150.
Talið 150 er eitt sindur
kámt á permui, tí í veru-
leikanum er tingið meira
enn 150 ár, segði Finbogi
Ísakson á samkomu á
løgtingsskrivstovui hós-
dagin.
Hans Andrias Sølvar á
hevur staðið fyri stórum
parti av fyrsta bindinum,
ið viðgerð tingsøguna.
Annað bind hava seks fólk
skrivað og finna vit har
m.a. øll tingfólk, ið hava
verið. Tey eru eini 440 í
tali og mynd er av teimum
flestu. síåsta bind kemur í
heyst og har verður m.a.
valtøl og leitorð at fina,
greiddi Finnbogi Ísakson,
sum vegna ritstjórnina
handaði tingformanninum
bøkurnar. Í ritstjórnini
hava, umframt Finnboga,
sitið Súsanna Danielsen,
Jákup
Thorsteinsson,
Demmus Hentze og Pól á
Kletti.
Edmund Joensen takk-
aði fyri og fegnaðist um, at
tingsøgan nú loksins er
komin í bók, tí hetta hevur
áður verið ætlan, sum er
dottin niðurfyri. Hann
metir hetta sum ein dýr-
grip og førdi fram, at
hugaligt er at merkja sær,
at løgtingið óivað er besta
boð uppá ellsta ting í
Europa.
Til alt fólkið
Finnbogi Ísakson segði á
samkomuni hósdagin, at
hugsað er um, at øll skulu
hava ráð at ogna sær ting-
søguna, tí hon er fyri alt
fólkið. Bind eitt og tvey
verða seld saman í bók-
handlum fyri 150 krónur
og bind 3 kemur at kosta
75 krónur.
Edmund Joensen segði,
at formansskapur løgting-
sins hevur biðið ritstjórn-
ina halda fram og kemur
bind nummar 3 ætlandi í
heyst.
Roknað var við, at bóka-
ætlanin kom at kosta einar
2 miliónir, men staðfestast
kann í dag, at kostnaðurin
er væl undir. Kanska 1,2
milliónir, ella har á leið.
Fyrsta upplag av ting-
søguni er 2300 eintøk.
Løgtingið 150 ár:
Besta boð uppá elsta ting í Europa
Formaðurin í ritstjórnini og fyrrverandi tingformaðurin Finnbogi Ísakson, handaði hósdagin Edmundi Joensen tvey tey
fyrstu bindini av tingsøguni
sum eina av sínum áhuga-
verdastu uppgávum. Somu-
leiðis
tekur
hann
til
eftirtektar, at landafrøðiligu
og vinnuligu viðurskiftini í
Føroyum eru so ymisk frá
teim donsku, at fyrilit ikki
bara má, men skal takast
fyri hesum, tí tað er al-
neyðugt.
Ov drúgt verður á hesum
stað at taka til viðgerðar alt,
ið fór fram við 100 ára-
haldið og djúpt innlit í
viðurskiftini fær ein heldur
ikki við bert lættliga at
kaða í bløð frá 1952. Men
søga tingsins er nú komin
út í bók og har fæst størri
innlit.
Men tað skilst í bløðun-
um frá 1952, at skipað var
tá fyri sonevndari lands-
framsýning,
ið
millum
mangt annað eini hevði á
skránni eina løgtingsfram-
sýning við m.ø. fundar-
bókum.
Kongur vitjar
Í ár, við 150 ára føðingar-
dag løgtingsins, er ikki
umboð fyri kongshúsið við.
Sambært løgtingsformann-
inum er ein orøk, at slíkt
má leggjast ætlan um í sera
góðari tíð, tí tey kongaligu
hava úr at gera og hava
drúgva skrá.
Heldur ikki í 1952 var
kongur til staðar við há-
tíðarhaldið. Men hann vitj-
aði tó í 1952. Í august kom
Fríðrikkur kongur inn á
Havnina við kongaskipin-
um, eftir at hava vitjað í
Grønlandi, og fekk hann
tignarliga móttøku.
Í dag, við 150 ára dag
løgtingsins, stendur løg-
tingshúsið ikki liðugt, eftir
enn eina umbygging, ið
eisini umfatar bygningin
hjá Føroya Tele, sum nú
eisini gerst partur av ting-
húsinum. men tó er komið
so mkið á leið, at húsið
kann takast í nýtslu.
Við nýggum tinghúsið og
nýggjari bókarøð um søgu
tingsins verður stevnt mót
teim 200 árunum í søgu
løgtingsins.
Tinghúsið í 1906
Ólavsøka uttan fyri
tinghúsið í 1930
Framhald av síðu 22
C
M
Y
K
23
22