leygardagur 27. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 142 - 27. juli 2002
Nr. 142 - 27. juli 2002
25
Útlendsk og serliga russisk skip hava fing-
ið nógv harðari revsing enn norsk skip fyri
somu brot á norsku veiðireglurnar, men
nú skal hetta broytast
ÓJØVN REVSING
Árni Joensen
Russisk reiðarí og fleiri norskir sakførarar hava leingi
funnist at, at útlendsk skip og serliga russiskir trolarar
verða revsaðir nógv harðari í Noregi enn norsk skip,
hóast skipini bróta somu veiðireglurnar.
Men eftir ein dóm í Senja tingrættinum í hesari viku-
ni kemur broyting væntandi í. Í hesum málinum varð
eitt norskt reiðarí ákært fyri brot á veiðireglurnar.
Ákæruvaldið kravdi, at hald skuldi leggjast á virði fyri
níggju milliónir krónur, men rætturin dømdi reiðaríið
at gjalda 2,2 milliónir krónur.
Statsadvokatarnir í Troms og Finnmørkini hava fyrr
víst á, at tá talan er um útlendsk og serliga russisk skip,
er sektin altíð nógv størri, enn tá talan er um norsk
skip. Tí boðaðu teir frammanundan frá, at í málinum,
sum var fyri í hesari vikuni, átti rætturin at vísa, at
norsk skip ella reiðaríir fáa líka stóra sekt sum tey
útlendsku. Men tað hendi ikki.
Hallvard Østgaard, sakførari, sum er verji hjá einum
russiskum trolara, sum kemur fyri rættin í heyst, sigur,
at dómurin í Senja tingrættinum prógvar, at tað eru
ikki tey norsku skipini, sum fáa ov lítla sekt, men held-
ur tey útlendsku, sum fáa alt ov stóra sekt. Tí heldur
hann, at ákæruvaldið eigur at taka dómin í Senja til
eftirtektar.
Norska ákæruvaldið hevur kravt, at russiski trolarin
"Izumrud", sum Hallavard Østgaard er verji hjá, skal
gjalda fimm milliónir krónur í sekt, men nú krevur
verjin, at sektin í minsta lagi verður sett niður í helvt.
Hann sigur, at sektaruppskotið hjá ákæruvaldinum er
oman fyri virðið á veiðuni, sum trolarin fiskaði ólóg-
liga. Tá talan er um norsk skip, hendir tað sjáldan, at
sektaruppskotið er líka stórt sum veiðuvirðið.
Útlendsk skip
skulu revsast linari
Ein svii, sum hevur
vunnið gull sum
evropameistari og
heimsmeistari, er
tikin og skuldsettur
fyri morð
SVØRÍKI
Árni Joensen
Um náttina tann 8. juli kom
ein 31 ára gamal maður
fram á ein mann, sum var í
ferð við at bróta inn í hús
hansara í Stockholm. Inn-
brotstjóvurin gjørdi skjótt
av og myrdi tann 31 ára
gamla.
Nú hevur løgreglan í
Stockholm tikið ein fyrr-
verandi ítróttarmann, sum
hevur vunnið gull sum
evropameistari og heims-
meistari í sínari ítróttar-
grein. Aftan á morðið tann
8. juli rýmdi drápsmaðurin
á súkklu, men var so
óheppin at detta. Á stað-
num fann løgreglan blóð,
sum tað eydnaðist at taka
DNA-royndir av, og júst
hesar royndirnar hava gjørt,
at
fyrrverandi
ítróttar-
maðurin nú verður settur í
samband við morðið, skriv-
ar blaðið Expressen.
Maðurin varð tikin fyrr í
vikuni, og ein blóðroynd
vísti seg at samsvara við
tað blóðið, sum løgreglan
fann stutt frá drápsstað-
num.
Sambært Expressen veit
løgreglan, at fyrrverandi
ítróttarmaðurin hevði brot-
ið inn í tvey onnur hús, áðr-
enn hann breyt inn hjá tí 31
ára gamla tann 8. juli.
Í gjár vildi svenska løg-
reglan ikki upplýsa, hvør
fyrrverandi ítróttarmaðurin
er.
Svensk ítróttarhetja tikin fyri morð
Fyri fyrstu ferð í 212
ár flytir amerikanska
konmgressin úr
Washington til New
York
USA
Árni Joensen
Leiðslan í amerikansku
kongressini hevur gjørt av,
at kongressin skal minnast
ársdagin fyri yvirgangsat-
sóknunum í New York á ein
serligan hátt. Tí er avgjørt,
at øll kongressin flytir úr
Washington til New York
tann 6. september.
Har hevur kongressin
ikki verið í 212 ár. Í 1789-
90 húsaðist kongressin í
New York, sum var fyrsti
høvuðsstaðurin í nýggja
sambandsríkinum.
Tað
var
upprunaliga
blaðið New York Daily
News, sum kom við hug-
skotinum, at kongressin átti
at fara úr Capitol Hill í
Washington til New York í
sambandi við ársdagin fyri
vanlukkuna 11. september í
fjør. Hósdagin samtykti
umboðsmannatingið upp-
skotið, og hildið verður fyri
vist, at senatið fer at gera
tað sama.
– Setan í New York skal
vísa, at kongressin stuðlar
New York, og at tjóðin
stendur sum ein maður í
bardaganum ímóti yvir-
gangi, sigur republikanski
kongresslimurin
Vito
Fosselo, sum sjálvur er
valdur í New York.
Eftir upprunaligu ætlan-
ini skuldi kongressin hava
eina heila setu í New York,
men tað verður av ongum.
Kongressin flytir til New York
Í september verður amerikanska kongressin flutt úr
Washington til New York.
C
M
Y
K
25
24