leygardagur 10. november 1979síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SERENE Sr llss:65
sósialurin
Nr. 87 — 10. november 1979
Fríggjakveldið varð
bókakveld hildið í Klaks-
víkar skúla. Kveldið var
fyrireikað av Óla Dahl,
lærara, vegna Klaksvík-
ar Sjónleikarafelag. Óli
eigur stóra tøkk uppi-
borna fyri tað arbeiði,
hann hevði lagt í at fáa
kveldið so hugnaligt,
men tað er jú eitt eyð-
kenni fyri henda mann,
at har hann er uppii, er
hann eldhugaður og fús-
ur.
Nú, men aftur til
bókakveldið. Hóast veð-
rið var vánaligt, hevði
ein hópur av fólki leitað
sær niðan í skúlan, og eg
haldi, eg tori at siga, at
ell vóru væl negd. Vegna
tess, at tað í ár eru liðin
100 ár, síðan teir báðir
mentamenninir Jógvan
Waagstein og Mikkjal
Dánjalsson á Ryggi
vórðu bornir í heim, bar
kveldið serliga dám av
hesum bæði við upp-
lestri, tónleiki og sangi
— alt væl valt og væl
framborið.
Óli Dahl fekk sum
kunnugt barnabókaheið-
urslenina í ár, og kundi
hetta sjálvsagt ikki tig-
ast burtur. Av tí, at Óli
sjálvur stóð sum fyri-
reikari av kveldinum,
mundi eingin vera í iva
um, at tað var eftir áheit-
an, hetta var tikið við, tí
hann er ikki vanur at
sláa uppá trummu fyri
sær sjálvum um dagar-
nar. Vit her í Klaksvík
eru dupult fegin um, at
barnabókaheiðurslenin
kom higar til býin í ár,
av tí at tað er alheims-
barnaår. Bjørg Fjalisbak
las eitt brot úr bókini
>Við ommu til neytar«,
og var tað nakar í salin-
um, sum áður hevði iv-
ast í at ogna sær barna-
bókareðina hjá Óla, so
mundi allur ivi vera
horvin, tá vit høvdu
hoyrt Bjerg. Fyri tað
fyrsta fingu vit eina
hóming av, at bøkurnar
eru perlur í tí føroyska
barnabókaheiminum, og
fyri tað næsta er Bjørg
ein so frálíkur upplesari,
at hon megnaði at geva
tí broti, hon las, eina
eyka »sjarmu«, sum
kanska ikki var neyðug,
men tó avgjert eitt pluss
fyri kveldið.
At hoyra Boga
Litzen, Eiler
Rasmussen, Alex Sól-
stein og synir hansara
spæla er eitt upplivilsi,
ið ikki kann greiðast
skrivliga frá. Tann, ið
Myndin vísir landastrokið koma at vitja — sjálvandi inn í gjøgnum vindeygað (Eli-
esar Joensen og Katrin Kjelbro)
Bókakvold í Klaksvík
enn ikki hevur hoyrt teir,
eigur avgjert nógv til
góðar.
Tað verður ov drúg-
ført at nevna alt, ið fór
fram hetta kveld. Tað
negativa ætli eg at lata
liggja, hóast tað einki
undarligt er í, at okkurt
vil vera at finnast at í so
fjølbroyttum undirhaldi
við so nógvum luttakar-
um, men eg fari at nevna
tað, ið fyri mær avgjert
skaraði framúr og gjørdi
mær kveldið ógloym-
andi. Tað var, tá skaldið
Hans Glerfoss las eina
av sínum yrkingum, ið
hann hevur givið heitið:
Ein yrking um lívsins
yrking.
Eg havi loyvt mær at
biðja skaldið um yrking-
ina, og verður hon endur-
givir her.
Eg veit eina yrking so vakra
um lívið og álvara tess,
at ongantíð finni eg nakra
at seta í hennara sess.
Hon kann ikki sigast við orðum
og kann ikki festast á blød,
men stendur í reglum í skorum
og uppslitnum lunnum á stoð.
Hon rópar í sjófuglaringi,
har maður í bjorgunum fali,
í áum, í rásum, í lyngi,
av gjarvaksnum kletti í fjall.
Hon rekur í rúmd yvir vinum
og konum í kirkjugardsgrøv
og andum av sjólætnum synum
um hválv yvir vidopin høv
Ja, hetta vóru so bert
nákrar fáar reglur um
tað, ið fór fram bóka-
kveldið. Vónandi fer
hetta tiltak ikki at
gleppa niðurfyri aftur,
men nakað, ið ein í fram-
tíðini kann rokna sum
ein fastan tátt í ment-
anarlívinum í býnum.
Ein, ið gleðir seg
til næstu ferð
Landastrokið kemur
til Klaksvíkar
Leikárið hjá Klaksvíkar
sjónleikarfelag er byrjað.
Tað byrjaði í gjårkvøldi
við fyrstuframferslu av
skemtileikinum Landa-
strokið. Leikurin, sum er í
trimum pertum, er skriv-
aður av Otto Schwartz og
Carl Mathern. Tað er tann
bert 18 ára gamli Jógvan
Eliasen, sum hevur fer-
oyskað.
Landastrokið er ein av
teimum sonevndu mis-
skiljingaleikunum. Skemt-
ið stendst av einari rúgvu
Tú
hevur
ikki
roynt
tær
bestu
áðrenn
tú
hevur
roynt
einar
LEE
COOPER
— Í
miðbýnum
av misskiljingum, sum
sjálvandi verða greiddar
til seinast.
Tann ríki
mammubeiggin
Leikurin er um eitt landa-
strok, sum fólk halda er
tann »riki mammubeiggin
ur Amerika«. Tad eru
kortini bert åskodararnir,
sum vita, at hann ikki er
rikur.
Høvudsleiklutin sum
landastrokið hevur Elies-
COWBOYBUKSUR
ar Joensen. Hinir leikarar-
nir eru: Adelborg Linklett,
Katrin Kjelbro, Jógvan
Brim Joensen, Jógvan
Linklett, Súni S. Samuel-
sen, Rudolf Joensen,
Jógvan E. Ósá, Ólavur
Klakk, Barbara Christian-
sen og Jakobina Poulsen.
Laura Hentze er leikstjóri.
Næstu sýningar av
Landastrokinum verða í
morgin, sunnudagin, kl.
16, tað er ein barnasýning.
Kl. 20 verður sýning fyri
vaksin.
skraddári
3800 Tórshavn
EEN
—————————
sæ
*
&