Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 — 10. november 1979 sósialurin arbeiði. Arbeiðsgongdin Heilsusystrarnar hava skrivstovu á Sosialu deild- ini hjá Tórshavnar býráð. Har hava tær so sína festu telefontíð. Sum arbeiðsgongdin er í dag hjá heilsusystrun- um, so fáa heilsusystrar- nar fyrst eitt fødibræv frå ljósmóðrini. Har stendur, hver mamman er, og nær hon hevur átt. Nú skulu heilsusystrar- nar til at seta seg í sam- band við feðideildina á sjúkrahúsinum og fáa at vita, nær mammurnar fara heimaftur. Tá so mamman er heim- komin við barninum, seta heilsusystrarnar seg í samband við hana og bjóða henni at fáa vitjan av eini heilsusystir. So gott sum øll foreldur taka av hesum tilboði. Vitja ofta Tað er annars ójavnt, hvussu ofta heilsusystirin vitjar heimini. Har mamman hevur átt sítt fyrsta barn, vitja heilsu- systrarnar tíggju ferðir um árið. Í byrjanini er styttri millum vitjaninar. Tað hevur annars ógvu- liga stóran týdning, at heilsusystirin kemur heim til foreldrini og bernini so tíðliga sum gjerligt. Helst ikki seinni enn einar tríggjar til sjey dagar aftaná, at mamman og barnið eru komin heim- aftur av fødideildini. Landsstyrid leggur nú seinastu hond á skipan av heilsu- og heimasjúkrasystrum Leiðari helst settur í ár Í álitinum frá 1973 og samtyktini í tinginum í 1975 um fremjan av eini heimasjúkra-, smá- barna- og skúlaheilsu- systraskipan, verður skotið upp, at settar verða 11,5 sjúkra- systrar, 3 skúlaheilsu- systrar, 4 smábarna- heilsusjúkrasystrar, 8 sjúkra/heilsusystrar i kombineraðum sterv- um og ein leiðandi heilsusjúkrasystir. Sambært hesar áset- ingar eru nú greiddar úr hondum fyriskipanir og kunngerðir, sum tó skulu viðtakast av tinginum, nevniliga: Heimasjúkrasystrar: i) Anordning om ikrafttræden pá Færøerne af lov nr. 408 af 13. juni 1973 um heimasjúkrasystra- skipan. 2) Bekendtgerelse om hjemmesygepleje- ordninger på Færøer- ne. 3) Pinkubarnaheilsu- sjukrasystrar Anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov nr. 409 av 13. juni 1973 om sundhedsplejerske- ordninger. 4} Bekendtgørelse om sundhedsplejerske- ordninger på Færøer- ne. 5) Skolelæger, skole- sundhedsplejersker. Anordning om ikrafttræden på Færøerne af om skolelægeordning, jvf. lov lovbekendtgørelse nr. 430 af 16. aug. 1974. 6) Bekendtgørelse om skolelægeordning på Færøerne. Tad er at nevna, at hesar nevndu fyriskip- anir og kunngerðir partvist javnføra ver- andi lóggávur á hesum ekjum við dagsins viðurskifti samstundis, sum ymiskt verður javnført við aðrar fyri- setingar í álitinum um kommunulæknar. Á fundi í sjúkra- systrafelagnum her- fyri, upplýsti Jákup Lindenskov, landsstýr- ismaður, at hesar nevndu skipanir verða lagdar fyri tingið heilt skjótt. Hann segði eisini, at starvið sum leiðari av heilsusystraskipanini, heruppii eru pinku- barnaheilsusystrar, skúlaheilsusystrar og heimasjúkrasystrar, verður lýst leyst í no- vember mánað. Tá hesin leiðarin er settur, er ætlanin at gjøgnumføra tær fyri- skipanir, sum koma fyri i løgtinginum i næstum. Eitt er tó at hava i huganum og tað er, at talið á heilsu- og heima- sjúkrasystrum, sum skotið er upp í álitinum frå 1973, er gjørt eftir metta tervinum tå. Litil ivi er um, at tørvurin i dag er vaksin i mun til fólkatalið i Føroyum. Síða 11 Býráðið vil tingast um heilsusystrarnar Herfyri løgdu tvær heilsusystrar, sum arbeiddu sum frítíðaravloysarar í Tórs- havnar kommunu, arbeiðið niður. Orsøkin var tann, at arbeiðsviðurskiftini ógreið. vóru Tær báðar heilsusystrarnar eru ikki farnar til arbeiðis aftur hjá Tórshavnar kommunu. Nú hevur Sosiala nevnd hjá býráðnum sent sjúkrasystrafelagnum, t.e. Dansk Sygeplejeråd, Føroya Deild, bræv, har hon biður nevndina um at koma til samrådingar um heilsusystraspurningin. Heilsusystrarnar i Havn fóru til hús, ti arbeiðs- viðurskiftini vóru ógreið. Báðar heilsusystrarnar vóru settar í starv sum frítíðaravloysarar í summ- ar og sambært setanar- brævinum var starvstíðin úti 16. oktober. Tá heilsusystrarnar vórðu settar var ætlanin, at tær skuldu setast i hálvdags starv, men hesum sýtti Dansk Syge- plejerád. Eftir reglunum hjá hesum felag skulu heilsusystrarnar arbeiða fullan dag. Seinni hava heilsusyst- rarnar saman við nevndini í Dansk Sygeplejerád gjert eitt uppskot til bý- ráðið um arbeiðsviður- skiftini, hareftir at báðar heilsusystrarnar skulu arbeiða 3/4 tíð og ein hálv- an dag. Hetta uppskot skldi skiljast sum ein fyribils loysn fram til 1. apríl 1980. Og í uppskot- inum var tann treyt løgd við, at stervini skulu lýs- ast leys aftur av nýggjum. Einki svar Tá býráðið ikki hevði svarað uppskotinum 16. oktober, tá setunartíðin hjá heilsusystrunum var úti, avgjørdu tær at fara til hús. Í letuni er so bert tann eina heilsusysturin til arbeiðis, og hon er hálv- an dag. Herfyri svaraði býráðið uppskotinum frá heilsu- systrunum og nevndini fyri Dansk Sygeplejerád, har tað segði seg taka undir við uppskotinum, men tók tað fyrivarni við at lýsa stervini leys av nýggjum. Vistu einki Formaðurin í Sosialu nevnd Tórshavnar býráðs, Leivur Johannesen, sigur, at nevndin hevur havt fleiri fundir um málið og er vorðin samd um at taka upp samráðingar við sjúkrasystrafelagið. Hann vísir annars á, at heilsusystrarnar eru farnar til hús, uttan at bý- ráðið hevur fingið nakað bræv um hetta framman- undan. — Vit duga ikki at skilja hetta, tí tað er okk- ara ynski, at smábarna- rektin skal halda fram og útbyggjast, sigur Leivur Johannesen. Hann sigur víðari, at tað kemur býráðnum held- ur dátt við, at heilsusyst- rarnar hava lagt arbeiðið niður, tí býráðið í Havn er avgjert sinnað fyri, at skipanin við heilsusystrum kann virka eftir ætlanini. — Vit eru eisini sinnaðir at gjalda tað, sum tað kostar at hava eina tílíka skipan. Biðið um kanning Uppá fyrispurning um tað er tervur á hjá Tórshavnar kommunu at hava fleiri enn tvey sterv sum heilsu- systrar, sigur Leivur Jo- hannesen, at býráðið hevur biðið heilsusystrar- nar gera eina kanning av tervinum. — Hesa kanning hava vit ikki fingið, og tí er ringt hjá okkum at meta um, hvers tervur er á fleiri heilsusystrum. Vit hava eisini spurt tær báðar heilsusystrar- nar, sum vórðu bidnar um at gera hesa kanningina. Tær siga, at tær á ongan hátt hava havt stundir til at gera eina tílíka kanning. Arbeiðið sum heilsusystir fer ofta út um vanligu arbeiðstíðina, so tað verður ikki nógv tíð eftir til kanningararbeiði. Leivur Johannesen, formaður í sosialu nevnd: — Vit vilja gera alt fyri at fáa skipanina við heilsusystrum at virka, sum hon eigur Heilsusystrarnar, sum arbeiða í Suðurstreymoy skulu klára nógvar vitjanir hvenn dag og ofta liggur leiðin til heim langt frá Havnini, t.d. Velbastað og Kirkjube. Ti nýta tær bert sjáldan súkklu, sum hendan á myndini