leygardagur 10. november 1979síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 87 — 10. november 1979
Nogv føroysk børn
ongantíð vitjan
av heilsusystrum
Suðurstreymoy einasta gkið við heilsusyst-
rum
Nógv foroysk born fáa ongantíð vitjan av
heilsusystrum. Hetta merkir, at bæði foreldur
og born vera eina týðandi og ofta neyðuga
hjálp og vegleiðing fyriuttan.
Sosialurin hevur vent sær
til tær báðar heilsusyst-
rarnar Arndis Lindberg og
Elsu Mortensen og tosað
við tær um arbeiðið hjá
heilsusystrum.
Arndis og Elsa hava
arbeitt sum frítíðaravloys-
arar í Suðurstreymoy í
summar, har tær hava
rekt arbeiðið sum heilsu-
systrar. Tær hava annars
verið í Árhus í 1978/79 og
tikið ta eftirútbúgving,
sum krevst fyri at kunna
arbeiða sum heilsusystur.
Hjálp og
vegleiðing
Men hvat er tá ein heilsu-
systur, hvat krevst fyri at
arbeiða sum heilsusystur
og hvat ger hon! Enda-
málið við eini heilsu-
systraskipan er at geva
foreldrum og bernum
hjálp og vegleiðing í heim-
inum.
Fyri at arbeiða sum
heilsusystir krevst fyri
tað fyrsta vanlig útbúgv-
ing sum sjúkrasystur.
Harav eitt hálvt ár á eini
barnadeild og fýra
mánaðir sum heima-
sjúkrasystir.
Eftirútbúgving
í Árhus
Tað er eisini ein fyrimunur
at hon hevur kunnleika til
frísk og handikappað
børn. T.d. at hon hevur
verið í samband við hesi
børn á veggustovum og
barnagerðum og eðrum
stovnum. Umframt
sjúkrasystraarbeiðið
krevst ein tíggju mánaðar
eftirútbúgving sum
heilsusystir á Danmarks
Sygeplejerskehejskole við
Árhus Universitet.
Tástaðni kann sjúkra-
systirin byrja at arbeiða
sum heilsusystir.
Tilboð til foreldur
og børn
Heilsusystirin er eitt til-
boð til foreldrini. Høvuds-
arbeiðið hjá heilsusystrini
er at vitja foreldur við
bernum. Har skal hon
kanna bernini og vera við
til at fremja trivnaðin hjá
foreldrum og bernum.
Hon skal geva foreldrun-
um ta vegleiðing, sum
tervur er á.
Sostatt er heilsusyst-
irin eitt tilboð frá sam-
felagnum til foreldrini —
og ein borgan fyri, at
bernini vaksa upp undir
sunnum og tryggum um-
hvervi.
Bert í Suðurstreymi
Í dag kunnu bert foreldur
og bern í sunnaru helvt av
Streymoynni fáa hetta til-
boð. Hetta kemst av, at
vit í Feroyum ikki hava
nakra lóg um heilsusyst-
rar. Bert Tórshavnar
kommuna gongur eftir
eini fyriskipan frá 1965
um heilsusystrar, og í dag
eru sett tvey sterv sum
heilsusystrar í Tórshavn-
ar kommunu og bygdun-
um nærhendis.
Landsstýrið er annars
við at leggja seinastu
hond á nakrar fyriskipanir
og kunngerðir, sum m.a.
áseta, at heilsusystrar
skulu setast um alt landið.
Henda skipanin við
heilsusystrum er gjørd út
frá einum áliti, sum varð
handað landsstýrinum í
1973.
Í hesum álitinum verð-
ur m.a. sagt, at tað skulu
vera heilsusystrar í ollum
læknadømum. Hesar
heilsusystrar eru bæði
barna- og skúlaheilsu-
systrar. Smábarnaheilsu-
systrarnar skulu vitja
bern upp til skúlaaldur.
Upp til eitt ár
Í tí fyriskipan, sum Tórs-
havnar kommuna í dag
gongur eftir, *umfatar
arbeiðið hjá
heilsusystrunum bert
bern upp til eitt ár.
Uppá fyrispurning um
arbeiðsekið hjá heilsu-
systrunum átti at verið
víðkað til eisini at umfata
øll børn upp til skúlaaldur,
siga tær báðar heilsu-
systrarnar, at tað hevði
avgjert verið best við eini
tílíkari skipan, har ell born
upp til skúlaaldur fáa vitj-
an av heilsusystrum.
Tað eru t.d. nógv bern,
sum ikki duga at ganga, tá
tey eru eitt ár, og tí hevur
tað stóran týdning, at
heilsusystirin eisini kann
vitja tey og fylgja við
hvussu barnið mennist,
eftir at tað er fylt eitt ár.
Tað hevði eisini verið gott,
um heilsusystrarnar
hevdu kunnað havt sam-
band við mammuna,
meðan hon er við barn.
Tað hevur stóran týdning,
at heilsusystirin og
mamman tá kunnu tosa
saman um eitthvert.
Tær báðar heilsu-
systrarnar siga víðari, at
heilsusystraarbeiðið eisini
átti at umfata vitjan á
stovnum við bernum, t.d.
veggustovur og barna-
garðar.
Eisini hevði verið betur
við sterri samarbeiði
millum heilsusystrarnar
og kommunulæknarnar. Í
dag er einki tílíkt sam-
Heilsusystirin er á vitjan. Hon kannar, um barnið dugir at lyfta hevdið og akslarnar