Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Býarplanurin avgreiddur Næstseinasta tysdag varð býráðsfundur hildin í Klaksvík, har restin av býarplaninum varð viðgjerd og samtykt. Nú skal byggisam- tyktin fyri Klaksvíkar kommunu reinskrivast og nakað av tekstinum, sum er á donskum, skal umsetast til feroyskt. Harnæst verður býar- planurin sendur til Landsverkfreðingin, sum skal gjegnum- ganga hann. Endamál- ið við hesum er m.a. at fáa trygd fyri, at mál- brúkið yvirhøvur í øll- um býarplanum á land- inum verður eins. Býarplanurin verður helst lagdur fram fyri almenninginum í hesum árinum. Tá hava fólk meguleika at koma við viðmerking- um og mótmæla sjálv- um býarplaninum. — Byggja uppí ítróttarhollina OM-06 TILBYGNING AF KÍ HALEN. — Á byrådsfundinum var eisini eitt mál um útbyggjan av ítróttar- hellini í Klaksvík. Sekt varð um byggiloyvi til at byggja uppí hellina eystureftir, og somu- leiðis varð sekt um veð- hald. Hetta varð samtykt. Ætlanin er at útbyggja høllina fyri 1,2 mill. kr. og er meiningin, at hetta arbeiðið skal verða liðugt til februar mánað, tá heimsmeist- arakappingin í hond- bólti í C-bólkinum verður leikt i Føroyum Endamálið við útbyggingini av ítróttarhellini er fyrst og fremst at fáa eina nýggja tribune, so pláss verður fyri fleiri áskoðarum. Byggingin fíggjað sum vanlig skúlabygging. Hetta kemst av, at hellin fyri ein stóran part verður brúkt av skúlunum í Klaksvík. Tílík bygging verður fíggjað við studningi: 20% frá statinum, 20% frá kommununi og 30% frá landinum. Tey restandi 30% má hellin skaffa til vega. verður -4 1 sjá) sosialurin Nógv fyri at skula rýma eftir 44 ár á Heygsgarði Sigur Niels Pauli av Steinum, uppsitari á Heyggi í Kollafirði — Tað er nógv fyri at vita sær, at vit nú skulu rýma av Heygsgarði, eftir at hava verið her í 44 ár. Vit ynskja ikki at flyta, tí bæði eg sjálvur og familjan eru vorðin so fast grógvin til garðin. Soleiðis sigur uppsitarin á Heygsgarði í Kollafirði, Niels Pauli av Steinum í eini viðmerking til, at landsstýrið nú hevur sam- tykt, at Heygsgarður skal brúkast til royndarsteð og búnaðarskúla. Niels Pauli sigur víðari, at framferðin í hesum mál- inum hevur gingið ógvu- liga svikaliga fyri seg. Hann nevnir í hesum sam- bandi, at tað er legin at- burður av landsstýrinum, at hann eftir at hava verið á garðinum í 44 ár, nú skal hoyra tað sum slatur og gjøgnum útvarpið, at hann nú skal rýma av garðinum. Fer at kosta landinum nógv Niels Pauli av Steinum sigur víðari, at verður royndarsteðin løgd í Kollafirði, so verður tað ikki smávegis, sum hann skal hava í endurgjaldi fyri garðin. Talan verður um fleiri milliónir og aftur- at tí kemur, at hann hesi seinastu trý til fýra árini hevur sitið á garðinum í óvissu. — Eg varð uppsagdur fyri fyra årum sidani av Jarðarráðnum eftir boðum frá D.P. Danielsen, lands- Framhald á síðu 8 Nr. 88 — 14. november 1979 Niels Pauli av Steinum: — Fekk at vita sum slatur, at landsstýrið vil taka garðin frá mær Málið hevur volt mær miklan trupulleika Sigur Atli Dam, løgmaður, í eini viðmerking Tað eydnaðist okk- um ikki at fáa eina viðmerking frá D.P. Danielsen, lands- stýrismanni í búnaðarmálum, um avgerðina hjá landsstýrinum um at leggja royndar- stødina og búnaðar- skúlan á Heyggi í Kollafirði. Sosialurin hevur tí biðið Atla Dam, løgmann, um sina vidmerking til mål- ið. Hann sigur m.a.: — Mong tilmæli eru gjørd um Heygsgarð, hetta sein- asta aftaná, at serkøn meting, sum landsstýrið hevði biðið um, var farin fram viðvíkjandi tveimum gerðum og parti av einum triðja. Erá vinnuni sjálvari fyriliggur einki tilmæli, sum broytir hetta ella tey undanfarnu, og er tí sera torfert at skúgva tey til viks. Mær persónliga hevur málið volt miklan trupul- leika, og havi eg tí sein- astu tvær vikurnar roynt at fingið tað lýst so gjølla sum gjerligt. Fleiri búnað- armenn, sum eg havi fult álit á og stóra virðing fyri, hava í privatum samreð- um víst til streymnesgarð- in sum hin best hóskandi, meðan aðrir, sum eg meti eins hegt, hava hildið Heygsgarðin vera best hóskandi. Hugsan mín var annars, at steðin kundi ligið í Sandoynni, men haðani fyrilá einki alternativ, sum tekniskt og fíggjar- liga loysti spurningin, og tá so einki grundað til- mæli fyrilá frá búnaðar- stættini sjálvari (bónda- ella búnaðarfelag) helt eg meg ikki hava rætt til at skúgva tey almennu (offi- ciellu) til viks, serliga ikki tá hesi eru legd fram sum sakkenar metingar. Hetta skal ikki skiljast so,at eg ikki haldi, at em- bætismanna ella lands- stýrismanna metingar kunnu vísast aftur. Kenni eg meg sannferd- an um, at onnur loysn er betur, ella fyriliggja so góð prégv fyri, at egin ella annara ynski mugu víkja, ella eru heimildir tingsins givnar á slíkan hátt, at alment tilmæli ikki kann verða fylgt, so verður tað sjálvandi sett til viks. Men so hevur ikki verið í málinum um nýggja royndarsteð, sigur Atli Dam, legmaður, í eini við- merking