mikudagur 14. november 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 88 — 14. november 1979
sosialurin
Sjúkrasystraráðið um heilsusystramálið:
— Vit hava altid verið
til reiðar at samráðast
Men býráðið hevur íkki hildið tað havt skund
Formaðurin i Sjúkra-
systraráðnum, Selvá
Patursson hevur biðið
okkum seta eina viðmerk-
ing í blaðið til samreðuna,
sum Sosialurin hevði við
formannin í sosialu neynd
Tórshavnar býráðs tann
10. november.
Selvá Patursson sigur
soleiðis í viðmerking síni
til heilsusystramálið í
Suðurstreymoy:
„Menn, sum hava tikið
sær um hendi at hava við
hesi viðurskifti at gera,
siga seg ikki vita nakað
um hetta, og tað má sigast
at vera legið.
Nevndin í Sjúkrasystra-
ráðnum vendi sær til bý-
ráðið longu fyrst í juni og
gjørdi vart við, at vit ikki
kundu góðtaka setaninar,
sum ikki samsvaraðu sátt-
málanum, og við fyri-
spurningi um, hvussu
hesin spurningur kundi
loysast.
Síðani tá hava vit fleiri
ferðir vent okkum til bý-
ráðið, bæði skrivliga,
munnliga og persónliga og
hava sostatt verið til reið-
ar til samráðingar fyri at
fáa skipaði arbeiðsviður-
skifti fyri heilsusystrar-
nar.
Bert spell at hetta ikki
eydnast okkum.
Okkara ætlan var als
ikki, at mammur við
pinkubernum skuldu
verða heilsusystrarnar
fyriuttan. Tverturímóti,
vit vóru tilreiðar at ganga
við til eina fyribils loysn
fram til 1. apríl 1980, tá
nýggja fíggjarárið byrjar,
við tí treyt at stervini
vórðu lýst av nýggjum.
Men hesum hevði býráðið
heldur ongan skund við at
svara uppá og tóku fyri-
varni við treytini.
Síðan sigur formaðurin,
at heilsusystrarnar eru
farnar til hús, uttan at
býráðið hevur fingið
nakað bræv um hetta.
Býráðið hevði givið heilsu-
systrunum eitt setanar-
bræv, ið var gingið út, og
sostatt var eingin setan
longur.
Hetta varð gjørt vart
við 8. oktober og 16.
oktober. Somuleiðis varð
bræv hesum viðvíkjandi
sent býráðnum hin 16.
oktober.
Annars er bert at fegn-
ast um, at býráðið nú er til
reiðar til samráðingar, og
at býráðið ynskir, at smá-
barna-heilsurektin skal
halda fram og útbyggjast,
og at teir eru sinnaðir at
rjalda tað skipanin kost-
are, endar Sølvå Paturs
son í eini viðmerking til
heilsusystramálið í Suður-
streymoy.
Fund týsdagin
Térshavnar byråd beyð
annars Sjúkrasystraráð-
num til fundar um spurn-
ingin í seinastu viku.
Hesin fundurin varð hildin
fyrrapartin í gjár (týs-
dagin). BLaðið var farið til
prentingar, áðrenn vit
frættu um úrslitið av
fundinum.
Steðan er annars tann,
at av teimum báðum
stervunum, sum eru
Framhald á síðu 8
Ov lítið av sakligum
upplýsingum um Sovjet
— Felagið Feroyar-Sovjetsamveldið stovnað. Felagið,
sum er ópolitiskt, skal fáa í lag mentanarligt samstarv
millum bæði londini og útvega føroyingum ódýrar ferðir
til Sovjet.
Tað er tervur á sakligum
upplýsingum um Sovjet-
samveldið. Hetta er ein av
orsøkunum til, at nú er
stovnað Felagið
Feroyar—Sovjetsamveld-
ið. Felagið varð stovnað í
Havn fríggjakveldið og
endamál tess er at fremja
sakliga upplýsing og
skipa fyri sínámillum
mentanarligum sam-
starvi. Felagið er ópolit-
iskt.
Fyrsta tiltakið hjá fe-
lagnum verður at bjóða
nekrum av manningini á
russiska havrannsóknar-
skipinum Mikhael
Kruskij, sum kemur á
Havnina í næstu viku, til
ein fyrilestur um Feroya
jarðfreði og meguliga ein
fiim um okkurt føroyskt
mentanarfyribrigdi.
Roynt veråur eisini at fåa
onkran av visindamonn-
unum umborå å Mikhael
Kruskij at halda fyrilestur
um oceanografisk evni,
annaðhvert almennan ella
fyri limirnar í felagnum.
Ferðir til Sovjet
Á stovnandi aðalfundin-
um fríggjakveldið bleiv
vald ein nevnd. Í hana
komu Andrias Hejgaard,
Henriette Svenstrup, Elin
S. Jacobsen, Erik Ander-
sen og Hans Laureng.
Á einum tíðindafundi,
sum felagið hevði mána-
dagin, bleiv upplýst, at ein
týðandi táttur í virki fe-
lagsins er at útvega feroy-
ingum ódýrar ferðir til
Sovjetsamveldið. Tað er
ikki neyðugt at vera limur
fyri at luttaka í hesum
ferðum. Felagið Feroyar-
Sovjetsamveldið fer at
hava samstarv við Lands-
foreningen til samvirke
mellem Danmark sg Sov-
jetunionen. Danska fe-
lagið hevur m.a. 1000
hotellplåss at ráða yvir í
Moskva, tá olympisku
leikirnir vera komandi
summar.
Annars verður virksemi
felagsins fyrst og fremst á
mentanarliga ekinum. Í
felagslógini, sum varð við-
tikin á fundinum fríggja-
kveldið, stendur:
„Við fundum, fyrilest-
rum, framsýningum,
filmssyningum o.t. verða
sovjetisk viðurskifti lýst,
eins og miðað verður móti
at kunna um feroysk
viðurskifti í Sovjetsam-
veldinum«.
Ikki nyggjur tanki
Ein av teimum, sum hava
tikid stig til at stovna
Felagið Feroyar-Sovjet-
samveldið, Andrias Høj-
gaard, rektari å Lærara-
skulanum, sigur, at hann i
eini fimm år hevur gingið
við tankanum um stovnan
av einum tílíkum felag í
Feroyum. Hann hevur
prátað við onnur um ætl-
anina og fingið undirteku.
Andrias Heigaard sig-
ur, at hann hjá Lands-
foreningen til samvirke
mellem Danmark og Sov-
jetunionen hevur fingið
vissu fyri, at eitt føroyskt
felag vil fáa stuðul haðani,
m.a. til at blíva viðurkent
javnbjóðis eðrum slíkum
feløgum kring heimin.
Felagið Feroyar-Sovjet-
samveldið leggur ikki dent
á at fáa eitt stórt limatal
men ein og hver, sum
tekur undir við endamáli
felagsins er vælkomin at
venda sær til nevndina og
tekna seg sum lim.
Felagið hevur í letuni
góðar 30 limir. Limagjald-
ið er 50 kr. um árið.
kring oyggjarnar
Tað eru í vetur 3.077
næmingar í
Tórshavnar kveld- og
ungdómsskúla, 1.243
fleiri enn seinasta vet-
ur. Næmingatalið hev-
ur annars vaksið við
200-300 um árið. men
orsekin til tann óvan-
liga stóra veksturin
hesaferð er ein nýggj
grein — svimjing. 918
fólk ganga til svimjing
hjá Tórshavnar kveld-
og ungdómsskúla!
Fólkið er býtt í 39 bólk-
ar og lærararnir eru 12
í tali. Svomið verður í
Eysturskúlanum.
Tá svimjingin er
Mánakveldið tók poli-
tiið í Havn ein 18 ára
gamlan drong og týs-
morgunin ein 16 ára
gamlan fyri innbrotini í
Tinganesi um viku-
skiftið. Tá vit frættu
týsmorgunin leitaði
politiið framvegis eftir
tí triðja, sum var við í
innbrotinum.
21 ár.
Hinir
Hesin er
báðir, sum
sekar og eru
skuldsettir fyri inn-
brot, herverk og stuld-
ur.
að seg
Skulaviglsa á Argjum
Tað er nú avgjert at vigslan av nýggja skúlanum
á Argjum verður sunnudagin 25. november.
Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli:
Næmingatalið farið
uppum 3.000
undantikin eru 2.159
næmingar í Kveld- og
ungdómsskúlanum í
vetur. Lærararnir eru
83 og undirvíst verður í
12 stoðum.
Leiðarin av
havnar
Tórs-
kvøld- og
ungdómsskúla, Napol-
eon Nólsoy, sigur, at so
leingi myndugleikarnir
eru so positivir
skúlanum, sum
higartil hava verið, ei
onki til hindurs fyri, at
næmingatalið steðugt
er vaksandi. Tað hevur
ikki staðið á at fingið
lærarar og undirvísing-
arhøli.
mot:
teir
Tveir unglingar tiknir
fyri innbrotini
í Tinganesi
Tað vóru tvey inn-
brot, bæði á lands-
skrivstovuni, um viku-
skiftið Annað var
sunnunáttina, tá varð
lítið herverk gjert og
onki stolið. Men mána-
náttina gjerdu náttar-
gestirnir meira um seg
Tá bleiv stórt herverk
framt og 8000 kr.
stolnar. Í báðum ferun-
um fóru teir seku inn
gjøgnum vindeygu á
vestursíðu húsins. Teir
tríggir eru ikki ókendir
hjá politinum.
Síða 5