Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 — 11820 box 76, 3800 Tórshart n ari: p.f. sosialurin Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen tat Hogni Djurhuus rituksstjøort: Blaðstjóri Blaðmenn Jóhann Mortensen Jan Muller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Felagsatsókn móti tí almenna »Nei, gerið ikki lock-out 1. desember, men standi saman og gerið 1. de- sember til dagin, har øll vinnufeløgini i felag kunngera landsins leidslu, hvørji tey eru, sum halda samfelags- hjólunum gangandi«. HETTA ER nidurstødan i eini åheitan, sum Norðoya Framburðs- og fiski- vinnufelag å fundi 3. november hevur samtykt at senda til øll vinnufeløg i landinum. Endamálið er týðuligt. Nú skulu øll feløgini, til dømis fiskimenn og reidarar, arbeidarar og arbeids- gevarar saman vid fleiri ødrum, standa saman í eini felagsatsókn móti tí almenna. HVÍ IKKI heldur taka hendur saman við tí almenna og finna fram til, hvussu ágóðin av framleiðsluni kann býtast ødrvisi, soleiðis at vinnan veruliga fær tað, sum henni tilkemur og tað, sum hon má hava, fyri at fáa endarnar at røkka saman? HVUSSU stóran vinning hava til dømis bankarnir, Fiskasølan, oljufeløgini, umvælingarverkstødini, teir, sum selja fiskireiðskap, proviant og aðra skipaútgerð? Er tað rætt, at krevja landsins leiðslu eftir meira peningi, sum einans kann verða tikin frá skattgjaldarunum, uttan fyrst at kanna, um teir, sum dagliga hava viðurskifti við vinnuna, hava rímilig- an ella órímiligan vinning? OG TÅ ID sagt verður, at vinnufeløg- ini i felag skulu kunngera landsins leiðslu, hvørji tey eru, sum halda samfelagshjólunum gangandi so liggur í hesum, at tað eru ikki vit oll, sum halda hesum hjólum í gongd. Áhugavert hevði verið at fingið nærri definerad, hvørji tey eru, sum ikki eru við til at halda hjólunum gangandi. ERU TAÐ krambúðargenturnar, vaskikonurnar, håsmødurnar, sjúkra- systrarnar, teir sum byggja hús, gøtu- sópararnir, ella teir, sum fara upp á nátt at arbeiða við kavarudding ella hverjir? Vit halda í hvussu er, at øll gera sítt til at halda samfelagshjólun- um gangandi. sosialurin Nr. 88 — 14. november 1979 KOMMUNUSKÚLARNIR IKKI BYGDIR FYRI BREKAÐ Fyri stuttum hevdu skúla- ráðgevarin og ein skúla- leiðari áhugaverdar grein- ir um brekað bern í fer- oyskum skúlum. Eftir hesum at døma ja, so var tað bara at fara í kommunuskúlarnar = vid brekaðum bernum eg veit ikki, hvat hesir menn hugsa fyri sær, tí enn kanst tú bert koma inn í ein skúla í Feroyum, sum er bygdur fyri brekað í rullistóli og tað er Skúlin á Treðni. Tað er ikki rætt, sum skúlaráðgevarin sigur, at Eysturskúlin er bygdur fyri brekad. Ein skuli, id er bygdur i ymiskum niveauum og við so nógvum trappum sum Eysturskúlin, smølum hurðum og WC so trong, at tað er ómeguligt fyri ein, ið er bundin til rulli- stól, at koma innar, fyri so ikki at tala um umhvervið, sum heldur ikki er plan- lagt fyri rullistól. Hetta byggjari, sum er tað nýggjasta, vit hava innan fyri skulabyggjari, lúkar ikki tær treytir og lógir, sum komu í gildi í Dan- mark í 1972 fyri alment byggjarí incl. skúla- byggjari (men denne lov gælder ikki for Færøerne) So leingi vit ikki hava hesar lógir í Feroyum, so leingi acceptera vit ikki tey brekaðu í rullistóli, í samfelagnum, sum annars er teirra rættur. Ti menn, ið standa aftanfyri hetta byggjarí, vilja ikki gera hetta fyri brekað við um- beringum um ein meir- kostnað. Hvat viðvíkur undirvis- ing av brekaðum í einum kommunuskúla við einum klassakvotienti uppá 27, kann eg íkki síggja, hvussu ein lærari kann makta eitt ella fleiri brekað. Sjálvt við stuðuls- pædagogi fulla tíð, so eru tað onnur lið, ið brekað krevja, so sum dagliga fysiurgiska viðgerð, ortho- pædiskar læknar, o.a. Ég dugi ikki at síggja, at hetta blívur gjørt í einum kommunuskúla, tá ið ein spesialskúli ikki kann makta at geva øllum børn- um ta viðgerð, tey hava krav uppå. Men tad hevur altid verid ein gamal før- oyskur sidur at senda tey minni mentu av landinum. Sum stødan er i Føroy- um i dag, noydast vit at senda okkara fysiskt brek- ada barn i serskula ella senda tad av landinum — um vit foreldur falla frå, hvør stovnur her å landi tekur sær av hesum barni? Evnaveikaforsorg? (barn- id er ikki evnaveikt). Ellis- heim? Kanska sosialmåla- rådharrin kundi svara mær her í blaðnum til orientering fyri onnur for- eldur í somu steðu. Okkara brekaðu bern kunnu ikki vera prøva- klutar i kommunuskulun- um i dag, so leingi onki er gjørt fyri at móttaka teim- um Manssamfelagið Feroy- ar við prestiguskúla- byggjaríi, risainnflutningi av bilum, spiritusi, tubakki, hevur ikki ráð at planleggja samfelagið, so at tey brekaðu kv:inu liva eitt so normalt lív sum meguligt, sum er teirra menniskjarættur. Arngerð Joensen 'tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. EITT SINDUR UM BYGDAMENNING OG SEV — OG LÆKNAN ELIESAR ARGE Klokkan er trý korter í níggju á kveldi. Vit sita her í belamyrkri í Sand- oynni, sum vit hava sitið so mangan nú í longri tíð, av tí at streymurin frá SEV svíkur. Tí mugu vit koma at hugsa, um tað ikki høvdu verið hyggjuráðini hjá hesum felag at borið so í bandi — meðan tíð er — at fingið eitt eykaverk sett upp her í ovnni, ið sam- stundis kundi sligið til, tá stóra SEV svíkur. Samstundis leitar hugurin til læknan Eliesar Arge, ið meinar, at tað er meira umráðandi at fjas- ast við tvey nær sagt ónyttug hús norður í Havnini, enn beinanvegin í stundini at geva telefon- stjóranum dugna við at seta eina steð upp, har hesi gomlu hús standa, so líkindi kunnu vera fyri okkum og allar foroyingar at fáa boð frá okkum, til dømis til lækna ella, um reyði hani hevur galið. Museum er gott, men vit og læknin Eliesar Arge & Co., mugu ansa væl eft- ir, at vit ikki gerast til eitt livandi museum, so bæði Tórshavnar býur og allar Feroyar sovna í hesum hjálparloysi. Tí halda vit, at hatta mesnið við Sloans húsum og Heinesens húsum má halda uppat í stundini, stoðin byggjast nú. Har er ikki tíð at bíða ein einasta dag Hon kann væl byggjast so, at útsjóndin ikki mis- prýðir. Sandoyingur Henda viðmerking varð send Dimmalætting 7/11- 79, við ben um uppteku, men sær ikki út til at fáa innivist har, so eg fari at heita á tykkum um upp- tøku. Viðmerking til greinina: Umhvervismálaráðharrin heldur fram við dálking. LÍTLIR Í VAVI Smoguskítur er hann í ólukkumáta, hann ið einki veit sær til ráðar at taka enn at kasta við runublek- um eftir mótsteðumanni sínum. Lítlir eru tit báðir í vavi, harra blaðstjóri og tíðindamaður tygara! Jógvan við Á DAGBLAÐSLYGNIN EIGUR IKKI od HEIMARÆTT Í EINUM POLITISKUM SAMARBEIÐI Einaferð Danbjerg sáli av tingsins reðarapalli skuldi reka aftur nekur fólka- floksósannindi, bað hann formannin um loyvi at citera úr Dagblaðnum. Tá Danbjerg er liðugur at ci- tera, svarar Knút Wang sáli úr salinum: >Tað er lygn<. Danbjerg lesur um- aftur og Knút Wang rópar aftur: »Hatta er lygn«. »Ju-men, er tad ikki tad, eg altid havi sagt«, sigur Danbjørg, »at tad, sum stendur i Dagblaðnum, er lygn«. Tad eru nú mong år síðan henda hending før fram í tinginum. Bæði Danbjørg og Knút hava lagt frå sær med alla. Nyggir menn og nyggir siðir hava tikið sess teirra undanfarnu. Í sessin hjá Knút Wang sála setti fólkaflokkurin ein mann Óli Breckmann nevndur av navni. Hesin Óli er sambært tí, ið bleðini vita at siga frá, hálvur aka- demikari, hálvur stu- Framhald á síðu 8 A —-—- ÉT