leygardagur 17. november 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
720 LIS
j, 3800 Tórsha
tu
Vórfinn Smit!
Hogni Djurhuu
Jóhann Morter
Jan Muller
årne Thomsen
Dimmalætting
Sølupolitikkur
TAD ER ONKI dulsmål, at bædi fiski-
menn og almenningurin yvirhøvur
hava verið sera ónggd við okkara
fiskasølupolitikk. Føroya fiskasøla
hevur ikki verid væl umtékt millum
fiskimenn og fólk annars.
TAÐ GANGA nú javnan søgur um,
bæði millum manna og í bløðunum
við, at skip og virkir, sum selja fisk
og fiskaúrdráttir uttanum Fiskasøl-
una, fáa væl meira burturúr, enn tá
selt verður gjøgnum Føroya fiska-
solu.
EITT DØMI um hetta er flakavirkið
Snarfrost í Miðvági, sum hevur selt
nøkur tons av saltadum upsaflaki til
sølufelagid Marr & Co. við tí úrsliti, at
Føroya fiskasgla hevur biðið fúta-
rættin um at leggja fútaforboð ímóti,
at upsafløkini verða avskipað.
HETTA ÁTTI Føroya fiskasøla at tikið
sum eitt fullgott prógv um, at sølu-
politikkurin hjá henni ikki er so góð-
ur, sum hann veruliga átti at verið. Eitt
er, at uttanfyristandandi eru énøgd
og finnast at, men tá so limirnir í ein-
um sølufelag fara at ganga uttanum
teirra egnu sølufeløg, tå má eitt ella
annað vera galið.
FISKASØLAN hevur sent málið til
fútarættin, men hvat kann fútarætt-
urin gera við tað, at Føroya Fiskasøla
rekur ein sølupolitikk, sum sjálvir lim-
irnir í søluni ikki eru nøgdir við. Átti
Fiskasølan ikki heldur at tíkið sølu-
politikkin upp til umhugsunar og
gjølliga viðgerð?
SPURNINGURIN ER, um tíðin ikki er
farin frá ti fiskasølupolitikkinum,
sum bygdi á langtíðar avtalur við
fiskakeyparar. Fyri árum síðani stóð
ein kapping í millum fiskaútflytara-
londini. Í dag er kappingin størri í
millum fiskainnflytaralondini. Øll vilja
jú hava fisk um somu tíð sum fiski-
veiðan er avmarkað.
OKKUM rann í huga ein skemtisøga.
Tað var ein maður, ið segði við vin-
mannin, at ein triðji persónur hevði
kallað seg fyri ein oksa og spurdi, um
hann skuldi fara til ein sakførara.
»Nei, far tú heldur til ein slaktara«,
helt vinmaðurin fyri.
Fiskasølan fór til fútarættin.
sosialurin
Nr. 89 — 17. november 1979
—
Fyri mongum árum síðani
gjørdi telefonstjórin vart
við, at um ikki víðkað varð
um telefonhúsið, vildi
steðan gerast júst soleið-
is, sum hon er í dag, og so
flokt málið — sambært út-
varpi og tidindablødum —
tykist at vera, er kanska
ilt at siga mannin ringan
fyri, at hann ikki er farin
undir fyrireikingar til at
flyta telefonstødina út um
býin, tí tað tykist mest
sum at hava ligið í luftini,
at byggiloyvið fór at verða
givið, og eitt greitt nei er í
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
UM TELEFONINA OG
TINGHÚSVEGIN
hvussu er ikki komið frá
býráðnum fyrr enn nú
henda dagin.
Hóast hesar syndarligu
umsteður kann Feroya
Forngripafelag ikki annað
enn frøast yvir, at formað-
urin í byggi- og býarskip-
anarnevndini, saman við
einum meiriluta í Tórs-
havnar býráð, í evstu letu
roynir at bjarga tí, sum
eftir er av virði fram við
Tinghúsvegnum, og vil fe-
lagið við hesum so inniliga
heita á allar partar um at
taka eitt fíggjarligt lógva-
tak og finna eina endaliga
loysn, ið bæði semir seg
einum mentaðum fólki, og
sum lýkur tey teknisku
krevini so langt fram í tíð-
ina, sum vit í letuni eru for
fyri at meta um.
Tinghúsvegurin er eitt
— lutvíst varðveitt —
demi um skilagóða plan-
legging frá gamlari tíð,
har menn eftir tátíðar met-
um hava skilt tíðarinnar
krev og reiðiliga tað. Ikki
bert í vídd og rúmd; men
eisini tá hugsað verður um
hugnaðin og trivnaðin í
hesum fjålgu urtagørdum,
har trøini í fleiri ættarlið
hava bart seg upp úr
kørgu moldini til tað
prýði, tey í dag vildu ver-
ið, um tey vóru rekt á
rættan hátt. Hetta, saman
við grena Tinghúsvellin-
um, Vaglinum og um-
hvørvinum har, undir-
strikar heildina í hesi bý-
ar- og fólkaogn, sum allar
góðar kreftir eiga at
standa saman um at varð-
veita — ein kennir ikki
missin so sáran, sum tá ov
seint er.
Í hesum sambandi skal
nevnast lítla, men snotu-
liga Tinghúsið, sum vegna
áhaldandi ótangagerðir nú
stendur skalkað til við
stálplátum fyri vindeyg-
unum. Tað kann neyvan
vera rætt soleiðis at geva
skarvin yvir, um onkur ó-
búgvin ótangi ikki dugir
hógv og fólkasið, nei —
takið jarnlúkurnar frá aft-
ur, roynið at finna neyðar-
dýrið og greiðið honum
frá, at henda felagsogn,
sum hann sorar sundur,
spell at
einstakling-
anna soleiðis skulu gera
Tórshavnar ungdómi og
øllum Føroya fólki fyri
skommum.
Nýggju, óhóskandi
bygningarnir, sum av mis-
gávum hava troðkað seg
inn í friðsælu gotumynd-
ina, kunnu fyribils standa
sum ræðandi demi um,
hvat henda kann, tá
óhepnar avgerðir verða
tiknar.
Annars vil Føroya
Forngripafelag við hesum
nýta hevi til at heita á
Tórshavnar býráð um — í
framhaldi av góðum sam-
arbeiði til fríðkan av bý-
num — at royna at ávirka,
at tær tilafturskomnu
ognirnar fram við Ting-
húsvegnum verða settar í
eisini er hansara —
beistagerðir
góðan stand aftur og
skipan gjerd, soleiðis at
tær í framtíðini verða
rektar.
Feroya Forngripafelag
BARNAÁRSNEYNDIN OG BILARNIR
Tað er ein einastandandi
niðursteða Barnaárs-
nevndin er komin til: — at
heita á kommunurnar um
at syrgja fyri, at bernini
verða beind av vegnum (í
reservatir?), so tey ikki
eru til ampa fyri ferðsl-
una!! Er tað nakar, sum er
til ampa fyri nakran, so
eru tað bilarnir fyri bern-
ini.
Spell at Barnaárs-
nevndin skal kenna tað
sum sína skyldu, at
tryggja teimum evangel-
isku bilsølunum uppaftur
betri sølulikindi her å
landi, hóast alt.
Antik
STATT STINNUR, PALLI!
Fólkafloksins politikkur,
tá tað snýr seg um al-
mannagagnið, t.e. gagnið
hjá hverjum einstøkum
borgara í tí føroyska sam-
felagnum, skuldi í dag
verið hverjum manni heilt
greiður. Tey seinastu árini
hevur flokkurin skorið
sína skrá út í papp í mál-
gagni floksins: allar tær
samtyktir, sum Feroya
Løgting, sum demokrat-
iskt umboð fyri alt Feroya
fólk, hevur sett í verk fyri
at tryggja hverjum
einasta føroyingi
heilsurøkt, sosiala trygd,
dygga undirvísing og
annars allar teir batar,
sum eiga at vera í einum
mannsemiligum samfelag,
skulu avtakast. Í floksins
idealsamfelag skulu bara
tey, sum eiga pengar,
kunna njóta hesar ágóðar,
hini kunnu fara fyri hund
og heyk.
Fyri at kunna rekka
hetta málið, roynir flokk-
urin seint og tíðliga. at
reita Feroya fólk upp
ímóti ellum legliga fyri-
skipaðum avgerðum, sum
eru við til at skapa javnað
og trygd fyri hvenn ein-
asta borgara í landinum,
læknarekt fyri ell, undir-
vísing fyri ell, barnagarð-
ar, sjúkradagpengar,
ferðaskip o.s.fr. Flokkurin
hevur á grovan propa-
gandistiskan hátt hildið
eina ræðumynd upp fyri
Feroya fólki, sum er beint
tað øvugta av sannleikan-
um: eina mynd av einum
almannaskrimsli, ið er úti
eftir at taka frælsið og
trygdina frá TÆR og
MÆR og hverjum ein-
støkum.
Í einum føri tykist lo-
gikkur Fólkafloksins at
svíkja. Norðuri i Kollafirði
býr ein bóndi, ið eitur
Niels Pauli av Steinum,
eisini kendur sum Niels
Pauli á Heyggi. Feroyar
eru ikki forvandar við
raskar bóndur. Niels Pauli
er kortini kendur sum ein
av teimum fáu resku
bøndrunum í Feroyum,
nærlagdur, ágrýtin,
arbeiðssamur sum fáur.
Fýraogfjeruti ár av sínum
lívi hevur Niels Pauli
brúkt til at arbeiða Heygs-
garð upp til ein av Feroya
fáu valagørdum.
Henda avtakamannin,
henda dugnabóndan,
hevur Fólkaflokkurin, um-
boðaður av Dánjal Paula í
Búðini á Velbastað, útvalt
sær sum offur og hatifugl.
Klæddur í purpurskápu
hins almenna og við
stórbóndakoyrlinum í
hondini hevur almanna-
pávin Dánjal Pauli Daniel-
sen seti sær sum mál við
grovum bureaukratiskum
maktmetodum og ímóti
eini tingsamtykt at taka
lívsverkið frá hesum
manni og ætt hansara, eitt
verk, ið ikki kann metast
hvørki í pengum ella
heiðursmerkjum.
Tvey ting eru verd at
draga fram í hesum máli.
Fyri tað fyrsta hevur ov-
asti myndugleiki í Føroy-
um, Feroya Legting, fyri
langari tíð síðani samtykt,
at Heygsgarður ikki skal
takast til royndargarð og
búnaðarskúla. Um hann
so stendur á hevdinum,
kann Dánjal Pauli í Búðini
ikki sleppa uttan um hesa
samtyktina uttan at
fremja lógarbrot. Heldur
Dánjal Pauli kanska, at
hann sum einastur av
40.000 feroyingum er und-
antikin landsins lógum?
Hetta ferir okkum til
tað næsta, sum vert er at
hava í huga í hesum máli,
nevniliga tann irrationella
dám, sum viðgerðin av
hesum spurningi hevur
fingið. Tað tykist, sum at
Dánjal Pauli av onkrari
persónligari grund tross
d... vil bóndanum á
Heyggi til lívs. Ímóti ting-
sins samtykt og hóast
aðrir og betri egnaðir
garðar hava verið og eru
tøkir, tykist bóndin í
Búðini í vitleysum
irrationellum treiskni at
hava start seg blindan
upp á Heygsgarð.
Niels Pauli av Steinum
hevur arbeitt Heygsgarð
upp við sínum egnu hond-
um. Hann hevur fullan
moralskan rætt til henda
garð, og er nekur rest av
sóma og samvitsku eftir í
foroysku myndugleikun-
um, t.e. Feroya Jarðarráð
og Feroya landsstýri, eig-
ur hann sum skjótast at
fáa lógfestan rætt til
|
|