Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

"US Nr. 89 — 17. november 1979 Hvi fall Allende? — eitt dokumenterað aftursvar til Ola Breckmann (1) Í Dagblaðnum 31.10.79 hevur Óli Breckmann eina viðmerking til grein mína um Dagblaðið og fascismuna í Chile. Í grein míni vísti eg á, at pástandur Dagblað- sins um orsøkirnar til búskapartrupulleikarnar í Chile, meðan fólkasam- gongan við Allende sum forseta stjórnaði landin- um, var skeivur. Víst varð í nevndu grein á, at høvudsorsøk- in til teir búskaparligu trupulleikarnar var eko- nomisk sabotaga frá inn- lendskum og serliga út- lendskum kapitalvaldi, stuðlað av USA, samt tey buskapartiltøk sum internationalt vórðu sett í verk móti Chile av amerikanskum ávum. Óli Breckmann vil í viðmerking síni hin 31.10.79 ikki góðtaka hesa forkláring og vísir til, at tað vildi. verið tað sama sum at vinnulívs- henda garð. Tey vekru orðini í tí Kaukasiska Kritringinum eftir mæta týska skaldið Bertolt Brecht eru apropos her: Men tit, sum hava seguna um kritringin, minnist til, hvat teir gomlu segdu: at tað, sum er, skal eig- ast av teimum, sum eru tí holl, og sostatt bernini av barngóðum konum, so at tey trív- ast, vognarnir av teimum góðu vognstýrarunum, menn sjálvar. Heldur ikki vil hann góðtaka, at USA forðaði Chile í koparútflutning- inum, tí fylgjan hevði verið, ...- at koparprísir- nir í USA og umheimin- um annars fóru upp igjøgnum«. Her stendur sostatt orð ímóti orði, og havi eg tí valt at svara Óla Breckmann við at geva eitt dokumenterað yvir- lit, fyrst yvir tær roynd- ir, sum vórðu settar í verk til tess at forða val- inum av Allende, síðan yvir tey búskaparligu til- tek, ið veruliga vórðu sett í verk til tess at fella demokratisku stjórnina í Chile. At enda verður greitt eitt sindur frá teimum sosialu og búskaparligu fylgjunum av tí poli- tikki, ið nú verður førdur í Chile. Hetta er ein poli- tikkur, sum sambært saboteraðu seg so at tey verða væl koyrdir, og dalurin av sirmarun- um, so at teir frukta væl. búnaðarvinur Myndir Myndir. sum blaðmenn á Sosialinum hava tik- ið. kunnu tygum fáa til keyps. Telf. 11820 14720.- Ella við at skriva til SOSIALIN — box 76 — 3800 Tors- havn. sosialurin #8 Jóannes Dalsgaard, deildarleidari Ola Breckmann hevur fingið búskapin í Chile at blóma. Upphavið til henda politikk er nýggi politiski guru fólkafloks- manna, Chicago-øko- nomurin Milton Fried- mann. Royndirnar at forda forsetavalinum So skjótt sum tað gjørd- ist greitt, at sosialisturin Allende frá fólkasam- gonguni UP, (sosialistar, javnaðarmenn, radikalir og kommunistar) fór at verða valdur til forseta, við stuðli frá kristiligu demokratunum, av- gjørdu tær sterstu út- lendsku fyritøkurnar i Chile vid ITT å odda, at royna at forða valinum. Hetta framgongur týðu- liga og klárt av teimum skjølum, blaðmaðurin Jack Anderson á New York Times almanna- Fascistakvettið í Chile fekk álvarsligar avleiðingar fyri øll vinstrasinnað. Túsundtals vórðu pínd til deyðis á eini stadion í Santiago, haðani hendan myndin er kunngjerdi í mars 1972. Hesi skjel eru givin út í bók og kunnu t.d. fáa- st til keyps í danskari týðing í einum og hverj- um bókhandli undir heit- inum >De hemmelige ITT dokumenter< (For- lagið Tiden 1972). Í hesum skjelum kanst tú lesa, at enda- málið var at skapa so stóran búskaparligan ruðuleika í Chile, at for- setavalið ikki kundi fara fram — ella sum tað ljóð- aði við ITT-stjórans egnu orðum: „Et mere realistisk háb blandt dem, som ensker at stoppe Allende er, at en hurtigt ned- brudt økonomi (storm på bankerne, firmafallitter etc.) vil fremprovokere en bølge af vold, som vil resultere i et militær- kup«. (De hemmelige ITT dokumenter s. 23) Hendan her nevnda bók er annars eitt stórt prógv ell sum hon er um hvussu umráðandi, tað var fyri tær multinatio- nalu stórfyritekurnar at forða valinum av All- ende, eins og hon inni- heldur øll tey tiltøk, sum menn hildu vera hóskilig í hesum sambandi. Her skulu bert nekur dømi verða tikin fram. Tey snúgva seg um uppskot, sum í okt. 70 vórðu send til Kissinger frá ITT-stjóranum fyri Latínamerika: Skipast skuldi soleiðis fyri, við hjálp frá USA (1) at tveir teir sterstu bankarnir í Chile skuldu fara á húsagang, (2) at øll búskaparlig hjálp frá USA skuldi steðgast, og (3) at USA skuldi nýta sína ávirkan til tess at steðga ellum íinter- nationalum lánitilsegn- um til Chile. (De hemme- lige ITT dokumenter s. 74 ff) Kissinger takkaði so miriliga fyri uppskotini og lovaði at umhugsa tey gjølla (De hem. ITT dok. s. 75), hvat hann, sum tað seinni visti seg, gjørdi í ólukkumát. Sostatt er yvirhevur eingin ivi um, at roynt varð bæði av vinnulivs- fyritøkunum og frå USA at forða chilensku kon- gressini i at velja val- evnið hjá fólkasamgong- uni (UP), Salvador All- ende til forseta. Sum øll vita, eydnað- ist hetta ikki. Næsta tak- ið var tí at fáa Allende og fólkasamgongu hans- ara frá sum skjótast Hvussu búskaparlig tiltek vóru nýtt í hesum virksemi hjá innlendsk- um og útlendskum fyri- tekum, stuðlað av USA, skal verða greitt frá og dokumenterað í næstu grein. Jóannes Dalsgaard Tveroyri - LJÓTT AV ÓLA BRECKMANN Tað var vorðin sum tekk og ljót Jákup Lindenskov fekk frá Óla Breckmann, nú hann — eftir 12 ára tænastu í landsins hægsta stýri — fór úr Tinganesi. Ein kundi kanska hugs- að sær sum mótvekt, at onkur skrivaði eitt sindur um sterv og lenir Óla Breckmann's sum hálvur akademikari í Hoydelum, hálvur legtingsmaður, hálvur blaðstjóri, hálvur handilsmaður og nógvar ferðir kvartur beingnag- ari. Eisini kundi ein snúsað og kannað nærri í P/F L. B. og kanskað sæð, hvat einkja og bern fingu í sín part frá inntekunum í hesum felag, inntekum sum fyri stóran part stava frå tí almenna — ja, kanska eisini frá tí al- menna yvirtrekkinum hjá Landsverkfreðingarstovn- inum á landsins fíggjar- lóg? Men tað er helst órætt- ur móti hesum óneyndu ókendu fólkum, sum einki annað hava gjert, enn at vera skyld við Óla Breck- mann. Nei, ein verður illa dálk- aður av at grava í kestum, og skrivingin í Dagblað- num sigur meira um tann ljóta Óla Breckmann, enn hon sigur um tann tvær ferðir innan sama ár fólka- valda topppolitikara okk- ara, Jákup Lindenskov, sum eitt sameint fólk — óansæð politisk sjónarmið takkar fyri vala arbeiði í Landsstýrinum og sam- stundis ynskir eydnu við legtings- og fólkatings- stervunum. Eisini hava Jógvan Sundstein, komandi, og Hákun Djurhuus, verandi formaður Fólkafloksins, báðir tikið frásteðu frá slíkari óbúnari, ófólkalig- ari og ljótari skriving, sum bert ótangar takast við. Tað var upp á tíðina, at Fólkaflokkurin tyktar sín Benjamin eitt sindur jbm.