leygardagur 17. november 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Komandi var kann
lendast í verri sýni
og tryggleikin er størri
Myndugleikarnir eru nogdir við úrslitið.
Nú kunnu flogførini koma langt inn á Sør-
áðrenn tey avgera, um tey lenda
vágsfjorð,
ella ikki
Tey nýggju inn-
flúgvingartólini á
flogvellinum vórðu
liðug royndarkoyrd
hósdagin. Nú skulu
tey roynast eina-
ferð afturat, og um
alt gongst eftir ætl-
an, kunnu tey tak-
ast í brúk um mán-
aðarskiftið februar-
mars.
Á einum tíðindafundi á
flogvøllinum hósmorgun-
in segði Egon Nielsen, frá
Post & Telegrafverkinum,
sum hevur havt arbeidid
um hendi, at úrslitið eftir
hansara meting var av-
bera gott.
Endaliga úrslitið var tó
ikki klárt. Hósdagin
seinnapartin skuldu 800
metrar av pappíri frá
royndarflúgvingunum,
sum eru yvir 40 í tali,
gjøgnumgangast.
Fjarleikin
nogv minni
Endamålid vid ti nyggju
innflågvingarskipanini,
sum kallast Instrumental
Landing System, sum er
at skapa tryggari lending-
arvidurskifti og betra um
lendingarmøguleikarnar i
vånaligum syni.
Áður skuldi sýnið vera
úr 8 niður í einar 5 km. fyri
at flogførini kundu landa,
meðan nú kunnu flogferini
koma heilt fram til eina
fjarsteðu upp á 2400 m, tá
tey avgera, um tey lenda
ella ikki.
Meðan flogferini fyrr
skuldu síggja land, seta
tey í dag bert positión eft-
ir eini positiónssteð, fyri
síðan at seta kós móti
flogvellinum.
Framvegis tveir
meguleikar
Fyri at fáa hesa lendingar-
skipanina at virka eru
fleiri antennur og positi-
ónssteðir settar upp. Og
hetta er gjørt bæði á vest-
aru innflúgvingarleiðini
yvir Servág og á eystaru
leiðini inn yvir Miðvág.
Onnur hevuðssteðin er
á Knúki í Mykinesi. Í
framtíðini skulu flogferini
seta kós eftir henni og síð-
an verður kós sett eftir
eini steð á sjálvum flog-
vellinum. Tá flogferini
koma inn móti grótbrotin-
um, sum liggur við Bíggj-
arvegin, skulu flogferini
kunna síggja flogvellin.
USER MASVÓOSSKU MOMA
ELLA SGL HOR 28 0085
SS MR SP SR
2 PBS. 3 5
LIÐA BAR OR KR
ex
3 +
„a“ X
a“
EP RN
GR RÆÐA
BÆ me MSKR
OR
Hevuðsendamálið við tí nýggju instrumental innflúgv-
ingarskipanini er at skapa sterri tryggleika, tá flogfer
koma.
Harafturat hava nýggju tólini til endamáls at fækka
um teir dagarnar, tá flogfer vanliga mugu venda aftur.
Væntandi verða tólini tikin í brúk í mars.
Tá kunnu flogfer lenda í nógv verri sýni
22
Nr. 89 — 17. november 1979
Sýnið er tá um 2400
metrar.
Eystanfyri verður sett
kós eftir Nólsoyarvita, síð-
ani móti Miðvági, har ein
stød sum tann á Knúki er,
og at enda verður kós sett
móti vellinum.
Í millum hesar
steðirnar eru fleiri antenn-
ur settar upp fyri at vink-
ulin alla tíðina er hin
rætti.
Í samband við TFL
Stødin á Knúki er gjørd í
samstarvi við telefonverk-
ið, soleiðis at automatsam-
band fæst við Mykines.
Harafturat eru
meguleikar gjerdir fyri
sjónvarpsmótteku og fyri
brúk av fartelefon til skip
vestanfyri.
Egon Nielsen takkaði
TEL fyri gott samstarv og
hann rósti somuleiðis tele-
fonverkinum fyri frálíkt
avrik.
Annars verður tann
broyting gjerd í Mykinesi,
at radiovitin á hólmanum
verður flutt niðan á Knúk
fyri at full nytta kann fá-
ast burturúr skipanini.
TFL dagligu
leiðsluna
Dagligu leiðsluna hava
tríggir mans frá telefon-
verkinum um hendi.
Tveir av teimum eru í
Havn, og vitja vestur í
Vágar av og á, meðan
tann triði hevur fast starv
í Vágum.
Tann, sum er settur í
hetta starvið, er Thomas
Hans Gaardlykke úr Mið-
vági. Allir tríggir hava
fingið og fáa serliga út-
búgving í Noregi.
Frálíkt avrik
Egon Nielsen segði á tíð-
indafundinum, at allir
partar vóru komnir ógvu-
liga væl frá projektinum.
Hann segði, at vellurin
var ógvuliga illa egnaður
til hesi nýggju tólini, men
við hegni var tað eydnast
at fáa innflúgvingar-
skipanina at virka til
fulnar.
Hvussu nógv hendan
skipanin kostar, vildi
Egon Nielsen ikki upplýsa
við gjølligum tølum, men
so mikið segði hann, at
kostnaðurin lá oman fyri
10 mió. kr.
Fimm ára
gomul ætlan
Tað eru fimm ár síðan, at
farið varð undir at kanna
møguleikarnar við hesum
tólunum.
Tær fyrstu royndar-
flúgvingarnar vórðu
gjørdar 1 1977 og árið eftir
varð farið undir at seta
tólini upp.
Tað er P4T.,. sum
hevur skipað fyri arbeiðin-
um fyri Luftfartsdirektor-
atet, sum rindar kostnaðin
av innflúgvingartólunum.
Hinvegin er tað fer-
oyski landskassin og
danski ríkiskassin, sum
bera kostnaðin av tí, sum
er gjørt við sjálvan flog-
vøllin.
Mugu stedga
Ein avleiding av nyggju
innflågvingarskipanini er,
at akfør mugu stedga å
veg móti flogvøllinum, tå
flogfør skulu seta seg.
Um ein bilur t.d. ikki
stedgar koyringini, verða
tólini órógvað og skipanin
virkár ikki.
Flogvallarmyndugleik-
arnir vóna, at tað bert
verður neyðugt við einum
steðgiforboði. Um ikki,
verður neyðugt at steðga
allari ferðsluni í tí tíðar-
bilinum, flogferini seta
seg.
Eisini serlig tiltøk eru
gjørd rundan um steðina á
flogvellinum. Hon er um-
gyrd væl og virðiligavið
viði, soleiðis at hverki fólk
ella seyður sleppur inn.
Ein minsta flyting á stað-
num vil órógva innflúgv-
ingarskipanina.
Annars takkaði Egon
Nielsen teimum føroysku
myndugleikunum — tað
veri seg náttúrufriðingar-
nevnd og kommunustýr-
um í Servági, Miðvági og
Mykinesi — fyri ein posi-
tivan vilja.
i