leygardagur 17. november 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 89 — 17. november 1979
MEIR Í TA NÆSTU OS.Fr
KENSKA STEMME FLÓSKUSPÆLIÐ
ViT GERA: 7 LjODFØR/ AV FLØSKUM, (ELLA GLØS), EINA TESKEIÐ,
D FYLL EITT SÍNDUR AV VINI Í TR FYRSTU FLØSKUNG -EjTT SÍNDUR
Ð HNG FLÓSKURNAR UPP R RAÐ (ELLA SET TÆR 5 RÆÐ)
& SL; VARÍSLIGR VIÐ TESKEIÐINI FR FLÓSKURNAR- TV KAWST NE
| SPÆLA SMÁRR SPNGÍR ELLA lf6, SU TC JÁLÝR FIWOR UPPR.
GQ) HAr 77 EITT KLVER ELLA EINN BLOKKFLOYTU, SO KANSI TÓ
OWKRR = FLÓSKU - ELLI? S70977A BURTURAV.
sosíalurin
70 SKALT BRÚKA: FLÓSKUR |
VATN.
VIÐ 27 KOIRR MEIRR VATN Í
Veitst tú
at eisini bern vóru við í stríðnum ímóti Somoza for-
seta í Nicaragua. Tú minnist kanska, at útvarpið
næstan hvenn dag í summar bar tíðindi um bardag-
arnar í Nicaragua. Nicaragua er eitt av teimum smáu
londunum í Miðamerika.
Drongurin á myndini er ein av teimum nógvu
bernunum, sum tóku lut í stríðnum ímóti harðræðin-
um hjá Somoza. Tey hava ikki barst til stuttleika,
men fyri at sleppa undan at liva í hungri, neyð og
deyðaræðslu. Nógv bern mistu foreldur ella systkin í
stríðnum. Tann 20. juli endaði bardagin við at
Somoza og familja hansara rýmdi til USA. Tá hevði
Somoza-familjan havt ræði í Nicaragua í 44 ár, í oll
hesi árini høvdu tey stungið stersta partin av land-
sins rikidømi í sín egna lumma, meðan alt fólkið var
hildið niðri í fátækdemi. Tí kanst tú ætla, at frein var
stór tann 20. juli.
Helvtin av fólkinum í Nicaragua er undir 15 ára-
aldur, og nú verður arbeitt við at útvega teimum
skúlagongd.
Svarini til gáturnar: wøq Bus 7199 '18UQ '£
MBu0| 1UUÅIB DP! UOY QI BI, 7
ulsoqerg "I
1. Eg eri gulur, eg eri blåur, eg eri reydur, eg eri
grønur, eg eri ógvuliga vakur. Tú sært meg,
men kanst ikki nerta vid meg. Hvør eri eg?
Nær byrjar ein dunna at svimja?
Hvussu nógvir stórir menn eru føddir i Kald-
bak?
EN
Svarini finnur tú aðrastaðni á síðuni.
T-sogur:
Tina tók tvey tyggigummi, tað triðja tyggi- '
gummi tveitti Tina til Tummas. Tummas tók
tyggigummi, tugdi tað tríggjar ferðir, tveitti
tað til tað tunga træið. Tað tunga træið tyngdi
trilluboru Tummasar, Tummas trillaði trillu-
børuna til tíkina, tíkin tuskadi til Tummasar,
Tummas tók tíkina tætt til trýnið. Tíkin tevjaði.
2
Tummas tók tíggju tunnur. Tidliga tomist tann
tíggjunda tunnan. Tað tók Tummasi tungt. Tig-
andi tók Tummas tær tómu tunnurnar til teirra.
LOYNIHELLIÐ
- eftir J. M. Neale
Euthymius og
spekilsið
»Ja«, legði Pambo afturat. »Hetta er eitt villini og
6hugnasamt pláss. Tey, sum ikki eru kristin, kunnu
ikki halda annað enn at slík pláss eru íbygd við illum
andum. — Men«, hann steðgaði á, >tað kann væl
vera, at tey fólkini av rettum verða plágað av illum
andum. Tað sigst í hvussu er um gudsóttandi eina-
búgvar, halgar menn, at teir í oyðimerkum eru
vorðnir freistaðir av ræðiligum andum«.
»Eg havi hoyrt margháttligar søgur um hin fróma
Antonius, sum var ein av teimum fyrstu at sekja út í
einsemi, og hann er helst tann kendasti av ellum
einabúgvum“, segði móðurin.
ÞÁ ja«, segði Pambo, »okkum nýtist ikki at leita
aftur í gamlar tíðir eftir sovorðnum. Tit kenna øll
tann fróma Euthymius, hann sendi tykkum jú higar.
Fyri fimtan árum síðani var honum ein hending fyri,
sum var minst líka ræðulig sum tær freistingar, ið
vóru Antoniusi fyri«.
„Sig frá! Sig frå!« bønadu børnini beinan vegin, og
bæði tey og móðurin settu seg so alspent at lurta
eftir, hvat Pambo hevði at siga frá:
>Tað er ein óhugnalig søga«, byrjaði kurvamakar-
in. »Men vilja tit hoyra hana —?« Pambo gjørdi ein
lítlan steðg.
>Tá, fyri fimtan árum síð. var ikki eitt einasta
kristið fólk her í gróðrarblettinum. Sjálvur dýrkaði
eg eisini tær smáu gudamyndirnar, sum eg seinni
gróv niður í urtagarðinum. Í tí tíðini sendi Tummas,
sum var patriarkur í Alexandria tá, Euthymius higar
til okkara. Hann skuldi vita, um tað bar til at boða
evangeliið um Jesus Kristus her.
Einastaðni í okkara gróðrarbletti er eitt óhugna-
ligt helli, tað eitur Ammons-hellið. Eingin hættaði
sær inn í tað. Tað segðist, at summi av teimum, sum
hevdu hættað sær at verið har í eina nátt, vóru
horvin, uttan at nakar visti um tey at siga, og at
summi hevdu púrasta mist vitið. Hvussu alt hetta
hevði gingið til — Ja, tað visti eingin at siga.
7. partur:
Euthymius hevði hoyrt so nógv um hetta hellið. Øll
ræddust andarnar, sum segdust at spekja har.
Euthymius var illur um, at tey trúðu slíkum. Ein
dagin avgjerdi hann, at hann sjálvur skuldi vera í
hellinum eina tíð. Alt, honum nýttist til uppihaldið
har, var ein stólur, eitt borð, eitt seyðaskinn at sova
á og eitt vatnilat, harumframt hevði hann nakrar
bekur og eina lítla oljulampu við sær. Hvert kveld
las hann í ljósinum frá oljulampuni eitt petti av
Jóhannesar Opinbering.
Fjúrtan dagar gingu, uttan at Euthymius hevði
hoyrt ella sæð nakað. Hann var farin at halda, at alt,
sum hann hevði hoyrt um andarnar í hellinum, var
tað bera tvætl. Ti avgjerdi hann at rýma úr hellinum
aftur.
Men so — eitt kveldið, tá ið Euthymius aftur hevði
sitið og lisið í Opinberingsbókini og hann var sera
hugtikin av tí, hann hevði lisið, tá hoyrdi hann
ganga. Hann leit upp — eitt óhugnaligt skepilsi stóð
fyri honum. Andlitið var nábleikt, hitt hvíta hárið
fløkt og ývið, muðurin ræduliga avskeplaður, tey
óstillu eyguni stardu at einabúgvanum. Kappin, sum
lýsti við eini veikari glæmu, blaktraði í lotinum, sum
lá inn í hellið. Hevði tað verið onkur annar, hevði
hann verið flýddur, men Euthymius fór á fetur og
leit fastliga inn í eyguni á spekilsinum. Minuttir
gingu. Euthymius helt út. Fimm minuttir — seks
minuttir. Euthymius stóð enn og stardi at spekils-
inum. Tað vórðu tíggju langir minuttir. Tíggju
minuttir einsamallur í oyðuni, í náttarkvirruni og
myrkrinum, mitt í oyðimerkini, langt burtur frá
fólki. Í tiggju minuttir stóðu tey hvert yvir av
eðrum. — So sló spekilsið eyguni undan, rætti ein
langan, klænan og visasligan arm ímóti lampuni og
segði við eini ræðuligari rungandi redd: >Títt dirvi og
tín trúgv liggur i hasum ljósinum!<
„Tað er lygn!< svaraði Euthymius og slekti lamp-
una.
Eina stutta letu var tað sum at vindurin vaks og
varð kaldari. Sum hann var vanur legði munkurin
seg á knæ og legði náttina í Guds hond. Síðani legði
hann seg at sova. Alt var friðarligt, og Euthymius
svav í náðum alla náttina. Framhald