Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SU Nr. 90 — 21. november 1979 sosialurin Seinasti dagurin var eisini strævin Jákup Lindenskov hevur sitid sum landsstýrismaður í ellivu ár. Hann hevur sitið sum landsstýrismaður. Bert Kr. Djurhuus, fyrrverandi logmaður, hevur longst sitið longri. Í november 1968 kom hann út í Tinganes saman við Villa Sorensen, sála. Teir skuldu taka við eftir Petur Mohr Dam, logmann, sum var farin stutt undan. Eins og í dag var landið í eini kreppustoðu: fiskaloysi í Gronlandi og vinnulívið klár- aði seg ikki. Loysnin: lántokur upp á 15 mill. kr. Hetta var nógv tå. Og inntokulógir til frama fyri fiskivinnuna vórðu gjordar. — Hetta var ein hørd byrjan, segði Jákup Lindenskov, tann dagin hann valdi at leggja frá sær í landsstýrinum, eftir at hann var valdur á fólkating. Men í hesum tíðarbilinum hevur Jákup Lindenskov eisini fingið høvi at reka ein miðvísan politikk. Nógu er bygt frá grundini av. Nógvar ábetur eru gjordar og nakað er komið undir foroyska fyrisiting. Á gólvinum stendur ein ruskposi á tremur við pappírum. Bunkar av skjølum hópa seg upp á borðinum. Handan skriviborðið fyllir hann upp í mappuna. Tann skyggjandi morg- unsólin stendur beint á gluggarnar. Tú hómar bert konturirnar í mótljós- inum. Telefonin ringir: »Ja, tað er Jákup Lind- enskov. Eg veit ikki hvussu tad verdur. Tad er 50... Blaðmaðurin á Sosialin- um er júst komin inn um — gáttina. Endamálið er at fáa eina samreðu við tann farandi landsstýrismann- in, meðan hann ruddar upp eftir sær. Jákup ruddar upp eftir 11 árum. Í morgun er hann mettur fyri seinastu ferð í Tinganesi sum landsstýrismaður. Um eina letu verður lands- stýrisfundur. Seinri skal nýggjur landsstýrismaður veljast. Vit seta okkum niður. Skifta nekur orð. Telefon- in ringir aftur. Uttanfyri hoyrist málið í Klaus Herman, almannastjóra. — Vit mugu skunda okkum, sigur Jákup, meðan vit hyggja eftir ein- um russiskum havrann- sóknarskipi, sum kemur inn um molan. Fekk ídnaðar- grunnin á fetur — Ja, vit skulu skunda okkum. Jákup, hverji met- ir tú vera tey sterstu framstigini, sum tú hevur verið við til at framt? — Lat meg taka ídnað- arøkid fyrst. Eitt stórt framstig var tann fyrsta stuðulslóggávan til ídnað- arvirkir. Eg hugsi her um ídnaðargrunnin, sum var eitt tað fyrsta málið, eg arbeiddi við. Tað eydnað- ist at fáa henda grunnin at virka, og hann hevur havt ómetaligan týdning fyri tað foroyska samfelagið. — Á idnadarøkinum er farin ein umfevnandi útbygging fram, sum hevur skapað arbeiði til nógvar hendur. — Nógv spennandi projekt eru gjørd og eru við at verða framd. Har- afturat vænti eg mær nógv burtur úr tí rúgvis- mikla ídnaðarálitinum, sum ein nevnd greiddi úr hondum fyri einum lítlum ári síðani. — Her hugsi eg serliga um stovnsetanina av eini almennari | >menningar- stovu«, sum sambært ídnaðarálitinum skal gera víðari kanningar út frá til- mælum og taka stig til og fyrireika ígrípulig ídnaðar- tiltøk. Trupult vid peningi til arbeidaravernd — Tú hevur eisini verið landsstýrismaður í arbeið- aramálum? — Ja, og eitt tað fyrsta málið eg fyrireikaði, var lógin um arbeiðaravernd. Vit hava nú eina góða rammulóg á hesum økin- um. Lógin verður útbygd so hvert — og sum peningur er til. Tíverri er tað gingist ógvuliga trupult at fáa tær neyðugu játtaninar. — Men framstig eru hend. Vit hava fingið eitt arbeiðseftirlit á føtur, og hvenn dag fara ábetur fram. Lógin kann gerast uppaftur betri, eingin ivi um tað, men peningur krevst. Men tað er pening- ur, sum vit spara aftur seinni. — Meðan vit eru við tryggleikan, so má eg eisini ásanna, at tað tíverri ikki er eydnast at fáa sterri játtanir til bil- eftirlitið. Bileftirlitinum tervar fóilk og kanningar- umsteðurnar mugu betrast, soleiðis at tað fyribyrgjandi arbeiðið kann útbyggjast. Eitt vælsignilsi fyri mong — Men tá Jákup Linden- skov verður nevndur, hugsar man um landsstýr- ismannin í almannamálum — sosialmálum! — Á tí sosiala økinum hendir nakað alla tíðina, og tað er helst tí. Eitt tað stersta, veruliga fram- stigið, eg var við til at fremja, var heimahjálpar- skipanin, sum er eitt væl- signilsi fyri mong eldri. Hon er undir steðugari útbygging og fevnir í dag um alt landið. — Harumframt er heimasjúkrarektin við at verða skipað og fer eftir ætlan at virka um ikki so langa tíð. — Innan heilsuverkið er eisini nógv farið fram. Her hugsi eg m.a. um ellis- og rektarheimini, sum eru bygd og tey, sum verða fyrireikað í letuni. — Harafturat er stuðulslóggáva til heilsu- miðsteðir framd og tann fyrsta heilsumiðsteðin verður nú bygd. — Innan andsveikafor- sorgina eru eisini -hend stór framstig. Á hesum eki hava vit fingið rektina av okkara egnu ands- og evnaveikum flutta heim til Feroya, soleiðis at vit kunnu reka hana betur. — Sjálvur meti eg Skúl- an á Treðni vera eitt tað stersta framstigið á undir- visingarøkinum hesi árini. Hesin skúlin fyri handi- kappað verður ofta í eðr- um londum tikin fram sum ein fyrimynd. Hann hevur gjert tað, at vit kunnu hava tey brekaðu heima í Feroyum undir væl skipaðum viðurskift- um. Síða 3 Rætt við yvirteku — Umskipanin av almannafyrisitingini hev- ur eisini gjert tað, at vit betur eru ferir fyri at um- sita almannamålini. Eg haldi, at tað var rætt, at vit yvirtóku umsitingina, men vit eru verri enn so komnir á mál á hesum eki. Tað hevur skortað upp á fólk at taka sær av ellum teimum ymisku arbeiðs- uppgávunum. — Royndin við at seta eina deild á stovn í Suður- oy er eydnast væl. Mín meting er, at vit eiga at seta fleiri slíkar deildir á stovn kring landið. — Tað seinasta stórmál- ið er dagpeningaskipanin, sum fór at virka í summar. Hon verður mett sum tað stersta sosiala framstigið síðan fólkapensións- skipanin var fingin í lag. — Hetta er ein skipan, sum øll tey timaløntu koma at kenna sum ein stóran bata, tí nú kunnu tey eisini vera sjúk uttan at koma í fíggarligt óferi. Rúsdrekkalógin harmar meg — Men fleiri mál liggja í landsstýrinum? — Ja, fleiri mál liggja til viðgerðar í landsstýrinum, og í onkrum feri komu vit ikki víðari. — Eg hugsi um rús- drekkalógina. Tað harmar meg, at vit ikki fingu eina nýggja rúsdrekkalóg við fólkaatkveðuna í 1973. — Og tað er eftir míni fatan forkastiligt, at løg- reglumyndugleikin íkki hevur fylgt áheitanini frá mær, men í staðin hevur latið gingið. Letur man fyrst ganga, er torfert at koma á rætta leið aftur. Á hesum eki náddu vit ikki tað, eg vildi, tíverri. — Tað mest umfevn- andi málið, sum liggur til viðgerðar í landsstýrinum, er álitið um revalidering. Harafturat koma nekur smærri mál innan heilsu- ekið, so eftirmaðurin hevur nakað at tríva í. Havt úr at gera — At enda. Harmar tað teg at fara úr landsstýrin- um? — Eg havi havt úr at gera hvenn dag. Og tað havi eg verið glaður fyri. Landsstýrisarbeiðið er ikki nakað »niggju til fýra- starv<, men eitt starv frá tíðliga á morgni til niður- faringartíð. — Men tær hevur dámt tað? — Sum heild hevur mær dámt tað væl, men eg taki tað nýggja starvið í fólka- tinginum sum eina avbjóðing. Men almannastjórin bíðar og um eina letu skal landsstyrisfundur hald- ast. Líkt er tilat tann seinasti dagurin hjá Jákup Lindenskov eisini verður strævin!