mikudagur 21. november 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Johann Mortensen
Jan Miiller
Lysingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Støda vinnulivsins
MÁNADAGIN kom tingið saman.
Tað mest átroðkandi málið, sum ting-
ið kemur at arbeiða við, er stødan hjá
fiskivinnuni.
HER er bæði talan um ta álvarsomu
figgjarstødu, sum skip, virkir og sum
heild fiskivinnan er komin útí — hetta
er ikki bara ein spurningur um tað,
sum í løtuni er, men hetta er í stórum
samantengt við teir møguleikar, sum
okkum tillutast sum fiskiveiðutjóð
fyri framtíðina.
LONGU tíma eftir, at tingið var
komið saman, var fundur í landsstýr-
inum, har samgonguflokkarnir við-
gjørdu ta støðu vinnulívið er í. Og
longu í hesi vikuni skal landsstýrið
samráðast fyrst við norðmenn og
síðan við russar um veiðurættindi,
hetta sum alt eru liðir í tí mynstri,
sum skal vera partur av tilverugrund-
arlagi okkara.
Í SUMMAR, á Olavsøku, legði Javn-
aðarflokkurin upplegg fyri hinar
flokkarnar, har víst varð á, hvussu
trupulleikarnir hjá vinnuni kunnu
verða loystir. Hetta upplegg miðaði
ímóti at kanna øll lið í okkara vinnu,
og at seta í verk neyðug tiltak til tess
at gera fiskivinnuna betri føra fyri at
greiða sínar skyldur.
VIT HAVA nú í mong ár upplivað, at
tað er ikki bara at krevja størri veiði-
øki hjá sær sjálvum, hetta krevur
rúma tíð at fáa burturúr. Tað krevur
tíð, pening og royndir at umstilla seg
til broyttar møguleikar, ikki minst á
okkara egnu leiðum.
Ti er tað støðugt av allarstørsta týdn-
ingi, at vit í so stóran mun, sum gjør-
ligt, fáa veidumøguleikar á leiðum
uttanfyri okkara egnu. Ein tjóð, sum
okkara, har allar búskapurin er tengd-
ur at tí, sum upp úr sjónum kemur,
verður illa fyri, um hon íkki eigur
eisini meguleikar á leiðum har vit
hava royndir og kenna — á ødrum
leiðum enn teim føroysku.
Nr. 90 — 21. november 1979
——
IKKI TORDI HERMAN ATSVARA
Grótrúgvan í Skopun
Til harra Lindberg D
Eisenberg, Skopun.
Viðvíkjandi triðja hús-
inum á kajuni, tú vísir á í
Socialinum leygardagin 3.
nov. er at siga, at flógv er
tann grótrúgva, har hevur
funnið saman.
Tá núverandi leigumál
við bankan, posthúsið og
Strandfaraskip Landsins
eru fá ára gomul, er saman-
setta avlopsgrótrúgva, víst
verður á, vorðin innteka
fyri kommununa; men sum
orðatakið sigur, »Ilt eyga
skal einki gott sjå«
Harra Eisenberg, royn
ikki og læs fólk fest við
ósannindum út frá komm-
ununi, har tegnskyldan
skuldi rátt; ger ikki sum
maðurin á sinni gjerdi við
kettuna, tá hann royndi at
fáa hana út gjøgnum heilt,
tá hann meinti at hon var
komin inn gjøgnum heilt.
HWS (Herman Winther)
sigur í aftursvari sínum í
Dimmalætting leygardag-
in 10. november: >Flógv er
tann grótrúgva, har hevur
funnið saman«.
Undirritaði fanst í
Sosialinum hin 3. novemb-
er at bygdaráðnum í Skop-
un fyri at brúka skatta-
borgaranna pening uttan
fyrilit. Í tí sambandi vísti
undirritaði á, at bygdaráð-
ið keypti eini hús á kei-
økinum, sum vóru mett til
200.000 kr., fyri 450.000
kr. Eisini vísti undirritaði
á, at húsini bert vóru verd
50.000 kr. og at kommun-
an harafturat átti sjálvt
grundeki.
Men hetta tekur HWS
ikki upp á tunguna. Nei,
her skal tigast.
P.S. Bert spell at ikki
minnissteinur av umrødda
avlopsgróti fekst til harra
Eisenberg, sum altíð er
eftirbátur, hvat ið viðvíkur
útbygging — bangin — við
ristandi hond at undir-
skriva við fyrivarni — mest
at líkna við seguna eftir
énevndum skaldi — soljóð-
andi: Trý trell sótu og súr-
múlaðust inni í Dórafjalli, í
50 ár; tá sigur eitt av teim-
um: eg hoyrdi eina kúgv
brela; síðani gingu nekur
ár, tá sigur annað trellið, at
hatta var ikki ein kúgv, ið
brelaði, men eitt ross, ið
gneggjaði; síðani gingu
nekur ár, tá sigur hitt triðja
trølliå: um hetta skeldaríið
heldur á fram rými eg.
Við kveðu til Lindberg
Eisenberg Djurhuus, »Enn
lívir gamalt føroyskt grót<.
H. W.S.
Endamálið vid ognar-
tøkuni av húsunum hjá
Christopher Poulsen var
at koyra husid burtur av
keiøkinum, so størri keiøki
fekst, soleiðis sum tvey
onnur hús vórðu koyrd
burtur. Men tá ognar-
tøkan av húsunum hjá
Christopher Poulsen
skuldi fara fram, varð
undirritaði boðsendur av
Petur Poulsen,
bygdarrådslimi, til privat-
fund saman við honum og
Herman Winther. Sendi-
boðið, sum Petur Poulsen
brúkti, var Herman
Winther. Eg skal ikki siga
meira um, i:val har fór
fram. Tað kunnu fólk gita
sær til. Skopunar komm-
una hevur bundið seg til
bankalán í samband við
ognartekuna av húsinum.
Húsið kann sostatt ikki
koyrast burtur av keiuni,
fyrrenn lánið er aftur-
goldið.
Fyri at venda aftur til
prísin á húsinum, skal eg
nevna eitt demi, so fólk
hava nakað at sammeta
við:
P.f. Poul Hansen heil-
sela hevði eitt hús á keiuni
í Tórshavn á leigugrund,
eins og Christopher Poul-
sen hevði á Skopunar kei.
Húsið hjá ?oul Hansen
varð mett til 474.000 kr.,
meðan húsið hjá
Christopher Poulsen varð
mett til 225.000 kr. Tórs-
havnar byråd betalti
umleid 225.000 kr., medan
Skopunar bygdarråd
betalti 450.000 kr. til
Christopher Poulsen. Her
var munur å?
Undirritadi skal bert
leggja afturat, at áður-
nevndi Petur Poulsen,
bygdarráðslimur, er sonur
Christopher Poulsen.
HWS skrivar um trøll-
ini í Dérafjøllum. Undir-
ritaði hugsar um seguna
um Gabba í Húðini, og
bygdarmenninar hjá
Gabba, hvussu nipnir teir
vóru, tá Gabbi hevði selt.
HWS sigur víðari: >Ger
ikki sum maðurin við kett-
uni!a
Ja, harra HWS, ver ikki
sum kettan, ið var einsa-
mell við 90 ára gamla
manninum, og varð løgd
undir at hava etið døgurdan
hjá fostursoninum, meðan
tann, ið degurðan hevði
etið spakuliga var farin
um klinkuna útaftur.
Um tann 90 ára gamla
mannin kunnu tygum lesa
í prestabókini í Kvívík ár
1840. Presturin sigur m.a.:
„>Maðurin er framúr vitug-
ur, arbeiðssamur sum
fáur, erligur í orð og gern-
ingi«.
HWS sigur víðari: »Enn
livur gamalt feroyskt
grot«.
Men undirritadi sigur:
»at gamlar kettur hava
fingid i arv at skava oman-
yvir sin egna lort«.
HWS svarar dur ikki
upp á hin spurningin,
undirritaði setti honum.
Undirritaði vísti á, at
bygdarráðið hevði gjert
ein bygdaplan til sethúsa-
bygging. Tær treytir
fylgdu við, at menn
skuldu bert fáa loyvi at
keypa grundstykki, um
teir ikki áttu hús framm-
anundan.
Men í summar sást, at
Louis Eystberg, bygdar-
ráðslimur, hevði tilognað
sær eitt tað besta stykki í
byggiplaninum, hóast
hesin maðurin hevði hús
frammanundan.
Tí spurdi eg Herman
Winther og Petur Poulsen
um eina frágreiðing, tí tað
eru teir, sum hava givið
Lousi Eystberg stykkið
og byggiloyvi, men hesum
spurninginum svarar Her-
man Winther heldur ikki.
Enn einaferð, Petur
Poulsen og Louis Eyst-
berg, svarið fyrispurning-
inum í Sosialinum hin 3.
november: »Hvi hevur
Louis Eystberg fingið eitt
grundstykki í bygdar-
planinum, uttan at lúka
treytirnar?<
Skopun tann 14.11.79
Lindberg Djurhuus
AAA AAA AAA LN
FÓLKATINGSVALIÐ OG
JAVNADARFLOKKURIN
Fólkatingsvalið er av, og
úrslitið fyriliggur. Flokk-
ur okkara fekk aftur valt
umboð, soleiðis sum vit
hava havt tað í mong ár.
Samstundis vísti úrslitið,
at vit hevdu eina fram-
gongd, og hetta er at fegn-
ast yvir.
Jákup Lindenskov bleiv
valdur og skal hann nú
taka yvir, har sum Johan
Nielsen slepti. At hetta
ikki verður nekur lett upp-
gáva vita vit, men eg eri
sannferdur um, at tú Ják-
up verður at megna hetta,
og vit fingu jú prógv fyri
tí, nú vit frættu um,
hvussu væl tín fyrsta reða
varð móttikin.
Vit hava havt eina
sterka føroyska redd á
Fólkatingi. Vit vita, at tá
ið-Johan tók orðið, varð
lurtað.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at biað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Men eg eri sannferdur
um, at Jákup uppá sín
máta kemur at megna
hesa uppgávu.
Johan Nielsen eigur og
skal frá mær fáa eina per-
sónliga tøkk fyri tað, at tú
altíð var til verka fúsur, tú
gjerdi tað tú kundi, ikki
altíð eydnaðist, men tað
at tað verður roynt, er í
sær sjálvum nokk.
Eg fari eisini at ynskja
tær Jákupi eydnu við
nýggja politiska starvi
tínum, samstundis sum eg
vil siga tær takk fyri tær
mongu ferðir tú sum
landsstýrismaður gav
tær tíð at lurta eftir, og at
tú sanniliga eisini gav
teimum smáu málunum
gætur.
Persónliga fari eg at
takka teimum mongu,sum
vístu flokkinum álit og
teimum, sum valdu meg
persónliga, takki = eg
hjartaliga. Tað er gott at
vita, at ein eigur nógvar
og góðar vinir.
Takk fyri álitið
Sverre Midjord
Sendið
lesarabrøvini
til Sosialin