mikudagur 21. november 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 90 — 21. november 1979
Hondbóltur, 1. deild menn:
VIF hevur ikki tapt enn —
men hesaferð var tætt við
Dysturin millum Kyndil og VIF gjørdist sera spennandi. og var
í lotum í fyrra hálvleiki vælleiktur, men móti endanum gjørdust
menn alt ov heitir og fóru til hendurs.
Málskjúttar: Kyndil: Hanus Joensen
5(2), Sverri Jacobsen 3, Niels Nattestad
3. Regin Johansen 3, Kári Nielsen 2 og
Jéan Petur Midjord 1.
VIF: Kári Mortensen 83), Dánjal
Jákup Andreasen 3, Páll 3, Palli
Askham 2 og Palli Joensen Í
Útvístir: Kyndil: Regin Johansen
2X2 min., Sverri Jacobsen 2. min. og
Niels Nattestad 2 min
VIF: Kåri Mortensen, Petur Joensen
og Dånjal Jåkup Andreasen allir 2. min.
hvør
Démarar: Jogvan (Egga) Jensen og
Christian Poulsen.
Leygardagin vóru
áskoðaraplássini á
Ítróttarhellini á
Hálsi stúgvandi
full av fólki, ið
hevdu leitað sær
niðan at hyggja at
dystinum í 1. deild
menn, millum odda-
liðið VÍF, sum
hevði fult stigatal
fyri fimm dystir og
nummar tvey
Kyndil, ið hevði
seks stig, eisini fyri
fimm dystir.
Møguleiki var fyri at dyst-
urin fór at gerast spenn-
andi, tí Kyndil, sum í ár
byrjaði heldur vánaliga, er
nú rættiliga komin fyri
seg. Hesi bæði seinastu
vikuskiftini hava teir
vunnið uppibornar sigrar
á Neistanum og Stjørnuni,
og VÍF hevði seinasta
vikuskiftið ikki sert av
trupulleikum at vinna á
Stjørnuni í Klaksvík.
Sera spennandi gjerdist
dysturin eisini og í letum
var hann eisini heilt væl-
leiktur, men móti endan-
um gjørdust menn alt ov
heitir og gloymdu teir tá
bóltin og fóru til hendurs.
Kyndil á odda
VÍF gav bóltin upp, men
mistu teir álopið, og kom
Kyndil, uppá brotskast, ið
Hanus setti í netið, á odda
1—0. Í næsta álopinum
fekk VÍF brotskast, men
brendu teir tað og kundi
Kyndil fara í álop og setti
Hanus einaferð enn bóltin
í netið itl 2—0.
Hesa letuna arbeiddi
Kyndils-verjan sera væl
frammanfyri Finn
Bærentsen, sum nú aftur
at komin í málið, og hevur
hetta styrkt munandi um
verju Kyndils, og stóð
Finn — sum vanligt,
kundi ein sagt — sera gott
í málinum.
VIF við í spælið
Aftaná tvey tey fyrstu
Kyndils-málini fór VÍF-
verjan eisini at virka betri,
og styrkti hetta munandi
um álopsspælið og komu
vestmenningar á javnleik
2—2, áðrenn Sverri økti
fyri Kyndil til 3—2, men
uppá skjótt álop, har Páll
einsamallur rann fram við
Kyndils-verjuni og setti
bóltin í netið, kom VÍF á
3—3.
Bert stutta letu seinni
setti Natti bóltin í netið til
4—3 til Kyndil, aftaná at
VÍF-verjan fullkomiliga
var útleikt av einum sera
góðum Kyndilsálopi.
Komu framum
Liðini fylgdust upp til
5—5, men var tað alla tíð-
ina Kyndil, sum var
frammanfyri við einum
máli, men í 23. min. kom
VÍF framum 6—5, men
javnaði Sverri aftaná
sjálvur at hava leikt seg
gjøgnum verjuna og stutt
eftir okti Kári Nielsen fyri
Kyndil til 7—6, men uppá
brotskast javnaði Kári
Mortensen fyri VÍF.
Nekur fá sekund undan
hálvleikssteðginum upp-
fangaði Sverri eina
avlevering hjá VÍF, ið lá
ov tætt at verjuni, og rann
hann einsamallur fram og
ekti til 8—7, sum eisini
gjørdist hålvleiksstødan.
Hevdu leikt striku-
spæl, men skiftu nú
Í fyrra hálvleiki hevdu
vestmenningar leikt nógv
uppá strikuna, men tá
hetta ikki tóktist at ganga
móti sterku Kyndils-verj-
uni, skiftu teir í seinna
hálvleiki spælihått og
leiktu nú meira uppá
hoppskotini hjá Kára
Mortensen, men íkki
vórðu tað tó teir, sum
komu best frá byrjanini í
seinna hálvleiki.
Finn bjargaði tey skot,
ið vestmenningar fingu
gjøgnum verjuna, og kom
Kyndil nú framum við
tveimum málum og vóru
teir eina letu framman fyri
13—10, men tað eydnaðist
VÍF at javna út áðrenn
Kyndil fekk næsta málið,
og bert ein min. undan
leikloki legði Palli Joensen
VÍF á odda 17—16, men
20 sek. undan leikloki
javnaði Regin Johansen
til endaliga úrslitið, javn-
leik 17—17 og eitt stig til
hvert liðið, so VÍF hevur
nú 11 stig fyri 6 dystir,
meðan Kyndil hevur 7,
eisini fyri 6 dystir.
Hart spæl
Seinastu min. av dystin-
um harnaði spælið, og var,
tíverri, mangan ljótt og
rátt spæl at síggja, og
menn gjerdust so heitir, at
teir fóru til hendurs.
Tríggjar minuttir
undan leikloki vórðu Pet-
ur Joensen, VÍF, og Sverri
Jacobsen, Kyndil, út-
koyrdir fyri at takast í
einum VÍF álopi, og bert
15. sek. innan dystarlok,
fóru Natti og Dånjal
Jákup til hendurs.
Hetta hendi tá Dánjal
Jákup í roynd at fáa skora
sigursmálið, kom renn-
andi fram eftir høgru síðu,
men varð hann harðliga
steðgaður av Natta og
endaði hetta við, at báðir
fóru til hendurs, og vórðu
riknir av velli. Tá bert
sekund vóru eftir at leika,
vórðu teir bert vístir út í
tveir min., men av rettum
skuldu báðir verið
diskvalifiseraðir.
Synd at tílíkt illsinnis-
spæl enn skal oyðileggja
føroyskan hondbólt.
Skuldu vit ikki, eins og
allar stóru hondbóltstjóð-
irnar, aftur farið og lagt
sterri dent á leikin og ikki
spælt hetta harða spælið,
sum nærum alla tíðina er
at kalla á markinum til
útvísan.
Íslendingur til
Vesturtýsklands?
Íslendingar eru nú
veruliga við at koma
fyri seg sum yrkisleik-
arar í fótbólti. Besti
málskjúttin í Hálandi
er Petur Peturson, ið
spælir fyri Feyernoord,
og nú er vesturtýska
Bundesliga-liðið Werd-
er-Bremen til reiðar at
keypa Teitur Thordars-
son, ið nú leikar sum
framherji fyri svenska
1. deildarliðið Østers
IF.
Góðir pengar
at vinna
Ikki kann sigast annað
enn at tennis-leikarar
kunnu vinna stóran
pening innan ítrótt
teirra. Martina
Navratilova, Wimble-
ton-meistarin og
vinnarin av US Open,
John McEnroe, hava
higartil í ár vunni
ávikavist 2,3 mill. kr.
og 2,5 mill. kr., meðan
Bjorn Borg, ið er
Stubbar uttanlands
Veruligt hondbóltsspæl
vildi gjørt tað stuttligari
at spælt, skuldi ein trúð,
og samstundis, tá tað
gjerdist stuttligari hjá
okkum at hyggja at, vildi
hetta fingið fleiri áskoð-
arar at komið og harvið
betrað figgjarstøduna.
næstur hjá harrunum,
hevur leikt seg til 2,3
mill. kr. og Chris Evert
Lioyd hjá kvinnunum
hevur higartil vunnið
um 1,8 mill. kr. í ár.
Leingjast eftir
gomlum degum
Áskoðararnir hjá
Leeds eru sera krevj-
andi, og eru teir til reið-
ar at krevja liðstjórar,
venjarar o.a.t. koyrdar
úr stervunum, um tað
ikki gongs felagnum,
sum teimum hóvar.
Í letuni verður nógv
tosað um at fáa Don
Revie aftur, men hann,
sum er venjari í Mið-
eystri, trívist sera væl,
og hevur tí sagt nei
takk, og verður tí eisini
tosað um at fáa gomlu
»Stjørnurnar« Billy
Bremner, Allan Clarke
ella Jackie Charlton til
liðstjóra.
Sum tað sær út nú,
krevur Leeds-viðhalds-
fólkið ikki bert ein
nýggjan liðstjóra, men
tað sær eisini út sum
um tey vilja hava „teir
góðu gomlu dagarnar«
aftur.