leygardagur 24. november 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TE
TS LL:
+
Nr. 91 — Leygardagur 24. november 1979
Nýggjar og spenn-
andi kappingar
Frá nú og til jóla skipar Sosialurin fyri fleiri nýggjum
kappingum.
; Vit hava fotokapping,
myndakapping.
Lesið meira um hetta á 2. síðu.
Telefonstødin fær byggiloyvi:
Gevur býráðið
ikki byggiloyvi
— ger lands-
stýrið tað
Býráðið í Havn broytt stødu-
takan
Vil Tórshavnar býráð
ikki geva Telefonverk-
inum byggiloyvi við
Tinghúsvegin, so fer
landsstýrið at taka
kæruna frá Telefon-
verkinum til eftirtektar
og sjálvt geva byggi-
loyvi.
Hetta var niðursteðan á
býráðsfundinum í Havn
hóskveldið. Ein meiriluti
av býráðslimunum 7 ímóti
5 samtykti eitt uppskot
frá formansskapinum.
Sambært hesum upp-
skoti verður álagt byggi-
deild býráðsins saman við
byggifreðingum Telefon-
verksins at gera uppskot
til bygging á økinum eyst-
an fyri verandi telefon-
verksbygning.
Hetta uppskot skal
lúka ávísar treytir til tess
at tryggja umhvervið við
Tinghúsvegin.
Tað var á býráðsfundi
herfyri, at ein meiriluti í
býráðnum atkveddi ímóti
at geva Telefonverkinum
byggiloyvi á økinum, har
Sloans og Heinesens hús
liggja.
Telefonverkið tók síðani
málið upp til viðgerðar við
sakferaran, Halgir W.
Poulsen, tí hildið varð, at
umsóknin hjá Telefon-
verkinum um at fáa byggi-
loyvi lúkaði allar tær
treytir, sum eru í byggi-
samtyktini fyri Tórshavn-
ar kommunu.
Avgjert varð tí at kæra
málið til landsstýrið, ið
eru kærustovnur. Lands-
stýrið hevur síðani havt
fund við allar býráðslim-
irnar, har tað varð gjørt
teimum greitt, at her vóru
bert tvey ting í at velja:
Antin broytti býráðið
Hvussu við teimum gomlu!
— Vit mugu fáa eitt opið
og ærligt tjak
— sigur Steinbjørn Jacobsen
i prátinum á síðu 3
steðutaka sína og gav
byggiloyvi, ella gav lands-
stýrið byggiloyvi. Grund-
geving landsstýrisins er
tann, at umsóknin frá
TLF lýkur treytirnar í
byggisamtyktini.
Formansskapurin í bý-
ráðnum, tað eru Petur
Christiansen, Petur í
Gong og Jákup Sune
Jacobsen, hevur síðani
gjert eitt uppskot til eina
bygging á ekinum, soleið-
is, at hon heldur seg innan
fyri ávísar avmarkaðar
rammur.
Uppskotið varð sam-
tykt við sjey atkveðum.
Fimm vóru ímóti.
Orðaskiftið varð ikki
rættiliga drúgt. Ingi
Mohr spurdi, hvussu eitt
mál sum einaferð varð av-
gjørt, kundi verða við-
gjørt av nýggjum. Hen -
helt, at hetta stríddi ímóti
fundarskipanini hjá
býráðnum. Hann segði
víðari: — Tann steða, sum
vit eru komnir í, er eitt
úrslit av teirri oyrnafiku,
sum býráðslimirnir fingu í
landsstýrinum. Eg vil í
hvussu so er ikki verða
dikteradur av Føroya
Landsstyri.
— Tad er ein åvisur
persónur, sum nú i 10 ár
hevur hildið fast uppá eitt
ávíst eki, ístaðin fyri at
funnið eina alternativa
loysn í grannalagnum ella
aðrastaðni.
Ingi Mohr bað um at
fáa málið í aftur byggi- og
býarskipanarnevndina og
takkaði annars formans-
skapinum fyri, at teir vóru
komnir til hetta
kompromi-uppskot og var
ikki í iva um, at fleiri
mundu havt skrivað undir
við ringum tannabiti.
Finnur Johansen ynskti
eisini at fáa málið í aftur
byggi- og býarskipanar-
nevndina. Hann segði, at
aftaná fundin í lands-
stýrinum tykist tað at
vera trupult at koma
uttan um at geva byggi-
loyyvi.
— Skulu tit skriva
byggiloyvi ella skal eg
gera tað, hetta vóru næst-
an orðarætt orð legmans,
segði Finnur Johansen.
Heðin Mortensen segði,
at hetta uppskotið, sum
nú varð lagt fram, sam-
svaraði nógv við tað upp-
skot, hann hevði sett fram
á seinasta býráðsfundin-
um. — Hetta er eitt greitt
uppskot og kemur
bygningurin at hava eitt
vanligt sethúsasnið.
Heðin ynskti málið aftur í
nevnd.
Petur Christiansen
segði, at hetta uppskotið
var ramman um eina
meguliga bygging. Tele-
fonverkið má nú sekja um
byggiloyvi av nýggjum.
Jákup Sune Jacobsen
segði, at tað var týðuligt,
at gav býráðið ikki
byggiloyvi, so vildi lands-
stýrið gera tað. — Eg
taki undir við uppskotin-
um, tí so kunnu vit fyri-
byrgja, at eitt uppskot
verður smoygt niður yvir
okkum frá landsstýrinum,
segði Jákup Sune.
Essa Arge, sum hevur
verið heitasti talsmaðurin
ímóti at geva Telefonverk-
inum byggiloyvi, segði, at
tað tykist sum, at hetta
byggiloyvi skuldi trumf-
ast igjøgnum onkusvegna.
— Eg mæli frá at sam-
tykkja uppskotið, havnar-
fólk flest ynskja ikki, at
ekið verður latið til Tele-
fonverkið at byggja á. Vit
áttu heldur at varðveitt
hetta prýði av tí býarplan-
legging, sum hevur verið,
ístaðin fyri at oyða tað.
Essa helt tað vera ov gal-
ið, at Telefonverkið skuldi
fáa sín vilja.
Leivur Johannesen
segði, at man kann ikki
administrera eina
byggisamtykt eftir felils-
um og einum gleðandi
hjarta.
Hann helt tað vera
legið, at býráðslimirnir
ikki hevdu broytt byggi-
samtyktina, tá teir nú ikki
ynsktu, at tað skuldi
verða bygt á ekinum.
Niels Debes helt, at nóg
nógv umhvervi í býnum
var oydilagt av stutt-
skygni. Hann mælti til, at
býráðið skuldi standa fast
viðu ikki at geva byggi-
loyvi.
Teir, ið atkveddu fyri
uppskotinum hjá formans-
skapinum, vóru: Petur
Christiansen, Jákup Sune
Jacobsen, Sofus Sivert-
sen, Petur F. Christian-
sen, Heðin Mortensen,
Dánjal Larsen og Petur í
Gong. Leivur Johannesen
atkveddi ikki, meðan hinir
fimm býráðslimirnir
atkveddu ímóti
teknikapping og skemti-
Barna-
verndin
boðaði
til fund um
Skansa-
stovu
Barnaverndarnevndin í
Havn boðaði mikudag-
in til ein fund um
Skansastovu
Tað er ikki tí vit
hava nakrar trupulleik-
ar av Skansastovu,
tverturímóti Men
vit halda, at onnur
mugu hjálpa teimum
við m.a. helisviður-
skiftunum, sigur for-
maðurin í barnavernd-
ini, Georg Thorsteins-
son. Á fundinum miku-
dagin vóru umframt
tveir limir í barna-
verndini tvey umboð
fyri Skansastovu og
tvey fyri Skansastovu-
vinir, sosialráðgevarin
hjá býráðnum, leiðarin
av sosialu deild, tveir
limir úr sosialu nevnd
og báðir umboðsmenn-
inir hjá býráðnum við-
víkjandi Skansastovu
Fundurin kom til tað
úrslit, at formmans-
skapirnir i Skansa-
stovu og Skansastovu-
vinum skulu arbeida
vidari vid målinum
Talan er fyrst og
fremst um at fáa húsið
umvælt.
— Barnaverndin er
negd við úrslitið av
fundinum, sigur
formaðurin
— Okkara leiklutur
er nú liðugur. Vit tóku
stig til fundin fyri at
fáa gongd á.
Tað tykist annars,
sum nakað er við at
henda viðvíkjandi
Skansastovuhúsunum
Ti í vikuni hevur fíggj-
arnevndin hjá
num fingið eina meting
um, hvat tað kostar at
umvæla húsini.
býráð-
Lesið um
hetta
á síðu Á