Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—————— þr Síða 2 sosialurin Nr. 91 — 24. november 1979 Nyggjar spennandi kappingar: dagbókin Foto-, mynda- og skemtimyndakapping Frá nú og til jóla fara vit at hava fleiri nýggjar kapping- ar í blaðnum. Kappingarnar vera bæði fyri børn og vaks- Undir heitinum »Børn í Feroyum< skipa vit nú fyri eini fotokapping, har øll kunnu luttaka. Vit vilja tó gera vart við, at professionellir myndatakarar eisini hava loyvi at senda inn, men teir luttaka ikki í kapping- ini. Vit tilskila okkum rætt til at seta nakrar av Jógvan Asbjern myndunum í blaðið saman við navninum á mynda- takaranum. Dómarar í hesi kapping eru Asmundur Poulsen, Kalmar Lindenskov og Jó- hann Mortensen. Sendið okkum myndir- nar skjótast gjerligt og í seinasta lagi 15. des. 1979. Virdislønin fyri bestu myndina er eitt Rollei XF Ásmundur 35 myndatól. Við aðru og tridju virðislen er jóladog- urðin tryggjaður við eini jólagás. Teknikapping fyri børn Eins og fotokappingin eit- ur teknikappingin >Bern í Føroyum«. Sum heitið sig- ur, skalt tú tekna okkurt, sum hevur við hetta at gera. Sjálvandi kanst tú eisini nýta litir. Vit hava valt at býta kappingina upp í tríggjar aldursbólk- ar. 0-6 ár, 7-10 ár og 11-14 ár. Fyrsta virðislenin til hvenn bólkin er, at tú í handlinum hjá Hjalmar Jacobsen kanst velja tær okkurt fyri upp til 200 krónur. Tey hava nógv ymiskt at selja — leiku- toy, tekniamboð og mangt, mangt annað. Onnur og triðja virðis- len er tekniblokkur og lit- blýantar. Vit fara samstundis at heita á teknilærarar, barnagarðsfólk um at taka hetta evnið upp, tá tað liggur fyri, og kanska eisini hjálpa til at fáa tekningarnar sendar til okkara. Tit eru altíð væl- komin at senda tekningar- nar, men fyri at vera við í kappingini, mugu vit hava tær í seinasta lagi 15. des. 1979. Dómararnir í hesi kapp- ing eita Ingálvur av Reyni, Jógvan Asbjern Skále og Bárður Jákups- son. Skemtimynda- kapping Vit fara í komandi blød- unum at seta nakrar myndir í blaðið, har tú skalt seta hóskandi orð til. Hetta skal sendast inn so hvert myndin hevur verið í blaðnum. Tær myndir, sum koma í blaðið við tekstuppskotum frá lesarum, fáa eina blómu- virðislen frá Urtagarðin- um í Kirkjubø. Góða eydnu. Nú hevur tú meguleikan til eina góða jólagávu Læknavaktirnar Norðoyggjar: Ólavur Gaard, tlf. 56900 Eysturoy: Petur Reinert, tlf. 23106 Tórshavn: Kristianna Nordendal, tlf. 12979 Suðuroy: Tlf. 71560 Tannlæknavaktin Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13-14. TLF. 14544 Havnar tannlæknarnir Gudstænastur Havnar kirkja: Axel Tór- garð Vesturkirkjan: Hogni Poulsen Landssjúkrahúsið: Høgni Poulsen kl. 9.30 Kirkjubøur: Kjartan Mørkøre, altargongd Kaldbak: Hans J. Joensen Kvívík: Jákup Magnussen Tjernuvík: Petur Petersen altargongd Funningur: Petur M. Ras- mussen Hvannasund: Salomon J. Joensen kl. 20 Svínoy: Salomon J. Joen- sen kl. 12, altargongd Sandavágur: David Jo- hannesen Sandvík: Elsa Funding, altargongd Tveroyri: Johan Weihe, barnagudstænasta Øravik: Jon Flacke, altar- gongd Norea Radio Danmark Mánadagin: >Snarið 04 52 7190 — ella skrivið til Norea Radio, 6100 Had- erslev!« Sangynski og spurning- ar frå lurtarunum. Tysdagin: »Jesus — tæn- arin hjå øllum« (Es. 52,13- 53,6 og Fil. 2,5-11). Triðji partur av bibliuskula. KFUM, Tórshavn Sunnudagin kl. 20.30: Ó- frælsur-frælsur, Filemon- brævið. Sjónleikur í fýra pørtum. Niels P. Daniel- sen, prestur, byrjar. Dreingjafundur måna- dagin kl. 17. KFUK, Torshavn Barnamøtini halda fram i dag kl. 16. Vit minna á barnagudstænasturnar sunnudagin kl. 15. Mánadagin kl. 19 verð- ur arbeitt til basar. Samkoma teirra eldru verður í KFUM týsdagin 27. kl. 16. Adventistainn- gangur v/ Bodil Tausen, húsmóðir. 1. lið hjá skót- unum metir týsdag kl. 19- 20.30 og títtligar, 1. lið, månadag kl. 16.15-17.45. Sunnudagsskúli kl. 14. A | "| Eydnuhjól i Gøtu Í kveld og sunnukveldið kl. 19 hevur Losjan Glotti í Getu eydnuhjól. Peningurin, sum kemur inn, fer til fráhaldsarbeiðið a í Getu. ? Fundur um norður- lendskar barna- og ungdómsbekur Komandi týsdag kl. 20 hevur Norrena felagið fund á Hotel Føroyum um norðurlendskar barna- og unglingabókmentir. Hetta er í samband við barna- árið. Bjørg Matras og Mari- anna Debes Dahl leggja fyri. Hvert land verður viðgjert fyri seg og brot úr einari barnabók úr hverj- um landi verður lisið á upprunamálinum. Barnadansur Barnadansur verður í Læraraskúlanum mána- dagin kl. 19. Brúdleyp Í dag giftast á Tveroyri Tia Gaardsdal, Esbjerg og Frank Olgarsson, Tver- oyri. Silvurbrúdleyp Í dag kunna hjúnini Hjerdis og Olgar Nicla- sen, Tveroyri, halda silv- urbrúdleyp. Adr.: Tveroyrar Klubbi. | Ørindagenta/ drongur Å Landsskrivstovuni er starv leyst at søkja sum ørindagenta/drongur at byrja 1. desember 1979. Áhugað biðj- ast venda sær til Landsskrivstovuna tlf. 110 80. LANDSSKRIVSTOVAN