leygardagur 24. november 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 24. november 1979
sosialurin
Mugu spyrja okkum sjálvi Wt
hvat er best fyri tey gomlu
— og royna at vera opin fyri nyggjum møguleikum
— Vit eiga alla tidina at seta okkum spurningin,
hvat er best fyri tey gomlu. Vit mugu fåa eitt sak-
ligt, ærligt og opid tjak
um henda spurning og
royna at vera opin fyri nyggjum møguleikum.
Hetta sigur Steinbjørn Ja-
cobsen, skúlastjóri og rit-
høvundi, i samrødu vid
Sosialin. Steinbjørn hevur
i sínum arbeiði sum skúla-
stjóri og rithevundi oftani
nomið við spurningar,
sum viðvíkja viðurskift-
unum hjá teimum gomlu í
samfelagnum.
Tey fyrstu skeiðini hjá
heimahjálparunum vórðu
hildin á Háskúlanum, har-
umframt luttók Stein-
bjørn á eini stevnu hjá
heimahjálparunum, sum
varð hildin í Kambsdali í
fjer.
Skriva um tey
gomlu
Sum 'rithevundi hevur
Steinbjern Jacobsen
greitt úr hondum ein út-
varpsleik, sum ber heitið:
>Gardinurnar fyri, og hvat
so?< Hetta er ein leikur,
sum livandi og lætt fylgir
lívinum hjá eini einsamall-
ari og eldri kvinnu, sum
býr heima hjá sær sjálv-
um — og ynskir at vera
har sum longst.
Leikurin varð útvarp-
aður í fjør. — Sætt at
siga, heldur Steinbjern
fyri, so hevði eg roknað
við einum tjaki aftaná um
henda so týðandi spurn-
ing, tí hetta var ein tjak-
leikur, men tíanverri bleiv
einki tjak.
Vit hava biðið Stein-
bjørn siga sína hugsan um
viðurskiftini hjá teimum
gomlu í Feroyum í dag —
og hvussu vit eiga at taka
okkum av teimum.
Mín skylda
Steinbjørn heldur fyrst
fyri, at onkur man spyrja,
hvat tað rakar Steinbjørn
Jacobsen at blanda seg
uppí, antin vit skulu hava
ellisheim ella ikki.
— Til tað er at siga, at
eg kenni tað sum mína
skyldu bæði sum sam-
felagsborgari og
menniskja at hugsa um
hesi viðurskifti.
Steinbjørn er av teirri
åskodan, at vit eiga at um-
hugsa spurningin viðvíkj-
andi teimum gomlu gjølla,
áðrenn vit taka eina av-
gerð. Og hann sigur víðari:
— Sjálvsagt er ein ávísur
tørvur á bæði ellis- og
rektarheimum, men vit
mugu ikki læsa okkum
fost í teir tankar, sum
vóru frammi fyri fleiri ár-
um síðani.
Bundin av
fortíðini
Tíanverri hava vit lyndi til
at hugsa í tankagangin-
um, sum var fyri 10 til 15
árum síðani. Vit eiga har-
afturímóti at læra av for-
tíðini. Hyggja vit nú t.d.
at skúlabyggingini, so
hava vit lagt dent á at
byggja stórar skúlar. So
eisini við t.d. ellisheimum.
Nú eru vit við at venda
okkum frá hesum tankan-
um.
Umsteðurnar eru eisini
nógv broyttar. Nú hava
vit bæði vegir og telefon
um alt landið. Hesi viður-
skifti gera, at vit nú
kunnu taka spurningin
um tey gomlu upp til við-
gerðar av nýggjum.
Altíð tervur á
rektarheimum
Steinbjørn sigur, at vit
sleppa ongantíð heilt utt-
anum røktarheim. Tí tað
vilja altíð vera gomul fólk,
ið als ikki kunnu klára seg
sjálvi. — Men vit mugu
gera okkum greitt, at
gomul fólk umframt at
hava terv á læknum og
sjúkrasystrum, eisini
hava annan tørv fyri neyð-
ini, eitt nú at kunna vera í
tí sama umhvervinum,
sum tey hava verið stóran
part av lívinum.
Ganga burtur frá
ellisheimum
Steinbjørn setir spurnar-
tekin við, um vit eiga at
byggja fleiri ellisheim í
Feroyum. Hann vísir á, at
leita vit bert nekur ár
aftur í tíðina, so var tað
Nýtt vakstrarhús í Kirkjubø:
Fyrst plantur-
nar seldar
På
I seinastu viku
seldi tad nyggja
vakstrarhusid hjå
Urtagardinum í
Kirkjubø tær
fyrstu planturnar.
Tad er Olavur Paturs-
son, sum hevur bygt
hetta stóra og fram-
komna vakstrarhúsið.
Steddin á húsinum er 96
ferðir 12 metrar og kost-
naðurin er umleið 1,5
mill. kr.
Ólavur fór undir út-
grevsturin seinasta
heyst. Eftir páskini varð
grundin stoypt og í juni
settu nakrir danir húsið
upp eftir trimum vikum.
Seinast í august fluttu
tær fyrstu planturnar
inn.
Vakstrarhúsið er tó
ikki heilt liðugt enn. Ein
partur er eftir at taka í
brúk. Ólavur arbeiðir
sjálvur við at gera húsið
liðugt, so til várs — í;
mars — verður húsið fult
við kálplantum og
summarblómum. Nú
undan jólum er vakstrar-
móti at byggja ellisheim í
grannalondunum.
Eins og vit hava bygt
stórar og kostnaðarmiklar
skúlar, hava vit eisini
bygt stór ellisheim. Vit
hava lyndi til at halda, at
er ein skúli, eitt ellisheim
ella okkurt triðja so og so
stórt og kostar tað so og
so nógv, so er tað so sanni-
liga eisini gott. Vit hava tá
kunnað vaskað okkara
hendur.
Eingin vildi
á ellisheim
Tað var ein hending mið-
skeiðis í 60-unum, sum
fekk Steinbjørn at hugsa
meira um spurningin við
teimum gomlu. Tað var
ein donsk kvinna, sum
skuldi gera eina sending
til danska útvarpið um tey
gomlu í eini feroyskari
bygd. Hon vitjaði í Húsa-
vík, har Steinbjørn var
lærari um tað mundið.
Danska útvarpskvinnan
tosaði við ell tey gomlu í
bygdini — og fekk m.a.
burtur úr, at eingin av
teimum ynskti at koma á
eitt ellisheim.
Hyggja vit nú eftir
teimum tølum, sum vórðu
gjørd fyri nekrum árum
síðani yvir tervin á ellis-
heimum ymsa staðni í Fer-
oyum, kanska serliga á
stórplássunum, so síggja
vit, at tervurin í dag
skuldi verið rættiliga
stórur.
húsið fylt við jólaplant- —
um — jélastjørnum, jóla- *
begonium og hyasintum.
Sosialurin hevur
vitjað vakstrarhúsið og
havt eina samreðu við
Ólav Patursson, sum
kemur í næsta blað.
Heimahjálpin —
ein góð loysn
— Men her er tað so hent,
leggur Steinbjern afturat,
at ein nýggjur meguleiki
er komin undan kavi,
nevniliga heimahjálpin.
Var heimahjálpin íkki
komin, so hevði uttan iva
verið stórt brúk fyri ellis-
heimum.
Eg haldi-sjålvur, at júst
hetta við heimahjálpini
hevur verið ein nýggjur
máti at loysa spurningar-
nar uppá. Men hesin
meguleikin er ikki
troyttur til fulnar.
Við hesum vil Stein-
bjern vísa á, at vit eiga at
royna at: finna nýggjar
leiðir ístaðin fyri ellisheim
— m.a. við at útbyggja
bæði heimahjálp og
heimasjúkrarekt.
— Men hetta við ellis-
heimum er ógvuliga fast
grógvið í okkum. Við
heimahjálpini funnu vit-
kortini ein nýggjan megu-
leika, og tað kundi væl
verið, at okkurt triðja átti
at verið roynt eisini.
Spurdur um hvenn triðja
Síða 3'
y
møguleika hann kundi
hugsa sær, svarar Stein-
bjørn, at tankin vid vard-
um íbúðum uttan iva
hevði verið góður í Feroy-
um. — Vit kunnu hugsa
okkum, at ein kommuna
tók stig til at seta hús í
stand, har tey gomlu so
kunnu koma saman til
eitthvert ítriv. Úti á bygd-
unum eru nógv hús, sum
kundu verið brúkt til tílíkt
endamál, meðan tað t.d. í
Havn er ógvuliga trupult
at finna heli til nakað sum
helst.
Steinbjern heldur ikki,
at tað er ein góður máti at
geva teimum gomlu pen-
ing so tey kunnu klára sg
sjálvi. Hann heldur har-
afturímóti, at vit eiga at
ganga tann vegin, at har
bernini ella onnur í familj-
uni kunnu taka sær av sín-
um avvarðandi, har áttu
tey eisini at fingið len fyri
tað.
— Partapolitikkur eigur
ongantíð at koma uppí, tá
tað snýr seg um viður-
skiftini hjá teimum
gomlu, endar Steinbjern
Jacobsen.