Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nú er bert ein eftir á listanum Listin hjá javnaðarflokk- inum í Suðuroynni er nú um at vera uppi. Tað er bert tað eina valevnið eftir. Tað er Karin Johan- sen, sum á legtingsvalin- um í fjør fekk 4 atkveður. Næstsíðsti maður á listanum, Jóan Pauli Poulsen úr Sandvík, tók sæti á tingi týsdagin fyri Sverra Midjord, sum ligg- ur á Landssjúkrahúsin- um. Tað gekk ein leta, áðrenn Jóan Pauli kundi koma í tingsalin. Tá ting- formaðurin heyði boðað frá, at næsti maður á javnaðarlistanum í Suðuroynni skuldi inn, setti hann eina trýmanna- nevnd at kanna valbrev- ini. Hon so gjørdi og kom til tað úrslit, at næsti maður er Manne Næs (32 atkv.). Men hann er burturstaddur. Eftir hann kom Martin Poulsen (30 atkv.) Hann er deyður. So varð farið víð- ari niður eftir listanum og 7. maður er Jóan Pauli Poulsen við 7 atkveðum. Nú mótmælti Hilmar Kass, Hann kundi ikki góðtaka hesa mannagongd. So bað ting- formaðurin floksformenn- inar tingast um steðuna Aftaná tann fundin boð- aði tingformaðurin frá, at hiðanífrá skal hver flokk- ur síggja til, at skrivlig váttan fyriliggur, tá eitt valevni ikki tekur sæti á tingi. Hilmar Kass mót mælti einaferð enn og so varð atkvett. 20 vóru fyri, at Jóan Pauli situr á tingi til annað- hvert Sverri ella Manne koma aftur. Ein var ímóti, tað var Hilmar Kass. Poulsen Hevur skund Ídnaðarnevndin skal við- gera uppskotið hjá lands- stýrinum um at broyta lógina fyri menningar- grunnin. Skotið verður upp, at nevnd grunnsins fær tríggjar eykamenn, soleiðis, at hon kann halda fund, hóast onkur av nevndarlimunum ikki kann møta. Landsstyriå skjytur eisini upp, at menningargrunnurin f hesum og næstu fýra fíggjarárum kann lána upp til 2 mill. kr. um árið við landskassaveðhaldi. Undir fyrstu viðgerð av málinum mælti Jákup Lindenskov til, at málið fær skjóta viðgerð, tí menningargrunnurin hev- ur ein hóp av umsóknum liggjandi. Erlendur Patursson vísti á meguleikan at lána úr ílegubankanum hjá Norðurlanda ráðnum. Sum eina roynd kunnu út- jaðaragkini tvey tey kom- sosialurin Nr. 91 — 24. november 1979 tingnýti. andi fíggjarárini lána úr einum serligum grunni. Erlendur Patursson meinti, at vit áttu at gjert nyttu burturúr hesum. Landsstýrisuppskotið fekk yvirhevur góða undirteku. Pauli Ellefsen vildi hava tað í fíggjar- nevndina. Uppskot hans- ara um hetta fekk 11 atkveður og fall. Málið bleiv síðani beint í ídnað- arnevndina. Vilhelm valdur vid 19—0 Å middegi tysdagin bleiv Vilhelm Johannesen valdur til landsstýris- mann við 19—0 atkveð- um. Tað vóru tinglimirnir úr teimum trimum sam- gonguflokkunum, sum at- kveddu. Óli Breckmann var ikki á tingfundinum. Millum tey ynskja nýggja landsstýr- ismanninum tillukku var Eiden Miiller fyrstu at Vilja hava 1,20 kr. afturat fyri kilo Neyðugt verður við eini hækking í avreiðingar- prísunum, sum svarar til 1,20 kr. fyri kg í mun til prisirnar = 1. oktober. Henda hækking eigur í seinasta lagi at verða gjøgnumførd 1. februar komandi år, tá núverandi fyribilsioysn fyri fiski- vinnuna fer úr gildi. Hetta eru felegini, sum umboða veiðumenn og - fer, sum reka feskfiska- veiðu undir Feroyum samd um. Felegini, Meginfelag útróðrarmanna, Fiski- mannafelagið, Landleiðin og Trolskip, hava skrivað til legtingið og landsstýr- ið og gjert vart við hetta. Skrivið varð lisið upp á tingfundi mikudagin og beint í fíggjarnevndina. Tað kostar 240.000 kr. at umvæla Skansastovu — Fíggjarnevndin fingið meting frá teknisku deild. Onki í veg- in fyri, at arbeiðið kann byrja longu í vetur, sigur býráðsfor- maðurin. 240.000 kr. kostar tað at umvæla Skansastovuhúsini. Hetta sigur ein met- ing, sum tekniska deild hjá Tórshavn- ar byråd hevur gjørt og nú í vikuni hand- að figgjarnevnd bý- ráðsins. Tær bráðneyðugu umbet- urnar kosta 33.000 kr. Her er m.a. talan um toilett- viðurskiftini og at skifta út 15 brotnar rútar. Fíggj- arnevndin skal viðgera metingina í næstu viku. Metingin umfatar ikki stórviðin. Hann er ikki kannaður. Skrivaði til fíggjarnevndina Fíggjarnevndin bað tekn- isku deild hyggja eftir Skansastovuhúsunum, aftaná at Heðin Morten- sen hevði skrivað til nevndina. Heðin Morten- sen er annar av umboðs- monnunum hjá býráðnum mótvegis Skansastovu: Hann sigur: — Eg var í Skansastovu og hugdi eftir umsteðun- um fyrst í september. Aftaná skrivaði eg til figgjarnevndina og bað hana seta av pening til at seta húsið i stand. Eg vísti eisini å eldsvandan, at har eigur at gerast ein brand- trappa til dømis. Hedin Mortensen mein- ar, at umvælingararbeiðið hevur skund. Ti bj6dadi hann å næstseinasta by- rådsfundi øllum byråds- limum å fund i Skansa- stovu dagin eftir. Fyri at teir vid egnum eygum kundu siggja, hvussu illa húsini eru farin. Umframt Heðin komu bert tveir á henda fund, Petur Christ- iansen og Ebbe Morten- sen. Longu í vetur Petur Christiansen, borg- arstjóri, sigur, at ætlanin er at umvæla Skansa- stovu, so skjótt fólk fæst til tað. — Hver skal gjalda? — Býráðið kemur helst at gjalda meginpartin. — Er peningur settur av í hesum fíggjarárinum? — Ikki til Skansastovu burturav, men til komm- unal hús. — So arbeiðið kann byrja longu í vetur? — Tað er onki í vegin fyri tí. — Kemur Skansastova at gjalda ein part av um- vælingarkostnaðinum? — Tað verður ikki ann- að enn onkra lítla sym- bolska upphædd. Vit fara ikki at krevja tey eftir pengum. Petur Christiansen sigur, at umvælingin inn- andura, innrættingin, verður gjerd í samráð við nevndina í Skansastovu. — Byrådid hevur í sátt- málanum við Skansastovu bundið seg til at halda húsið uttan. Hver hevur ábyrgdina av, at tað ikki er gjert? — Tað er onkur á tekn- isku umsitingini hjá bý- ráðnum. Skansastova — Ikki nakað prýði fyri býin við m.a. 15 brotnum rútum. Men nú er líkt til, at nakað fer at henda NT —|—|A——n—— Gríma byrjar við kærleikanum — Leikurin snýr seg um kærleika og úr innihaldin- um kunnu nevnast ein- aktarar = hjá August Strindberg og Ludvig Holberg, sum eru saman- tvunnir í eini viðkomandi heild við yrkingum, upp- lestri, sangi og spæfi. Hetta sígur leikbólkurin Gríma um fyrsta feikin í vetur, Kærleiksrímur. Sýningarnar byrja nú um vikuskiftiå í Húsavík. Tann fasta manningin í Grímu telur nú bert tveir leikarar, Rosu á Rógvu og Lauru Hentze. Og tað eru tær, sum bera fram kærleiksrímurnar. | Tón- leikin hevur Jóhannus á Rógvu Joensen gjørt og hevur hann innspælt hann saman við Kristiani Blak, Ólavi Øster, Ernst Dalsgarð og Sámali Christiansen. —|— TSP