leygardagur 24. november 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Nýggjur
landsstýrismaður
TÝSDAGIN varð Vilhelm Johanne-
sen valdur til nýggjan landsstýris-
mann av Føroya Løgtingi. Eftir at løg-
maður hevði skotið upp fyri tingin-
um, at Vilhelm Johannesen verður
landsstýrismaður í staðin fyri Jákup
Lindenskov, sum hevur tikid við sum
fólkatingsmaður, hevur Javnaðar-
flokkurin fyri fyrstu ferð síðani 1970
skift út í landsstýrinum.
VILHELM Johannesen hevur leingi
verið ein av dagligu politisku med-
arbeiðarunum í Javnaðarflokkinum.
Hann hevur sitið sum blaðstjóri á
Sosialinum frá 1972, umframt at hann
býráðslimur í Klaksvík og sitið í
ødrum ålitisstørvum floksins.
VIT YNSKJA nyggja landsstyris-
manninum góða eydnu og góð ar-
beiðsár í landsstýrinum. Hann hevur í
hendi ein hóp av målsøkjum, sum
hava nært tilknýti til dagligu
tilveruna hjá flestu føroyingum.
MÅLSØKINI eru á almannaøkinum,
ídnaðar-, arbeiðsmarknaðar- og
lågarøkinum.
INNAN FLEIRI av hesum målsøkjum
hendir nógv i løtuni. Bæði á heilsu- og
sosiala økinum eru fleiri mál, sum eru
fyrireikað, og verður tað nú uppgáv-
an hjá nýggja landsstýrismanninum
at fremja hesi í verki.
TAÐ sama kann sigast um trygdar-
økid. Her hugsað vit serliga um
n trygdina á arbeiðsplássunum og um
- trygdina í ferðsluni.
EITT annað av teimum týdningar-
miklu økjunum er ídnaðargkið. Her er
gjørt eitt drúgt álit og er hetta nú til
viðgerðar í landsstýrinum.
sosialurin
Nr. 91 — 24. november 1979
»ARBEIDSFORMIDLING«
ER NEYDUG!
Tad er einki 6vanligt at
hoyra fólk reypa av, at í
Feroyum er als einki
arbeiðsloysi nei, sovorðið
hava vit ikki her! Men
hugsar tú um, hverji hesi
fólk eru, ið siga slíkt
mesn og fjas, ja, so eru
hetta alt fólk, ið hava
arbeiði og sum sostatt
tosa um ting, tey einki
vita um, og tað sama ger
seg galdandi fyri okkara
politikarar! Men
samstundis sum hetta fer
fram, sita fólk heima og
vóna, at dagurin í morgin
gevur okkurt betri enn
tann í dag! Bleðini geva
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
fáar vónir um nakað sum
helst, og tá so einaferð
nakað er, eru so nógvir
umsøkjarar, at ein ongan
kjans hevur. Tí millum
hesar oftast 10-50 umsekj-
arar er sjálvandi onkur í
ætt við sekjaran ella
kennir onkran, ið kennir
hann 0.1., hóast tað í ein-
støkum førum er eftir
kunnleika. Viðmerkjast
skal, at lýsingar eftir
krambúðar- og skriv-
stovufólki o.s.fr., alsamt
eru farnar at stilla sterri
krøv til umsekjaran. S. &
K. hevur t.d. »fiksad« tad
soleiðis, at fólk, ið eru
undir átjan ár, skulu noyð-
ast við uml. 2000 kr. minni
í len enn tey, ið eru 18 og
afturat tí, fáa tey ongan
»anciennitet«. Altso ert tú
sum er undir 18 år noydd/
noyddur at finna teg i eini
fúlari undirløn vegna
hetta! Her er vert at hava
í huga, at tú sum 17 ára
gomul/gamal eigur fulla
løn eftir arbeiðsmanna- og
arbeiðskvinnufakfelogun-
um!
Men hverji eru hesi
fólk, ið líða undir tí, ið ikki
er til?? Jú, tey eru í flestu
forum ungfólk, serliga
gentur og ungar mammur.
- At tað eru konufólk,
kann neyvan undra
nakran, tí hetta eru sjálv-
andi bara tosabýttar
gentur, ið ætla sær út á
arbeiðsmarknaðin í hesum
krepputíðum, hóast sam-
felagspsykologarnir siga,
at tær eiga at vera heima
og passa mann og bern!
Og ungfólk skulu ikki ar-
beiða nú, tey skulu læra
ella ganga í skúla!
Í ellum hesum vónloysi
kann hóast alt nakað
munagott gerast, og tað er
ein: >ARBEIÐSFOR-
MIDLING« (orðið er nú
ikki heilt føroyskt, men
fyribrigdið var tíverri ikki
at finna í donsk/føroysku
orðabókini!) Til hesa góðu
»arbeidsformidling«
kunnu so tey fólk, ið einki
vita sær, venda sær og fáa
arbeiði um nakað er. Fyri-
brigdið er at finna í Dan-
mark og man neyvan
fyrikoma heilt ókent fyri
okkum her, men harragud,
vit hava jú ikki havt brúk
fyri slíkum, ella?? Um vit
kanska ikki hava havt tað,
so hava vit tað nú!!! Og
skal arbeiðsloysið ikki
vinda uppá seg, so er at
fáa arbeiði til tev, ið enn
einki hava fingið!! Tað er jú
betri at fyribyrgja enn at
oyðileggja! Hver, ið eigur
at taka sær av hesum
máli, veit eg tíverri ikki.
Málið fyrikemur mær at
hoyra til hjá kommunal-
myndugleikunum. Og skal
tað tí vera mín vón, at tit,
ið eiga ábyrgdina av at
taka stig til slíkt, gera tað,
meðan vit enn kunnu hava -
tamarhald á tí! — Annars
kann eg eisini upplýsa, at
ein »arbeidsformidling«
kann brúkast til annað
enn í arbeiðsloysistíðum,
nevniliga í summarmánað-
unum og til jóla, tá tað
serliga er brúk fyri
arbeiðsfólki.
17 ára gomul og arbeiðs-
leys í Havn
hevur sitið í floksleiðsluni, verið sum BIRGIR MOHR OG ROYNDARSTØD IN
f Sosialinum mikudagin
skrivar jbm. — t.e. Birgir
Mohr á Sandi — m.a. so-
leiðis:
»Eingin av okkara
fólkavaldu úr Sandoynni
hevur gjørt vetið fyri, at
stersta landbúnaðaroyggj
føroyinga ognaðist henda
landbúnaðarstovn — sigið
so, at vit eru ikki í góðum
hondum politiskt í Sand-
oynni?«
Ikki er vanligt at um-
røda alment tad, sum fram
fer i landsstyrismålum
vidvikjandi atkvødu-
greiðslum v.m. Men tá ið
jbm. tykist vera heldur
illa informeraður, var
rímuligari at hann — í
staðin fyri at loypa á
bláman — bíðaði, til
gerðabók landsstýrisins
verður løgd fyri legtingið
og harvið gerst almanna-
kunnug. So slapp hann
undan at gita.
Við búnaðarkveðu,
Heðin M. Klein
BÚNAÐARSKÚLI
Í langar tíðir hava menn
skrivað og tosað um hend-
an búnaðarskúla. Nevndir
eru settar, serkøn hjálp
fingin úr útheiminum.
Endin varð so tann, at av-
gerðin fall, at Heygsgarð-
ur skuldi tað vera, og ein
fekk líkasum varhugan
av, at nú fór nakað at
henda innan skúlaskap
hjá hesum forsemda
stætti.
Í staðin fyri at duga sær
at tagt og frett seg yvir
hetta, leypa búnaðarmenn
í blødini í ødini. Sjálvt
menn, sum sita í ráðum og
nevndum og kolldøma alt.
Her endurtekur søgan
seg sanniliga um trøllini i
Hornalondum.
At Heygsgarður ikki er
best egnaður til endamál-
ið, hví skal hann nú vera
tað. Royndir, ið verða
gjørdar í teim bestu pláss-
um í Feroyum kunnu
meguliga helst ikki brúk-
ast allastaðni. Uppsitarin
á Heyggi hevur alla tíð
vitað, at garðurin var
ætlaður til búnaðarskúla.
Hann hevur havt sama
rætt á garðinum sum teir,
sum sita vid festjørdini og
havt sina årtøku har og
kemur nú at leggja frå sær
av nátúrligum orsøkum,
men meguliga við betri
treytum enn teir, sum siga
ein festigarð frá sær.
Vert er at hugsa um í
hesum føri, um uppsitarin,
ið sat á garðinum áður, og
sum var av gamlari bónda-
ætt í bygdini, og eisini
heyði lagt sítt arbeiði í
garðin, og eisini hevði
eftirkomarar, fór av garð-
inum uttan nakra sum
helst samsýning. Tá vóru
tíðirnar hjá eldri fólki ikki
so góðar sum tær eru í
dag.
Nú er bert eftir at vóna,
at avgerðin, sum lands-
stýrið hevur tikið, verður
fylgd — so trellini ikki eta
hvert annað.
Hevur íslendingurin
ikki sett sín fót á Heygs-
garð, er ivasamt um
nakar, sum skrivar um
hetta mál, hevur gjørt tað.
d.
ÁHEITAN Á FØROYA FISKASØLU
Í teimum seinastu blødun-
um hevur Harra Birgir
Danielsen vegna L/F Fer-
oya Fiskaselu gjørt eina
viðmerking til málið, ið
"tók seg upp, tá okkara
-”
felag keypti 4,2 tons av
saltaðum upsaflaki frá
ávísum flakavirki og sum
Fútarætturin legði hald á.
Í hesari Rættleiðing
verða ferdir fram nakrir
brutto-prísir hjá Fiskasel-
uni fyri saltadi upsafløk
og er nidurstødan hon, at
fyrrnevnda virkið vildi
fingið hægri prís við at
selt hesi upsafløk gjøgn-
um L/F Feroya Fiskaselu.
Av tí, at Fiskaselan
leggur fram okkara fak-
turuprísir, komnir henni í
hendi á einum Fútarætti
Framhald á síðu 19
|