leygardagur 24. november 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 24. november 1979 sosialurin Síða 7
É
|:
Få
þ
F
ar-
mið
£ Jóannes Dalsgaard,
folk. Chefsbødlarna har stállt sig í fråmsta ledet, i stram givakt
2 deildarleidari
Hvi fall Allende? ;
— eitt dokumenterað aftursvar
til Óla Breckmann
(seinra helvt av Il. parti)
Í seinasta parti varð
spurt, hví kom Chile út í
búskaparligar trupul-
leikar. Var tað tí, at
Allende, sum Óli Breck-
mann sigur, stýrdi so út
av lagi vánaliga, ella
vóru tað aðrar orsekir til
afturgongdina?
Tað vóru aðrar orsekir
til trupulleikarnar og
tær greiðir Jóannes
Dalsgaard nú frá:
Vit finna tær í inn-
lendska chilenska vinnu-
lívinum og eigara tess —
tí chilenska miðalklass-
anum og vit finna tær í
teimum búskaparligu
tiltøkum, sum USA setti
í verk mótvegis Chile.
Taka vit chilenska
borgaraskapið fyrst, so
fáa vit eina heldur løgna
mynd: Í grundini skuldi
politikkurin hjá Allende
verið til fyrimuns fyri
chilenska miðalklassan
eins og hann var tað fyri
arbeiðaraklassan. Hesin
politikkur gekk jú út
upp á at knasa monopol-
ini, sum jú vóru vanda-
miklastu fíggindar hjá
júst teimum vinnufyri-
tøkum, sum chilenski
miðalklassi átti. Ein
avtøka av
monopolstøduni hjå
teimum útlendsku stór-
fyritøkunum skuldi so-
statt bæði komið chilen-
ska virkiseigaranum,
sum livdi í ævigum ótta
fyri at verða útkonkurr-
eraður av monopolunum,
og tí chilenska brúkar-
anum til góðar. (Hareide
s. 124) Samstundis
skuldi ekta nýtslan, sum
var ein fylgja av øko-
nomiska politikkinum
hjá stjórnini komið chi-
lenska vinnulívinum væl
við og eggja tí til
nýggjar ílegur.
Men chilensku vinnu-
livsmenninir reageradu
ikki sum vanligir kapi-
talistar í eini slikari
ynskisteðu (stødan var
enntá nógv batnað eftir
at stórnin hevði yvir-
tikið bankarnar, sum jú
mest vóru monopolsinn-
aðir og altíð hevdu
knúskað tær miðalstóru
fyritøkurnar. Fyri fyrstu
ferð fingu hesar tey lán
tær ynsktu!)
Hesir vinnulivsmenn
gjørdu ikki fløgur —
tverturímóti | minkaðu
ílegur teirra við 7,7%
eins og innflutningurin
av maskinum til henda
sektorin minkadi við
34,3%. — Profitturin,
sum var størri enn
nakrantíð, varð for-
brúktur ella oftast flutt-
ur av landinum. (Hareide
do.)
Hvussu bar tað nú til,
at miðalklassin, sum í
stóran mun hevði styðj-
að Allende í byrjanini,
nú vendi sær ímóti hon-
um?
Forkláringina finna
vit í tí sera áhaldandi og
ágangandi ræðslupropa-
ganda, sum alla tíðina
koyrdi í tí borgarligu
pressuni, útvarpinum og
sjónvarpinum. (Hareide
s. 193 f) Her kundi alt
brúkast: tann svarta
hondin, sum tók tað lítla
virkið frá eigaranum,
óttin fyri arbeiðara-
klassanum og fram um
alt varð spælt upp á
miðalklassans klassisku
ræðslu fyri inflatiónini.
Inflatiónin hevur altíð
verið eitt problem í
Chile. Fyrsta árið fólka-
samgongan stýrdi, fall
inflatiónin frá 33% niður
í 22%, men móti end-
anum av 1972 var hon
vaksin aftur og prís-
hækkingar vóru uppá
ávísar verur og
tænastur.
Bakgrundin fyri
hesari gongd var hend-
an: Lenarhækkingarnar
og tær øktu sosialu veit-
ingarnar skaptu sjálv-
sagt ein sterri eftir-
spurning. Vinnan kláraði
henda eftirspurning við
at troyta sín framleiðslu-
kapacitet til fulnar;
lenarhækkingarnar
greiddi vinnan á sama
hátt. Men í 1972 var
framleiðslukapaciteturin
komin uppá 100%; ein
framhaldandi vaksandi
nýtsla kundi tí bert uppi-
haldast við ektum fløg-
um og ektum innflutn-
ingi. Men hesar ílegur
vildi chilensku vinnu-
lívsmenninir ikki gera av
grundum, sum eru
nevndar frammanfyri.
Tverturímóti settu teir
framleiðsluna niður av
vanligum brúkaraverum
og serliga matverum,
eins og summir hildu
verunum aftur. (Stupar-
ich s. 210) Henda steða
noyddi stjórnina at ekja
um innflutningin av
matverum — nakað, ið
var ógvuliga torfert av tí
at heimsins matveru-
prísir vóru fyri uppgang-
andi, samstundis sum
koparprísurin á heims-
marknaðinum var fall-
andi (Stuparich s. 207).
Tað var um hetta
mundið, at hegrakreftir-
nar í sjálvum Chile av
álvara fóru undir stríðið
móti stjórnini: tey væl-
bjargaðu fóru í verkfall
við læknum, stjórum,
keypmonnum, verkfreð-
ingum, og arbeiðsgevar-
um, t.d. lastbileigarum,
á odda (Stuparich s. 209/
Hareide s. 125)
At enda í hesum sam-
bandi nekur orð um
nationaliseringarnar.
Endamálið við teimum
var sjálvsagt, at vinn-
ingurin í teimum
nationaliseraðu virkjun-
um skuldi koma chilen-
ska fólkinum og vinnu-
lívinum til góðar. Sjálv
virkini gingu nógv betur
aftan á nationalisering-
arnar, men fyri chilenska
i 5
statin var hetta eitt
tungt tak, tí allar
nationaliseringar fóru
fram móti fullum endur-
gjaldi. Her eins og á øll-
um økjum helt Allende
seg strangt til landsins
lógir — tað er meira enn
ein kann siga um hans-
ara mótsteðumenn!
(Hareide s. 130 ff)
Hetta vóru í hevuðs-
heitunum nakrir av teim-
um trupulleikum, sum
stjórnin hjá Allende
hevði at stríðast við og
sum vóru skaptir av ein-
um uppreittum og
panikkslignum borgara-
skapi. Aftan á kann ein
undrast yvir at henda es-
ing eydnaðist, tí so seint
sum við ársskifti 72/73
fingu allir bólkar í sam-
felagnum fulla dekning
fyri inflatiónina. (Ha-
reide s. 130) Nú skulu vit
so hyggja nærri uppá ta
búskaparblokadu, ið
USA fyriskipaði og sum
beindi fyri seinastu lóg-
ligu stjórnini í Chile —
eina blokadu, sum Óli
Breckmann pástendur
ongantíð fann stað.
Kredittblokadan
og tiltekini móti
koparútflutning-
inum
Sum longu greitt frá,
gjørdist í Chile stórt
verutrot seinni á árinum
1972. Orsekirnar til
hetta trot eru nevndar
frammanfyri. Afturat
hesum reint búskapar-
ligu og politisku orsek-
um, kom nú ein
hamstringaralda, skapt
av borgarligu pressuni
(Hareide s. 198).
Úrslitið var, at stjórn-
in til tess at nekta terv-
in, mátti ekja munandi
um innflutningin av
matverum, men hetta
gjørdist alt torferari
orsakað av stórum troti
á fremmandum gjald-
oyra. Hetta gjaldoyris-
trot stavaði frá eini um-
fatandi > økonomiskari
blokadu, ið var fyri-
skipad av USA (Hareide
s.132 ff) Tiltøkini vóru
hesi:
1. Årligu veitingarnar
til Chile frå heimsbank-
anum og interameri-
kanska menningarbank-
anum uppá ávikavist 80
milliónir og 50 mill. doll-
ars vórðu skornar niður í
13 milliónir dollars. USA
kontrollerar báðar hesar
bankar. (Hareide do.)
2. Búskaparlig hjálp,
sum USA hevði lovað
Chile til ymisk tiltek,
sum vóru sett í verk,
svarandi til 300 mill.
dollars varð steðgað.
(Hareide do.)
3. Handilskredittir í
USA uppá 220 mill. doll-
ars til keyp av eykalut-
um vórðu steðgaðir. (Ha-
reide do.)
4. The american
Import-exportbank, sum
vanliga fíggjar veruselu
til útheimin kvetti alt
samband við Chile. (Ha-
reide s. 133) rr
5. Uttanlandaskuldin
til USA uppå 4 milliardir
dollars fall til gjaldingar
alt i einum. Hesa skuld
hevði stjórnin hjá
Allende »arvad« eftir
Frei-stjórnina. Stjórnin
hjá Frei var ongantíð fer
fyri at rinda hesa skuld
aftur og hevði fleiri
ferðir fingið nýggj lán úr
USA til at rinda tey
elstu lánini aftur við.
Annars slapp Frei at
gjalda tá hann hevði ráð.
Slíkar semdir fekk
Allende-stjórnin ikki og
mátti hon tí undir at
rinda hesa ovurstóru
skuld aftur. (Hareide s.
133).
6. Í ávísum londum,
t.d. Fraklandi, eydnaðist
tað USA at fáa dóm fyri,
at hald skuldi verða lagt
Från vånster: General Cesar Mendoza, amiral T. Merino, genera
á allar chilenskar kopar-
lastir. Hetta gjørdi at
Chile misti týðandi
kundar. Aðrastaðni
eydnaðist norðurameri-
kansku koparfelegunum
at skapa so stórar
trupulleikar fyri kopar-
selunum, at tær illa nok
loystu seg. Hetta hendi
t.d. í Vesturtýsklandi
(Hareide s. 135).
Hetta vóru í stuttum
tey búskapartiltek, ið
kunnu dokumenterast í
eini handavending. Tey
raktu ell Chile meint, tí
tey forðaðu teimum íleg-
um og tí framleiðslu-
eking, sum var tann
avgerandi treytin fyri at
chilenski búskapurin
kundi yvirliva. Meinast
av øllum var kreditt-
steðgurin. Hann gjørdi
at allir eykalutir skuldu
gjaldast kontant. Hetta
maktaði Chile sjálvandi
ikki og tíð steðgaðu
tólini, so hvert sum okk-
urt gekk fyri. Sum demi
um hesa blokadu kann
nevnast, at í 1973 stóðu
30% av ellum bussum
stillir orsakað av terv-
andi eykalutum (Hareide
s. 134).
Vónandi hevur hetta
yvirlit víst lesaranum,
hverjar grundirnar vóru
tilat tað sosialistiska
Chile kom út í búskapar-
trupulleikar og vónandi
framgongur tað av hesi
gjegnumgongd, hver
er nærri sannleikanum í
hesum spurningi Óli
Breckmann ella undirrit-
aði.
Næstu ferð skal verða
greitt eitt sindur frá
teimum økonomisku og
sosialu fylgjunum av tí
búskaparligarpolitikki,
sum nú verður rikin í
Chile eftir reseptini hjá
økonomiskt politiska
skurgudi fólkafloks-
manna Milton Fried-
mann.