Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Feroyskt-Bretskt Fe- lag hevur havt fund við Hergeir Nielsen, lands- stýrismann, um post- og flogsambandið mill um Feroyar og Bret- land Nevndin í Feroysk- um-Bretskum Felag tók stig til fundin fyri m.a. at fáa greiði á, hvat landsstýrið hevur gjørt fyri at beta um postpakkasambandið millum londini bæði síðan á vári 1974. Tá hevði felagið samreður við táverandi lands- stýrismann, Finnboga Isaksen, um hetta mál. Finnbogi Isaksen boðaði í sínari tíð fe- lagnum frá, at treytin fyri einari loysn á mál- inum var fyrst og fremst eitt heilárs sam- band millum Feroyar og Bretland. Hetta samband var ikki tá, Rættarvernd undir sjúku Fimm limir í Norður- landa ráðnum, m.a. Er- lendur Patursson, hava lagt fram uppskot um, at spurningurin viðvíkjandi rættar- vernd undir sjúku og eðrum slíkum viður- skiftum eigur at verða kannaður og greiddur. Teir fimm uppskots- setararnir vísa á, at tá ein sjúkralega gerst drúgv, taka nógvir trupulleikar seg upp, sum ikki beinleiðis hava nakað samband við sjálva sjúkuna. Tað kann til demis vera talan um vernd av innbúgvi og eðrum ognum, gjald av trygg- ingum og eðrum fest- um gjøldum, umsiting av peningaogn og at skriva og lata inn sjålv- uppgåvuna. Onki av Noråurlond- unum hevur givið hes- um álvarsliga spurningi serligan ans, siga uppskotssetarar- nir. Teir mæla til, at Norðurlondini í felag loysa henda spurning, so nekulunda sama skipan kemur at galda í kring oyggjarnar Vilja hava betri postpakkasamband mill- um Feroyar og Bretland men, sigur nevndin í Feroyskum-Bretskum Felag, nú er tað í so stóran mun, hetta kann lata seg gera. So megu- leikarnir fyri einari loysn skuldu verið munandi sterri í dag. Nevndin í felagnum upplýsir, at hon á fund- inum við Hergeir Niel- sen bað hann heita á postmeistaran um at royna at fáa gongd á samráðingar millum postverkini í báðum londunum, sum eru neyðugar fyri at post- pakkasambandið skal batna. Hesum játtaði landsstýrismaðurin. Nevndin í Feroysk- um-Bretskum Felag er væl negd við fundin við Hergeir Nielsen. Hon heldur, at landsstýris- maðurin hevur víst bæði post- og flogmál- inum stóran ans. ellum londunum, skriv- ar tíðarritið Nordisk Kontakt. Koyrdu á hús og bil — rýmdu av staðnum Ein biltúrur hjá tveim- um fuglfirðingum fekk sunnumorgunin ein brådan enda. Å ovara veg, stutt frå komm- unuskrivstovuni, koyrdu teir í vinstru síðu, nakað uttarlaga, tí bilurin bar við eini hús og skræddi ein part av klædninginum av teimum. Beint eftir hetta rendi bilurin í gronina 6 einum eðrum, parkeraðum. Stoyturin var so harð- ur, at hesin fluttist 30 metrar aftureftir. Teir báðir menninir rýmdu av staðnum, men politiið tók teir heima við hús ein tíma seinni. Tann, sum koyrdi, er skuldsettur fyri spirtuskoyring. Hann slapp annars óskalaður frá hending- ini. Hin skarst í and- litið av framrútinum, sum brotnaði við stoyt- m. Argja skuli vigdur: Nr. 92 — 28. november 1979 Mentannarmiðdepul fyri alla bygdina Her er ikki bert tal- an um nýggjan skúla, men eisini um eina rammu til fjøltåttad virksemi fyri alla bygdina, segdu fleiri av reð- arunum í samband við skúlavígsluna á Argjum sunnu- dagin. Sunnudagin varð nýggi skúlin á Argjum vígdur av Eivindi Vilhelm, biskupi, og hervið er ein hugna- ligur og snotiligur skúli alment tikin í nýtslu. Við hesum bygningsverki hev- ur Argja bygd fingið ein mentunnarmiðdepul, sum avgjert má kennast sum ein fløvi og kærkomin bygdamiðsteð. Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Hergeir Niel- sen, var ein av teimum, sum hildu reðu. Hann vísti m.a. á munin gjøgn- um øldirnar, síðan teir sótu í stovuni hjá Getu Trónda og kendu í kristni til skúlan í dag við teim víðkaðu karmum um nútíðarundirvísingina. Krevur tol Í reðu síni segði lands- skúlastjórin, Ludvig Pet- ersen, m.a. at tað sum meira enn annað krevst í undirvísingini er tol og kærleiki yvirfyri næming- unum, kanska meira nú enn nakrantíð áður. Carl Erik Mortensen, bygdarráðsformaður, greiddi í reðu síni frá, at 27 ár vóru liðin síðani fyrsti skúlin varð bygdur á Argjum. 51 bern vóru tá í skúlanum, sum hevði eina stovu. Í dag eru átta vanligar skúlastovur og harafturat fimm serstov- ur, umframt fimleika- og svimjihøll. Bygdarráðsfor- maðurin upplýsti, at tað var byggifelagið Kanjon úr Klaksvík, sum hevur havt totalentreprisuna til skúlan, hvers samlaði kostnaður er 10 miljónir. Hann handaði at enda Mortani Dalsgarð, skúla- stjóra, skúlan, sum takkaði fyri álitið og vón- aði, at teir undir hesum nýggju og góðu umsteð- unum kundu skapa eina trygga rammu um ta skúling, sum her skuldi fara fram. Seinri um kveldið var borðhald fyri innbodnum, har mong hevdu orðið. Trivið varð í leyst og fast. Menn mintust aftur á gaml- ar dagar, um Argja bygd so lítil hon var, og tann vekstur har hevur verið tey seinastu árini, og vóru mong góð ynski borin fram til skúlan og bygdina sum heild. Fleiri av reð- arunum hevdu upp á mál, at hetta ikki bert var ein nýggjur skúli sum Argir hevði fingið, men eisini ein góð ramma um virk- semi til eitt fjøltåttad inni hald. Nýggjur barnagarður Herfyri kom Sosialurin við tíðindunum um, at ætl- anin er at keypa eini set- hús við Torfinsgetu í Havn og brúka tey til barnagarð. Ein av lesarun- um hevur spurt, hvat kommunan ætlar at gera við økid rundan um húsini — um tað skal nýtast til spælipláss. Tað er so, at stykkið beint eystanfyri húsini eigur Eyðfinn Ol- sen, meðan Prentarafelag- ið eigur stykkið niðanfyri, (fremst á myndini). Leivur Johannesen, for- maður í sosialu nevnd, sigur, at ætlanin er at taka upp samráðingar við Eyð- bjørn Olsen um at fáa býtt hansara stykkið við okkurt annað hjá komm- ununi, soleiðis, at spæli- pláss kemur at liggja beint eystanfyri húsini. Annars skal fíggjar- nevndin hjá Tórshavnar kommunu taka steðu til, um húsini skulu keypast til barnagarð. Sagt verður annars, at húsini eru væl egnað til barnagarð — og at pláss verður fyri umleið 50 barnum. varen TE —| ELL