Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Telefon- LV . o sjónleikurin AT VIT í Feroyum ynskja eina væl- virkandi telefon, ongantíð ov skjótt, er eingin ivi um. Hvussu hetta kann gerast, hevur eisini ligið greitt í fleiri ár, og hóast hetta hevur verið eitt landsáhugamál, hevur avgerðin ligið hjá Tórshavnar býráð. AT BYRÅDID í Havn hevur viðgjert hetta mál í slíkum álvara, sum tað hevði semt seg, er synd at siga. Ikki tí — málið hevur verið á skránni í tíð og úrtíð, og Telefonverk- ið hevur havt alla orsek at hildið at hetta skuldi enda við, at byggiloyvi varð givið. FYRI mánað síðani samtykti bý- ráðið ikki at geva loyvi til byggjan útfrá mest at kalla kenslubornum sjónarmiðum heldur enn útfrá byggi- samtyktini, sum galdandi er fyri kommununa. Í TÍLÍKUM málum er landsstýrið kærustovnur, og vendi telefonverkið sær tí til landsstýrið við málinum. Landsstýrið hevur síðani havt fund við býráðið, og varð tá boðað frá, at býráðið fór at taka málið uppaftur á einum komandi býráðsfundi. HESIN fundur var seinasta hós- kveld. Uppskot varð samtykt, sum álegði byggideild býráðsins saman við TFL at gera eitt uppskot til bygging á økinum eystanfyri verandi telelfonstød. SJALVANDI er at fegnast um, at byrådslimir nå taka hetta mål vid størri ålvara enn ådur og hava skilt, at hetta ikki stríðir ímóti byggisam- tyktini, sum galdandi er, heldur enn at adminisrera eina byggisamtykt eftir felilsum og einum gleðandi hjarta, sum ein av teimum tók til. HINVEGIN er at harmast um henda sjónleik, ávísir býráðslimir hava spælt nú í fleiri ár. Jú sanniliga — ein dýrur sjónleikur. Hvar vóru felilsini hjá býráðslimum tá teir góvu loyvi til klubba, losju, hotel, arbeiðsmannafelagshús ella bønhus? Tá hevdu vit ikki varhugan av, at tað fleyt yvir av kenslum um gomlu og hugnaligu býarmyndina. sosialurin Nr. 92 — 28. november 1979 Heðin Klein — royndarsteðin og landbúnaðarskúlin Aftursvar: Góði Heðin, tú skalt hava mína tekk fyri, at tú nýtir tína kneppu tíð sum lands- stýrismaður til alment at siga fólki frá, at jbm. í Sosialinum merkir Birgir Mohr á Sandi — vit báðir eru samdir um, at hetta hevur stóran týdning fyri Feroya fólk at vita. Álíkavæl haldi eg tað vera meira týdningar- mikið, at tú — sum eitt av fýra fólkavaldu umboðum Sandoyinga — nýtti hesa tíð til at siga okkum, hverja steðu tú hevur í málinum um royndarstød og landbúnaðarskúla og eisini vísa okkum á, hvat tú gert fyri at fáa henda stovn lagdan her í oynna, um tú er fyri hesum. Hóast bleðini hava verið á tremur um málið í seinastuni, so hevur mær kunnugt eingin av okkara fýra fólkavaldu úr Sand- oynni: Demmus Hentze, lands- stýrismaður Heðin Klein, lands- stýrismaður Hans Marius Joensen, løgtingsmadur Eyðun Viderø, løgtings- maður skrivað ella sagt eitt orð alment um, hverja steðu teir hava, enn minni argu- menterað fyri síni steðu. Eg havi fyrr skrivað og víst á meguleikan fyri at leggja hendan stovn í Sandoynni — á Dalsgarði í Skálavík, og Hanus í Mið- stovuni hevur fleiri ferðir skrivað og sagt alment, at hann metti hetta vera bestu loysnina. Hvat skuldi verið meira nátúrligt, enn at Sand- oynni ognaðist hendan stovn. Hvar í Feroyum finna vit meira landbúnað- arvinnu enn her? Bónda- garður er tekur til enda- málið, har til stórur, 11 merkur og 4 gyllin, og bóndin er fúsur til at sam- ráðast um málið. Fíggjar- nevnd legtingsins hevur ávíst Sandoynna í hesum sambandi. Og legmaður sigur — hóast aðra stødu- takan í landsstýrinum — at hann hevur verið fyri at lagt stovnin her. Burtursæð frá einari higartil fyri almenning- inum duldari steðutakan Heðin Kleins í landsstýri- sins gerðabók, so er ikki vet gjørt av okkara fólka- valdu úr Sandoynni fyri, at fáa hendan stovn lagd- an her. Hví skal steðu- takanin hjá Heðin Klein vera eitt dulsmál fyri al- menninginum? Vit hava í blødunum fingið at vita, hvussu Alti, Demmus og Dánjal Pauli hava atkvett í landsstýrinum? Qll skrivingin higartil í 14. september — málgagni Tjóðveldisfloksins og tíns — er ein argámenteran fyri Streymnesgarðinum? Av hesum skilur tú, at eg als ikki havi lopið á nakran bláma og heldur ikki bert gitt. Tað fram- gongur svart uppá hvítt, so ein kundi ikki koma til aðra niðursteðu. Lat meg skoyta uppí, at hevur tú í landsstýrinum atkvett fyri Dalsgarði, ella fyri at leggja stovnin í Sandoynni, so skalt tú hava mína tekk fyri tað, men meinar tú tað av hjarta, so sig okkum tína steðu alment, so vit ikki gita, og vís okkum tín stríðshuga fyri at rekka málinum. Tí stríðast má, um hetta skal rekkast. Higartil hevur tú lítið, fyri ikki at siga einki, víst, vit vita enn ikki tína steðu, hóast tú dagliga letur teg upp fyri bleðunum í eðrum málum, sum eisini rætt er. Er nakar veruligur vilji hjá okkara fólkavaldu um- boðum úr Sandoynni fyri hesum máli, so vísið tað í verki — fáið Føroya løg- ting at taka málið upp aftur einaferð enn og at- kveðið fyri, at hesin stovn- ur verður lagdur í Sandoy. Birgir Mohr Telefonmálið, mentunarlig armóð og landaskomm Á ferð í fýra heimspertum havi eg mangan tikið meg aftur í — Feroya vegna — at hugsa eins og farisearin á sinni, ið takkaði fyri, at hann ikki var so ringur sum hini, og soleiðis man mangur annar feroyingur eisini hava hugsað um feðilandið, tá hann burtur í londum hevur sæð og upplivað alla verðsins neyð og vesældóm bæði í sinni og skinni, og hevur takkað fyri, at hann átti ognarrætt í kergu klettun- um norðuri í illfjøskuta hávetursmyrkrinum, har tað í minninum andaliga altíð var hegt til loft og vítt til veggja, uttan mun til hvussu lítil smáttan enn kundi vera. Heimkomin finnur føroyingurin ikki altíð beinanvegin hugnaliga dreymalandið aftur, sum hann úti tráaði eftir — tíbetur kanska, tí vit, sum minnast trýatiárini, minnast eisini væl, at alt ikki var so gott tá heldur. Hesi fáu árini eru Feroyar, eins og t.d. Iran, lopnar so at siga úr miðeldini og beint inn í — um ikki atomeldina — so í hvussu er heilt upp á mánan ella til aðrar fylgisveinar, sum hjálpa serkena sjófólki okkara at halda rettu kós- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. ina kring knettin. Hin tekniski og vísinda- ligi parturin á sjógvi og landi er á mongum økjum ikki hjá okkum at skamm- ast yvir, um vit annars framvegis hava tamarhald á honum; men eyðkent fyri tilafturskomin lond í knappligari menning tykist vera, at myndug- leikarnir og umsitingin hava so nógv um at vera í navni framburðsins, at neyðugt hald av sálini ella teirra megi, sum ímyndar grundarlagið undir sjálv- ari menningini, verður skúgvað til viks, og tað antin hetta er galdandi fyri einstaklingin ella fyri tjóðina sum heild. Ilt er at siga, hverjir lutirnir í hesum ósjónliga steðinum hava stersta tydningin — ábyrgdar- kensla, næstakærleiki, kristni, kvæði ella kanska bert vanligt umhugsni og rekiskapur ella hverjar dygdirnar annars kunnu vera — list og umhvervis- alskur ikki at forgloyma. Tað ber væl til at loka seg inni í einum rúmdarfari uppi undir hválvinum ella í einari bumbutryggari betongholu langt undir jørd, umgird við øllum teim hentleikum, sum stokkuta stund kunnu gera lívið lætt og listiligt í góðgæti og yvirflóð av ellum tí, peningur og teknikkur kann formåa; men so er tad, at frum- trøllid stingur seg undan kavi og krevur uppaftur meira — bædi fyri eygu og oyru og allar sansir, og verdur kravid ikki eftirlik- ad, gerast vit antin dølsk burturav ella missa vitið. Í Feroyum hevur tað mentunarliga — sum eisini rættast man vera — mest hvilt å einstakling- inum, vid lutvisum ispræningum frå ti almenna til studul av ymiskum tiltøkum, sum hava verid sett i verk — føroyum til gledi og gagn, eisini listafolki Føroya, sum kanska i summum førum krndu ynskt sær betur umstødur at arbeitt undir, men valla meira åhugadan åskodara, lurtara og lesara enn føroyingin. I mun til fólkatalið munnu vit eiga mestu listafólkini í heim- inum — mong teirra langt yvir meðal og summi so framúrskarandi, at tey eru við at verða ella eru vorðin heimskend, eitt nú William Heinesen, sum vit ell í stundini brásint kanna okkum sum feroy- ing, tá hann í útlendskum bleðum verður nevndur sum danskur rithevundi. Kemur ókunnufólk á land í Feroyum, vita tey ikki altíð, hvussu oyggja- landi eitur: men Tórshavn, Tinganes og William Heinesen kennna tey øll, og nærkast tey gomlu Havnini, har leikir fóru fram, fáa tey mest sum eitt hátíðarligt yvir- brá, júst sum Shake- speare-fans hjá hinum Williami í Stratford-on- Avon, børn í øllum aldri i småttu H.C. Andersens i Odense, ferðafólk i Wien, har hvert fótafet tónleika- skaldanna er skrásett næstan sum halgidómar, ella hann verður hugtikin eins og ein vanligur feroy- ingur, sum vitjar í Íslandi, Framhald á síðu 44 £ | þ þa ER SEINN