mikudagur 28. november 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÉN
P
i
ar-
mið
Jóannes Dalsgaard, ég
deildarleiðari
Hví fall Allende?
sosialurin
STATENS UDGIFTER TIL
UDDANNELSE
|-- } ALLENDE ' JUNTA
— eitt dokumenterað aftursvar til Ola Breckmann II
Vit hava nú sæð hvussu
royndirnar hjá vinstra-
stjórn Allendes at fera
ein aktivan og fólks-
gagnligan búskaparpoli-
tikk vóru saboteraðar av
chilenska miðalklassan-
um, útlendskum mono-
polfyritøkum og USA.
Vit skulu nú síggja
hvussu steðan er í Chile í
dag — tí Chile, sum sam-
bært greinskriving Óla
Breckmanns í Dagblað-
num er farið at blóma
búskaparliga. Henda
blóming kemur av, at
fascistiska diktaturið
hjá Pinochet hevur latið
alla búskaparliga plan-
legging og fyriskipan
uppí hendurnar á Chi-
cago-økonominum Milt-
on Friedmann og hans-
ara búskaparligu læru-
sveinum (Dagblaðið 5/10
og 31/10-79)
Keldurnar til henda
partin av aftursvarinum
til Óla Breckmann eru
bóklingurin Chilenske
bern under fascismen og
blaðið Chile informatión
nr. 9.1979, samt Kriste-
ligt Dagblad fyri aðru
viku av oktober. Hesar
keldur byggja mest á
upplýsingar frá Chilen-
sku kirkjuni, ið er einasti
ikki-fascistiski stovnur,
sum sleppur at virka
toluliga óantastaður í
dagsins Chile.
Fyrst eitt sindur um
endamálið við búskapar-
politikkinum hjá Fried-
mann í Chile: Endamálið
er fullkomiðliga at end-
urreisa harrademið hjá
chilenska og útlendska
stórkapitalinum, at av-
taka nationaliseringar-
nar og leggja alt nátt-
úruríkidomið hjá Chile í
hendurnar á privatum.
Eisini er endamálið at
avtaka alla ta jarðarlóg-
gávu, sum fyri fyrstu
ferð í Chiles segu hevur
givið fjøldini úti á lands-
bygdini eina toluliga til-
veru. Tað má viðgangast
fult út, at hesin politikk-
ur er eydnaður og tað er
mikið meguligt, at hann
sum Óli Breckmann
sigur hevur fert til, at
Chile nú er ført fyri at
kappast við Japan og
Vesturtýskland, men
tær sosialu og búskapar-
ligu fylgjurnar av hesum
politikki hava verið og
eru ræðuligar. Hetta
skal verða víst við nekr-
um demum:
Sambært upplýsing-
um frá Solidaritets-
stovni kirkjunnar koma
40% av ellum chiiensk-
um bernum frá heimum,
har tað er arbeiðsloysi,
ella har forsyrgjarin bert
hevur arbeiði við hvert
ella hoyrir til tey alra-
lægst lentu.
Av hesum bernum eru
61,5% undirernerd og
20% av hesum eru bein-
leiðis svøltandi. Sum
demi verður nevnt, at
sett varð á stovn eitt
sanatorium fyri
hungrandi bern. Frá tí
letu at bernini vóru út-
vald til sanatoriið kundi
taka tey fyrstu 20 inn
gekk ein mánaður. Í
hesum tíðarskeiði doyðu
9 av børnunum í hungri.
Stórir flokkar av bern-
um reika um landið sum
biddarar, kriminell ella
eru noydd út í skekju-
levnað, sigur katólska
kirkjan. Í 1977 vóru
30.653 heimleys bern
tikin upp á getunum í
Santiago. Av hesum
vóru 65% millum 8 og 13
ár.
Eftir uppskoti frá
Friedmann skal so nógv
sum møguligt av øllum
almennum virksemi yvir
á privatar hendur.
Hetta hevur fert til
egiligar niðurskurðar
innan heilsuverk og
skúlaskap. T.d. eru út-
reiðslurnar til heilsu-
verkið skornar so nógv
niður, at tær í dag bert
eru 145 mill. dollars móti
353 mill. í t.d. 1970. Nú
skal gjaldast fyri alla
sjúkrahús-, lækna- og
jarðameðurhjálp, heilsu-
miðsteðirnar í fátækra-
býlingunum eru niður-
lagdar og skipanin við
ókeypis mjólk til børn og
barnakonur er avtikin.
Niðurskurðarnir til
skúlaskapin eru so um-
fatandi, at 40% av øllum
børnum noyðast út úr
skúlanum aftaná 4.
skúlaár. Øll víðari út-
búgving er latin yvir á
privatar hendur og skal
gjaldast fyri hana. Hetta
ger, at bern, sum ikki
beinleiðis koma úr rík-
mannaheimum hava
yvirhevur ongan megu-
leika at fáa hægri út-
búgving. Men ikki nokk
við tað: fyri stuttum
upplýsti sjálvur Pino-
chet, at tað skjótt verður
skipað so, at eisini fólka-
skúlin skal verða goldin
av foreldrunum og verð-
ur skúlagongd
yvirhevur tá bert fyri
tey vælbjargaðu.
Húsa og íbúðarbygg-
ingin, ið var ein hin best
eydnaði partur av bú-
skaparpolitikki Allendes
er nú øll á reint privatum
hondum. Hetta merkir,
at tað ikki longur verða
bygdar sosialar og
almannagagnligar íbúðir
og húsaneyðin er sterri
enn nakrantíð.
Steðan hjá
arbeiðarafjeldini
Formulin hjá Friedmann
er, at gera Chile matt-
ligt fyri tær multi-
nationalu risafyritøkur-
nar. Hetta gerst best við
at knasa fakfeløgini og
harvid kroysta lønirnar
nidur i botn. Hetta er ti-
verri eydnast til fullnar,
sum tad framgongur av
hjåstandandi talvu. Sum
tað sæst eru lenirnar
lægri í 1976 enn í 1970
mált í 1969-prísum.
Arbeiðsmannalenir í
Chile um mánaðin (uppi í
hesum yvirliti er ikki
roknað lenin hjá teim
allralægst lentu, men
hon er í letuni 826 pesos
(22 dollars) um mánaðin.
(i 1969 priser) 1000 pesos
1970 2.676
1971 4565
1972 4.116
1973 2.886
1974 3.229
1975 2.429
1976 1.920
Kelda Chile informa-
tion 9/9-79
Arbeiðsloysið er sterri
enn nakrantíð í nýggjari
tíð heili 20%.
Í hesum greinum havi eg
við vilja ikki viðgjert tey
politisku viðurskiftini í
Chile, men mest hildið
meg til teir búskaparligu
spurningarnar.
Tá Óli Breckmann tó í
síni grein 5/10-79 roynir
at fáa tað at síggja út
sum tey politisku viður-
skiftini í Chile eru batn-
andi, skal bert verða
nevnt, at vesturlendsk
blød við góðum keldum í
Chile, t.d. Kristeligt
Dagblad, í oktober kundi
upplýsa, at politiska
kúgingin stendur við, og
valdsgerðirnar eru eins
ræðuligar og áður. Held-
ur er steðan versnað, við
tað at juntain hjá Pino-
chet nú letur bern tor-
tera. Hetta eru bern hjá
foreldrum, sum eru
undir illgruna fyri polit-
iskt virksemi.
2500 fólk eru fram-
vegis horvin, og talið á
politiskum fangum er
framvegis høgt -
hvussu høgt er ilt at
siga, ti nógv politiskt
virksemi verður nú mett
sum kriminelt. Tí verða
nógvir politiskir fangar
nú registreraðir sum
kriminellir.
Niðursteða
Eftir er nú ein spurn-
ingur, sum > lesarar,
veljarar og demokratiskt
sinnað fólk kring alt
Føroya land hevur sett
sær sjålvum tann scin-
asta mánaðin: Hvat
kann ein út frá Dagblað-
sin skriving um Chile
útleiða um Fólkafloksins
steðu til heilt grund-
leggjandi samfelagslig-
ar, moralskar og stýris-
skipanarligar spurning-
ar í føroyska sam-
felagnum?
Eg fari til seinast i
hesi grein at royna at
svara hesum spurningi.:
Ég fari at gera mína
niðursteðu fult og heilt
út frá tí, sum Dagblaðið
hevur skrivað um Chile.
Dagblaðsins | skriving
um hetta mál hevur
verið kontant og opin-
skárað, tað er eingin
grund til at snara
nekrum á ella leggja
nakað afturat. Tað kann
tykjast órættvíst út frá
Dagblaðsins skriving at
gera eina niðursteðu um
Fólkaflokkin. Ein má
vóna, at nakrir fólka-
floksmenn, eisini ting-
menn, ikki taka undir
við hesi skriving. Eftir-
sum hesir tó ikki hava
latið við seg komið, má
tað vera rímiligt at gera
hesa niðursteðu.
Henda meting fevnir
um 1) Fólkafloksins
steðu til tann sosiala
spurningin, 2)
Fólkafloksins steðu til
innlendskt vinnulív mót-
vegis útlendskum risa-
monopolum, 3) Fólka-
floksins steðu til okkara
demokratisku stýris-
skipan og 4) Fólkaflok-
sins trúverdigheit, hvat
viðvíkur principiellum
tjóðskaparspurningum.
1) Út frá Dagblaðsins
skriving um Chile kann
ein gera ta niðursteðu, at
Fólkaflokkurin styðjar
ein politikk, sum —
ímóti fólksins vilja —
tekur steðið undan teim-
um sosialu hevuðskrev-
um — einum sámuligum
undirvisingarstigi, ein-
ari dyggari sjúkrarekt,
trygd fyri bern, trygd
fyri gomul, trygd fyri
sjúk og á annan hátt illa
fyrikomin — sum verða
sett til eitt líkinda sam-
felag.
2) Sum dokumenterað
í hesi grein, stuðlaði
Allende-stjórnin tí inn-
lendska vinnulívinum
ímóti at verða kevt ella
kollrent av útlendskum
risamonopolum. Mót-
vegis hesum politikki
hevur Pinochet-juntain
— aftur ímóti fólksins
mandati — givið útlend-
sku risamonopolunum
fríar teymar. At tað
verða innlendskar fyri-
tekur og handilsmenn,
sum lúta í hesi kapping,
er greitt og prógvað.
Fólkaflokkurin tekur
undir við hesum seinna
politikkinum. Tað skuldi
ikki verið torfert út frá
hesum hjá tjóðskapar-
hugaðum feroyingum og
fólki, ið ynskir at styðja
feroyskan ídnað og
feroyskt privat initiativ
ut fra hesum at
ig Fólk
KK sum ø
oyskum vinr sm
um
3) Hvat ið viðvíkir
Fólkafloksins steðu til
okkara demokratisku
stýrisskipan, so er um
hetta at siga, at annað-
hvert heldur tú tær
demokratisku spæliregl-
urnar, ella gert tú tað
ikki, her er eingin mill-
umvegur. Tú kanst ikki i
fyrsta viðbragdi kalla
teg demokrat og í eðrum
viðbragdi fegnast um, at
ein demokratiskt vald
stjórn verður kollrend og
ein demokratiskt valdur
forseti skotin. ANNAÐ-
HVORT gongur tú undir
ta treyt, at tann sosialt-
tjóðskaparligi, vinnu-
lívsstimbrandi politikk-
urin hjá Allende verður
settur í verk, við fólk-
sins mandati og kallar
teg demokrat. ELLA
styðjar tú tað, at tann
antin-sosiali og anmti-
nationali politikkurin
hjá Pinochet verður
settur í verk, ímóti fólk-
sins mandati — og er
ikki demokratur.
4) Allende og stjórn
hansara vórðu feld av
monnum, sum vóru til
reiðar at seta ynskini og
gagnið hjá chilendska
fólkinum til viks til fyri-
mun fyri ynskini og
áhugamálini hjá risafyri-
tekum i einum
fremmandum, figginda-
liga sinnaðum landi. Í
seinasta parti av endur-
minningum sínum kallar
chilenski yrkjarin Pablo
Neruda hesar menn fyri
»landasvikjarar«. Hetta
er ein rett og saklig
meting. Pinochet og
hansara menn vóru og
eru landasvikjarar —
eins og t.d. Quisling var
tað. Teir sviku chilenska
fólkið, chilenska demo-
kratiið og chilenska
vinnulívið. Hverja niður-
steðu ein út frá tí, at
Fólkaflokkurin fegnast
um slíkar menn, kann
gera sær um Fólkaflokk-
sins demokratiska og
nationala stirðil í fer-
oyska samfelagnum, ja,
hetta liggur so beint fyri
fótunum, at eg haldi,
lesarin dugir at leggja
tvey og tvey saman
uttan mína hjálp.
Jóannes Dalsgaard
Tveroyri
Síða 7