mikudagur 28. november 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 — 28. november 1979
sosialurin
Ætlar at dyrka blóm-
ur, kålplantur og
agurkur
Olavur Patursson hevur góðar vónir, og heldur at tiltakið
er figgjarliga forsvarligt, men tað helt Menningargrunn-
urin ikki
— Eg rokni avgjert
við, at vakstrarhús-
ið kann bera seg,
men so skal eisini
arbeiðast, sigur
Ólavur Patursson,
sum rekur Urta-
garðin í Kirkjube.
Ólavur Patursson hevur
júst bygt eitt vakstrarhús
í Kirkjube fyri útvið
hálvaaðru millión kr. Í
vakstrarhúsinum ætlar
hann at framleiða vanlig
blómusleg, kálplantur og
meguliga agurkur.
Hóast alt húsið ikki er
liðugt gjert enn, varð tað
tikið í brúk seinast í
august og í næst síðstu
viku vórðu tær fyrstu
planturnar seldar út úr
húsinum.
Tær vórðu seldar til
Havnar og út á bygd.
Ólavur sigur, at áhugin
fyri at keypa feroyskt
framleiddar plantur er
stórur allastaðni í Feroy-
um.
Umframt at reka
vakstrarhúsið, fæst
Ólavur eisini við at gera
tað írestandi av húsinum
liðugt. Til várs roknar
hann við, at alt húsið er
fult og so kann hann bara
hugsa um sjálva
framleiðsluna.
Útbúgving úr
Noregi
Ólavur, sum er í tjúgun-
um, hevur lært til
gartnarí-teknikkara í
Noregi. Útbúgvingina
hevur hann av tveimum
skúlum, umframt at hann
hevur arbeitt á fleiri
gartnaríum ymsastaðni í
Noregi. Tilsamans tók út-
búgvingin honum fimm
ár.
Annars hevur Ólavur
fingist við urtagarðsbrúk
frá tí fyrsta. Familjan hjá
honum hevur havt tvey
smærri vakstrarhús í
Kirkjube síðan undir kríg-
num, tá tey m.a. fram-
leiddu tomatir.
— So tomatir eru fram-
leiddar í Føroyum, áðrenn
vakstrarhúsið í Hoyvík
fór at framleiða tomatir.
Tað vóru serliga teir
bretsku hermenninir, sum
keyptu tomatirnar, sigur
Ólavur, sum annars upp-
lýsir, at í fimtiárunum
vórðu agurkur eisini fram-
leiddar í Feroyum. Tað
var Thorvald Poulsen,
gartnari í Havn, sum
framleiddi tær.
Í Kirkjube góvust tey
við at framleiða tomatir
nakað eftir kríggið. Tað
loysti seg ikki. Í staðin
vórðu rósur framleiddar.
Hesi vakstrarhúsini eru
tikin niður í samband við
byggingina av hesum
nýggja húsinum. Tey vóru
ótíðarhóskandi og kravdu
nógva orku.
Einki úr Menning-
argrunninum
Afturkomin úr Noregi
starvadist —Olavur í
vakstrarhúsinum í
Hoyvík.
Sjálvur hugsaði hann
um at fara undir egna
vakstrarhúsframleiðslu,
men tær góðu royndirnar í
Hoyvík skundaðu undir
ætlanina.
Tað er hálvt triðja ár
síðan hann fór undir at
fyrireika byggingina.
Hann sekti Feroya Jarð-
arráð og Menningargrunn-
in um fígging.
Jarðarráðið læt 60% av
kostnaðinum í lagaligum
lánum, meðan Menningar-
grunnurin ikki læt nakað
við tí grundgeving, at til-
takið ikki var fíggjarliga
forsvarligt.
Men hesa fatan hevur
Ólavur sjálvandi ikki.
Tverturímóti heldur hann,
at vakstrarhúsið kann
bera seg fíggjarliga, lena
honum og meguliga einum
starvsfólki afturat.
Av restini hevur Ólavur
sjálvur figgja helvtina,
meðan fyritskan, sum
hevur latið húsið, hevur
fíggjað hini 20 prosentini.
Tær árligu
útreiðslurnar til rentur og
avdreg fara at liggja um
Ólavur Patursson greiðir frá taðingar- og vatningarútbúnaðinum
150.000 kr. V.ø.o.
nógv framleidast.
Akkuråt hvussu stérur
umsetningurin verður,
dugir Ólavur ikki at siga í
letuni, tí framleiðslu-
ætlaninar eru broyttar, frá
ti hann gjørdi upprunaligu
útrokningarnar.
skal
Oljuprísurin
ávirkaður
Hetta kemst av teimum
hækkandi oljuprísunum.
Teir eru tvífaldaðir, síðan
Ólavur gjerdi útrokning-
arnar. Ein avleiðing av
hesum verður, at Ólavur
fer at skerja ta ætlaðu
agurku-framleiðsluna.
Tó ætlar hann ikki heilt
at sleppa agurkunum,
men ætlar. at framleiða
agurkur teir heitastu
summarmánaðirnar fyri
at brúka sum minst av
orku. Orkunýtslan er ann-
ars stór. Tann árliga olju-
nýtslan er mett til 70.000
litrar.
Annars fer Ólavur undir
vanliga blómuframleiðslu
og komandi vár fer hann
undir at framleiða kål-
plantur — blómkál, hvítt-
kál, spískkál og salathevd.
Í letuni starvast Ólavur
einsamallur, men tá húsið
er liðugt, ætlar hann at fáa
sær eitt hjálparfólk, um-
framt aðra hjálp, tá nógv
er at gera.
Plásssparandi borð
Sjálvt vakstrarhúsið er
býtt upp í tríggjar partar.
Harafturat kemur eitt
arbeiðs- og fýrrúm mið-
skeiðis í húsinum.
Útbúnaðurin er tann
mest framkomni á mark-
naðinum. Soleiðis hevur
húsið sjálvvirkandi
taðingar- og vatningarút-
búnað, sjálvvirkandi hita-
útbúnað, myrkaleggingar-
gardinur o.s.fr.
Sjálvar planturnar
standa á borðum, sum eru
á rullum. Hesi spara eini
20 pst. av gólvplássi, við
tað at tað slepst undan
miðgongum. Á borðunum,
sum hava máttir í botnin-
um, eru vatningarslangur
við smáum frárenslum.
Vatnið fer út um máttir-
nar og verður síðani sogið
upp av plantunum.
# >
+
Ólavur Patursson vísir fram jolastjørnurnar
Neyv hitastyring
Hitaútbúnaðurin er
skipaður soleiðis, at olju-
fýringin slóknar, tá sólin
hitar nóg mikið.
Verður ov heitt inni,
fara lúkurnar undir men-
uni upp. Fyri at spara
mest meguligt, tendrar
oljufýrið ikki, fyrrenn lúk-
urnar eru aftur. Og lúkur-
nar fara ikki upp, fyrrenn
oljufýrið er slóknað. Í erva
stýrir ein fotosella hita-
skipanini millum dag og
nátt.
Tann eini parturin
hevur ljósar gardinur,
sum við elmegi kunnu
trekkjast fyri. Hesar
halda væl hitanum. Í tí
eina partinum eru myrka-
leggingargardinur. Hesar
verða brúktar til tey
blómusleg, sum skulu
hava langa nátt og
stuttan dag undir
vekstrinum. Hesar
gardinurnar kunnu eisini
býta partin upp í trý.
Í arbeiðsrúminum er
eitt kuldarúm, har teir
plantaðu leykirnir standa í
tí tíðarskeiðinum, teir
skulu hava tað kalt — úr
14 upp í 20 vikur. Í letuni
standa einir 40.000 leykir
har. Við kuldarúminum
ber til at stýra blómingar-
tíðini hjá plantunum.
Stórur áhugi
Hóast nógv verður inn-
flutt av útlendskum plant-
um, heldur Ólavur, at
áhugin fyri at keypa
føroyskt framleiddar
plantur er stórur alla-
staðni i Føroyum.
Tað eru nú fleiri
vakstrarhús í Feroyum.
Ólavur heldur, at tað er av
stórum týdningi, at hesi
kunnu samarbeiða fyri at
økja føroysku framleiðsl-
una, og fyri at kunna styra
framleiðsluni, hóast hann
eisini heldur, at tad er
sunt við eini kapping, um
marknaðurin er til staðar.
Ikki tomatir
— Nú hava vit hoyrt so
nógv um feroyskar tomat-
ir, men ætlar tú at fara
undir at dyrka tomatir?
— Eg havi ikki ætlað
tað. Nú framleiðir Kári á
Lofti í Sandavági tomatir
og ætli eg mær at lata
hann framleiða tær. Har-
afturat dámar mær betur
at fáast við agurkur.
— Vakstrarhúsið í
Sandavågi framleiðir eini
10 tons av tomatum ár-
liga. Feroyska brúkið er
eini 80 tons. Kundi so ikki
meira verið framleitt í
Feroyum?
— Kári á Lofti hevur í
samreðu víst á, at vit
helst ikki skulu framleiða
meira í Feroyum, men eg
eri ikki samdur við honum
í hesum. Eg meti, at vit
kundu framleitt góða
helvt av feroyska brúkin-
um í Feroyum. Feroysku
tomatirnar hava ein góðan
prís og er Kári á Lofti
bangin fyri, at prísurin fer
at minka á tomatunum,
um meira kemur á markn-
aðin. Eg trúgvi ikki, at ein
hægri prísur á teimum
feroysku tomatunum
kann halda í longdini, og tí
meini eg ikki, at ein sterri
framleiðsla fer at órógva
prísin.
Fáa toll og eyka-
gjeld aftur
— Hvussu eru tit annars
fyri í mun til vakstrarhús
aðrastaðni?
— Hjá denum er oljan
bíligari, við tað at danskir
gartnarar fáa toll og eyka-
gjeld afturgoldin í ein
vissan mun. Tað gera vit
ikki.
— Ikki tí at eg haldi, at
vit skulu koyra við studn-
ingi, men afturímóti skulu
klára okkum við góðari
dygd.
— Er tollur á ráveruni?
— Tað er eisini tollur á
ráveruni, sum vit kundu
sloppið undan. So vóru vit
eisini meira kappingar-
førir við teir útlendsku
framleiðararnar. Men eg
vil tó siga, at eg slapp
undan at gjalda toll av
sjálvum húsinum, sigur
Ólavur Patursson at enda.