Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 150 fólk mintust list — Hetta var ein frá- lík leta — ein hugnalig og stór leta. Orð, sum fullu, tá minnis- framsýningin um lista- mannin Jógvan Waag- stein læt upp leygardagin við hornblástri, kórsangi og avdúking av eini skurð- mynd. Tað er Listafelag Fer- oya, sum hevur skipað fyri framsýningini. Á fram- sýningini, sum er opin hesa vikuna og viðurskift- ið við, eru einir 50 máln- ingar. Hesir skulu vísa listina hjá einum av okk- ara fyrstu listamonnum. Í sambandi við fram- sýningina spældi Havnar Hornorkestur leg eftir Jógvan Waagstein, meðan kór úr Streymoynni, Eysturoynni og Vágum sungu sangir og sálmar, sum hann hevur sett leg til. sosialurin Nr. 92 — 28. november 1979 Undir hátíðarhaldinum avdúkaði Fridtjof Joen- sen, listamaður, og Leif Waagstein, ið helt eina stutta takkarreðu, . eina skurðmynd av listamann- inum. Hesin frálíki relieff- urin er givin av tónleika- áhugaðum, sum hava sett sær fyri at minnast fer- oyskar lagsmiðir við eini mynd. Tiltakið uppi í Lista- skálanum eydnaðist stak væl. Eini 150 fólk vóru komin saman til hátíðar- haldið, umframt teir hundrað kórsangararnar. Í samband við framsýn- ingina hevur listafelagið gjert eitt skreythefti við nekrum tekningum og fýra litmyndum av máln- ingum. Regin í Sandagerði hevur skrivað nakrar hug- leiðingar um Waagstein, samtíð og samtíðarmenn hansara. Waagstein- onsertirnar Sunnudagin h. 25. í hes- um vórðu tær nógv um- reddu Waagstein-kon- sertirnar hildnar, til minnis um 100-ára feðingardag tónaskald- sins í ár. Og lat tað verða sagt beinanvegin, at tað var á ein sera verdugan hátt at fyriskipararnir hevdu framt hetta til- tak, á ein hátt sum væl semir seg einum fólki, við einari so djúpari og álvarsamari sangtradi- tión, sum teirri føroysku. Vit kunnu bert hugsa um, hvat sangurin hevði at týða fyri forfedrar okkara, bæði á havinum og í bakkanum, og legini til nógvar av hesum sálmum hevur Waagstein, vid undangonguarbeidi sin- um fyrst i hesi øld, fest å band og blad og harvið bjargað frá gloymsku. Lutur hansara verður ikki minni, um hugsað verður um tær truplu umsteður, hann arbeiddi undir, bæði hvat ferðing og uppteku og upptekn- ing viðvíkur Tá tú, eftir at hava verið til hesar báðar kon- sertirnar, er komin aftur í kvirruna og líkasum steingir av frá tí, sum er uttan um teg, og letur ávirkanina frá hesum songletum fáa loyvi at festa seg, tá verður tær við eitt greitt, hvat fyri ómetaligan dýrgrip Waagstein hevur lagt eftir seg í tónleikinum. Vit hava kanska ikki hugsað um tað fyrr, sjálvt um vit við so mong hevi hava nýtt log hansara. Tað hava verið løg, sum eru yndisligar náttúrulýsingar og kær- leikslýsingar, leg til eggjandi fosturlands- og ítróttarsangir, leg til teir sálmar sum fyri feroyingar hevdu, og framvegis fyri ein part hava stórt átrúnarligt og mentunnarligt virði. Men tað hevur oftast verið einsæris, at vit hava nýtt hesi leg. Nú fingu vit so nógv undir einum, at vit ásanna, at tað er ein stórur dýr- gripur. Tann fyrra konsertin varð hildin í Vesturkirkj- uni, og var halgað tí parti av tónlistaverks- arbeiði Waagsteins, ið snýr seg um sálmarnar, um tey leg hann hevur uppteknað og harmoni- serað. Í formælinum til »Gomul feroysk sálma- løg«, útgivið í 1931, sigur Waagstein m.a.: — Hava hesi gomlu sálmaleg verið ment at bera fólk okkara uppi, bæði í góðum og ringum tíðum, so megna tey iva- leyst eisini á okkara dog- um at bera lovsangin fram. Nógvir eru teir føroyingar, sum skilja hetta, og undarligt skuldi tað verið, um teir feroyingar, sum minnast takkarsongin frá bátun- um, bæði á út- og heim- ferð, kundu gloymt henda sið. Okkara for- fedrar bóru altíð sangin fram, bæði í gleði og sorg... Tann siðurin er farin, men legini, og harvið mentunnararvurin, er varðveittur. Konsertin byrjaði við at felagskórið, sum fevndi um Kristiliga sangkórið, Havnarkórið og luttakarar aðrastaðni frá úr Streymoynni, Eysturoynni og Vág- oynni, unisont sangt sålminin »Av himni kom ein einglaherur«. Annars var konsertin bytt i tveir partar, har Jóannes Nolsøe stjórnaði fyrru helvt og Ólavur Hátún seinnu helvt. Úr fyrru helvt kann verða nevndur ein sig- urssálmur sum »Hægst- ur heilagur — Andi«, hugtakandi framborið av einum vælmannadum kóri, ella vit kunnu nevna benarsálmin >Úr neydardypi, Gud til tin«, har umframt kórið, eisini Tórshavnar Musikkskúli tók lut. Veruliga kenslu- borið. Tað var eins og tú varð varur við bátin, sum við ljódligum ára- tekum, í náttarmyrkrin- um, tók seg út av fjørd- inum, meðan manningin sang benarsálmin. Í seinna parti hoyrdu vit m.a. tann yndisliga kveldar- og gravferðar- sálmin >Dagur seinkar, setur sóla. Í seinastu framførslu tók eisini Musikkskúlin lut, í sálm- ' legstunga i >Útróðrar- inum »Eg vil minum/ maðurine, Harra prisa«. Seinna konsertin varð hildin um kveldið í hell- ini á Læraraskúlanum. Her fingu vit at hoyra ein part av ellum hinum, sum Waagstein, um- framt sálmaleg, hevur gjørt. Tað vil vera ógjerligt, og eru í grundini eisini óneyðugt, at fara út í æsir við hesum. Eitt slíkt ummæli skal líka so gjarna skiljast sum eitt takklæti frá einari hug- tiknari áhoyrarafjeld. Men vit kunnu nevna, at tað byrjaði við, at Havnar Hornorkestur við Ova Olsen, spældi amann KO tvær pottpuriir og at enda >Tíðin rennur sum streymur í å«. So helt skråin fram, og har komu. so allir okk- ara kenu menn innan kórleiðslu, ein fyri ein fram og stjórnaði kórin- um: Jóannes Nolsee, Símun Nónklett, Hans E. í Brekkunum, Ólavur Hátún, Eyðun Serensen og Herluf Bertelsen. Einreddan og tvíreddan sang fingu vit eisini, og vit hoyrdu hvussu framúrskarandi Waagstein hevur dugað at fingið tær ymisku hugvekingarnar fram: tað summarsliga og lætta í sanginum >Hann rann sær kátur upp um heyg«, sum Kristina Vesturklett og Gunvør Poulsen sungu, tad for- har Simun Nónklett var solistur, tað romantiska, lyriska í »Aarbylgjan«, sum Volker Behrens sang, og tað trøllsliga, dapra í >Á halgum nåttartima«, sum Sanna Waagstein Johansen sang vid sini yndisligu sopranrødd. Brummukórið skapaði her ta rettu hugveking- ina. Næstseinasti sangur á skránni var »Dimmi« ella >Nú nemur nåttin við smæru«, sum Herluf Berthelsen stjórnaði. Hesin sangur, yrktur av Chr. Matras, eigur sítt serliga pláss í hjørtum okkara. Ein tílík innlivan í sjálvan náttúr- unar andadrátt, sum teirru yrkjarin her av- dúkar, er sjáldsom, og líka framúrskarandi hevur Waagstein evnað lagið til. Hetta er full- kominleiki, sum fær ein til at hugsa um Schu- bert og hansara Lieder, har hann er bestur. Bæði kór og kórleiðari løgdu her allar kenslur í fram- førsluna, og vit kendu okkum borin á sanganna veingjum. At enda varð framferd Olavsøkukantatan, eitt samstarv millum Edward Mitens og Waagstein, sum hevði sína frumframferslu í 1930. Volker Behrens var solistur, hann er góður tenorur, og hjá honum eydnast tað altíð væl. Eitt tjóðskaparligt epos er hetta verkið, ein stór ogn. Ein kann ikki enda eina umreðu, uttan at koma til teir, sum standa aftanfyri tiltakið. Eina stóra tekk hava teir uppiborið. Tá tú situr sum áhoyrari, og sær og hoyrir alt eydnast væl, tá sær tað jú einfalt út. Men aftanfyri liggja tung tek. Einans stórur tokki til tónleikin fær menn at fara undir eitt tílíkt risaarbeiði, tí eiga teir tekkina uppiborna, bæði leiðarar og luttak- andi frá bygd og bý. N.J. Nolsøe