Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1979síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 92 — 28. november 1979 Síða 15 Hálvdagsstarv á dómaraskriv- stovuni Á dómaraskrivstovuni er hálvdagsstarv sum skrivstovufólk leyst at søkja frå 1. januar 1980 vid arbeidstid seinrapartin å degi. Løn sambært såttmåla millum HK og figgjar- málaráðið. Umsóknir við avritum av prógvum og møgu- ligum viðmælum verða at senda sorinskrivar- anum, postbox 24, 3800 Tórshavn, áðrenn 10. Kunngerð frá S.E.V. til allar ravmagnsbrukarar í Føroyum Sambært kunngerð frá el-nevndini hin 4. maí 1976 er sterkstreymsreglugerðin frá 12. nov. 1962 við seinri broytingum sett í gildi i Føroyum. Eftir sterkstreymsreglugerðini skulu allar el- innleggingar verða tryggjaðar frá 1. januar 1980 at rokna við einum HFl-avbrótara, um ikki onnur seravtala er gjørd við elfelagid S.E.V. Skrivstovumaður Sekt verður eftir einum skrivstovumanni til van- ligt skrivstovuarbeið:. Løn samb. sáttmála mill um Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið í 9. lønarflokki. Byrjunarløn kr. 80.355,- og enda- løn kr. 102.622,-. Møguligar umsóknir skulu vera Vaktar- og Bjargingartænastuni i hendi i seinasta lagi 15. des. 1979. Vaktar- og Bjargingartænastan box 147, Tórshavn Aftaná 1. juni 1980 fer elfelagið at kanna eftir desember 1979. um allar el-innleggingar hava HFl-avbrótara. Sorinskrivarin i Føroyum hin 22. november 1979 Joen H. Andreassen Térsahavn hin 7. nov. 1979 ELFELAGID S.E.V. Framhald av 14 sum William ongantíð sjálvur hevur sett nakað ynski fram um at varð- veita, men sum kortini var karmurin um tilevningina av tí pilti, ið mentist til mannin, vit og heimurin kenna í dag, og sum út- lendingar longu, meðan hann enn er á lívi, ferðast langar leiðir at halda lærd- ar fyrilestrar um. Í framkomnum londum eru teir ráðandi so frægt at sær komnir, at teir eru fegnir um at fáa hevi til at varðveita tílík minni um landsins stóru synir og detur, meðan vit her heima sópa burtur tað sindrið vit eiga til frama fyri tekniskar, sálarleysar træðrir og dippiduttir í 4-5 hæddum, hentleikar í dag- liga degnum, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan, men sum sett við býráð- sins loyvi í býti við húsini á Tinghúsvegnum í ment- unarligari armóð væl kann LR TF i 4 : på . > ' sammetast vid at tekja vid oo B- TA | 5 r Serre islendsku skinnbókunum — : ella vid brotsgerdini at smelta donsku gullhorn- ini. At Føroya landsstyri skal vera vid i hesum mentunarliga nevastoyti nidan belti er vónandi bert ein leysasega, tí tað vildi verið heilt óhugsandi, at landsins kosnu menn soleiðis uttan fyrilit taka sær fyri at oyða ognirnar ella virðini hjá tí fólki, teir sjálvir umboða. Í hesum er sjálvandi ikki rætt bert at nevna William Heinesen sum fólkaogn, tí vit hava átt og eiga enn nógvar góðar menn í okkara lítla sam- felagi; men nú standa Heinesens hús fyri skotum saman við Sloans húsum, sum ikki eru viðgjerd enn, men sum í Feroya segu eru ein heilur táttur fyri seg. Eg fari einaferð afturat at heita á menn um at hugsa seg um og ikki gera nakað, sum ikki gerst um- aftur, landi og fólki til stóra skomm. fólksins peningastovni Heini Olsen