Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 142 - 27. juli 2002 Nr. 142 - 27. juli 2002 29 ÓLASØKAN Í SMIÐJUNI Við originalinum úr Sosialinum - síggj teir áðrenn grannin Allar original tekningarnar eru til sølu Vit bjóða okkum eisini til at leggja lit á allar 2000 tekningarnar, sum eru í Skemt bókunum og á framsýningini. Stødd eftir ynski Ein tann virknasti danski undirhaldarin fyri børn fer at ganda og spæla klovn til stórt barnatiltak á ólavsøku. Trølla Pætur og omman verða noydd at renna undir løgregluni, sum fer at leita eftir teimum TÍÐINDASKRIV Tórshavnar Ítróttaráð spílar seg rættiliga út við tiltøkum á ólavsøku. Tað hevur sjáld- an áður verið so nógv spennandi á skránni í tjald- inum í Kommunuskúla- garðinum, sum tað er á hesari ólavsøkuni. Ólavsøkuaftan og ólav- søkudag verður stórt barna- show við danska undirhald- aranum Niels Plys, Trølla Pætur, Trølla ommuni og Erling politisti. Báðar hesar dagar verður eisini dansur við Frændum og Martin Kjærbo. Tey flenna í kíki Niels Plys er vorðin besti vinurin hjá donskum børnum. Hann er víðagitin í Danmark fyri sítt stuttliga undirhald og tey ørandi gandakynstrini. Niels Plys hevur úr at gera. Hann er fastur undir- haldari á kenda feriustað- num Lalandia, og hann ferðast eisini kring alt Danmark og í útlandinum við sínum undirhaldandi showi. Hann fær børnini at flenna í kíki, tá hann spælir klovn, og hann fær tey at stara púra býtt, tá hann vísir gandakynstur síni. Her er talan um barnashow á høg- um stigi. Hann hevur eini 300 framførslur um árið, hann koyrir 50.000 kilometrar og hann blæsur 25.000 luft- ballónir upp hvør ár. Niels Plys byrjaði at undirhalda til stuttleika, men í dag ger hann einki annað uttan at undirhalda børn á ymsan hátt. Trøllini og løggan Eftir at hava ligið í langa tíð á Háfjalli, tørna trøllini nú til aftur. Trølla Pætur og omma hansara hava seinastu tíðina arbeitt við einum nýggjum filmi, og tey hava gjørt upptøkur bæði heima og úti. Tey hava eisini verið á rock ´n roll skeiði uttan- lands, og omman er blivin púra vill. Hon hevur lokkað Trølla Pætur til at gera eitt rockshow á ólavsøku, og tað verður tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum. Har verður mangt og hvat á skránni, nógvir góðir sangir, skemt og ymiskt undirhald. Børnini skulu hjálpa Vit hava fingið innlit í nøkur skjøl hjá løgregluni, sum siga at Erling politistur ætlar at leggja alla orku í fyri at fanga Trølla Pætur og Trølla Ommuna. Børn, sum hava sæð trøllini, skulu senda eini sms-boð til telefonnummar 261544, so tey kunnu hjálpa til í uppkláringararbeiðnum at finna trøllini. Tann, sum kemur við bestu ábendingini, vinnur tveir kassar av Jolly soda- vatni, og tey børnini, sum ikki hava sent sms til Erling politist, verða avhoyrd í durðinum, tá tey koma til konsertina ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Tiltøkini við trøllunum og gandakallinum verða í tjaldinum í Kommunu- skúlagarðinum ólavsøku- aftan klokkan 19.00 og ólavsøkudag klokkan 18.30. Frændur spæla Dansur verður eisini í tjaldinum í Kommunu- skúlagarðinum bæði ólav- søkuaftan og ólavsøkudag. Tað er helst best umtókti føroyski bólkurin nakran- tíð, Frændur, sum fer at spæla. Frændur ætlar sær at møta upp við øllum teimum bestu sangunum, teir hava gjørt seinastu 20 árini. Umframt Eyðun og Rana Nolsøe, verður eisini Terji Rasmussen við, og hann hevur eisini nógvar sangir at leggja afturat tí tiltikna úrvalinum hjá Frændum. Umframt Frændur fer helst best umtókti plátu- vendarin í landinum, Martin Kjærbo, at venda plátum. Dansurin er bæði kvøld- ini frá klokkan 22 til 04. Nógv á skránni á ólavsøku C M Y K 29 28