Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ————— OO LO - Nr. 93 — 1. desember 1979 sosialurin Sida 3 Kunnu spara 19 mill. kr. um árið — leggja 50 skip um til at brúka fuelolju Feroyska samfelagið kann spara góðar 19 mill. kr. árliga, um 50 fiski- og farmaskip leggja um til at brúka lætta fuelolju. Hetta er eitt av úrslitun- um, sum ein arbeiðsbólkur er komin til. Arbeiðsbólk- urin varð settur av lands- stýrinum nakað herfyri og var hansara uppgáva at kanna og koma við tilmæl- um um tað mest skynsam- ligastu nýtslu av brenni- olju í okkara fiski- og farmaskipaflota. Nú er til- mælið liðugt og sent landsstýrinum. Niðursteðan hjá arbeiðsbólkinum er, at tað tekniskt væl letur seg gera at umleggja eini 50 Bkip til fuelolju 200 sek. R. og mælt verður landsstýr- inum til at stuðla skipun- um í at leggja um. Mælt verður eisini til, at um- leggingin fer fram eftir ís- lendskum mynstri. Tað eru teir hækkandi oljuprísirnir, sum hava fingið landsstýrið at seta ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu kann sparast hjá skipunum. Nógv kann sparast Eftir tilmælinum at døma, ber til at spara rættiliga fitt av peningi. Í 1978 brúktu feroysk skip 70.000 tons av olju og var kostnaðurin tilsamans 125 mill. kr. Arbeiðsbólkurin metir, at tað ber ongantíð til at umleggja ell skip til at nýta ta munandi bíligari fueloljuna, men kunnu t.d. 30.000 tons av oljunýtsl- uni verið fuelolja, hevði hetta havt við sær, at skipini spardu góðar 10 mill. kr. og landsstýrið 9 Arbeiðsbólkurin hevur kannað motortypurnar og oljunýtsluna hjá hverjum skipi í flotanum og hevur valt út 50 skip, sum hann metur, eru egnað til at nýta fuelolju. Meira viðlíkahald Í tilmælinum er greinað út, hvat krevst fyri at leggja um til aðra olju, og hvussu hetta kann gerast. M.a. verður víst á, at rokn- ast má við, at nýtslan av eykalutum til motorin fer at økjast við 10% av tí nú- verandi nýtsluni m.a. til ventilar, stempulringar v.m. Eykaviðlíkahaldið má roknast við at verða okt við 10-15%, tí við gassolj- uni er hetta viðlíkahald rættiliga lítið. Mett verður, at tann mest týðandi liður, tá ið koyrt verður við tungolju, er maskinmeistarin, og tí er neyðugt, at maskinfólk- ið er væl útbúgvið og bert hevur maskinuna at hugsa um. Eftirútbúgving Her sigur arbeiðsbólkurin, at ein ávís eftirútbúgving, hvar dentur verður lagdur á nýtslu av fuel-olju i dieselmotorum átti at fingist í lag og verið stuðlað av Feroya lands- stýri. Sjálv útgerðin, fyri at kunna nýta tungoljuna, verður nekunlunda tann sama fyri allar motorar- nar, tó hevur arbeiðsbólk- urin hildið tað verið rætt at skilja ímillum skipini: 1. Tey, sum royna undir Feroyum og Íslandi, har ikki er neyðugt við hita í tangunum. 2. Langfaraskip, sum kanska koma í kaldan sjógv, her neyðugt er við hita um súgvirerið hjá botntangum, og eisini um bunkrað verður uttan- landa, vil bólkurin meta, at tað verður neyðugt við Þviscosimetri<. Kostar um 1/2 mill. at leggja um Hvat viðvíkur kostnaðin- um fyri at leggja um til fuelolju, hevur arbeiðs- bólkurin flokkað skipini í tveir bólkar: 1. Skip, ið royna undir Feroyum og Íslandi, og sum bunkra í Feroyum, her verður kostnaðurin fyri umleggjan mettur til 400-500.000 kr. 2. Langfaraskip, sum koma í kaldan sjógv, og sum koma at bunkra utt- anlands, har verður mælt til, at tey eyka fáa varma- kappa á súgvirer frá botn- tangum og ísett viscosi- metur. Umleggingarkost- naðurin fyri hesi skip verður mettur til 500- 600.000 kr. Roknast má við, sigur arbeiðsbólkurin víðari, at tey flestu skipini skuldu kunnað vunnið íleguna inn aftur uppá 1—1 1/2 år. Raksturin av 150 røktarheimsplåssum: Fer at kosta millum 10 og 30 mill. kr. — segði Jógvan Sundstein, løgtingsmad- ur, á panelfundi um ellis- og røktarheim — Tad fer at kosta millum 10 og 30 mill. kr. í rakstrarútreiðsl- um at skula hýsa teimum umleið 150 fólkunum, sum í dag hava fyri neyðini at koma á eitt rektar- heim. Ein útbygging á røktarøkinum fer tó at spara samfelagnum nógvan pening, tí í dag hava sjúkrahúsini eitt rættiliga stórt tal av rektarsjúklingum liggjandi. Soleiðis tók legtings- maðurin og formaður í sosialu nevnd legting- sins, Jógvan Sundstein til orða á einum panel- fundi um ellis- og rektar- heim, sum varð hildin í Havn í seinastu viku. Hann vísti á, at aftur- at vakstrarútreiðslunum kemur kostnaðurin av at skula byggja fleiri insti- tutiónir. — Vit eiga at gera okkum sjálvum greitt, um vit hava ráð, og um vilji er til at gjalda kostnaðin av at geva teimum gomlu og sjúku ta rekt, sum teim- um tervar. Skulu hava megu- leika at koma á institutión Umleið 80% av okkara gomlu hava meguleika at búgva heima, har tey kunnu fáa hjálp frá familju og heimahjálp. Men hvussu við hinum 20%, spurdi Jógvan Sundstein! Hann helt, at vit eiga at geva hesum fólkum meguleika at koma á eina institutión. Uttan mun til um vit byggja ellis- ella rektarheim, so eiga tað at vera smærri stovnar, ið liggja í nánd Spara 36% Arbeiðsbólkurin ger eisini nakrar metingar í sam- band við oljuprisirnar. Prisurin fyri gassolju i dag nærkast 1800 kr. fyri tonsi. Um møguleiki so- statt er at bruka lætta fuelolju, kunnu skipini tå spara 36%. Landskassin letur i dag 518 kr. i studn- ingi/tons av gassolju, ið av, har tey gomlu hava bud frammanundan. Hvat viðvíkur ætlan- ini at útbyggja á rektar- økinum, so skal eitt ellis- og rektarheim byggjast í Klaksvík og eitt í Eyst- uroynni. Tað er brúk fyri einstekum sterri institu- tiónum. Hesar haldi eg, at vit eiga at byggja í samband við verandi sjúkrahús. Men hvat viðvíkur út- byggingini í Eystur- oynni, helt Sundstein, at vit her eiga at byggja fleiri smærri heim. Hetta verður bíligari at byggja, og raksturin verður eisini minni. Eitt rektarheim manglar eisini í Suðurstreymoy. Í dag er ein rektardeild í tilknýti til Landssjúkra- húsið, men tað haldi eg ikki vit kunnu kalla fyri eitt rektarheim, segði Sundstein. Onnur tilboð Hann helt, at tað eiga eisini at vera onnur til- boð til tey gomlu. Eitt nú vardar íbúðir. Eisini kunnu stór og góð hús úti á bygdunum brúkast til íbúðir hjá fleiri goml- brúkt verður av skipun- um. Seta vit hetta forbrúk til 70.000 tons/ár, verður hetta í studningi pr. ár góðar 36 mill. kr. Arbeiðsbólkurin sigur víðari, at um vit nú hugsa okkum, at eitt skip, ið brúkar 1000 tons av gass- olju/ár, hetta er eitt miðal- tal fyri ein ísfiskatrol- ara/år, kundi farið yvir til um fólkum. Tað verður eisini nógv bíligari, enn at skula hava tær stóru institutiónirnar. Jógvan Sundstein helt fyri, at fólk, sum búgva heima, eisini mugu hava meguleika at koma til umlættingar, eitt nú tá umsteðurnar heima ikki eru av teim- um bestu. Í eini viðmerking til innleggið hjá Vilhelm Johannesen, har hesin segði, at fíggjarliga býtið millum kommun- urnar og landið átti at verið broytt, segði Jógv- an Sundstein, at hetta kundi gerast á tann hátt, at útreiðslurnar hjá kommununum til almannamál verða býtt- ar út til kommunurnar á sama hátt sum allar aðrar almennar útreiðsl- ur, nevniliga út á allar kommunurnar í landin- um í mun til fólkatai og skattainnteku. Tá hevði býtið verið meira rætt- víst. Vilhelm Johannesen tók undir við hesum og segði, at vit eiga at koma til tað, at kommunurnar rinda eftir evni og nýta eftir tervi. at brúkt fuelolju, sæst at hetta hevði spart skipin- um 644.000 kr./ár. Fyri landskassan vildi studningurin eftir gald- andi lóg verið 518.000 kr., um gassoljan varð brúkt. Hesin studningur kundi, eftir galdandi lóg, farið niður frá 518.000 kr. til 217.000 um fuelolja varð Framhald á síðu 12