Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 93 — 1. desember 1979 telf. 14720. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Lata eftir førimuni — fáa eftir tørvi Á ALMANNAØKINUM er hesi sein- astu árini ein rættiliga stór útbyggjan farin fram. Ellis- og røktarheim, barnagarðar, vøggustovur og aðrir tí- líkir stovnar eru bygdir, eins og fingin er í lag heimarøkt o.a. til stóran bata fyri tey, sum hava slíkt fyri neyðini. EIN TREYT fyri at hesar skipanir skulu koma øllum landsins íbúgvum til góðar, hvar enn í landinum teir búgva, er, at fíggjarligt grundarlag er til staðar. Og her verður serliga hugs- að um kommunurnar part í útreiðsl- unum. KOMMUNURNAR partur, eisini á al- mannagkinum, er øktur seinastu ár- ini, meðan lutfallið í inntøkunum mill- um kommunur og land er broytt so- leiðis, at landið i dag fær størri part í samlaðu almennu inntøkunum. HETTA gera tað mangan trupult, ser- liga hjá teim smærru kommununum, at greiða sínar skyldur, og veita sín- um íbúgvum eins góð sosial viður- skifti, sum tær størru kommunurnar eru førar fyri. TAÐ KANN íkki vera rætt, at rættind- ini hjá borgarum í eini kommunu eru treytað av teirri figgjarorku hansara ella hennara kommuna er í. Her má byggjast á sosialistiska prinsippið, at vit (kommunurnar) skulu gjalda eftir førimuni, og njóta eftir tørvi. Her má ein kommunal útjavning til. Hetta kann td. gerast á tann hátt, at kommunurnar gjalda til ein útjavn- ingargrunn í mun til skattainntøkuna, og at kommunurnar úr sama grunni fáa eftir tørvi. Stórt sæd sum figgjar- liga býtið millum kommunurnar og land fer fram tá talan er um landsvegir. Í MONGUM kommunum er tað so, at yngra fólkið flytir til stórri pláss, og eftir er stórt tal av fólkapensionistum í mun til fólkatalið. Herav fær komm- unan lítla inntøku, men samstundis stóran tørv til íløgur til almannamál. Hesi eiga ikki at vera fyri vanbyti, og mugu tí neyðug stig takast, so bøtast kann um hetta. —— —— mL AG Ferdabræv ur Angmagssalik: Barnaår og fiskivinna Nú barnaárið er farið at halla, skal eg tríva í nakað av tí, sum gjert er her í Angmagssalik í heyst. Heystfrítíðin hjá skúl- anum var bert í 3 dagar, hinar 3 dagar (her er eisini skúlagongd leygardag), stóð skúlin fyri felags tiltøkum. Børnini høvdu havt bræv við heim úr skúlanum, har skúlin ynskti at fáa fisk av ym- iskum slagi, og skuldi hann vera ókruvdur, so skuldu bernini læra at kryvja og flekja v.m. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Veðrið var gott 20. okt. og nógvir bátar vóru í fjørdinum. Tað var isfritt, bert nøkur fá isfjøll vóru at síggja, og tað vóru —6 stig. Móti skýming, sum longu var um 15.30 tíðina, komu bátarnir aftur at landi, og nógv fólk var komið oman á keiina. Fongurin var góður, bæði toskur, steinbítur, uvak, ja, sjálvt ulkan bleiv nýtt (hon verður her kókað kruvd, og síðan verður hon pilkað við fingrunum, tá etið verður). Skúlabernini vóru býtt upp í bólkar eftir aldri. Fyrrapartin varð hildin fyrilestur í skúlanum fyri ollum um fisk. Teir, sum greiddu frá, vóru fiskarar. Eisini teir frá KGH, ið keypa fisk upp, vóru og greiddu frá um týdningin av fiski fyri Grenland, hvussu hann best kann nýtast v.m., og síðan fóru bólkarnir hver til sítt arbeiði. Foreldrini vórðu so boð- in oman leygarmorgun kl. 9.00, og har kundu vit so síggja, hvat ið gjørt var. Tað var lagt eitt stórt arbeiði í. Teir smáu klass- arnir høvdu gjert »6r6« av fiskabeinum, eisini høvdu tey límað fiskabein á papp í hugmyndum. 4. og 5. flokkur hevdu gjert nakrar heilt stórar tekn- ingar, har víst varð á hverjum dýpi teir ymisku fiskarnir liva, eisini vóru gjerdir ymiskir fiskarætt- ir og fiskasalat, sum vit kundu smakka. Dreingir- nir i 6. og 7. flokki høvdu gjørt turkistativ til fisk, soleiðis sum tey hava verið nýtt gjøgnum allar tíðir. Har eru ongir seymir í. Tey verða surrað saman, og tann turkaði fiskurin verður nýttur bæði til hunda- og fólkafeði. Kl. 11.00 varð bygdar- ráðið boðið oman til panel- Spesialskúlin/fólkaskúlin fund, og vóru tað næming- arnir í 8. og 9. flokki, sum høvdu gjørt spurningar til bygdarráðið viðvíkjandi fiskarínum i salik. Har vóru spurning- ar sum t.d., um Angmags- salik skal hava trolarar, sjálvt um her bert er opið vatn 3-4 mánaðir um árið, um KGH skal blíva við at avgera avreiðingarprísin. Hann er í letuni 2,85 kr. fyri kg. av toksi. Nógvir góðir spurningar vóru, sum bygdarráðið hevði ilt við at svara. Tiltakið var gott og gav tað eitt gott samstarv millum skúla, foreldur og BORN. Eisini er komin ein bók út her í Grenlandi í sam- band við barnaárið. Hon er skrivað av grenlendsk- um lærarum o.g. og eitur: »Hvilken fremtid vil I gi” mig?« Sonja å Argjaboda Angmagssalik Undirritaði hevur nú i mong ár verið limur í skúlanevndini her í bygd- ini. Sum skúlanevndar- limur havi eg havt hevi til at fáa avrit av ymsum álit- um og rundskrivum, ið hava við fólkaskúlan at gera. Hesi álit eru sum oftast skrivað av persónum, ið hava eitt ella annað til- knýti til skúlan. Sjálvsagt eiga hesi fólk eisini at gera hetta arbeiðið, men eitt hevur undrað meg stórliga ell hesi ár, eg havi fylgt við innan skúlanevndar- arbeiði. Tað er, at eg havi ongantíð verið varugur við, at nakar lærari, ella sakkønur frá Føroya Spesialskúla hevur verið spurdur um ráð. Sjálvt ikki álitið um serundirvís- ingina í fólkaskúlanum hevur heintað upplýsingar og royndir haðani. Tað kemur mær fyri, athetta er sera logið, ti eg meti, at á tí skúlanum eru bæði serlærarar innan blinda-, deyva- og tungu- og hoyriundirvísing, um- framt tey mongu ymisku slegini av talubrekum. Eg haldi meg vita, at skúlin eisini hevur barna- garð og undirvísing av rerslubrekaðum og menn- ingartarnaðum, sum tað so vakurt eitur. Eftir mínari metan burdu tey fólk, ið starvast á hesum stovni havt hevi til at komið við teirra metingum, hvussu vit eiga at skipa serundirvís- ingina á besta hátt í Fer- oyum. Eg veit frá foreldrum, ið vit dagliga hitta, og sum eiga barna á Spesialskúl- anum, hvussu takksom tey eru fyri tað arbeiðið, ið har verður gjert. Tað harmar meg og mong við mær, at sam- arbeiðið millum Spesial- skúlan og fólkaskúlan skal vera so vánaligt ella rætt- ari onki, sum ein hegt- standandi skúlamaður segði í viðtalu við Sosialin. Henda misskiljing má rættast, tí fólkaskúlin hevur brúk fyri tí stóra serkunnleika, ið medarbeiðararnir á Spesialskúlanum hava. Skúlanevndarlimur A—TTLRÁÁ—TT{|ÁÍn——W||/|—————— ES Telefonsjónleikurin Undir hesum heitinum stendur ein leiðari í Sosial- inum nr. 92. Tekk skulu teir hava fyri tað og í nógvum eri eg samdur við teir, men tíverri er adress- an bara skeiv. 1. Vit í Føroyum ynskja eina væl virkandi telefon, ongantíð ov skjótt. Samd- ur. 2. Hvussu hetta kann gerast, hevur eisini ligið greitt í fleiri ár. Samdur. 3. Hóast hetta hevur verið eitt landsáhugamál hevur avgerðin ligið hjá Tórshavnar býráð: Púra ósamdur, men at avgerðin, um at eitt ávíst eki í Tórs- havnar kommunu ikki eigur at verða týnt fyri ein ivasaman letuvinning, eigur bæði nú og alla tíð at liggja hjá Tórshavnar býráð. Latið vera við at koyra alt í ein vavgreyt, men haldið hvert mál fyri seg. Býráðið hevur alla tíð- ina viðgjert hetta mál í álvara, men hevur havt ilt við at skilja, at leiðslan á telefonverkinum ikki skil- ir eitt klárt og greitt nei, men bara blívur við at júka sum eitt forkela eina- barn. Og nú sær tað næst- an út sum tað fer at eydn- ast teimum hóast alt. Býráðið vil altíð ad- ministrera byggisamtykt- ina í álvara, hóast teir einaferð hava gjert eina býráðssamtykt, um ikki at taka hana alvorliga. Tað hevur ikki verið spældur sjónleikur, men alt arbeiði hevur verið í ramasta álvara. Men dýrt hevur tað verið at bíða, men latið vera við at gera tað til, at tað er av Býráð- sins ávum, nei tvertur ímóti. 4. Hvar vóru felilsini hjá býráðslimunum, tá teir góvu loyvi til klubba, losju, hotel, arbeiðs- mannafelagshús ella ben- hús? Ja, eg spyrji bara. Men latið okkum ikki halda fram í hesi vandal- ismuni, men mátti Sosial- urin eisini hjálpt til at varðveita ta gomlu og hugnaligu býarmyndina til gleði fyri okkum og kanska serliga fyri komandi ættir. Eliesar Arge S/ KJARTAN NG / DALSGAARD Á UMBOÐS / A — SORA MOYDALSVEGUR 8 TLF 15222 Angmags-.