mikudagur 5. desember 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 94 — 5. desember 1979
sosialurin
Teir donsku laksabátarnir fara allir heim til jóla. Fimm eru frá Bornholm og tríggir úr
Esbjerg
Úr Esbjerg til Foroya at veiða laks:
førovi
laksabáti
— Vit hava fiskað laks í
Norðsjónum í skjótt 30
ár. Har kunnu vit ikki
fiska meira. Nú hava
vit bert leiðirnar við
Noregi og Feroyar at
halda okkum til.
Slelppa vit ikki at halda
fram við fiskiskapinum
undir Feroyum í kom-
andi ári, kunnu vit eins
væl leggja bátarnar
beinanvegin.
Hetta sigur skiparin á
danska laksabátinum,
Stella Maris úr Esbjerg í
samreðu við Sosialin.
Hann er til reiðar at selja
føroyingum bátin, um tað
so skal vera beinanvegin.
Stella Maris er ein av
teimum 8 donsku laksa-
bátunum, sum royna eftir
laksi norðan fyri Feroyar í
hesum degum. Tá vit
hittu skiparan á Stellu
Maris, lógu allir 8 laksa-
bátarnir við bryggju í
Klaksvík. Ódnarveður
var, og teir bíðaðu bert
eftir at hann skuldi minka
vindin so mikið, at teir
kundu fara út aftur á fiski-
leiðina.
Tað er nústaðni hetta
seinasta árið, at laksa-
fiskiskapurin undir Feroy-
um hevur vundið so nógv
uppá seg. Umframt teir 8
donsku bátarnar royna í
letuni 9 føroysk skip eftir
laksi. Íalt hava 10 feroysk
og 9 donsk skip loyvi at
veiða laks undir Feroyum
í ár.
Loyvið var upprunaliga
galdandi til 15. desember,
men er nú broytt til 20.
desember. Hetta kemst
av, at fleiri av bátunum
vóru so seinir á veg.
Danir royndir
laksafiskarar
Feroyingar hava ikki
traditión fyri at veiða laks
undir Feroyum. Okkurt
skip hevur roynt, og Fiski-
rannsóknarstovan hevur
gjørt royndir á nærum
hverjum ári.
Danir harafturímóti eru
komnir longu leiðina úr
Bornholm og Esbjerg at
veiða laksin norðanfyri.
Hetta eru royndir laksa-
fiskarar, sum tey seinastu
30 árini burturav hava
fiskað laks í Eystur-
sjónum. Nú fiskimarkini
eru flutt út, eru gomlu
donsku laksamiðini komin
at liggja á sovjettiskum
eki, og har kunnu danir so
einki fiska. Harafturímóti
hava danir eina lítla kvotu
uppá 300 tons á svenskum
oki.
Men hetta munar lítið,
og tí royna danir aðrar
leiðir. Og tær eru m.a. við
Feroyar og Noregi. Stella
Maris úr Esbjerg er helst
tann báturin, sum hevur
roynt mest eftir laksi við
Feroyar. Teir vóru her
fyrstu ferð í 1977 og síðani
í 1978 og aftur í ár. Í
fyrstani royndu teir bert
um várið, men nú eru teir
so farnir at royna um vet-
urin eisini. Nógv bendir á,
at mest er at fáa frá sein-
ast í oktober mánað.
Long tíð
— Tað tók okkum langa
tíð at finna út av, nær
mest er at fáa av laksi
undir Feroyum, sigur
skiparin á Stellu Maris.
Fiskurin stendur á ymsum
dýpum tær ymisku árs-
tíðirnar.
Roynt verður millum 30
og 90 fjórðingar úr landi
norðan fyri oyggjarnar.
Økid, teir royna á, røkkur
einar 70 fjórðingar eystur
og vestur eftir. Hóast teir
ikki hava roynt syðri, so
heldur hann, at tað eisini
er nógvur laksur sunnan-
fyri. Her liggur bara ikki
Framhald á síðu 10
Síða 3
Tað mugu vit gera okkum greitt:
Tey gomlu hava
tað ikki gott
Lat okkum fáa fleiri UNDIRHÚS
— Tey gomlu í Feroy-
um hava tað so ringt,
at vit kunnu ikki vera
tað »betjent«. Fleiri
fólk gerast gomul í
dag og spurningurin
er, hvussu tað vaks-
andi talið á gomlum
fólki fara at hava tað
um eini 10 til 20 ár, um
einki verður gjert fyri
at beta um viðurskift-
ini hjá hesum sam-
felagsbólki.
Hetta segði Jákup Høj-
gaard, kommunulækni á
panelfundi herfyri. Í
blaðnum í dag halda vit
fram við at tríva í ym-
iskt av tí, sum kom fram
á tí almenna fundinum
um ellis- og rektarheim í
Feroyum, sum Læknafe-
lagið skipaði fyri fyri
stuttum.
Jákup Hejgaard var
ikki negdur við tað um-
sorgan, sum feroyska
samfelagið í dag veitir
teimum gomlu. Hann
vónaði, at politikararnir
aftaná henda fundin
fingu eina betri hóming
av, hverja umsorgan tey
gomlu hava fyri neyðini.
Vísti á, at talið á fólki
yvir 75 ár er skjótt vaks-
andi. Ein prognosa, sum
Danmarks Statistik hev-
ur gjørt yvir fólkatalið í
Feroyum tey komandi
árini, vísir, at talið á
fólkum yvir 75 ár vil
vaksa við uml. 1000 frá
1978 til ár 2000.
Heim sum longst
— Spurningurin er nú,
hvussu vit skulu hjálpa
hesum fólkum, soleiðis,
at tey eisini fáa eina
góða tilveru. Sjálvur
haldi eg, segði Hejgaard,
at tey gomlu skulu hava
meguleika at vera heima
sum longst. Har kunnu
bernini og onnur avvarð-
andi hjálpa teimum og
síðan eisini heimahjálpin
og heimasjúkrarektin
— Eitt er hvat vit
halda, men hetta man
eisini vera tað, sum tey
flestu av teimum gomlu
sjálvi ynskja, legði Høj-
gaard afturat. Tað eru tó
farnar stórar broytingar
fram tey seinastu árini
Nú arbeiða ofta bæði
maður og kona úti, og
eftir heima sita tey
gomlu. Hóast góða heima-
rekt, so er tað eisini ein
steðugt vaksandi bólkur
av teimum gomlu, sum
ikki hava umsteður til at
fáa hjálp heima.
Ellisheim og sein-
ast rektarheim
Højgaard segði víðari, at
ofta ynskir familjan, at
tey gomlu koma á eitt
ellis- og rektarheim — og
í fleiri forum ynskja tey
gomlu tað eisini sjálvi.
Nú er tað so spurning-
urin, hvat tað eru fyri
nekur heim, sum tey
gomlu skulu flyta til og
liva restina av lívinum.
Her helt Hejgaard, at vit
eiga at skilja millum
ellis- og rekarheim. Vit
eiga at byggja ellisheim
til 10-20 fólk, heldur enn
at byggja risastór ellis-
heim.
— Tey gomlu eiga ikki
at fara á eitt rektarheim,
fyrr enn tey eru heilt
hjálparleys — tá tey
skulu hava rekt og upp-
sýn alt samdegrið, segði
Jákup Højgaard,
kommunulækni víðari.
Hann kom eisini inn á ta
fíggjarligu síðuna. Har
meinti hann, at tað sjálv-
sagt er minst kostnaðar-
mikið at hava tey gomlu
búgvandi heima — og jú
betur hetta er lagt til
rættis — jú longur
kunnu tey vera heima.
Heimarektin er soleiðis
tann bíligasta og besta
loysnin, helt Hejgaard.
Harnæst koma ellis-
heimini og sum tað mest
kostnaðarmikla rektar-
heimini.
Kommunulæknin vísti
í hesum sambandi á,
hvat tað kostar at hava
fólk liggjandi á ellis-
heimi og einum rektar-
heimi. Niðursteða hans-
ara var, at tað er nógv
bíligari at hava fólk á
einum ellisheimi — og
helt hann eisini, at vit
sum longst eiga at hava
tey á ellisheimi — kunnu
tey ikki vera heima
Rektarheim er seinasta
loysnin
Undirhúsið
— eitt dagsentur
á panelfundinum kom
Hejgaard inn á spurn-
ingin: dagsentur. Hann
helt fyri, at havnarborg-
arar í dag eiga eitt dag-
sentur i Vágsbotni,
hetta er tað vælkenda
UNDIRHUSID. Her
plaga eldri fólk at koma
saman til prát, kortspæl
og samveru annars.
— Tað eru tílík pláss
sum Undirhúsið, ið vit
hava fyri neyðini, so vit
kunnu geva lívinum hjá
teimum innihald. Vit,
sum eru yngri, eiga at
vera við til at undirhalda
tey gomlu á slíkum
plássi, helt Jákup Høj-
gaard fyri og hann vón-
aði at Havnar kommuna
fór at gera okkurt fyri, at
dagsentur koma í komm-
ununi.
Tey ungu eiga
eisini at hugsa um
tey gomlu
Hejgaard nevndi eisini
tey ungu. Hann helt, at
tey eisini eiga at hugsa
um tey gomlu, tí tað eru
jú eisini tey, sum hava
skapt grundarlagið
undir tí vælferð, sum er í
dag. — Mín áskoðan er
tann, at tað her krevst
ein mentalitetsbroyting.
At endar vónaði
Jákup Hejgaard, at okk-
urt fór at spyrjast burt-
urúr tí, sum var komið
fram, og vísti hann á, at
Rotary-felagið
rbeiðir við at
letuni
kanna
a eiishemum
Farm: m