mikudagur 5. desember 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
kring oyggjarnar
Ongin
skreiði
í Sørvågi
Tað verður ongin
skreiðigeta í Servági.
Hetta er úrslitið av
einum fundi á komm-
unuskrivstovuni hós-
kveidið. Á fundinum
vóru nevndin í Servágs
húsmeðrafelag, bygd-
arráðið og sýslumaður-
in í Vágum. Fundurin
var komin í lag, tí Hús-
meðrafelagið hevur
heitt á bygdarráðið um
at fáa getur lagdar av
til skreiðigetur hjá
bernum, tá kavi er.
Fundurin varð
samdur um, at
veganetið í Servági er
so háttað, at tað er sera
trupult at leggja getur
burturav til skreiðing,
uttan at ymsir vansar
og vandar fylgja við.
Bygdarráðið vildi meta
málið soleiðis, at um
tað sum vegmyndug-
leiki legði getur burtur-
av til skreiðing, so
kundi tað eisini koma
til at fáa ábyrgdina,
um skaði hendi í sam-
band við skreiðingina
har.
Fundurin vildi tí
heldur heita inniliga á
foreldrini um at biðja
bernini ikki skreiða á
getunum. Uppsleg til
at minna foreldrini og
bernini á hetta verða
sett upp, tá kavi er.
Úr Servági — veganetið ikki egnað til sleður
Nú er deyðsfellan
farin at virka
„Eingin gongubreyt«.
Einki getuljós. Eingin
avmerking. Hverki á
vegjaðara ella á endan-
um“.
Við hesum orðum
byrjaði ein grein í
Sosialinum seinasta
mikudag. Um eina av
deyðsfellunum í getun-
um í Havn. Tað er tann
nýggi vegurin av
Kongabrunni í JJ.
Broncksgetu.
Nú er hendan deyðs-
fellan farin at virka.
Sunnudagin vórðu
ein maður og eitt trý
ára gamal barn koyrd
niður við pylsuvognar-
nar. Tey vóru á veg
eystureftir, tá tey blivu
rakt aftanifrá av einum
bili. Barnið sat í stóli
og bleiv slongt út á
vegin. men slapp uttan
stórvegis mein. Maður-
in slongdist uppa bilin í
framrútin. Hann bleiv
lagdur inn á Lands-
sjúkrahúsið til kann-
ingar.
Bilurin hevði íkki
nógva ferð. Hevdi hann
ta ferð, sum nógvir
hava, ið koyra henda
vegin, er lítið at ivast í,
at deyðsfellan hevði
kravt síni fyrstu
mannalív.
Tekniska deild hjá
býráðnum upplýsir
annars, at ætlanin er at
seta upp getuljós og
gera gongubreyt. Men
fyrst skal bergið fram-
við vegnum styrkjast.
Hetta tykist at vera
blivin tann vanliga
mannagongdin í Havn-
ini: Fyrst verða vegir
opnaðir fyri ferðslu og
so verður farið at
hugsa um trygdina aft-
ana!!!
Adolf Hansen:
Skipini nidurkoyrd — tola
ikki at landa i Føroyum
— Skipini eru so
niðurkoyrd, at tey
tola ikki at landa í
Feroyum.
Uppgávan er ikki
at fáa fiskin av
landinum. Uppgáv-
an er at fáa teir bát-
ar niður at selja,
sum kunnu bjarg-
ast av tí. Teir, sum
meina at kunna
klára seg við at
landa her heima,
teir skulu halda
fram við tí.
Hetta sigur Adolf
Hansen, sum hevur útveg-
að nekrum skipum megu-
leika at selja fyri fastan
prís í Hebridunum.
Letuloysn
— Nú ert tú kendur sum
talsmaður fyri steðugum
arbeiði á feroysku flaka-
virkjunum. Rímar tað
saman við, at tú nú ert
farin at stíla fyri útflutn-
ingi av ísfiski?
— Tað er antin ella hjá
hesum skipum, annað-
hvert at fara av knóranum
ella fáa betri prís beinan-
vegin. Men tað er frægari
at hava eitt sindur minni
av arbeiði á landi í tveir-
tríggjar | mánaðir, so
skipini kunnu flóta víðari.
Annars sigla hesi skipini
niður kortini. Eg syrgi
fyri, at tey ikki gera
bummtúrar við at selja á
auktión, men at teir eru
tryggjaðir við at fáa ein
fastan prís.
Adolf Hansen sigur, at
hetta er bert ein letuloysn.
Hann vónar, at landsstýr-
ið, helst longu í næstu
viku, kemur við einum
uppskoti til loysn av steð-
uni hjá fiskiflotanum. Tað
er ov leingi at bíða til 1.
februar.
Sendur av
landsstýrinum
— Hvussu komst tú í sam-
band við Higland and Is-
lands Development
Board?
— Teir settu seg í sam-
band við meg. Teir vóru
her í heyst, og tá tann
fyrsti kom til mín, spurdi
eg, hví hann júst vendi
sær til mín. Hann svaraði,
at hann úti í landsstýrin-
um varð biðin um at fara
til mín.
— Fært tú prosentir av
selunum?
— Nei, eg fái onki. Eg
geri tað bara av vælvild.
Adolf Hansen sigur,at
hann hevur ikki biðið
nakran um at fara til
Hebridurnar at selja. Teir,
sum eiga skipini, eru
komnir til sín.
— Hvussu ber tað til?
— Teir vita, eg róti við
alt møguligt.
Royna eftir longu
Adolf Hansen sigur, at
hann komandi summar
ætlar sær at fiska longu
við fimm bátum. Hann
fær ein heilt góðan prís
fyri hana, sigur hann.
Annars hevur Adolf
Hansen roynt at útvega
prísir til lidnar verur frá
virkjunum. Men, sigur
hann, man slær altíð pann-
una ímóti. Virkini kunnu
ikki selja uttanfyri Fiska-
seluna.
Adolf Hansen hevur
ætlanir um at fáa í gongd
eina framleiðslu, sum
kemur at verða ein mót-
pólur til Fiskaseluna.
Hann ætlar at byrja
spakuliga við at fáa prisin
upp á feskum fiski, sum
vit fiska lítið av, djúp-
vatnsfiski.
Eini góð ráð
Adolf Hansen sigur, at
hann herfyri sá í einum
blað, at Birgir Danielsen,
stjóri á Feroya Fiskaselu,
sigur, at útlendingar
gjarna vilja gera av við
Fiskaseluna. — Eg havi
eini góð ráð til ell virki og
ell skip. Um vit íkki
kunnu fáa eina betri
Fiskaselu, hví so ikki
hjálpa útlendingum við at
knúsa hana og so fáa gjørt
eina nýggja, sunna fiska-
selu.
Tað eru ikki virkini,
sum stýra Fiskasøluni.
Tey skulu eitast at eiga
hana, men tað er hon, sum
stýrir teimum, sigur Adolf
Hansen.
Fleiri stovnar yvirmettir:
Hskifroðingar
fáa skeiv tol
— Veiduhagtøl 100% av leið. Fiski-
frødingar ikki longur førir fyri at
stovnsmeta tunguna i Norðsjónum.
TAC fyri tosk i Barentshavinum nidur
i helvt.
Vandi er fyri, at
stovnsmetingarnar
av fleiri fiskasløg-
um eru skeivar or-
sakad av skeivum
veiðutelum. Verri
enn so geli veiða
verður fráboðað.
Til demis verður
mett, at veiðan av
tungu í Norðsjó-
num er tvífalt tað,
sum hagtølini siga.
Spurningurin um stovns-
metingar og skeiv veiðu-
tel var eitt av teimum
stóru málunum á ársfund-
inum hjá ICES, millum-
landaráðnum fyri hav-
rannsóknir, í Warszawa í
oktober.
Avmarkingar á ymisk-
um leiðum hava fert við
sær, at øll veiðan ikki
verður fráboðað. Fiski-
froðingar brúka tey al-
mennu veiðutelini sum
grundarlag undir stovns-
metingunum. Eru veiðu-
tølini skeiv, ov låg, so
verða allar útrokningar
hjá fiskifreðingunum eis-
re -
2; *
I 40
TAC-talið fyri tosk í Barentshavinum er minkað við
góðari helvt.
Illgruni er um, at serliga russar fiska ov nógvan tosk.
Myndin er tikin umborð á russiskum trolara. Teir hava
fingið ein óvanliga stóran tosk...
ini skeivar. Stovnurin
verður yvirmettur, sigur
Kjartan Hoydal, sum lut-
tók á fundinum í Wars-
zawa.
Eitt dømi er toskastovn-
urin i Barentshavinum.
TAC-talið fyri 1979 er
810.000 tons. Fyri 1980 er
tað komið heilt niður á
390.000 tons. Hetta
bendir á, at stovnurin
hevur verið yvirmettur.
Fiskifreðingar síggja
seg nú ikki ferar fyri at
gera nakra stovnsmeting
fyri tunguna í Norðsjó-
num. Hildið verður, at
veiðutelini eru 100% ov
lág. Tað eru fyrst og
fremst hálendingar, sum
veiða tunguna.
Tað kom fram á fundin-
um í Warszawa, at tað ser-
liga er í Norðsjónum, tað
er galið, og tað er millum
EEC-londini. Á økjum,
har eitt land hevur eftir-
litið, eitt nú við Feroyar,
er steðan munandi fræg-
ari.
Nú er ein yvirlýsing
send øllum limalondunum
i ICES um henda spurn-
ing, sum fiskifrødingar
meta er sera ålvarsligur.
— Eftirlitid vid landing-
unum er ikki nóg gott,
men tað er so ein spurn-
ingur, um tað er politiskur
vilji til at ekja eftirlitið,
sigur Kjartan Hoydal.
é