Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

m——— EEN REE AG NG r. 94 — 5. gonemker 1979 sin Ssostelunn Síða 5 Leggið av at roykja eftir fimm døgum! Lorvíkingar hava fingið eitt sjáldsamt til- boð — teir kunnu eftir fimm degum leggja av at roykja! Hetta kunnu teir gera eftir eini heimskendari avleggingarætlan undir orðunum: „Ég velji ikki at roykja«. Milliónir av fólkum „hava lagt av« eftir hesi »5-daga-ætlanini«. Fimm daga langa avlegg- ingarskeiðið er partvís skipað við upplýsingum um tær skaðiligu avleið- ingarnar, royking hevur á likam og sál, og partvist hvussu roykjarar kunnu leggja av at roykja, og hvat teir skulu gera, tá trongdin ger seg galdandi. Skeiðið, sum verður hildið í Lorvíkar skúla, er lagt til rættis av lærarun- um við skúlan, prestinum hjá adventista-samkom- uni og einum tannlækna. Tá slík skeið verða hild- in, luttaka vanliga ein prestur og ein lækni. Meðan læknin tekur sær av tí fysiska, tekur prest- urin sær av tí meira psyk- iska. Leggja av fyrsta dagin Presturin Anders Nielsen greiðir frá, at tað er av stórum týdningi, at lut- takararnir á skeiðnum leggja av at roykja tann fyrsta dagin. Hann sigur, at royndir- nar vísa, at tey, sum longu næsta dagin ikki nerta eina sigarett, vanliga ikki gera tað teir komandi dag- arnar. Hinvegin vísir tað seg, at tey, sum kanska roykja eina ella tvær, ikki slepa so lætt av við sigarettir- nar. Samband við onnur evni Anders Nielsen vísir á, at fólk roykja ofta, sam- stundis sum tey fáa sær ein kaffi- ella temunn ella saman við rúsdrekka. Tí er tað eisini av týdn- ingi, at hesi evni ikki verða nýtt. Í hvussu so er ikki, meðan skeiðið verður hildið. Anders Nielsen vil ikki siga, at tað er neyðugt at leggja av at drekka kaffi ella te, men tað kann í øll- um førum loysa seg at minka um brúkið, av tí at tey eiturevni, sum eru í sigarettum, eisini eru í kaffi. Filmur og læra Skeiðið byrjar við einum filmi um skaðiligu avleið- ingarnar av royking. Síðan gongur skeiðið eftir einari fastari ætlan, har m.a. lært verður at mótvirka trongdini við andadráttarvenjingum, For stare húnger Pavirkning af fast H g svælgkatar bronchitis Yreforkalkøing Strikumyndin visir eina kvinnu, sum er vid barn. Tad er åvisiligt, at sigarettroyking er atvold til lungnakrabba, men hon hevur eisini skaðiligar avleiðingar t.d. á blóð- renslið hvat fólk skulu eta og drekka, hvat hugsast skal um í letunum, tá sigarett- hugurin er við at vinna 0.s.fr. Í heila tikið miðar skeið- ið eisini móti eini betri heilsu. Ahugadur at skipa fyri Hendan sokallaða >5- daga-ætlanin< hevur sín uppruna í USA í 1962. Hon verður hildin at vera tann mest natúrligi og besti mátin at leggja av at roykja uppá. Anders Nielsen sigur, at endamálið við skeiðin- um er at veita eina hjálp- andi hond. Eingin missionerandi ætlan liggur aftanfyri. Um skeiðið í Lorvik eydnast væl, er Anders Nielsen hugaður at halda fram og luttaka í einum breiðum fólkaligum ar- beiði móti sigarettroyk- ing, um áhugi annars er til staðar. Hetta veri seg á skúlum, á arbeiðsplássum fyri bý- og bygdaráð ella í felegum, sigur Anders Nielsen. Okir umsítingarkostnaðin við upp móti 30 prosentum — Umsitingarkost- naðurin hjá summ- um virkjum kann metast til um 30 prosent hægri enn neyðugt orsakað av telefonóskilinum. Soleiðis tekur nevndin í Feroya Ídnaðarfelag til í einum opnum brævi til landsstýrið um telefon- óskilið. Nevndin metir, at óskil- ið í telefonsambandinum kostar samfelagnum milli- ónaupphæddir. Tá eru ikki tikin við „tapini< orsakað av irrita- tion, stress 0.s.fr., sum nevndin málber seg í brævinum, sum varð sent landsstýrinum í fjør. Ómoralskt at krevja fyri telefonina Fert verður fram, at ein- hver av okkum krevur jú av okkara handilsmanni, at tær verur, vit gjalda fyri, halda mát. Gera tær ikki tað, fær handilsmað- urin veruna aftur, og vit pening okkara. — Slíkar reglulerings- mekanismur eru í einum- hverjum framkomnum samfelag, og soleiðis kem- ur eisini at vera. Tí er tað eisini eftir okkara metan beinleiðis ómoralskt — fyri ikki at siga 6logligt — av tí almenna at krevja pening fyri eina veru — telefonsambandið — ið ikki á nakran hátt stendur í mun til dygdina. Víðari verður sagt, at ein onnur og týdningar- miklari síða er, at ell nú- tímans samfeleg í stóran mun eru grundað á, at telefonsambandið menn- iskjanna millum virkar. Tragikomiskt Annars heldur Ídnaðarfel- agið, at tað er tragikom- iskt, at í Europa kundi ringjast millum lond undir seinra heimsbardaga, meðan vit í Feroyum — skjótt fjeruti ár aftaná — ikki kunnu siga okkum at kunna ringja millum bygdir. I brævinum mælti Ídn- aðarfelagið til, at ein óheft kanning varð gjerd. Hendan kanning er gjørd, so onkra ávirkan hevur brævið havt, hóast telefonóskilið er hitt sama framvegis kring oyggjarnar | rr rr —Å Lg >” br ET I døgunum frå hósdegi 6. desember til miku- dagin 12. desember skipar Tvøroyrar skuli fyri eini ferðsluviku fyri ellum næmingun- um frá 1. til 7. árgang úr Trongisvági, Tver- oyri og Froðba. Hetta er fyrstu ferð, at Tveroyrar skúli skipar fyri slíkum tiltaki, og man tað heldur ikki hava verið roynt oftani aðra- staðni. Sambært nýggju fólkaskúlalógini stend- ur ferðslulæra undir tí lærugreinabólkinum, ið verður nevndur >kravd undirvisingarevni«. Tað verður kravt, at frålæra verður givin i ferðslulæru frå 1.-9. årg. vid 45 timum. Somuleiðis verður sagt, at frálæran kann samskipast við frálær- una í føroyskum, heim- staðarlæru ella kunn- ing. Men á Tveroyri hava teir valt at taka frá- læruna í ferðslulæru sum eitt sokallað pro- jekt við ymiskum eðr- um tættum uppii. Vit hava í hesum sambandi vent okkum til ein av fyrireikarunum, Jóann- es Eidesgaard. — Hvat er orsekin til, at tit fara undir eitt tílíkt tiltak? — Ferðslan í Feroy- um í dag er eitt sera dapurt hugtak. Vit eru um at seta met á øllum tí óhugnaliga og dapra, ferðslan ferir við sær. Vit hava á mangan hátt fullkomiliga mist tamarhaldið á ferðsl- uni. Tí er tað gleðiligt, at lesiætlanin fyri nýggju fólkaskúlalógina eisini inniheldur ferðslulæru. Ynskiligt hevði tó verið, um hon hevði fingið tað meira rúm- sátt enn ca. fimm tímar árliga, tí ferðslan í dag kemur okkum ellum meira við enn sum so. Tá okkara næmingar yvirhevur ongan kunn- leika hava til hetta evn- ið, ynsktu vit at gera tað meira víttfevnandi í fyrsta umfari, so vit hava eitt hampuligt grundarlag at byggja víðari á Ferðsluvika á Tveroyri Vit taka í hesum um- fari bert fólkaskúlan við, meðan framhalds- deildin, sum nú skal til terminsroynd, vónandi kemur við seinni í ár. — Hvussu verður vikan skipað? — Næmingar úr øll- um flokkum fáa eina vikuætlan. Í hesi ætlan eru ongar av teimum lærugreinum, sum næmingarnir vanliga hava. Henda vikuætlan fevnir m.a um gangi- og súkkluroynd, súkklukanning, filmir og prát við politi. Tá ferðsluundirvís- ingin er liðug, koma næmingarnir upp til eina teoretiska roynd. Úrslitið av hesi roynd verður síðan savnað á eitt diplom, sum tey at enda fáa fyri at hava luttikið. Tað verður eisini lagdur stórur dentur á at hava tey heilt smáu bernini til súkklu- roynd. Grundin til hetta er, at tað í dag er ein royndur lutur, at bern í Feroyum rætti- liga tíðliga ferðast á súkklu í ferðsluni Er hetta ikki ein ring árstíð fyri slíkum tiltaki? Nei, als ikki. Sjálvsagt hava vit nógvar royndir og arbeiði úti, men so ber til at klæða seg væl. Hetta er tann árstíðin, har tað er vandamikl- ast fyri bern at ferðast í ferðsluni, og tí er tað av týdningi, at tey fáa upplæring undir júst slíkum umsteðum. Tað er myrkt, bæði tá bern- ini koma og fara úr skúlanum. Jóhannes Eides- gaard sigur at enda, at skúlin frá 1. desember byrjaði eina refleks- kampanju, har teir hvenn morgun minna bernini á at nýta re- fleks, og har flokslær- arin kann eftir, sum tey hava refleksini. — Samanumtikið ætla vit eisini at geva virðislenir. Hetta vil óivað stimbra kapping- arhugin og motivatión- ina, endar Jóhannes Eidesgaard.