Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 94 — 5. desember 1979 telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Laksaveiðan OKKARA fiskiskapur á fjar- og mið- leiðum er avtakandi. Mangur heldur tí at útlitið fyri framman er dapurt. Men so er kortini ikki. SEINASTU árini hava vit fingið al- samt størri og stórri kunnleika um ymisk fiskasløg í okkara egna sjógvi, ið vit higartil ikki hava troytt, og sum halda til úti á tí djúpa vatninum. Talan er t.d. um laks, kongafisk, svartkjaft, gulllaks og onnur fiskasløg við. TVEY TEY seinastu árini hava einir tríggir danskir bátar veitt laks við Føroyar. Í år er talið av donskum laksabátum við Føroyar nógv vaksið. Hesir bátar eru nú átta í tali og teir hava sera góðan fiskiskap. EIN AV hesum bátum, sum vit hava frætt um, hevur veitt fyri 1,2 mió. kr. eftir seks vikum. Donsku bátarnir hava loyvi til laksafiskiskap í for- oyskum sjógvi frá 15. september til árslok. Verður veðrið til vildar og fiskiskapurin eins góður sum higartil, má hetta haldast at vera avbera gott. VIT HAVA varhugan av, at tað liggur sera væl fyri hjá dønum at veiða laks við línu, og sjálvandi kemst hetta av, at danir í mong ár hava veitt laks við línu í Eystursjónum. Bestu laksamiðini í Eystursjónum eru nú russisk ogn og tí leita danir hendan vegin. TÁ TALAN er um laksafiskiskap, hava føroyingar nærum einans roynt seg vid gørnum í Grønlandi, og lítið og onki við línu. Fyri okkum er laksa- fiskiskapurin við línu sostatt eitt nýtt fyribrigdi. Her hava vit helst nakað at læra. Og hetta kunnu vit læra av døn- um. AFTURFYRI at danir sleppa at veiða laks her, áttu vit at sett ta treyt, at eitt ávíst tal av føroyingum slapp við og harvið fingu sær kunnleika til hendan fiskiskap. Skúli í Porkeri — er óneyðugt at hava arkitektar til skúlabygging? 26. sept. í ár skrivaði Oyggjatíðindi um skúlabygging í Porkeri. Fyrst má ein spyrja, hvussu menn kunnu hugsa sær at fara so ábyrgdarleyst um pening- in fólk hava blett fyri í skattum. Síðan má ein spyrja: hvar eru arkitektarnir? So vítt eg veit, eru fleiri ungir feroyingar arkitektar. Eg kenni nakrar av teimum — dugnaligir og idealistiskir eru teir — sum góðir arki- tektar eiga at vera. Men hvar eru teir og hvat gera teir, tá totalt ókvalifiserað fólk verða »bidin« um at gera »skulaprojekt«? Hava teir ikki nýtt 6-7 ár til at útbúgva seg — og so vísir tað seg at heilt óút- búgvið fólk kann taka arbeiðið teirra frá teimum. Hava teir onki felag, sum kann taka sær av áhuga- málum teirra? Hava teir onki felag, sum kann åvirka, leiðbeina og ráð- geva kommunum og skúlamyndugleikum og eðrum, sum ikki vita ov mikið um byggisið og - mentan? Komið fram — góðu arkitektar, vísið okkum, at tit eru til og latið ikki dilettantarnar valda í tykkara faki. Innan fyri sethúsa- byggingina gera tit arki- tektar tykkum alt ov lítið galdandi og úrslitið er har eftir. Tann syndarligi byggisiður, sum sæst hava tikið seg upp sein- astu árini, er onki betur at nevna enn ein yvirbjóðing í monstresum ræðuleik- um. Her verður ein hin fremsta uppgáva hjá tykkara felag at byrja Hver segði sosialisma? Áhugavert at lesa brævið hjá Kára Petersen (KP) í Sosialinum (7/11-79), har hann sum >kommunistur- sosialistur« torir at bróta »solidaritetin«, og siga okkum nakrar sannleikar um, hvussu vorðið er eystanfyri. Lat meg beinanvegin siga, at eg eri samdur við KP um, at USA ikki er nakar eingil, men tað var tó gott endiliga at fáa at vita frá einum kommun- isti, at steðan eystanfyri heldur ikki er so ljósa- reyð, sum summi vilja gera hana til. Sum yngri hevdu vit nokk nógvar idealistiskar tankar um sosialismuna, sum so við og við eru pilk- aðir úr okkum. Eftir hevur so staðið, um marxistiska læran er rett. Og tað tyk- ist hon jú at vera. Men góðtaka vit tað, so noyð- ast vit eisini at viðganga at í praksis fungerar alt ikki so væl. KP nevnir at s„ongin kommunisma« er í eystur- týsklandi, tjekkoslo- vakínum og USSR. Lat meg taka blaðið so mikið frá munninum, at eg fái sagt at hon heldur ikki finst í jugoslaviu, póllandi og albaniu. Og nú, meðan eg eri í sannleiksherind- inum, lat meg so eisini siga, at tað stersta, sokall- aða sosialistiska landi, Kina, ja har finst heldur ongin kommunisma, ella skuldi man sagt sosialisma. Tað gerst týðuligari fyri hvenn dag sum fer, at Kina er dyggur skutilsveinur hjá teimum fúlastu millum kapital- istar. Ikki nokk við at teir liggja og revidera og karva sundur marxistisku teoriina, og koma við trí- einigheit og pappírstigar- um, sum plástur á sárið. Nei, teir ganga við lív og sál í hernað saman við imperialismuni, móti fólksins áhugamálum. Hvat hevur fascisturin Strauss at gera í Peking? Jú, kinesarar vilja siga honum hvussu væl teimum dámar at síggja eitt sterkt Europa, eitt sterkt EEC. Og teir vilja siga honum, hvussu væl teimum hugar NATO. Teir vilja styðja hann, tá hesi amboð verða brúkt móti fólkinum, verð vissur í ti. Hvat gjerdi kinesiski uttanríkismálaráðharrin í Zaire í fjør? Jú, hann skuldi rósa Mobuto og hansara leigudrápsmonn- um úr Belgiu og Fraklandi fyri at myrða og kvala í blóði fólkið í Zaire. Og hver er tað sum styðjar Shain, tá fólkið vil av við hann? Jú, tað er Kina, sum sendir bæði uttanríkismálaráðharran og formannin at styðja henda hópdrápsmann. Tá so Sadat kom við sínum »fridar« uppskoti, ja, so styðjaðu teir tað, og refereradu tjakid i isra- elska parlamentinum. Ikki eitt orð um mótsteðuna frá palistinarum. Teir styðjaðu einaferð eritreanska fólkið, men so skjótt teir fingu eina sendistovu í Addis Abeba, ja, so var vent í holuni. Teir liggja á kneum fyri kapitalistum fyri at fáa vápn. Um alt landið verður propaganderað fyri USA: at tað ikki er aggressivt, og bert verjir sína steðu, sum rættvíst er. Tað man nokk vera í sama anda, at teir so dyggiliga tóku undir við keypinum av hernaðar- flogførum, sum tey fýra NATO-londini gjerdu. Vánaliga eru teir fyri búskaparliga, men tá teir vilja styðja nakran við láni, so lata teir tað til fascistiskar stjórnir sum Chile og Tunesien, meðan lond sum Albanien verða sett á svartalista. Mangan hevur verið sagt at friður og forstáilsi eyðkenna Kina. Henda mytan verður alt meira sundurpettað. Diskussión- ir eru nógvar og langar, men innihaldið og sann- leikin eru undirornaði. Tað er æran og tað at ikki má missast andlit, sum mest umræður. Nationalchau- vinisman er í hásæti. Út- lendingar (um teir ikki júst eru amerikanarar ella europearar) verða for- fylgdir, bukaðir alment og vístir av landinum, ofta bert tí teir eru svartir, ella tíð teir hava gingið við kinesiskum konufólki. Valdsgerðir eru van- ligar. Vaksin og bern verða myrd uttan rættar- gongd. Fangar verða buk- aðir, summir til deyðis. Og torir tú at heingja eina veggavís upp um hetta, ja, so verður tú ofta ikki funnin aftur á lívi. Her er Charta 77 barnamatur. Kapitalistar trívast væl í Kina, teir fáa sítt. Men verri er hjá tíð arbeiðandi fólkinum. Har eru lenirnar lágar, arbeiðstempoið verður alsamt sett upp, og tey noyðast at finna seg í hækkandi prísum á neyð- synjarverum. So tað er heldur ikki so undarligt at fleiri av teimum flýggja til Hong Kong. „Vit liva undir eini fas- upplýsingararbeiði mill- um fólk. Oddmar við Sílánna byggifreðingur tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. cistiskari stjórn< stendur at lesa í veggavísum. Og tað er ikki heilt burturvið. Fyri at villleiða fólkið verður nationalchauvin- isman prædikað. Hópdrápsmaðurin og racisturin, Pol Pot, verður styðjaður, so hann kann koma til ræði. Og teir fóru við honum gjøgnum vatn og eld. Eftir at hann er fallin, hava teir ráðandi tikið hann til sín, sum sín egna, og hann situr nú í Peking og hevur útvarps- sendingar um hvussu nógvir vietnamesarar skulu drepast, áðrenn vietnamesiska rasan er týnd. Stuðul millum fólkið hevði hann ongan. Teir lupu á Vietnam við fleiri hundrað túsund her- monnum. Og hetta var ikki nekur vanlig herferð. Nei, harðskapurin var so stórur, at sjálvt teir harð- astu millum amerikanskar hermenn hevdu etast. Allar bygdirnar, teir komu framá, vórðu sorlaðar sundur. Fleiri hundrað túsund gjørdust heimleys. Skular, hospital, barnagarðar, brunnar og brýr, alt varð sprongt í luftina, og krýatúrini dripin ella rænd. Ein roynd at drepa og oyða ult sum fyri var. Ein racistisk herferð. Nú kann tað vera, at onkur sær sosialismu igjøgnum alt hetta. Eg síggi hana í hvussu er ikki. Eg meti Kina at vera fas- cistiskt. Í klernum á imperialismuni, og sum ein vaksandi faktorur í kúganini av fólki og frælsisbardegum. Eitt land har nationalschau- vinisman og racisman hava fingið fríar ræsur, í- Framhald á síðu 15