Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Framhald av síðu 3 so væl fyri at royna, tí har royna trolararnir. Skiparin á Stellu Maris sigur víðari, at tær roynd- ir, sum teir hava gjert hig- artil við at veiða laks und- ir Feroyum, vísa, at laks- urin heldur til, har nógv æti er í sjónum. Hitin í sjónum hevur eisini avger- andi týdning fyri, nær og hvar teir kunnu veiða laksin. 2000 húkar — 9 favnar ímillum hvenn Reiðskapurin, ið teir brúka, er heldur long lína. Teir hava umleið 2000 húkar í línuni og tað eru 9 favnar millum hvenn húk- in. Sjálvur teymurin er fimm metrar langur, so laksurin liggur ikki so langt undir vatnskorpuni. Hver seta tekur umleið 16 tímar og kunnu teir hesar tímarnar reka einar 35 fjórðingar. Tað mesta, sum teir hava fingið eftir eina setu, eru 300 laksar. Miðalvekt- in er uml. 3,5 kg. Stella Maris tekur 50 tons og verður allur laksurin heil- frystur umborð. Agnið teir brúka er brislingur. Tað eru fimm mans á hverjum bátinum og eru bátarnir millum 50 og 100 tons til steddar. Tað eru eisini feroyingar við onkr- um av bátunum. Við Stellu Maris eru tríggir klaksvíkingar: tveir, sum eru búsitandi í Klaksvík, meðan hin er búsitandi í Esbjerg. Spurdur um hvat hann metir hevur stersta týdn- ingin fyri at fáa sum mest burtur úr einum lakstúri, sigur skiparin á Stellu Maris, at tað er sjálv sosialurin handfaringin av reiðskap- inum. — Hetta hevur alt at siga, er hann skjótur at leggja afturat. Hann sær annars ikki ljóst uppá framtíðina. — Sleppa vit ikki at halda fram at veiða undir Feroy- um er lítið annað at gera enn at leggja bátarnar. Sjálvur vil eg selja feroy- ingum bátin. Hann stendur í dag í 1,2 mill. kr. Tá er øll tann mest nútím- ans laksaútgerðin um- framt frystilastin við. Donsku skipini fara øll heim til jóla og ætla at koma aftur í mars, um teir fáa loyvi at veiða laks tá. Sosialurin hevur annars frætt, at feroyingar hava ætlanir um at keypa onkr- an av teimum donsku laksabátunum. Vit hava tó ikki fingið hetta váttað. Frá Fiskivinnustovuni fáa vit upplýst, at tað er ójavnt, sum skipini fáa. Tveir av bornholmarunum hevdu í seinastu viku fiskað 14 tons hver. Ein av feroysku bátunum, Stjørnan, kom inn at landa í síðstu viku. Teir hevdu roynt í 8 dagar og hevdu fingið 700 laksar, uml. 2 tons. Annars hevur ein maður frá Fiskirann- sóknarstovuni verið við Stjørnuni og gjert ymsar kanningar. Teir hava m.a. fingið tríggjar merktar laksar, sum komu frá Noregi og Sveríki. Spurningurin um hverji og hvussu nógv skip fáa loyvi at veiða laks í kom- andi ári er enn ógreiður. Okkurt tykist tó benda á, at ætla 10 feroysk skip, ella fleiri at royna eftir laksi undir Feroyum, kemur spurningurin inn í myndina, hvussu nógvir dánskir bátar fáa loyvi at veiða laks. Í dag hava danir rættindi javnbjóðis við feroyingar at veiða laks undir Feroyum. SKALFLEX BETONGMÁLING og RELIEFFPUSS við 10 ára garanti fæst hjá ARNA SAMUELSEN TIf. 55775 — 3870 Klaksvík Hyggið her! Limagjaldið fyri desember mánað er fallið til gjaldingar í ollum sjúkrakgssum í Føroyum. Vit heita tí á allar limir, sum ikki longu hava goldið fyri alt árið 1979, um at gjalda í so góðari tíð, at eingin eftirstøda er, tá árið er úti. Sjúkrakassabókin (Limaprógvið) eigur altíð at vera havd við, tá goldið verður. Vegna allar sjúkrakassar Meginfelagið Skrivstovu- lærlingur Søkt verður eftir lærlingi til skrivstovu líkn- ingarráðsins frá 1. januar 1980. Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstyri og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn má vera ráðnum í hendi innan 18. desember 1979 saman við avritum av prévbrøvum og møguligum viðmælum. Líkningarráð Føroya IFØ sanitet Å goymslu hava vit alt sanitet so sum wc, vøsk, bidét, badikør og brúsukabinur i øllum IFØ-litum. Seinasta nyggja er i brånum rustica. Framsýning Yviri við Strond 1 a. Yviri við Strond 1, tlf. 14600. |