Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 95 — 8. desember 1979 Barnabókaútgáva Treytin fyri fleiri bókum er stór sela — Treytin fyri at vit alla tíðina kunnu geva barna- og ung- dómsbekur út er hon, at bøkurnar verða keyptar so hvert, sigur Johannes Enni. Johannes er ein av teim- um lærarunum, sum hev- ur bókadeildina hjá Fer- oya Lærarafelag um hendi. Og bókadeildin er tann útgevarin í Feroy- um, sum gevur flestar barnabekur út. Í ár hevur bókadeildin givið átta bekur út. Tað er tað mesta, sum er komið út eftir einum ári. Í tey 30 árini, lærara- felagið hevur givið bøk- ur út, hevur felagið givið ur út, hevur felagið givið 111 bekur út. Lagt dent á fer- oyskar bøkur Johannes greidir frå, at i ár hevur bókadeildin lagt dent á at geva út bekur, sum eru skrivaðar á feroyskum. Og fýra av teimum, sum eru komnar í ár, eru av feroyskum uppruna. Næsta ár er ætlanin at geva einar 6-8 bekur út. Tá er ætlanin at leggja dent á ungdómsbekur. Tað hevur ofta gingið trupult at sleppa av við bekurnar, men Johannes sigur, at í ár hava tey selt rættiliga nógvar bekur — meira enn eina fyri hvert barnið. Hann heldur, at hetta kemst av barnaárinum. — Hvat er orsøkin til, at so lítið ofta verður selt av føroyskum barna- bókum? — Søluskipanin hevur ikki verið góð. Í heila tikið er einki munagott gjørt. Men hon er tó betrað nógv. Eisini skal havast í huga, at barna- bókin sum soleiðis er nýggj. Harafturat hevur úrvalið av føroyskum barnabókum verið so lít- ið. Royna at gera tær hugtakandi — Eru bekurnar ov lítið hugtakandi? — Tað kann vera, men tær eru nógv frægari nú, enn tær hava verið. Sum demi kann eg nevna ta nýggju bókina >Per og eg“, sum júst er komin. Hon hevur fleiri litaðar tekningar, so vit hava roynt at gera tær meira hugtakandi, men tað er dýrt. — Tær feroysku barnabekurnar eru kanska ov dýrar? — Tað haldi eg íkki. Tær eru ofta bíligari enn útlendskar bekur. T.d. tá vit gera onkra bók sam- an við eðrum londum — tað sum vit rópa sam- prent — eru tær feroy- sku bíligari. 'Stuðul Hver bókin verður prentað í 2000 eintøkum. Árliga selan liggur um eina kvart millión kr. Tá er Mín Jólabók, sum lær- arafelagið eisini gevur út, ikki tikin við. Men hendan selan er ikki nóg mikið til út- reiðslurnar í samband við at reka forlagið, hava eina goymslu, veita sam- sýning til tey, sum týða bekurnar, og at avgreiða tær. Tí fær bókadeildin ein peningaligan stuðul úr landskassanum. Hann er nú 350.000 kr. um árið. Men sjálvar bekur- nar verða ikki seldar fyri ein minni prís, enn tað kostar at framleiða tær. Óneyðugt, at hevundin skal hava peningaligt stríð Land og kommunur kundu í felag keypt 500 bøkur til skúl- arnar, so komu pengar beinanvegin inn Tað er trupult at geva bekur út í Feroyum. Tað tekur langa tíð. Tað er dýrt. Og tað er stríggið. Bókaforlegini í Feroy- um eru mong, men tey flestu eru smá. Nógvir av rithevdundunum velja av ymiskum orsek- um sjålvir at geva bøkur sinar åt, men so hava teir eisini sjålvir ta figgj- arligu åbyrgdina. Ein av teimum rit- høvdundunum, sum sjålvur gevur bøkur sin- ar út, er Marianna Dahl. Orsekin er hon, at tað tekur fleiri ár hjá forløg- unum at fáa eina bók út. Sum demi nevnir hon, at tann fyrsta barna- bókin hjá sær hevði trý ár um útkomuna. Hetta tímdi hon i“ki at halda fram við, og ti hevur hon sjálv givið tær triggjar seinastu bøkurnar hjå sær ut. — Men tad er eitt stórt figgjarligt tak at fara undir og man kann vága eitt peningaligt hall, sigur Marianna. Sum demi um, hvussu vit kundu bett um hesi viðurskifti, nevnir hon eina skipan í Noregi, sum kundi verið fylgd her. Hon vísir á, at land- sins ella teir kommunalu myndugleikarnir kundu keypt eitt ávíst tal av bókunum, t.d. 500 ein- tek, sum blivu send til skúlar kring landið — Samstundis sum myndugleikarnir so høvdu stuðlað útgávuni, hevdu bekurnar komið longur út. A hendan hátt hevði man eisini hjálp teimum smáu skúlunum, sum ofta ikki fáa játtan- ir at keypa bekur, tí kommunurnar hava ikki ráð, sigur Marianna. Soleiðis fingu hesir skúl- arnir eisini eitt savn við feroyskum barnabókum. Marianna heldur, at hetta hevði verið hugna- ligari. Rithevundurin hevði verið tryggjaður fíggjarliga beinanvegin og hetta hevði verið ein lætti hjá honum. Hon heldur, at tað er órími- ligt eisini at lata rithev- undarnar stríðast við teimum peningaligu spurningunum. — Tað skuldi verið óneyðugt, tá man hugsar um, at hann fyrst hevur havt stríðið av at skriva bókina, sigur Marianna Hansina lesur nógvar feroyskar bekur; tí henni dámar tær væl: — Men tær útlendsku eru meira spennandi. Eg haldi, at tær føroysku kundu verið meira spennandi. Ikki ti, eg havi lisið onkrar spennandi á føroyskum, men tær hava verið tyddar, t.d. Hin síðsti Mohikanin, sigur Hansina. Hon heldur, at tað eru tey feroysku orðini, sum gera bekur- nar tungar. Tað er ikki evni í bókunum, sum er keðiligt. Hansina sigur, at tær bekurnar, sum eru skrivaðar á foroyskum eru líka góðar sum útlendskar, men tær eru ikki so spennandi. Hansina er nøgd við úrvalið á foroyskum bókum. annað hevur: Súsanna. Erling lesur nógvar feroyskar bekur: — Mær dámar væl tær feroysku bekurnar. Nógvar góðar eru at finna ímillum, hóast evni í bókunum ofta er keðiligt, sigur Erling. Av feroyskum uppruna-bókum hevur hann m.a. lisið tær hjá Marionnu Dahl. Honum dámar tær væl, tí tær eru skrivaðar um feroysk bern. — Eg lesi mest í frílestri, men læni nógvar á bókasavninum og í skúlanum. Eg kundi hugsa mær fleiri bøkur á føroyskum, sigur Erling. Hansina Dahl, 11 ár Hans Kass, 11 ár Erling Egholm, 12 ár Súsanna Nielsen, 13 ár Hans hevur lisið nakrar føroyskar bøkur: — Men eg lesi mest danskar bekur, tí eg haldi tær vera betri. Eg eri byrjaður upp á nakrar feroyskar, men havi lagt tær frá mær, tí tær eru so lítið hugtakandi. Men tær flestu havi eg tó lisið lidnar, sigur Hans. Hann heldur, at tann besta bókin, hann hevur lisið á fer- oyskum, er Svalbard Robinsson. Hann heldur ikki, at tað er munur á teimum bókunum, sum eru týddar, og teimum sum eru skrivaðar á føroyskum. — Um tær vóru fleiri, hevði eg helst lisið fleiri, sigur Hans. Súsanna lesur nógv — eisini feroyskar bekur, tá hon einki — Mær dámar tær føroysku bøkurnar væl, men tær kundu verið meira spennandi. Evni er ofta keðiligt. Viðhvert gott, men ongantíð spennandi, sigur Súsanna. Hon lesur mest í frílestrartímum, men eisini nakað lænir hon á sevnunum. Tann besta týdda bókin, henni dámar, er Frændaleysur, meðan Dirdri er tann besta føroyska. — Dirdri er ikki spennandi, men hon er væl skrivað, sigur Føroyskar barnabøkur 1979 Hesin listi er eitt yvirlit yvir barnabøkur, sum eru komnar ut higartil i år. Bøkur, sum í hesum tidarskeidi eru útaft- urkomnar í nýggjum upplagi, eru ikki tiknar við, og heldur ikki bøkur, sum burturav eru ætlaðar til skúlabrúks. Myndabøkur og bøkur fyri smærri børn Thorbjørn Egner: Klintrimús og hini dyrini i Valbakkaskóginum. Hetta er bókin um Klintrimús, sum heldur vil syngja og spæla allan dagin, ístaðin fyri at arbeiða og henta netur. Grethe Horn Mathismoen: Bern um allan heim. Í hesi bók verður sagt frá, hvussu bern hava tað í eðrum londum og her heima hjá okkum. Bókin er givin út í samband við, at tað í ár er Altjóða Barnaár. Jesus og blindi biddarin. Umsett og tilevn- ad hava Johs. Andr. Næs og P.J. Sigvardsen. Elin Mortensen: Sanna i summarfri. Sanna og Jákup, sum búgva í Havn, fara út á bygd at ferðast í summarfrítíðini. Svend Otto S: Mass og Milalikkur. Ein myndabók um grenlendingadreingin Mass, sum á 6 ára feðingardegnum fær eina sleðu og hundahvølpin, Milalikk, í fødingar- dagsgávu. Rani og Rúna. Ráðið fyri ferðslutrygd hevur givið bókina út, og allan vegin í seguni fært tú at vita, hvussu tú skalt bera teg at, ella hvussu tú ikki skalt bera teg at, fyri at sleppast skal undan ferðsluvanlukkum. Jonathan Wills: Linda og vitin. Ein myndabók um Lindu, sum býr í Het- landi. Pápi hennara er vitaverður úti á einum skeri. Linda sigur frá eini ferð út á vitan saman við pápanum og nekrum eðrum monn- um. Bekur fyri størri børn Marianna Debes Dahl: Dirdri. Dirdri c r 12 ára gomul smágenta og býr í Skotlandi. Mamma hennara er úr Feroyum. Í samband við starv sítt fer pápin nakrar mánaðir burtur í lond; mamman fer við, og Dirdri fer heim til ommu sína í Føroyum. Robert Fisker: Fongurin. Ein sega frá steineldini um tann unga veiðimannin, Guru, sum má flýggja frá bygd- arfólkinum og berjast móti tí hvíta tarvinum — tí stóra andanum á skóginum. Steinbjorn B. Jacobsen: Hin reyða ryssan. Bókin er um bern í Feroyum í dag, um Mariu sum gongur í 6. flokki, og sum ynskir sær eitt ross. Any Thyregod: Bjern Sjógarpur. Ein sega um víkingarnar, sum komu til Amerika. Bjern er feddur í Íslandi. Hann fer til Grenlands saman við foreldrum sínum og systrini. Har búsetast tey stutt frá Eiriki Reyða, sum er flýddur úr Íslandi. Rosemary Weir: Glasbúrið. Glasbúrið er um dreingin Nikolaj Nuffield, sum longu sum 6 ára gamal hevur havt klaverkonsertir við gitnum orkestrum og tónleikastjórum. Sven Wernstrøm: Javnlíkin Jesus. Í hesi bók verður Jesus lýstur sum eitt vanligt menniskja — ein hetja, men eisini ein, ið kann mistaka seg. Hann stríðist fyri teim- um fátæku og veiku, móti teimum ríku og teimum fremmandu valdsharrunum. Frida Zachariassen: Barnaár 1979. „Hetta eru hugleiðingar um ymiskt gam- alt, og okkurt lítið uppskot, nú tey sum fyri- reika barnaárið hava heitt á fólk um slíkt. Til deils er tað eisini skrivað, ti børn og ung nú eru farin at spyrja eftir ymsum, sum gamalt era. Segusevn Chr. Hoj: Barnaségur. Bd. 2. Chr. Hej: Barnasegur. Bd. 3. Chr. Høj: Til fjalis og fjøru. Jákup Jakobsen: Feroysk Ævintýr I. Andrian Johansen: Eitt loyndarmál og aðrar søgur