Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 8. desember 1979 sosialurin Born um barnabokur Gisleyg lesur ikki nógvar feroyskar bekur, tí hon heldur, at tær donsku eru nógv meira spennandi og hugtakandi. — Eg haldi, at evni í teimum feroysku bókunum ofta er gott, men orðini og málið er keðiligt og tungt. Eg havi tó lisið onkra í frílesing, sigur Gisleyg. Av feroyskum bókum dámar henni væl Fløkjuna,, men hon heldur, at Marianna skrivar bara um eina farna tíð. Gisleyg Holm, 11 ár Tey seks bernini, sum Sosialurin hevur tosað við, eru samd um, at fer- oysku barnabekur- nar eru ov lítið spennandi. Harafturat siga tey, at evni í bókun- um er ov gamalt — frá eini farnari tíð. Tey sakna at lesa um dagin í dag — teirra hvervi! egna um- Sigmund Isfeld, 13 år = Sigmund lesur mest danskar bekur, men hann hevur lisið nakrar feroyskar barnabekur: — Eg haldi tær vera góðar, men turrar. Tað føroyska málið er tungt, og tað er ringt at finna nakað stuttligt á foroyskum. Annars haldi eg, at evnini í bókúnum er gott. Sjálvur heldur hann, at ein tann besta bókin, hann hevur lisið á føroyskum, er Kring jørdina í kavbáti. Sigmund, sum lesur mest í frílestrartímum, heldur, at tær føroysku bøkurr. - taka seg væl út og at tær ikki eru dýrar. Bernini idnir lánarar Higartil í ár eru útkomnar 19 barnabekur. Av hesum eru 11 um- settar og 8 eru upprunalig- ar, tvs. at tær eru skriv- aðar á føroyskum. Fyrri smærri bern eru útkomnar 7 bekur og fyri sterri bern aðrar 7. Aftur- at hesum eru eisini útkom- in 5 segusevn, sum kunnu lesast bæði av smærri og størri børnum. Barnabókasavnið keyp- ir sjálvsagt allar feroysk- ar barnabekur. A summ- um bókum verða keypt 6 eintek, av eðrum 10 eintek — alt eftir hvat slag av bókum talan er um. Barnabókasavnið í Havn hevur eini 10.000 bind av bókum. Av hesum er tann feroyski parturin bert ein lítil partur, umleið 10 prosent — sum rúmast í einum horni. Útlánið av barnabókum var frá 1.4.78—1.4.79 32.680 bind. Ella sagt við eðrum orðum: at hver bók á barnabókasavninum hevur verið lánt út meira enn 3 ferðir í tí tíðarskeið- inum. Telini vísa at 10 prosent av útláninum á barna- bókasavninum er útlán av føroyskum barnabókum, og kann hetta lutfallsliga sigast at vera á góðari leið. 50 prosent av útlánin- um á Býarbókasavninum er til bern, og 50 prosent av lánarunum eru bern. Men bernini telja ikki meira enn 22 prosent av samlaða íbúgvaratalinum í Havn. Ikki kann sigast annað enn, at bernini eru ídnir lánarar. Harafturat kom so øll børnini, sum koma hvønn dag inn á bóka- savnið, sita har og lesa og práta, men lána ikki heim við. Annað virksemi Umframt útlán av bókum, hevur barnabókasavnið eisini ymisk tiltek fyri bern. Fyri tey smáu undir skúlaaldur er ein tími um vikuna, har tað verður sungið, spælt, sagt frá segum, víst ljósmyndir o.a. Til hesar timarnar koma sum oftast gestir uttanífrá og hjálpa til. Fyri teimum sterru bern- unum verður filmur vístur ein dag um vikuna, og av og á verður tónleikur spældur. — Hetta verður alt gjørt fyri at børnini skulu fáa eitt so natúrligt til- knýti til bókasavnið sum gjørligt — at bókasavnið skal gerast ein so vanligur lutur i gerandisdegnum hjå børnunum sum til ber. Sida 11 Samrøda vid barnabókarithovunda Børnini eiga at fåa kenslu av, at tey liva i føroyskum umhvørvi føroysku Tey børnini hava alt ov litid at lesa å føroyskum. Av nógvum bornum havi eg skilt, at tey eru glað fyri tann foroyska les- naðin, sum finst. Ti er tað av stór- um týdningi, at vit fáa nógvan lesnað, sum hevur foroyskan upp- runa. Soleiðis tekur Marianna Debes Dahl til í eini sam- reðu, sum Barnasíðan í Sosialinum hevur havt við hana. Vit hava tosað um tað, hon skrivar og hví hon skrivar. Marianna hevur skrivað fýra bekur fyri eldri bern og tann síðsta er komin út í ár. — Nær fórst tú at skriva? — Fyrsta bókin, eg skrivaði, var >Burtur á heiði“. Hana skrivaði eg fyri seks-sjey árum síð- ani. Eg skrivaði hana til eina barnabókakapping, sum Mentanargrunnurin hjá Studentafelagnum í Keypmannahavn út- skrivaði. — Saknaði tú feroysk- ar barnabekur? — Kappingin varð út- skrivað, tá tað var sakn- ur á føroyskum barna- bókum. — Eg haldi, at tað er ein vandi í tí bara at týða úr fremmandum máli til føroyskt. Ikki tí, tað er gott at fáa nógvar barna- bekur á føroyskum. Men tað er keðiligt, um bek- urnar bara eru í út- lendskum umhvervi og um útlendskar trupul- leikar. Tí mugu vit royna at fáa nakað við feroysk- um uppruna. — Hverji evni tekur tú serliga upp? — Bekurnar hjá mær eru skrivaðar fyri sterri børnum og unglingum. Tær eru um viðurskifti, sum hava vit tey at gera. — Er tað »verdin« i dag, tå skrivar um, ella er tað »verdin«, sum tú sjálv hevur upplivað, tá tú vart yngri? — Tað skuldi helst verið tann >verðin<, sum bern liva í í dag. Men tey, sum skrivað, eru altíð ávirkað av tí, sum tey hava upplivað. So tað, sum eg skrivi, er helst eisini ein 15 ára gamalt. — Hevur nakað barn ella ungfólk sagt við teg, at tað, sum tú skrivar, ikki er vina? — Eg havi ikki hoyrt bern siga tað, men eg havi varhugan av, at onkur heldur, at bekurnar áttu at verið meira knýttar til dagin í dag. — Sjálv havi eg var- hugan av, at bekurnar kundi verið meira aktu- ellar. Niðri í Danmark hava rithevundar nógv við at skriva um tað nýggjasta — beattón- leik, prutl, ungdóms- trupulleikar o.tl. Eg eri ikki rættiliga komin so langt enn, men tað kemur kanska. — Roynir tú slettis ikki at leggja teg eftir tí, sum er aktuelt ella »in« i dag? — So lítið sum møgu- ligt. Eg meti, at tad hev- ur tydning, at tey kunnu fåa eina kenslu av, at tey eru føroysk børn, og at tey hava nakad, sum onnur ikki hava. — Allastaðni sæst, hvussu feroysk bern eru undir útlendskum árini. Tað veri seg innan tón- leik. klæði, lesnað o.s.fr. Tí haldi eg, at tað hevur stóran týdning at geva teimum okkurt, sum er okkara egna. Ikki fyri at vera so ovur tjóðskapar- lig, men fyri at tey kunnu finna seg til rættis i ti føroyska um- hvørvinum og seta pris upp å tad, sum er okk- ara. — Tá tú tekur teg frå „degnum í dag«, fært tú nóg væl fatur á teimum ungu lesarunum? — Tað veldst um, hvussu livandi ein rit- høvdundur skrivar. Eg ivist ikki i, at ein rit- høvundur kann skriva um og fyri børnum i dag og fåa serlig føroysk fyribrigdi við. Tað er nógv serferoyskt at skriva um. — Til demis? — Oyggjarnar, náttúr- an, umhvervið, tann fer- oyska verumátan, og alt tað sum ikki hevur við pengar — tað sum ikki kann keypast — at gera. Hóast eg ikki havi alt hetta nýggja og »smarta« við, haldi eg, at mínar bekur hava nakað at siga nútíðarbernum kortini. — Nógvir rithevundar hava eina ávísa ætlan við tí, teir skriva. Hevur tú tað, ella dámar tær bara at siga frá? — Al tann tíð eg skrivi, er tað tí, eg havi okkurt at siga frá. Eg havi eina skrivitrongd, men eg kann ikki siga, at eg skrivi nakað av sann- føring. Tað er rætt, at summir rithevundar hava eina ávísa ætlan Teir velja sær eitt evni, og skriva bókina eftir tí Hetta virkar ov bundið upp á meg. — Hjá mær er tað meira kensluborið — tað er, sum frásegnin bara veksur fram í mær. Og tá hon er nekulunda fullfíggjað, festi eg hana á blað. — Ikki tí, eg kenni meg nógv meira sann- førda — bæði politiskt og á annan hátt — enn tað, sum er komið fram í skrivingini hjá mær. Eg kundi kanska hugsa mær at veri meira sann- ferd í skrivingini, men eg dugi helst ikki at fáa tað fram enn. — Nú ert tú lærarinna. Fært tú hug at skriva nakað ávíst, tá tú dag- liga fæst við bern? — Jú, eg havi upp- livað letur, sum eg haldi vera áhugaverdar at brúka í eini bók. Td. hvussu summi verða happað, hvussu tey klár- að seg, og um tey sjálvi hava skyldina. — Hevur nakað? — Ikki enn, men tað kemur kanska. Enn hevur skrivingin hálva- vegna verið endurminn- ingar. — Ert tú negd við und- irtekuna? — Eg haldi, at tær eru væl seldar og fegnist um, at tær verða lisnar. Tað er stuttligt, tå børn i skúlanum rópa: >Tú, eg havi lisið bókina hjá tær. Hon er forbiðið góðÓ sigur Marianna at enda í tú brúkt samreðuni