Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A —J5G—"".ene"owyiW; Nr. 96 — 12. desember 1979 aftaná var kjak. ætlaðu konsertina. sosialurin Síða 3' Tað komu nakrar tåsund krónur inn, tá Landsfelagid av ungdómsfelegum skipaði fyri stevnu seinasta vikuskiftið. Enn er ikki endaligt uppgjert. Stevnan varð sett leygardagin. Formaðurin í Landsfelagnum, Rani Nolsee, beyð vælkomin og Petur Christiansen, borgarstjóri, setti stevnuna. Síðani greiddi Karin Kjølbro, legtingskvinna og sosialrådgevi, frá virkserminum og endamálinum við stovninum Red barnet. At enda greiddi Hergeir Nielsen, landsstýrismaður, frá frítíðarlóggávuni og Tað varð avgjert at seta eina fyribilsnevnd, sum skal koma við uppskoti um lóg og reglugerð fyri ein føroyskan Red barnet stovn. Kallað verður so til stovn- andi aðalfund einaferð í fyrst komandi ári. Stevnan helt fram sunnudagin, tá trý fólk framferdu ein sjónleik í Skansa- stovu. Aftaná var kjak um innihaldið i hesu leikinum, nevniliga mobbing. Sum heild má sigast, at stevnan eydnaðist væl, hóast neyðugt varð at avlýsa Sett fyribilsnevnd at stovna Red barnet-deild: Kunnu ikki altíð bíða eftir politiskum loysnum — Helst eru mong, sum eru ímóti privatum felagsskapum, ið hjálpa har spurningarnir eru politiskir og áttu at verið loystir á politisk- an hátt. Óneyðugt er at nevna, at politikkur mangan er miskunnar- leysur og ofta gongur út yvir tey, ið veikast eru í samfelagnum, segði Karin Kjølbro m.a. á stevnuni, sum Landsfelagið av ung- dómsfelegum skipaði fyri seinasta viku- skiftið. Karin Kjelbro greiddi frá, hvussu Red barnet stovnurin virkar runt kring heimin, og mælti til at hesin stovn- ur fær eina deild í Feroyum. Víðari segði hon: — Eg havi hug at nevna, at royndir, bæði heima hjá okkum og aðra- staðni við, hava víst, at tað altíð er privata slóð- brótandi = virksemi á humanitera og sosiala øk- inum, ið hevur gingið und- an. Ofta hevur staðið illa til á mongum økjum i mongum samfeløgum, um bíðað skuldi verið eftir, at málið varð politiskt loyst. Eldhugað virksemi hjá einstaklingum og bólkum á hesum eki gevur eisini meguleika fyri græsróts- virksemi, medábyrgd og medávirkan, ið eru týdn- ingarmiklir spurningar í einum fólkastýrdum landi. Helst er eisini onkur, sum vil siga, at vit hoyra til ríku londini og eiga sjálvi at loysa okkara egnu spurningar viðv. bernum okkara á politisk- an hátt. Svarið til hetta er, at fyri tí um eitt land er ríkt, so er ikki vist, at tey veikastu í samfelagnum eru so væl fyri. Hugsað verður her um tey gomlu eins og bernini. M.a. vil eg halda, at tann serkunnleiki, sum hesir stovnar hava við- víkjandi bernum við byggjan av stovnum, spæliplássum o.e., kann vegleida okkum í øllum ti, id liggur å låni hjå okkum. Harumframt verða megu- leikarnir uppaftur betri at veita hjálp til henda stovn við ymiskum tiltøkum. Um sjálvan stovnin Red barnet segði Karin Kjølbro, at hann byrjaði við at arbeiða sum ein fyrstahjálp ella neyðhjálp fyri børn um allan heim. Í teirri ásannan, at eitt- hvert land og eitthvert stýri fyrst og fremst hevur ábyrgd av sínum egnu, sum undangongu- kvinnan hjá hesum stovni segði, so hevur t.d. Red barnet gjert slóðbrótandi arbeiði í sínum heim- landi. Grundsjónarmiðið hev- ur verið við og igjøgnum spæl og takferi at stimbra menningina hjá bernum. Við eðrum orðum ein ásannan av, at týdningar- mesta amboðið í fram- komuni hjá bernum fer fram gjøgnum spæl. Niðursteðan er tí hon, at hesin stovnur frá at vera ein neyðhjálp, er hann í dag eins nógv ein sosial- pedagogiskur stovnur, ið arbeiðir eftir nýtímans hugsunarhåtti = við tí stavnhaldi, at týdningar- mesta og skilabesta arbeiði er hitt fyribyrgj- andi arbeiði. Av hesi orsek tykir mær, at hesin stovn- ur hevur nógv at læra okk- um feroyingar. Feroyingar hava altíð stuðlað henda felagsskap og tað haldi eg, at vit skulu halda fram við. Eisini tykir mær, at vit skulu taka av tí tilboði, vit her fáa um hjálp til sjálv- hjálp, segði Karin Kjølbro á stevnuni. Moguliga pengar á eykafiggjarlogini til ungdómsarbeiði Tað verður meguliga settur peningur av á eykafíggjarlógini til ungdómsarbeiði. Hesin peningur skal í fyrstu syftu brúkast til at lena fólki, sum kunnu taka sær av at tilrættis- Framhald á síðu 12 Ellis- og roktarheim í Klaksvík og Eysturoy veruleiki um nøkur år Ætlaninar at byggja ellis- og rektarheim í Klaksvík og í Eysturoynni eru nú komnar so væl áleiðis, at byggingin kann byrja í komandi ári ella í 1981. Hetta upplýsti Jákup Lindenskov, fólkatings- maður á panelfundinum um ellis- og rektarheim í síðsta mánað. Hann segði, at tá hesi heimini eru liðug, vera tað íalt 183 pláss í landin- um. Talið á ellis- og rektar- heimsplássum í dag er 110, tá er Ellisheimið í Havn ikki íroknað. Har búgva í dag 27 fólk. Jákup Lindenskov helt tað vera rætt at halda somu leiðina, nevniliga, at byggja ellis- og røktarheim í samband við verandi sjúkrahús. Hann vísti ann- ars á, at orsekin til at málið um bygging av hesum heimum var so nógv seink- að var kjakið um stóra kostnaðin av at byggja rektarheim. Fólkatingsmaðurin helt annars, at tankin at byggja í smærri eindum eigur at verða tikin upp til viðgerð- ar. Fleiri av áhoyrarunum á panelfundinum høvdu eisini orðið. Vit skulu her taka fram nakað av tí, sum varð sagt í salinum og við hesum skulu vit enda greinareðina frá fundinum um >Ellis- og rektarheim í Føroyum«, sum Læknafelagið skipaði fyri. Tað er vón okkara, at tiltakið fer at bera ávekstur og at Læknafelagið — kanska saman við eðrum — heldur fram við at skipa fyri tílíkum fundum. Vón- andi kunnu tá eisini vera vanligir brúkarar og onnur fakfólk við í panelinum. Vit dragna afturút Sigvald Kristiansen, kommunulækni, segði, at lítið ella einki nýtt var komið fram á fundinum. — Vit dragna longur og long- ur afturút á rektarekinum, sum tíðin gongur. Tey heimini, sum ætlanin er at byggja í Klaksvík og í Eysturoynni, vera ov lítil til at nekta tervin í dag. Sigvald Kristiansen vísti á eina prognosu yvir talið á eldri fólkum tey komandi árini. Hon vísir, at tey kom- andi 12 árini vera tað til- samans 60 fólk ella fimm fólk um árið, sum hava tørv á at koma á ellis- ella rekt- arheim. Sigvald helt, at vit eiga at taka spurningin um fíggjarliga býtið millum land og kommunu upp til viðgerðar av álvara. — Kommunurnar vilja gjarna gera alt tað, sum tær kunnu, men tær hava ikki stóran fíggjarligan megu- leika til at gera munandi í dag. Tervurin undirstrikaður Hanna Lisberg, lærari, segði, at tað nýggja í spurn- inginum er, at tervurin hervið er undirstrikaður. Hon helt at skulu vit gera dreymin um at tey gomlu skulu verða verandi heima til veruleika, so mugu vit eisini geva teimum fólkum, sum taka sær av teimum gomlu, samsýning fyri arbeiði sítt. Tað eigur ikki at skorta frá almennari síðu at beta um húsaviðurskift- ini. Í veruleikanum hava vit sum so lítið og einki at bjóða fólki, sum kundu verið heima. Hevdu um- steðurnar heima verið betri, so kundi hetta lætt nógv um, segði Hanna Lis- berg. Sjúkrasystrar kanna tervin Selvá Patursson, formaður í Sjúkrasystraráðnum, segði, at ein arbeiðsbólkur hevur kannað tervin á rekt í Havn. Felagið hevur eisini arbeitt við spurninginum viðvíkjandi heimasjúkra- systraskipanini, sum langt frá virkar nóg væl í dag. Selvá Patursson segði víðari, at tað er ynskiligt, at tey gomlu eins væl sum avlamin fáa hevi til at vera í egna heimi sum longst. Hetta kann gerast við út- bygdari heimarekt við heimasjúkrasystrum og heimahjálparum og eðrum neyðugum broytingum og hentleikum í heiminum m.a. hjálpamboð osfr. — Hetta loysir tó ikki allar trupulleikarnar. Eftir vilja altíð vera nekur, sum ikki klára seg í heiminum, eiheldur í eini vardari íbúð, um tílíkar vóru. Hesin bólkurin hevur brúk fyri ellis- og rektar- heimum, og skulu vit gera umsteðurnar hjá okkara gomlu og avlamnu menn- iskjansligar sum gjerligt, mugu vit útbyggja primeru heilsurektina og byggja fleiri ellis- og rektarheim. Í samband við bygging av tílíkum heimum, neyndi Selvá Patursson, at vit eiga eisini av hava í huganum, hvussu hesi heim eru inn- rættað, og hvussu normer- ingin av starvsfólkum er. Hon segði víðari, at mál- setningurin má vera at um- steðurnar vera so heimligar og arbeiðsligar sum gjer- ligt. Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin bæði hjá búfólkum og starvsfólk- um. Allur bati betur Árni Olsen, sálarlækni, tók eisini orðið. Hann segði, at allur bati betur og nevndi í hesum sambandi, at tað í dag eru tveir sjálveigandi stovnar, sum taka sær av ávísum fólkum, sum hava rekt fyri neyðini. Hesir stovnar eru í Havn og í Runavík. Árni Olsen nam her við spurningin um teir psyki- atrisku rektarsjúkling- arnar. Hann helt fyri, at tað er gott at fleiri av hesum fólkunum kunnu vera á psykiatrisku deildini, men helt tó, at tað er rímiligt at hugsa sær nakað av minni heimum, har hesi fólk kundu vera. Hetta kann m.a. gerast við, at ein partur av rektarheimunum verður nýttur til hesar sjúklingar. Havn og í Runavík segði Árni Olsen, at fleiri av aldurssjúklingunum á psykiatrisku deildini eru farnir higar, og at teir hava tað gott har. Árni helt, at nú tosað varð um ellis- og rektar- heim, so mundi tað eisini vera tervur á einum heimi í Sandoynni. Nógvir sandoy- ingar eru aldurssjúklingau psykiatrisku deild og hesir kundu heldur búð nærri heimbygdini. Steingrim Weihe, kommunulækni, segåi, at vit eiga at gera okkum greitt, hvussu stéran part av samfelagsbúskapinum tað er rímiligt skal fara til almannamái. Hann helt annars, at feroyingar Framhald á síðu 12