mikudagur 12. desember 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 96 — 12. desember 1979
kring oyggjarnar
Nýggjan
upprættarabonk
Sparir nógv — og betri
førir fyri at fáa bilarnar í
rætt lag
Mangan hava bilverksteðini i Føroyum staðið fyri
skotum. Seinast, tá nakrir FDM-menn vóru her
og gjørdu kanningar av bilum, kundi eitt av
myndableðunum bera tey tíðindi frá teimum, at
føroysku bilverksteðini nyttaðu einki.
Um hetta er rætt ella skeivt, skal ikki verða
umrett her, men í hvussu so er, hava feroysku
verksteðini seinastu árini roynt at hampa um
umdemi sítt.
Tað henda ikki so fáir bil-samanbrestir millum
ár og dag, og tí er nógv av bilumvælingunum
upprættan av skaðum. Hetta hevur til fyri fáum
árum síðani verið gjørt aftur við handamegi, men
nú hava nøkur verkstød ognað sær sokallaðar
upprættingarbeinkir.
Seinasta fríggjadag vitjaðu vit bilverkstaðið
hjá Carlo Petersen í Havn, sum júst gjerdi tað
fyrstu royndina við sínum nýggja upprættingar-
beinki.
Sagt verður, ta við tílíkum tóli er lættari at fáa
bilin til tað hann var áðrenn skaðan. Við hesum
fáast aftur tey rettu mátini, og tað slepst undan
skeivleikum í bilinum. Arbeiðið kann gerast
skjótari og tú sparir arbeiðslen og enntá eisini
annars óneyðugar útreiðslur til eykalutir.
Esther hevði
óferan fiskiskap
Klaksvíkssluppin Est-
her hevði óferan upsa-
fiskiskap í seinastu
viku. Teir vóru úti við
snellu fríggjadagin og
fingu 43.000 pund av
upsa. Stersti upsin
vigaði heili 36
pund
Sagt verður, at upsa-
fiskiskapurin er rætti-
liga góður og upsin er
stórur. Tað fara javnan
einir 4 til 5 upsar til
hverji 100 pund.
Annars frætta vit, at
teir bátar, sum veiða
upsa við snellu, verða
nógv tarnaðir av trolar-
unum.
Sildaselumálið:
Landsrætturin
staðfesti dómin
— Men P/f Hvalnes sleppur bíligari, orsakað
av umsiting landsstýrisins av lógum og
kunngerðum frammanundan
Eystari landsrætt-
ur hevur dømt í
sildasølumålinum.
Démurin hjå Før-
oya rætti er stað-
festur, uttan so, at
hald skal leggjast å
100.000 kr. hjá
reidarinum P/f
Hvalnes. Føroya
rættur segdi
275.000 kr.
Landsrætturin hev-
ur minkað upp-
hæddina, tí hann
tekur til eftirtektar
hvussu umsitingin -
higartil hevur verið
av tilikum málum.
Fyri stívliga einum ári síð-
ani blivu skipararnir á
nótaskipunum Norðborg
og Ísborg av Feroya rætti
demdir at gjalda ávikavist
5.000 kr. og 10.000 kr. í
bót fyri at hava brotið
eina landsstýriskunngerð
um forboð móti at útflyta
feska sild. Samstundis
bleiv hald lagt á 275.000
kr. hjá P/f Hvalnes, reiða-
ríinum hjá Ísborg.
Báðir partar skutu
dómin inn fyri landsrætt-
in. Verjin hjá skiparunum
og reidariinum kravdi, tá
Eystari landsrættur við-
gjørdi málið, fríkenning
og í eðrum lagi, at revs-
ingin bleiv linari. Ákæru-
myndugleikin hinvegin
kravdi, at skipararnir báð-
ir skuldu revsast harðari.
Umsitingin
tilvildarlig
Viðgerðin i landsrættinum
var drúgv. Verjin, Halgir
W. Poulsen, legði fram
fleiri hundrað A4-síður.
Hann royndi fyrst og
fremst at sannfera lands-
rættin um, at kunngerðin
frá landsstýrinum ikki
kundi hava heimild í einari
legtingslóg frå 1948 um
m.a. útflutning av fiski.
Halgir W. Poulsen segði,
at henda lóg ikki kann um-
fata sild, hverki, tá hugs-
að verður um málsligar
ella seguligar fyritreytir.
Landsrætturin tók ikki
undir við hesum. Hinveg-
in gav hann partvíst verj-
anum viðhald í, at umsit-
ingin av kunngerðum og
lógum á fiskivinnuøkinum
er tilvildarlig og mismun-
ur verður gjerdur.
Jóhan Djurhuus, skriv-
stovustjóri í landsstýrin-
um, segði, at eftir hansara
meting, er lógin frá 1948
ein skipan av tí rættar-
steðu, sum longu var í
gildi sambært kunngerð
frá 1944 og legtingslóg frá
1948.
Jóhan Djurhuus vátt-
aði, at tað hava verið ávís
eirindi (lemfældighed) í
umsitingini.
Eystari landsrættur
sigur í dómsbókini:
„Under hensyn til det,
der ved bevisferelsen for
landsretten er fremkomm-
et om den hidtidige ad-
ministrative og påtale-
mæssige praksis i sager
av lignende beskaffenhed
som denne sag, findes
konfiskationsbeløbet at
burde fastsættes til
100.000 kr.«
Fyra nyutgåvur og
10 endurutgåvur
Bókaforlagið Bóka-
garður gevur fjúrt-
an bekur út í ár.
Talan er bæði um
nýggjar bekur og
um endurprenting-
ar.
Nýútgávurnar fevna um
stuttsegusavnið „Ein
tidarmynd« eftir
Valdemar Poulsen, greina-
savnið »Okkurt um ym-
iskt« eftir Tórða Joans-
son, barnabókina »Øsku-
dólgur og Sépingarkonan«
eftir Súsan í Jákupsstovu
og »30 feroysk tarasløg«
eftir Johannes Johansen.
Hedin Bru i nyggj-
ari utgåvu
Bøkurnar, sum eru komn-
ar út áður, er bókareðin
hjá Heðin Brú Reðin
fevnir um skaldsegurnar
og stuttsegusevnini hjá
Heðini. Tilsamans eru 10
bekur í reðini.
Hesar bekurnar eru
áður komnar út á forlag-
num Bókagarður, men tær
eru uppseldar. Hendan
nýggja útgávan, sum er
kápuskrýdd av Williami
Heinesen og tekur seg væl
út, kostar 860 kr. samlað.
Bekurnar fáast tó eisini
stakar.
Men 250 eintek eru tal-
merkt og áteknað av hev-
undanum. Hendan útgáv-
an, sum ikki fæst í tí van-
ligu avdráttarskipanini,
sum Bókagarður annars
hevur, kostar 1160 kr.
Bókareðin fevnir um:
Lognbrá, Fastatekur,
Feðgar á ferð, Leikum fag-
urt, Men lívið lær og sevn-
ini Fjallaskuggin, Flóka-
trell, Purhús og Búravnur-
in.
Skemtileikur
og segur
Ein tíðarmynd er eitt savn
við seks segum, einum
stubba og einum skemti-
leiki. Savnið fevnir um
segur frá fyrra heimsbar-
daga fram til dagin í dag.
Um. bókina verður á
kápuni m.a. sagt: >Bókin,
sum er ikki sert satirisk í
steðum, kemur ikki við
lidnum skoðanum —
kundi heldur verið elving
til umhugsan«.
Í fjør gav Bókagarður
eisini bók út eftir Valde-
mark. Tað var skaldsegan
Osvald, sum fekk góða
mótteku.
Blaðgreinir
Tórður Jóanson hevur
savnað nakað av tí sum
hann í blødum og tíðarrit-
um hevur skrivað. Talan er
um samreður, ummæli og
hugleiðingar. Flestu av
greinunum eru úr 14. sept-
ember. Partapolitiskar
greinir og áleypandi grein-
ir eru ikki við í savninum,
sum telir 27 greinir.
Vekur barnabók
QOskudólgur og sópingar-
konan er eitt satt listar-
verk. Yvir kenda skjaldrið
hevur Súsan gjert frálík
toyklipp.
Um tara
Tann fjúrtanda bókin er
um 30 tarasleg við strend-
ur okkara.
Greitt verður frá taran-
um og hvat kann virkast
burtur úr teinum. Bókin er
skrýdd við litmyndum av
tarasløgunum.
ÉN