Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 — 12. desember 1979 sosialurin Síða 5 — Stórur áhugi fyri flakavirki í Hvalba Tað hevur í fleiri ár verið arbeitt við fyrireikingun- um til at byggja eitt flakavirki í Hvalba. Leygar- dagin var almennur fundur í bygdini, har greitt varð frá ætlanini. Fundarfólkið tók væl ímóti ætlanini, og fundurin avgjerdi at stovna eitt partafelag við eini arbeidsnevnd. Í nevndini komu Jens Norðberg, formaður, Tummas Sørensen, næstformaður, Janus Nordberg, kassameistari, Niels Pauli Midjord og Hjartvard Thomsen. Felagið hevur fingið navn- ið P/f Fisk. Nú verður so arbeitt við at fáa fígging til vega og mett verður, at gongur alt sum ætlað, kann farast í gongd at byggja longu komandi summar. Sosialurin hevur hitt ein av nevndarlimunum, Janus Norðberg. Hann sigur, at talan er um eitt flakavirki á umleið somu stedd sum tað á Strond- um. Virkið skal kunna taka ímóti 4000 tonsum av fiski árliga og samlaði kostnaðurin av virkinum er mettur til 17 mill. krón- ur. Tað er Tummas Seren- sen, sum hevur gjert tekn- ingarnar, sum síðani eru sendar til Teknisk Isoler- ing í Noregi. Hetta felagið, - ið hevur teknað megin- RO Starv sum Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn læknaskrivari eygnadeildini er leyst til setan 1. januar 1980. partin av norsku flaka- virkjunum, hevur gjert eitt detailprojekt. Verður flakavirkið í Hvalba bygt, so er hetta flakavirki nummar 19. Spurningurin er nú um tervur er á fleiri flaka- virkjum í Feroyum og um rávera er til enn eitt virki. Rávera nokk Henda spurningin settu vit Janusi Norðberg. Hann sigur m.a.: — Menn meta, at tað kunna fiskast millum 110.000 og 115.000 tons undir Feroy- um. Núverandi kapasitet- ur hjá flakavirkjunum er uml. 90.000 tons. Tí skuldi ikki verið trupult at fingið ráveru til eitt tílíkt virki. Hvat viðvíkur bátum, við tænastu á so eru i dag tríggir stórir deksbátar, umframt nakrir minni deksbátar og nakrir opnir bátar í Hvalba. Hetta er sum er ikki nokk til at skula fiska til eitt stórt flakavirki, men tað hevur víst seg í øllum eðrum bygdum, har flakavirki er bygt, at har koma bátarnir eisini. Tervur á arbeiðsplássi Harafturat kemur, sigur Janus Norðberg, at Hvalbiar kommuna í dag hevur yvir 800 íbúgvar. Einasta arbeiðspláss í kommununi eru kolanám- ini, har fimm mans arbeiða og síðani fiska- virkið, har bert tveir mans arbeiða. Tí er skilligt, at tervur er á einum arbeiðsplássi í bygdini. Tað verður ti eingin trupulleiki at fáa fólk til at arbeiða á einum virki, og at manna bátar- nar, sum skulu avreiða til virkið. Í dag fer fram rættiliga stór havnaútbygging í Hvalba. Menn meta, at tá Løn sambært Starvsmannasáttmálan, 9. lønarflokkur. Umsókn við upplýsingum um fyrrverandi størv og avrit av prógvi sum læknaskrivari verður innan 15. desember at senda til um- Landssjúkrahúsið, sjónarmannin, Tórshavn. henda útbygging er liðug, fer hon at egna seg stak væl til teir bátar, sum koma at avreiða til eitt meguligt flakavirki. Í dag er eitt lítið fiska- hús í bygdini. Har verður tann sterri fiskurin flækt- ur og saltaður. Allur tann minni fiskurin fer til flaka- virkið á Tveroyri. Janus Norðberg heldur ikki, at tverámenn missa nakað munandi av ráveru, um eitt virki nú verður bygt í Hvalba. Annars vísir hann á, at tað í dag fer fram útbygg- ing av flakavirkjunum í oynni fyri millum 20 og 30 mill. kr. Hetta vísir, at tervur er á sterri kapaci- teti á virkjunum. — Og sjálvur haldi eg, at tað er rímiligt at hava trý flakavirki í Suður- oynni. Hyggja vit at Eyst- uroynni, so eru í dag 7 flakavirki har. Feroyar eru so smáar, at eg haldi tó ikki,, at man skal síggja eina oyggj isolerað fyri seg, men heldur síggja, hvat tann samlaði kapaci- teturin er í dag. Haldi eisini, at vit kundu fingið ein rættiliga góðan rentabilitet, serliga um vit hevdu kunnað arbeitt saman. Her hugsi eg um, at vit kanska kundu spesi- aliserað okkum, soleiðis at allir ikki gera tað sama, sigur Janus Norðberg at enda. Hann hevur herfyri fingið útbúgving sum fiskivinnubúfreðingur í Norðurnoregi. 3800 kring oyggjarnar Virðislenta fri- merkið verður ikki at fáa aftaná nýggjár Postverkið hevur avgjert at steðga sel- uni av fýra frímerkjum tann 31. desember, um so er, at tey ikki vera útseld fyri ta tíð. Eitt av hesum merkjum er tað virðis- lenta við myndini av gamla bókasavninum í Havn. Hini > hava motivini fuglar og skip. Tey fýra frímerkini, sum ikki vera at fáa aftaná nýggjár Bilstuldur — vindur uppá seg í Eysturoynni Fríggjakveldið bleiv ein bilur stolin í Fugla- firði. Bilurin bleiv funnin leygardagin omanfyri Skipanes, har hann var farin niðanav vegnum. Hann er illa farin. Politiið í Runa- vík sigur seg hava spor at ganga eftir. Annars upplýsir politiið, at tað hevur rættiliga vundið uppá seg síðani í heyst, at bilar verða stolnir í Eysturoynni. - a FOROYAR 140 Sode alse— o— ; FØROYAR g eh SA MORRIS BAS SANUS BAS SAMU ARA AÐ TTT TL FØROYAR Cc … Benn ør ………—————— …—— — ” 1 DAD Plåturok i Klaksvik Mánanáttina fingu nekur hús uppi í Gerð- um í Klaksvík skaða av plátum, sum losnaðu og fuku av einum til- bygningi á timbur- goymsluni hjá Kjelbro Politiið og Norðoya bjargingarfelag komu á staðið og tað eydnað- ist at surra tað sum eftir stóð av bygning- inum. Skeið í norður- lendskum bókmentum Eisini feroyingar kunnu taka lut á einum skeiði um >Norðurlend- skar bókmentir og hug- sjónir í bókmentunum millum heimsbardagar- nar<. Tað er Norrena felagið í Finnlandi, sum skipar fyri og skeiðið verður á Hane- holmen 18.—20. januar næsta år. Norrena felagið í Feroyum kann saman við felagnum í Dan- mark bjóða flogferðir millum Keypmanna- havn og Helsingfors fyri hálvan prís, 1.285 kr. aftur og fram, (úr Kastrup kl. 10.30 18 jan. og aftur kl. 19.0( tann 20.). Luttakaragjaldið fyri skeiðið er okkurt um 600 kr. Tá er matur og uppihald íroknað. Skeiðið er fyri mál- lærarar, bókaverðar., limir í kommunalum bókasavns- og mentan- arnevndum, tíðinda- fólk og annars øll, sum hava áhuga norðurlendskum mentum. fyri bók- Tey, sum eru áhug- að, kunnu venda sær til A skrivaran í Norrena fe lagnum, Honnu Mortensen, Brettu- brekku Torshavn, tif. 12389 la 145; Helst í hesi vikuni