Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 96 — 12. desember 1979 telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Vinnan HØVUDSVINNAN er í ålvarssom- um trupulleikum. Orsøkin til trupul- leikarnar er at finna i ti, at vit ikki fingu stundir at laga vinnuna til tær broyttu umstødurnar, samstundis sum rakstrarútreiðslurnar eru nógv vaksnar, meðan fiskaprísirnir ikki eru hækkaðir í sama mun. Í HESUM DØGUM verður arbeitt við at finna fram til tey tiltøk, sum skulu setast í verk frá politiskari síðu, fyri at vinna á hesum trupul- leikum. Málið verður í løtuni vidgjørt í fiskivinnuráðnum og í landsstýrin- um. Okkurt av hesum verður helst lagt fyri tingið áðrenn jól. Stersti partur verður tó helst ikki lagdur fram fyrr enn seinast í januar. UTTAN AT HAVA heilt nágreiniliga vitan um øll hesi viðurskifti, kunnu vit leysliga meta, at ein partur av vinnuni eigur at fáa stuðul til rationalisering, at ein annar partur eigur at fáa stuðul til umlegging og rationalisering, meðan ein tridi -partur eigur at fåa studul til sølu ut av landinum. TANN STORI VØKSTURIN i rakstrarútreiðslunum ger tað avgjørt neyðugt við eini rationaliser- ing soleiðis at vinnan verður lønandi fyri bæði skip og manningar. Tær broyttu umsteðurnar krevja, at ein partur av veiðuflotanum verður um- lagdur, og at ein annar partur av flot- anum heldur uppat. HETTA FØRIR sjálvandi til, at manningartalið gerst munandi minni, og tí er tað eisini av stórum týdningi, at onnur arbeidsplåss verða skapt, so at vit ikki koma út í eitt arbeiðsloysi, ið er tann hervilig- asta kreppan av øllum kreppum. TI ER TAÐ SERA umráðandi, at vit nú beinan vegin fara undir at útbyggja aðrar vinnuvegir, og her eru alternativini ikki so nógv. Vit eiga at fara undir eina rættuliga um- fatandi ídnaðarútbygging kring alt landið. Sethúsabygging Hesi síðstu árini hevur nógv verið tosað og skriv- að um sethúsabygging, og hvussu best kann komast teimum til hjálpar, ið royna at fáa sær tak yvir hevdið. Húsalánsgrunnurin bleiv stovnaður, og var tað ein góður startur. Úr tí grunninum hava mangir, ið hava reist hús upp, fingið góða hjálp. Nú hev- ur grunnurin fingið væl meira av peningi at arbeiða við. Tá ið hann verður fullbúgvin, kann lænast upp til 90% úr hon- um. Hetta er bara gott — tað er ein góð hjálp hjá tí, ið byggja skal. Men tað er rættiliga kostnaðarmikið at byggja eini hús í dag. Aðrenn búgvast kann í teimum, eru tey so dýr, at tað er og verður ein spurningur, um viðkomandi nakrantíð kann koma í tey. Nú kunnu vit spyrja, um tað nú er nóg mikið, at maður fær so stórt lán, sum verður ein stór byrða. Bara rentan verður ein stórur pengi. Men um løg- tingið samtíðis hjálpti meira, so sum at givið tí, sum bygdi, ein ávísan av- skrivingarrætt í nekur ár, nakað í sama stíl, sum skipanin er hjá teimum, sum keypa ella lata byggja skip, so var tað ein enn sterri hjálp. Hugsa vit okkum ein mann, sum hevur eina inn- teku uppá kr. 100.000, so skal hann fyrst av við eini 40.000-50.000 í skatti, so hevur hann um helmingin eftir, av hesum fer ein góður partur fyri rentur og avdrag, lat meg siga kr. 25-30.000. Nú verður ikki nógv eftir til at liva av. Afturat hesum kemur rokningin fyri SEV, sjúkrakassa, telefon, olju osfr. Tann seinasti endin verður ikki ríviligur til húsarhaldið. Men kundi tann, ið bygdi sum fyrr nevnt, fingið ein avskrivingar- rætt uppá ein part av inn- tekuni, so kundi tað verið ein góð hjálp og ein stórur lætti fyri lántakaran. S.F. Púra beint — hini gomlu Nei sjálvandi skulu vit ikki hava nering í skúlan- um og eiheldur kristni. Nering og kristni eru pri- vatmál, sum als ikki hoyra heima í skúlanum. Kristni, soleiðis sum tað í dag oyði- leggur skúlan, hevur bert innihald fyri hann sum trýr, og fyri hann, sum er so illa fyri, at hann er noyddur at trúgva. Tí siga vit burtur við nering og krisni. Kristni kundi verið ein áhugaverd lærugrein, men sum steðan er nú, hevur henda lærugrein bert til endamåls at prædika undirkastilsi, hatur móti annaðleiðis hugsandi, hat- ur móti eðrum fólkaslog- um og kulturum og kúgan av kvinnuni. Vit skilja væl tey kristnu, sum ikki vilja Óli og telini! Enn einaferð fingu vit at síggja Ólasa stóra kunst at spæla við tølum. Jú, Óli, stuttligt er at spæla við telum og sum tú veit, kann ein, ið spælir við tel, næstan fáa tað úrslit hann vil. Eg vil tó leggja tær tey ráð, at næstu ferð tú spælir við tel, skalt tú við- merkja, at tú spælir, so fólk ikki taka tað í álvara tú skrivar. Tað, sum eg meini við, er, tá tú fyri at vísa, hvussu ringt fólk hava tað í Sovjet í mun til í USA, nýtir sum prógv, at ein sovjet-búgvi skal arbeiða 18 tímar fyri einar skógv- ar, meðan ein amerikanari einans skal arbeiða tríggj- ar tímar o.s.fr. (Vit duga hesa ramsuna eftirhond- ini) Tað id tú »gloymir« at samanlíkna, eru teir post- ar, ið fara við teimum flestu pengunum. T.d. rindar ein sovjetbúgvi ein- ans ca. 10% í skatti, með- hava nering í skúlanum, tí tey hava ikki álit á før- oyskum lærarum og kunnu bara fyristilla sær ein undirvísingarmáta í hesum fakii NEYÐ- TØKU!! Ti tann måtan nyta tey sjålvi, tå talan er um at »undirvisa« í kristni. Skúlanæmingur an ein amerikanari rindar ca. 50%. Í Sovjet kostar tað at gerast sjúkur einki, meðan ein vanligur amerikanari ikki gerst bótaferur aftur, um hann gerst álvarsliga sjúkur. Harafturat eru hús og íbúðir fleiri ferðir bíligari í Sovjet enn í USA o.s.fr. Sum tað sæst, er tað óvist, hver ið hevur meira eftir av pengum, sovjet- íbúgvin ella amerikanarin, tá alt ið rindast skal hvenn mánað, er goldið. Telefon- bókin og tey eldru Ein heilsan til tele- fonverkið, nú tað skal til at gera eina nýggja telefonbók. Gerið so væl at býta hana betri upp við sterri bókstavum og tølum. Brúkið tele- fonbókina frá 1971, sum fyrimynd. Ein eldri tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Viðmerkjast kann, at tað als ikki er so býtt t.d. at lata klæðini vera so dýr, tí tað førir við sær, at fókl heldur slíta síni klæði upp, enn at keypa so nógv, at húsini eru full av klæðum. Tað ræður jú um at seta forbrúkið niður, so tey fátæku londini kunnu fáa sín lutfalsliga part av jarð- arinnar ágóða, ið tey eiga sín fulla rætt til. to jo Hotell Mjørkadal Nyggi landsstyrismadurin hevur skotid upp at nyta hus hjå loranstødini i Vågi til vistarheim. Vit hava eisini aðrar bygningar her á landi sum kundu verið nýttir til nyttug endamál. Ætlan er td. um at byggja nýtt hotell omanfyri Havnina. Men hví leggja so nógvar milli- ónir í tað? Vit hava eitt sindur longur uppi eini stór hús standandi, sum frálíka væl kundu verið nýtt til hotell, har er frá- líkt útsýni yvir Kaldbaks- fjørð (tá ongin mjørki er) og frítt oki rundanum, og stutt til Havnar, haraftur- at á leiðini til flogvellin. Innan eru barrir og annað gott innbúgv, so lítil kostnaður er neyðugur til umbygging. Einasta sum er í vegin eru nakrir hermenn, sum eru har í letuni móti løgtingsins vilja. Um nøkur meining skal vera aftanfyri fólkaræði okk- ara, so eigur landsstýrið straks at syrgja fyri at avgerð løgtingsins um at onki militer skal vera her á landi, verður sett í verk og herfólkið flutt burtur. Umm hervaldið tá ætlar at taka húsini niður, tá skulu tit í landsstýrinum siga: nei, hinir gomlu, tit hava onki goldið fyri leigu av føroyskum landaøki í so mong ár. Tað minsta teir lata eftir seg má vera tey tómu hølini. Radarar- nar og alt tað hermálsligt tekniska, sum er har uppi, kunnu teir eiga heim við sær. Í veruleikanum hevur USA ikki nógv brúk fyri hasum »betri fyrivarin<- systeminum longur, nú teir kunnu útspionera allan heimin frá fylgi- sveinum í rúmdini. Og fyri okkum føroyingar er tað hóast alt betri at gerast eitt mál fyri ferðamenn enn fyri »taktiskar« atombumbur, hvaðani tær so kunnu hugsast at koma. Undangongumaður