Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 96 — 12. desember 1979 Ágrýtni og áhugi ser- merkti kappingina Um sama ágrýtni og sami áhugi verður framhaldandi, stendur væl til við badmintonitråttini í Føroyum. Tað var við ágrýtni yngru stersta og áhuga, teir leikararnir = hjá Havnar Badmintonfelag fóru undir kappingina seinasta sunnudag, sum felagið skipaði fyri. Luttakaratalið var stórt, og nærum 100 dyst- ir vórðu leiktir. Kappingin var fyri dreingir og gentur í ald- ursbólkum 8-12 ár, 12-14 ár og 14-16 ár. Vinnararnir vóru: Dreingir 8-12 ár single: Jens Johan Dam, í double Jens Johan Dam og Hans Lyngse. Dreingir 12-14 ár: single, Jákup Midjord. Dreingir 14-16 ár Hegni í Stórustovu. Í double var vinnarin av dreingjum 12- 16 ár, Heðin Joensen og Hegni í Stórustovu. Her vóru báir teir eldru aldursbólkarnir tiknir saman. Gentur upp til 14 ár: single, Annika Berg og 14- 16 ár, Harriet Rasmussen. Fyri gentur var eisini í double ein bólkur fyri tey millum 12 og 16 ár, og her vunnu Ulla Wang og Harriet Rasmussen. Allir vinnarar fingu jólapakka frá felagnum við einhverjum ítróttarlig- um innihaldi. Hesi vunnu. Frá vinstru Harriet Rasmussen, Ulla Wang, Annika Berg, Heðin Joen- sen, Hegni í Stórustovu og Jákup Midjord. Fremst Hans Lyngse og Jens Johan Dam Beinta Serensen og Joan Joensen stóðu seg væl í doubluni HBF I á odda Í føroyameistarakapping- ini fyri lið liggur nú HBF Í á odda við 6 stigum fyri tríggjar dystir. Tað skal tó viðmerkjast, at HBF III hevur higartil bert leikt tveir dystir, og hava 4 stig. Hóast kappingin ikki er komin langt áleiðis, kann sigast vid rættiligari vissu, at kappingin um vinnaraplássið fer at standa um tey fýra havn- arliðini. Tað er torført at meta um, og serliga um framtíðina, sum onkur navnframur skal hava sagt, men skal ein í hesum ítróttarteigi ditta sær til at spáa, so fer helst kapp- ingin at standa millum HBF I og II. Hesi bæði liðini eru rættiliga jevn og hóast HBF Í seinast vann á HBF II, so kann úrslitið lættliga verða evugt, tá hesi bæði liðini aftur fara at hittast. Um liðini uttan fyri Havnina kann sigast, at bæði Vágur og Kollafjerð- ur eru rættiliga nýggj lið og framgongdin, í mun til fjør, er týðilig, men enn væntar nakad. Men i båd- um liðum eru leikarar, sum ein kann vænta sær nógv av í framtíðini. Miðvágur hevur tó luttik- ið í liðkakpingini í fleiri ár, og hava teir fleiri heilt góðar leikarar. Tað hevur tó víst seg, at teir hava ógvuliga ilt við at leika í hell. Hetta hevur ofta víst seg. Tá havnarlið hava verið har vesturi, hava miðvingar klárað seg væl, men koma teir til Havnar, ber ikki til. Hartil skal sigast, at nú kvinnur eisini eru á liðnum, vóru ongar kvinnur við miðvingum hverki í Kolla- firði ella nú sunnudagin í Havn, og taptu teir tískil tríggjar dystir uttan so mikið sum at leika teir. Hetta er spell fyri eitt ann- ars so gott lið. Tað sum annars er hent síðan vit seinast segdu frá liðkappingarúrslitunum, er: KIF—MBF 4—4 HBF I—VB 8—0 HBF II—VB 8—0 HBF IV—KÍF 7—1 HBF I—MBF 8—0 Stødan er nú hendan: HBF II—MBF 8—0 t. Ward AT MATE SW | el 1216 øl Ø | leje 1314 ptt WA, | E-2141 ptt Ø4 | 514] El TT ØS rt 1 MOI AA 3 Yngstu leikararnir, sum voru vid i kappingini. Aftast Kåri Berg og Hans Lyngsø. Fremst frå v. Terji Nielsen, Mortan Stensborg og Ólavur Ellefsen Høgni og Hedin i eini double % + F 9