Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AR Nr. 97 — 15. desember 1979 sosialurin Síða 5 Flakavirkini fyrst Havnar arbeiðsmanna- felag og Havnar arbeiðs- kvinnufelag hava skrivað til tingið og heitt á tað um at bera so í bandi, at flakavirkini her á landi eru fult forsýnað, áðrenn nakar fiskur fer ótilvirk- aður av landinum, nú lógir skulu gerast hesum viðvíkjandi. Skrivið er beint til landsstýrið. Skúlanevndin Tingið hevur valt skúla- nevnd. Í henni eru Andre- as Petur Jacobsen (jvfl), Edmund í Garði (flkfl), Finnbogi Isaksen (tvfl), Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen (sbfl). Søkja um studn- ing til brimgarð Famiens sóknar komm- una hevur sekt tingið um studning, 150.000 kr., til at gera arbeiðið uppá brimgarðin í bygdini lið- ugt. Umsóknin bleiv beind í havna- og veganevndina. Menningargrunn- urin fær 3 tiltaks- limir og 10 mill. kr. Tingið avgreiddi týsdagin uppskotið frá landsstýrin- um um broytingar í lógini um menningargrunnin. Málið varð við triðju við- gerð samtykt við 28—0 atkveðum. Hetta hevur við sær, at legtingið skal velja tríggj- ar tiltakslimir afturat nevndarlimum grunnsins. Higartil hava ongir til- takslimir verið. Ein til- takslimur skal veljast fyri hvenn nevndarlim sær. Menningargrunnurin hevur eisini fingið heimild til í hesum og komandi fýra fíggjarárum at taka lán uppá 2 mill. kr. um árið við landskassaveð- haldi. 18 mill. kr. Nónhamar — Landsstýrið hevur yvirtikið restskuldina til Eksportfinans uppá góðar Løgmaður um Nónhamar: Ikki til Noregis við 10 mill. í lastini — Tað, sum landsstýrið hevur gjert, er at tryggja, at vit í fyrstu atlegu ikki missa 10 mill. kr. umframt trolaran. Vit vildu íkki lata Nónhamar sigla til Noregs við 10 mill. í last- ini. (Studningslán og veð- haldsskyldur. Eitt kreppulán uppá 1 mill. kr. hevði onga nyttu gjørt í hesum førinum. Landsstýrið hevði heldur ongi prógv fyri, at Eksportfinans vildi eftirgeva 1 mill. í rentum. Avtalan um hetta millum felagið, sum átti Nónham- ar, og Eksportfinans bleiv ikki løgd fyri landsstýrið, hóast biðið varð um hana fleiri enn eina ferð. Hesa frágreiðing gav Atli Dam, legmaður, log- tinginum um keypið av saltfiskatrolaranum Nón- hamri úr Klaksvík. Lands- stýrið keypti Nónhamar á tvingsilsuppboði fyrst í november og hevur nú biðið tingið um heimild til at reka hann. Landsstýrið biður eisini um heimild til at selja trolaran. Málið var til fyrstu viðgerð í tinginum hós- dagin. Landsútgerð Andsteðan tók ikki undir við landsstýrisuppskotin- um. Verður tað samtykt, verður grundarsteinurin lagdur undir ta lands- útgerð, sum summir flokkar í landsstýrinum vilja hava, segði Eli Nol- see. Pauli Ellefsen bað landsstýrið konstatera tapið og selja Nónhamar alt fyri eitt. Hilmar Kass setti tann, sum hann kall- aði álvarsliga prinsipiella spurningin, um landsstýr- ið hevur heimild til at keypa og reka allan fer- oyska fiskiflotan, uttan at spyrja fíggjarnevndina. Legting- ið átti at verið saman- kallað til uppboðsseluna av Nónhamri, segði Hilm- ar Kass. Okkurt betri endamál Adolf Hansen vildi ikki lata landsstýrið sleppa at selja Nónhamar. — Um betri tíðir koma aftur, hví so ikki lata somu menn fáa skipið aft- ur? spurdi hann. Finnbogi Isaksen helt ikki, at tað síðsta veðhald- ið skuldi verið givið. Ur- slitið er meguliga, at land- ið, kommunan og einstak- lingar koma at missa meiri pening enn neyðugt. — Eg vildi ynskt, at pengar, brúktir til Nón- hamar, vóru brúktir til okkurt betri endamál í Norðoyggjum, segði legtingið ella. Finnbogi Isaksen, sum annars helt, tað var rætt av landsstýrinum at keya trolaran. Kreppulánið Tað bleiv upplýst á ting- fundinun, at allir Norðoya- tingmenninir uttan Finn- bogi Isaksen heittu á landsstýrið um at veita eitt kreppulán uppá 1 mill. kr. til Nónhamar. Atli Dam svaraði, at ongin verulig umsókn um kreppulán fyrilá, og áheit- anin frá Norðoyating- monnunum kom í seinna lagi — 2 1/2 tíma áðrenn Nónhamar fór undir hamaran! Fleiri tingmenn legdu dent á, at Nónhamar fram- vegis verður rikin úr Klaksvík. Til hetta segði legmaður, at landsstýrið kundi ikki binda seg til at selja Nónhamar til Klaks- víkar. Hann verður seldur, har bestu treytirnar fáast fyri at tryggja tað veð- hald, landskassin hevur í trolaranum. Landsstýrið ætlar tó at royna at reka hann úr Klaksvík. (Í letuni leigar Pf J.F. Kjelbro Nónhamar). Eisini upplýsti legmaður, at tveir av trimum limum í rakstrarnevndini fyri Nón- hamar eru úr Klaksvík. Læknaviðtaluholini í Sandoynni liðug Tey nýggju læknaviðtalu- helini í Sandoynni eru lið- ug. Í gjár vórðu húsini handað til kommunurnar í Sandoynni og Skúvoyar kommunu, sum eru felags um at fíggja hetta tiltak. Samlaði kostnaðurin av læknavidtaluhølunum kemur at liggja um hålva millión krónur. Tað er Jógvan Johanne- sen, timburmeistari á Sandi, sum hevur staðið fyri byggingini. Hann var lægstur av trimum tilboð- um og ljóðaði tað uppá 352.000 krónur. Arne Samuelsen, arki- tektur í Klaksvík hevur teknað og projekterað húsið og hevur havt eftir- lit við arbeiðinum. Higartil hevur gll læknakonsolatión í Sand- oynni verið í einum parti av sethúsinum hjá lækn- anum. Hesi høli eru vorðin ov lítil og heldur ótíðar- hóskandi, so stig varð tikið til at byggja nýggj hús. Vilja hava pedagog at leiða Skansastovu Skansastovuvinir hava heitt á Tórshavnar bý- ráð og biðið tað skipa so fyri, at eitt fólk við innliti í ungdómsmál verður sett sum daglig- ur leiðari av Skansa- stovu. Hetta bleiv gjert beint eftir fundin um umsteðurnar hjá Skansastovu, sum barnaverndarnevndin fyri sløkum månad siå- ani fekk i lag. Tad bleiv tå ålagt Skansastovu- vinum at arbeida vidari vid målinum. Eilif Samuelsen, for- maður i Skansastovu- vinum, sigur, at hevuðsuppgávan hjá vinunum er at útvega Skansastovu eitt hósk- andi hús at virka í. Tað er ein tung byrða at leggja á tey ungu í nevndini í Skansastovu, at tey afturat sínum arbeiði ella skúlagongd eisini skulu hava dagliga raksturin av húsinum og felagnum um hendi. Tí hevði tað verið hent við einum fritidarpeda- gogi til demis, meina Skansastovuvinir. Teir hava ikki frætt frá bý- ráðnum, síðani áheit- anin bleiv send. Jólahugni í miðbýnum Ætlanin er at skipa fyri jólahugna og »gåvu- regni« — sum ein av fyrireikarunum tekur til — í miðbýnum fyri jól. Tað eru handlarnir í miðbýnum, sum standa aftan fyri hes- um tiltaki. Ætlanin er at seta ein lastbil á Káta horninum. Juniororkestrið hjá Havnar Hornorkestri kemur at spæla jólaleg uppi í lastini og har- afturat koma tveir jóla- menn at standa har og kasta ymsar jólagávur út á getuna. Jólahugn- in verður mánakveldið 17., mikukveldið 19., fríggjakveldið 21. og sunnukveldið 23. desember. Allar dagar frá klokkan 17.30. — kring oyggjarnar Bað um um- bering fyri odda- greinina Ikki ell tjóðveldisfólk hava somu áskoðan sum oddagreinarskriv- arin á 14. September mikudagin. Hetta kom fram á fundinum í Skansastovu miku- kveldið. Har hendi tað, at formaðurin í P/f Blaðstarv, Finnur Jo- hansen, bað um umber- ing fyri oddagreinina. Hann vildi ikki kenn- ast við hana, segði hon er skrivað av óbúgvn- um fólki. P/f Blaðstarv stendur sum útgevari av 14. September. Oddagreinin viðger fundin um frítíðarlóg- gávuna, sum var í Havn leygardagin. Har stendur m.a.: „Tað hevur verið soleið- is hesi seinastu árini, at teir alsamt skjandi pæda- gogarnir hava tikið meir og meir vald á teimum, sum annars eru settir at stýra, og ein einsrætting av okkara fólki er tilætl- að, tað sæst skilliga. Tí var tað gott og sera nyttugt, at formaðurin í stersta frítíðarsamband- inum í Feroyum, Jógvan Arge, á fundi í Skansa- stovu leygardagin tor- pederaði ætlaninar hjá pædagogunum at sleppa at yvirtaka alla frítíðar- lógina og alt frítíðarvirk- semi. Okkum tykir, at frítíð- arvirksemi á sjálvbodn- um grundvelli er nógv sunnari fyri okkara unga fólk og í longdini fyri okkara tjóð í tíðini, sum kemur«. Rúmligari til páskakeypið Til páskir komandi ár letur ein nýggjur hand- il upp í Runavík. Tað er Ekko-keypmaðurin Kjeld Jergensen, sum letur eini handilshús upp á 1000 kvdm. byggja. Í niðastu hædd skal ein sjálvtekuhandil vera. Hesin verður 350 kvdm. til steddar. Restin av niðaru hædd- ini skal brúkast til goymslu, frystrúm og skrivstovu, meðan ovara hæddin skal leig- ast út. Kjeld Jergensen, sum hevur rikið handil í Runavík í 12 ár í leig- aðum helum, er knýtt- ur at Oceka handilsket- uni. TE STS AA AA AAA AAA AA AAA År