Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Ein ásannan Á TINGFUNDI týsdagin løgdu teir báðir sjålvstyrismenninir, Hilmar Kass og Åsbjørn Joensen, fram upp- skot til samtyktar um flutning av feskari fiskavøru. i UPPSKOTINUM til samtyktar verður m.a. sagt, at álagt verður landsstýrinum í samráð við fiska- virkir, skip og bátar at skipa fyri regluligum sambandi við útlandið, so at feskar fiskaverur kunnu flytast á marknaðin í Bretlandi og á europe- iska meginlandinum. Í VIÐMERKINGUNUM til upp- skotið siga teir báðir sjálvstýris- menninir m.a., at um t.d. Smyril sigldi til Scrabster tvær ferðir um vikuna, so kundi munandi partur av tí fiski, ið kemur heilt feskur upp á land í Feroyum, verið fluttur sum fesk fiskavera til brúkaran í Bret- landi ella longri inni á meginlandin- um. MEN TAÐ VAR JÚST hetta, sum ein partur av landsstýrinum vildi, tá uppskotið um keyp av donsku ferjuni Lasse II varð lagt fyri tingið sein- asta vár. Endamálið var júst tað, at vit skuldu hava eitt regluligt sam- band við útlandið alt árið, m.a. við tí fyri eyga, at feskar fiskaverur kundu flytast á marknaðin í Bretlandi og á europeiska meginlandinum. MEN FREMSTIR Í ti raðnum, sum ikki vildi atkveða fyri hesum keypi, sótu teir somu tveir sjálvstýrismenn- inir, nevniliga Hilmar Kass og Ás- bjørn Joensen. Men týsdagin í hesi vikuni, ella bert eitt hálvt ár seinni, leggja teir uppskot fram á ting, sum beinleiðis sigur, at Lasse II átti at verið keyptur. TEIR ÁSANNA NÚ, at varð upp- skotið samtykt í vár, at varð Lasse II keyptur, og regluligt samband við útlandið harvið fingið í lag, so vildi okkara fiskivinna ikki verið í teimum trupulleikum, sum hon nú er í. Vit hevdu fingið nógv hægri prís fyri okkara fiskaútflutning. VIÐMERKINGIN frá okkara síðu kann ikki verða onnur enn orðatakið sum sigu:, at ofta etur hundur tað hann havnar og ketta tað hon spýr. Nr. 97 — 15. desember 1979 Viðmerking Landbúnaðarskúlin — royndarsteðin Annar legtingsmaður sandoyinga, Eyðun Viderø, lýsir sína stødu í omanfyri nevnda máli í Dagblaðnum 7/12. Tað er ein rúgva av orðum, men steða tingmannsins er í stuttum hendan: Eg eri nýggjur innan tinggátt, hinir hava av- gjørt hetta málið. Sum tingmaður fyri Sand- oynna hevði eg ynskt, at royndarsteðin varð legd í Sandoynni, men tað er av- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. markað, hvussu stóra ávirkan ein maður hevur á málið. Men Eyðun, júst tí tú ert nýggjur í tinginum, skuldi tú havt góðar orsøkir og meguleikar at berjast fyri Sandoynna í málinum, tá tú — sum tú sigur — ynskir henda stovnin lagdan her. Men hvat gert tú fyri málið? Jú, tú hóttir Håkun, partamann tín og samgongupartnararnar hjá flokki tínum, sum nær- um allir eru ímóti at taka Heygsgarð til royndar- steð. Tú sigur, at so skal meira falla niðurfyri, og kastar okkum ellum fyri, at vit hata Dánjal Paula Danielsen, landsstýris- mann. Fyri hvat? Er hetta ikki 6sømiligt? Føroya legting er hægsti politiski myndug- leiki landsins. Millum tingmenn er stórur meiri- luti ímóti at leggja Heygs- garð sum royndarsteð. Hartil kemur, at tingsins fíggjarnevnd er samd um at finna annað stað til stovnin, og meirilutin ynskir, at tað skal vera í Sandoynni. Um tað er meiriluti á Feroya legtingi fyri at leggja stovnin í Skálavík ella í Streymnesi kann vera ivingasamt, men helst eru tingmenn fyri at leggja henda stovn í Sandoynni sum lið í bygdamenningarpolitikk- inum og av eðrum grund- um við. Altso kunnu ynskir Eyðuns og Heðins helst viðtakast á Feroya legtingi. Hví virkar tú so ikki fyri, at tæna Sandoynni — valdemi tínum — í hesum máli, men kanska berjist beint ímóti? | Bygdamenning er og var stórur tåttur hjá sitandi og seinasta lands- stýri. At leggja hendan stovn í Sandoynni, seta royndarsteð á stovn og somuleiðis búnaðarskúla, sum kann helast í hósk- andi verandi skúlahelum her ella samstarvast við onnur skúlamál, sum eru í umbúna at stovna í oynni, tað vildi verið bygda- menning fyri Sandoynna. Tað vildi eisini verið menning fyri landbúnað- arvinnuna í Sandoynni og í ellum Feroyum. Sum tú sigur Eyðun, so hevur bóndin á Heyggi verið gísli á garði sínum í 45 ár, so hann heldur vón- andi til hetta í nakrar vik- ur enn, ella ta tíð, tað tek- ur at endurreisa málið í legtinginum, og harvið fáa avgerðina frá hægsta staði — eina avgerð, sum eisini háttvirda Feroya landsstýri má akta. jbm. Eg hjálpi tær, tú hjálpir mær Hetta má sigast at vera skeivur kommunalpoli- tikkur: Eftir frásegn frá svigar- soninum hjá Louisi Eyst- berg, so hevur Louis Eyst- berg sjálvur skrivað bræv- ið, og biðið svigarsonin skriva undir. Eftir teimum reglum, jerðin bleiv ognar- tikin, skuldi eingin hava loyvi at liggja meira enn tvey ár við einum grund- stykki. Teir, ið íkki byggja, hava meguleikar í næsta byggiplani. Bygdarráðið í Skopun hevur tikið eitt grund- stykki aftur frá einum giftum manni við trimum bernum. Svigarsonurin hjá Louisi er ikki giftur, og kann sostatt tað sama sum aðrir bíða til næsti byggiplanur er klárur. Men er tað kanska so- leiðis, tað skal skiljast, at bygdarráðið skal taka jørdina frå ognarmonnun- um fyri litid og lætt, og bygdarráðslimirnir sjálvir skulu ogna sær tey bestu økini. Mær rennur í huga tað gamla feroyska orðatakið: Tú mást ikki binda hund til smørleyp, tí hann sleikir av smerinum. Herman Winther hevur eisini friðað eitt eki til svigarsonin hjá sær, meðan giftir menn ikki kunnu fáa nakað grund- stykki at byggja á. Í frágreiðingini, sum bygdarráðslimirnir hevdu i Dimmalætting 24. november, siga teir soleidis: »Annars heldur Skop- unar bygdarråd tad vera småligt og 6sømuligt av næstformanninum i Skopunar kommunu at fara at vålka sær vid tílíkum málum í almennum blødum«. Tá hesir menn brúka orðið VÁLKA, so skal undirritaði siga frá, at tá hann er alment komin fram við hesum málum, er tað ti, at hann ikki vil VALKA sær saman við bygdarráðnum við tí áliti, veljararnir hava givið okk- um. Fyri mær er tað so- leiðis, at mótsteðumenn og viðhaldsmenn allir eiga sama rætt. Tað eru so nógv mál, sum eg átti at skrivað undir, men hetta havi eg ikki enn gjørt, tí eg vil hava kommunal- eftirlitið at viðgera hesi mál. Hvar er kommunaleftir- litið? (Í Sosialinum 3. nov. nr. 85). Undirritaði loyvir sær eina ferð enn at spyrja Heðin Klein, hvat komm- unala eftirlitið hevur av eftirliti. Greid okkum alment frá hesum. Undirritaði hevur sent hesi brev til kommunal- eftirlitið 1/4-79. Somu- leiðis hevur eftirlitið fing- ið bræv 14. september. Harra Heðin Klein: Um tygum ikki koma við eini frágreiðing, eri eg farin at hugsa um at lata hesi brev prenta í bloðunum. Skopun, tann 3/12-79 Lindberg Djurhuus Skrivstovufólk til frimerkjadeildina Postverk Føroya, Frímerkjadeildin, sekir skrivstovufólk við skrivstovuútbúgving og kunnleika í enskum og týskum málum skjótast gjørligt. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum verður at senda frímerkjadeildini, 3800 Tórs- havn. POSTVERK FØROYA Sparikassafólk í Kollafirði Sóknast verður eftir einum fólki til spari- kassadeild okkara í Kollafirði. Ætlanin er at hava opið 5 dagar í vikuni. Umsøkjarar við kvalifikatiíónum hava fyrimun og skrivlig umsókn verður at senda í seinasta lagi 20. í h.m. til Foroya Sparikassa, Tórshavn ————Þ—————————HHÆ—Æ— TERE