leygardagur 15. desember 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OO 05 0
ÉT,
Nr. 97 — 15. desember 1979
sosialurin
Síða 7
sjónarmið
Í dag skrivar næstformaður javnaðarfloksins »Sjénar-
midid« um kreppuna og hvussu hon skal loysast. Miku-
dagin skrivaði Jógvan Sundstein fyri fólkaflokkin og
komandi mikudag skrivar eitt umboð fyri annan flokk
»Sjénarmidid«.
Radikalar og varandi
Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður
loysnir mugu finnast
Okkara fiskivinna er i
álvarsomum trupulleik-
um. Orsøkirnar til hesar
trupulleikar eru fleiri.
Ein av orsøkunum er, at
oljuprísirnir eru mun-
andi hækkaðir, meðan
fiskaprísirnir ikki eru
hækkaðir í sama mun.
Ein onnur orsek er, at
veiðuumsteðurnar á mið-
og fjarleiðunum broytt-
ust skjótari, enn nakar
hevði roknað við, og at
vit tí ikki fingu hevi til
at laga okkara veiðuflota
til tær broyttu umsteð-
urnar í nóg góðari tíð.
Aðrar orsekir eru, at ein
partur av veiðuflotanum
er órationellur og tí eis-
.ini órentabul, og at vit
reka ein konservativan
og avoldaðan fiskaselu-
politikk.
Fyri at koma ígjegn-
um trongstøduna, eru
nøkur bráðfeingis tiltøk,
sum hava gildi til endan
av januar 1980, sett i
verk. Men partar av
veiðuflotanum eru í álv-
arsomum gjaldstrupul-
leikum. Tað verður tí eis-
ini neyðugt við eðrum
bráðfeingis tiltøkum nú
beinan vegin. Og frá 1.
februar 1980, tá gald-
andi bráðfeingistiltok
fara úr gildi, mugu upp
aftur onnur tiltek setast
í verk. Framhaldandi at
veita almennan stuðul
undir ymiskum heitum
verður ongantíð nekur
góð og varandi loysn.
Vit eiga at finna meiri
radikalar = og meira
varandi loysnir.
Vit mugu td. fara
undir at reka ein meiri
tíðarhóskandi fiskaselu-
politikk. Fortreytin fyri
hesum er, at eitt reglu-
ligt skipasamband kem-
ur í lag millum Feroyar
og útheimin alt árið. Við
hesum kann ein stórur
partur av okkara fiski-
gloymið ikki
haldaragjaldið.
Seinasti dagur
er 28. desember.
veiðu flytast av landin-
um sum fesk ísaði fløk á
marknaðin í Bretlandi
og á europeiska megin-
landinum. Hetta gevur
munandi hægri prís við
relativt lítlum útreiðsl-
um. Alt verður tá flutt á
einum kjeli, og annar
ferningur verður tikin
við, bæði úr Feroyum og
til Feroyar.
Víðari er tað av stór-
um týdningi at vit fara
undir eina skilagóða
planlegging av fiskiveið-
uni í okkara egna sjógvi.
Her mugu vit byggja og
umbyggja skip til tær
ymisku leiðirnar og teir
ymisku fiskastovnarnar.
Tað er sera umráðandi,
at bert eitt avmarkað tal
av skipum troytir tær
ymisku leiðirnar og teir
ymisku stovnarnar, so at
vit harvið tryggja, at
vinnan verður lenandi
fyri bæði skipini og
Vilhelm Johannesen m.a.
manningarnar og somu-
leiðis, at fiskastovnarnir
ikki verða ovfiskaðir.
Tað er ongin ivi um, at
vit í letuni hava eitt alt
ov stórt tal av skipum á
ávísum leiðum og eftir
ávísum fiskasløgum,
meðan aðrar leiðir og
onnur fiskasløg so at
siga ikki verða troytt.
Ein annar týðandi
spurningur er, hvussu
stórur vinningur verður
roknaður av ellum ti,
sum vinnan vanliga ger
nýtslu av. Vit vita, at
peningastovnarnir, ið
veita útgerðarlán og
aðrar kredittir til vinn-
una, hava ríkiliga stóran
vinning. Hvussu stórur
er so vinningurin uppá
olju, umvælingar, fiski-
reiðskap, agn, salt og
aðra skipaútgerð? Her
átti eitt strangt príseftir-
lit át verið, sum steðugt
kannar vinningin, ið alla
tíðina hevur eyguni eftir
Framsýning
av fotomyndum verður í Smiðjuni í Lítluvík
frá týsdegi 18.12 og dagarnar framyvir.
Opið verður frá kl. 15 til 21.
Kalmar Lindenskov
Sparikassin
í Miðvági
Flutt verður í nýggju húsini mána-
dagin hin 17. desember.
Fyribils opið sum vanligt.
Veri vælkomin í Sparikassan.
&
Allan Brockie
prisvøkstrinum og
kannar orsøkirnar til, at
prisirnir å skipautgerå
hækka. Rættast hevði
helst verið at sett há-
mark fyri vinningi á
teimum ymisku bólkun-
um. Somuleiðis at sett
forboð fyri príshækking-
um, soleiðis at prísirnir
ikki kunnu hækka, uttan
við loyvi frá prísráðnum,
eftir at fullgóð prógv eru
fyri, at prísirnir mugu
fara upp.
Vit vita, at nekur skip
kunnu leggja um til
tunga olju, og harvið fáa
útreiðslurnar til olju nið-
ur við meira enn einum
triðingi. Vit vita somu-
leiðis, at línuskipini
kunnu íseta egningar-
maskinur og harvið fáa
manningartalið munandi
niður. Hetta vil eisini
spara nakað um agnið.
Tað má haldast at vera
skilagott at stuðla slík-
um tiltøkum sum hesum.
til kl. 20.
til 20.
12
kl. 12.
Strangt príseftirlit må vera við øllum fiskireiðskapi, olju, salti og agni, skrivar
Her skal stuðulin bert
latast ta einu ferðina og
úrslitið av honum verður
eitt frægari rakstarúr-
slit í framtíðini.
Trupulleikarnir = hjá
vinnuni verða í letuni
viðgjerdir í fiskivinnu-
ráðnum og í landsstýrin-
um og seinni verða teir
eisini vidgjørdir í løg-
tinginum. Í letuni er tí
ilt at siga hverji tiltek
verða sett í verk. Men
ongin ivi er um, at ávís
rationaliseringstiltøk
mugu til, og tað er held-
ur ongin ivi um, at av-
leiðingarnar av hesum
verða tær, at fiskivinnan
fer at krevja minni fólk í
framtíðini. Alternativ ar-
beiðspláss, eitt nú innan
ídna, eru tí ein relevant-
ur spurningur í hesum
sambandi.
Vilhelm Johannesen
Afturlatingartíðir
í jólavikuni
Frá tysdegi 18.12 til leygardagin 22.12 er opið
Sunnudagin 23.12 kann vera opið frá kl.14
Mánadagin 24.12 (jólaaftan) er opið til kl.
Mánadagin 31.12 (nýggjársaftan) er opið til
Havnar Detailhandlarafelag