leygardagur 15. desember 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Veitst tú?
Seinast segdu vit frá um tað at vera deyvur. Hesa-
ferð skulu vit royna at hugsa okkum, hvussu tað er
at vera blindur. Tá ið tú ert blindur, er tað so nógv,
sum verður so trupult, hóast blind fólk ofta duga væl
at brúka hinar sansirnar.
Ert tú blindur, finnur tú ikki, har tú ikki er væl
kunnugur
gongst illa at kenna onnur fólk, um
tey einki siga.
sært tú ikki blómur, dýr og alt annað
vakurt í náttúruni.
fært tú ikki lisið bøkur og blød.
kanst tú ikki hyggja at sjónvarpi og
filmi
eru tað nógv spøl, tú ikki fært spælt.
sært tú ikki, hvat tú etur.
sært tú ikki, hvussu tú sjálv/ur sært
út — o.m.a.
Blind fólk kunnu fáa hjálp á ymsan hátt:
Skrivimaskinur — við smáum prikkum (blindaskrift)
á tangentunum.
Bekur — skrivaðar við blindaskrift.
Bond — sum bøkur og blød eru lisin inná.
Hundar — sum eru servandir til at leiða blind fólk.
Stavar — at trilva seg fram við o.m.a.
Men sjálvt um so nógv hjálpartól finnast, so er tað
kortini ógvuliga ringt at vera blindur.
Æ Å,AA
Soleidis sær bókstavaraðið í blindaskrift út.
Tað gleðir okkum, at so nógv bern senda inn loysn-
ingar til barnasíðuna, men við Hjerdis og hini, sum
skriva, at tey eru kedd um, at tey ikki vinna, kunnu
vit siga:
Vit kasta lut um ein vinning, øll brevini verða
koyrd í ein posa, og so taka vit eitt burturúr!
Sankta Lucia-vísa
Vetur um alla leið,
følnadar urtir,
sólin av himni gleið,
dagur er stuttur.
Men sí, tá kemur inn
til oss við rósu-kinn
Sankta Lucia, Sankta Lucia (HR | »
á li an: IN
á ljós av himni kom T =“ |
tilassá fo ldum, Í | Í
tá gjordist ljóst í lon,
pretti ur moldum
Tí er nú frøin stør
„Friður“, kvað eingla-kør
Sankta Lucia, Sankta Lucia
Nr. 97 — 15. desember 1979
ViT GERÐ ein EIN EIL
| TO SKALI BRÚKA :
| .
| PYN7/ -
SER WETT
(KLIPTAN /
HELVT)
e TANN -
STEYTARA
BUNDIÐ
SAMAN
VATTKOLU
) (etta
>= hutt napp)
Dugir Tú?
Hvaðani hevur hesin blindi maðurin fingið
bræv?
. s - . . - r 0 …
… - 8 . : 2 . 4“ 8 - 6 2
. . 9 - . . . . . - … <=
Ipuejjoy :us/07
Vinnari frå talgåtuni i nr. 87:
Joan Hammer, Haldarsvik
hevur fingið vinningin við postinum.
Loysnin á puslispælinum á næstsein-
astu barnasíðu: ein elefantur við
unga. Tann hepni vinnarin er
Maibritt Hansen, Vági
LOYNIHELLIÐ
eftir J. M. Neale
Hermenn i 9. partur:
Gróðrarblettinum
Enn var ein hálvur tími til sólsetur. Teir høgu páim-
arnir í tí fyrra gróðrarblettinum dandaðu í kveldar-
lotinum. Kvinnurnar leitaðu út til brunnin við stór-
um krukkum á høvdunum, drógu vatn og skundaðu
sær heimaftur. Neytini vórðu rikin inn í girðingar-
nar, og hundarnir vórðu loystir. Knappliga hoyrdist
hermannatónleikur á vegnum úr Ombi. Dreingirhir,
sum spældu úti á vegnum, runnu oman ímóti tónleik
inum, kvinnurnar vórðu standandi, og menninir
hugdu seg bilsnir ikring, tá varð rópt: »Hermenn! —
Hermenn!«
Bygdagøtan var skjótt full av fólki. Rómverskir
hermenn vóru sjáldsamir gestir her á leið.
Eisini Pambo stóð í fyrstuni á getuni og hugdi at.
Hermenninir, sum vóru til gongu, móðir og lúgvaðir
av langari ferð, men enn væl skipaðir, vóru ikki
tungt vápnaðir, men bert útgjerdir við løttum vápn-
um. Hver av teimum hevði ein boga og ervarhylki,
eitt sleingiband við sjey kastispjótum, ein skjøldur,
sum var flættaður av plantutægrum, eina húgvu av
úlvaskinni og eitt lítið sverð. Teir komu gangandi í
fýra reðum. Í miðjuni gekk herovastin
Pambo skundaði sær at telja teir. — Fimti! — So
siapp hann sær stillisliga burtur.
Hermenninir steðgaðu ikki fyrr enn teir vóru
komnir igjøgnum bygdina. Tá settu teir upp fimm
stór tjeld eftir rómverskum siði. Summir fóru eftir
vatni. Sólin var valla sett, tá ið alt var liðugt. Teir
kyndu bál og kókaðu súpan. Nakað burturfrá stóð
bygdarfólkið og hugdi at, bæði forvitin og eitt sindur
bangin. -
Pedo Albinovanus, herovastin, hevði boðsent
bygdahøvdinganum. Hesin visti at greiða frá, at eitt
kamelfylgi var farið igjøgnum bygdina fyri umleið
trimum og eini hálvari viku síðani, tann dagin tann
stóra sólarmyrkingin hevði verið. Aðrir mætir menn
í bygdini, sum eisini vórðu spurdir, váttaðu hetta og
vistu eisini okkurt at leggja afturat. Smiðurin
greiddi frá, hvussu Basilius sá út, fruktsølumadurin
Dionysius, hevði ansað eftir, at try børn vóru við, og
presturin í bygdini, Xanthus, hevði rakt við, at alt
fylgið var steðgað á við húsini hjá Pambo, áðrenn tað
helt leiðina fram.
Herovastin sendi beinanvegin ein hermann til
kurvamakaran við teimum boðum, at hann skuldi
koma til staðar straks. Letu seinni var hermaðurin
aftur og segði, at smáttan var læst og at har tyktist
eingin at vera inni.
Við kvikum fótafetum skundaði Pedo Albivanus
sær saman við tveimum hermonnum til smáttuna
hjá Pambo. Á vegnum frætti hann frá grannunum
hjá kurvamakaranum, at Pambo hevði verið uttan-
dura og forvitnast eins og øll hini, tá ið hermenninir
komu, og tey høvdu sæð hann fara úr bygdini løtu
seinni eftir tí getuni, sum gekk til hin gróðrarblettin.
Tá ið hermenninir høvdu bankað uppá fleiri ferðir,
og hurðin ikki varð latin upp, so beyð herovastin
teimum at bróta lásið.
Framhald
ht ur
ÉT
—————— — —— ———T— ————————
|