mikudagur 31. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 143 - 31. juli 2002
Nr. 143 - 31. juli 2002
3
– Tilvildin sleppur at
ráða, tá politikarar
leggja eftir hvørjum
øðrum í eirinda-
leysum brigsli og
skuldsetingum, segði
Anfinn Kallsberg í
fimtu løgmasrøðu
síni
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Anfinn Kallsberg nart í
løgmansrøðu síni á ólav-
søku við stríðið, sum hevur
verið í føroyskum politikki
seinastu vikurnar.
Stríðið var loyst beint
fyri klokkan 11 ólavsøku-
dag, tá Tórbjørn Jacobsen
tók allar skuldsetingarnar
aftur, sum hann setti fram
ímóti løgmanni og lands-
stýrismanninum við fiski-
vinnumálum í blaðgrein.
– Vit kunnu velja at leita
eftir trupulleikum og leggja
hvør eftir øðrum í eirinda-
leysum brigsli og skuld-
setingum. Tá er víst, at vit
lata ábyrgdina í hendurnar
á tilvildini, og er tað tá ikki
vit, ið taka avgerðirnar,
segði Anfinn Kallsberg í
løgmansrøðuni.
– Vit kunnu hinvegin
velja at leggja alt brigsl og
skuldssetingar til viks og í
staðin taka tøk saman,
hóast vit eru ósamd polit-
iskt á nógvum økjum. Tá
byggja vit land.
Yvirtøkurnar halda
fram
Støðið er lagt undir eini
tryggari sjálvstýristilgongd,
og samgongan ætlar kom-
andi árini at halda fram við
yvirtøkunum, segði løg-
maður.
Hann helt, at felagslýs-
ingin hjá honum og danska
forsætisráðharranum skapti
grundarlag undir eini nøkt-
andi sjálvstýristilgongd, har
møguleiki er at taka yvir
mál, ið ikki eru nevnd í
heimastýrislógini.
Tað, sum nú stendur fyri
framman, tá tað ræður um
yvirtøkur, er familjurættar-
mál, havumhvørvi, kort-
legging, uppðhavsrættur,
vinnulóggáva, tilbúgving,
veðurtænasta,
vitaverk,
uppmerking,
fjølmiðla-
ábyrgdarlóg og arbeiðs- og
uppihaldsloyvi.
– Vit hava longu yvirtikið
forsorg og undirvísingar-
mál, og nú er tað okkara
uppgáva at gera skipanir á
hesum økjum við grundar-
lagi í egnum viðurskiftum,
segði Anfinn Kallsberg.
Løgmaður fegnaðist um,
at vøksturin í búskapinum
sær út til at halda fram.
– Síðani mitt í nítiárun-
um hava vit havt ein árliga
realvøkstur í bruttutjóðar-
úrtøkuni upp á góð 5,5%,
og vøksturin sær út til at
halda fram. Góða búskap-
argongdin sæst aftur í
øllum samfelagnum, og
fólkatalið veksur. Arbeiðs-
loysi er nú komið niður á
2,7 prosent, segði løgmað-
ur.
Føroyska
skuldin
til
útlandið var við árslok 6,4
milliardir krónur, og ognin
er 8,6 milliardir.
– Sjálvt um ætlanir eru at
gera stórar íløgur í komandi
árum, og upphæddirnar á
fíggjarlógini til íløgur kunu
tykjast avmarkaðar, ber til
við neyvari íløguætlan at
fáa útint tær ætlanir, sum
leingi hava ligið á láni, helt
Anfinn Kallsberg.
Einskiljing fremjast
Eitt av heitastu politisku
málunum í summar hevur
verið einskiljingin av al-
mennum fyritøkum. Um
hetta segði løgmaður:
– Landsstýrið fer at virka
fyri, at greiður skilnaður er
millum tað almenna og tað
privata. Hetta er besta
trygdin fyri, at beinleiðis
politisk stýring viðvíkjandi
vinnulívinum ikki kemur
aftur. Landsstýrið fer nú
undir eina tilgongd, sum
væntandi fer at halda fram í
fleiri ár, har tær ymisku
fyritøkurnar, sum landið
eigur, verða einskildar.
– Henda tilgongd eigur at
verða skipað so, at hon
hevur stórt álit millum teir
íleggjarar, sum hava áhuga
í at ogna sær hesar fyri-
tøkur. Tað er tí umráðandi,
at fyritreytirnar fyri ein-
skiljingum eru greiðar, eins
og at arbeiðið verður gjørt
varliga og gjøgnumskygt
og við so stórum polit-
iskum stuðli sum gjørligt,
segði Anfinn Kallsberg.
Anfinn Kallsberg segði
at enda í røðu síni, at
landsstýrið hevði sett sær
nógv og høg mál, og tað er
tí umráðandi, at raðfest-
ingar verða gjørdar á øllum
økjum, soleiðis at lands-
stýrið nær tey mál, tað setur
sær.
Okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Martin í Grund
Søldarfjørður
andaðist í heiminum ólavsøkuaftan, 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr heiminum
mikudagin kl. 14.00.
Maria, Mannbjørn, Ólavur, Sámal Petur
og Sólborg
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri hjálpsemi og sýnda
samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi,
sonur, beiggi, versonur og svágur okkara
Jens Sigvard Dimon
Porkeri
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Smyril Line og manningina á Norrønu, og
øll sum tóku ímóti okkum, tá ið vit komu heim.
Takk fyri vitjanir, telefonsamrøður, brøv, kransar,
blómur og minnisgávur. Ein serstøk tøkk til øll í
Porkeri, sum hjálptu til við góðum vilja.
Takk til prestin Jónsvein Bech fyri troystarrík orð í
kirkjuni og takk til tykkum mongu, ið fylgdu Jens
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Signa, Agnar, Sakaris og Súsanna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi tá kæra dóttir, systir og mamma okkara
Jonhild Mellemgaard Jacobsen
andaðist og varð jarðað.
Ein tøkk til talarar, sangarar, berarar og gravarar,
vitjanir og uppringingar og øllum tykkum,
sum hjálptu til við jarðarferðina og sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Louisa, Andre,
Elisabeth, Palli, Armgarð,
Louisa og Juleif
– Sjálvt um ætlanir eru at gera stórar íløgur í
komandi árum, og upphæddirnar á fíggjar-
lógini til íløgur kunu tykjast avmarkaðar, ber
til við neyvari íløguætlan at fáa útint tær
ætlanir, sum leingi hava ligið á láni, segði
Anfinn Kallsberg í løgmansrøðu síni
Mynd: Finnur Justinussen
Brigsl og skuldsetingar
føra ongan veg
- Tað var eftir mínari
meting meira sann-
líkt, at Tórbjørn
Jacobsen fór at bakka
heldur enn at sigla á,
sigur Óli Breckman,
sum grundað á hesa
meting helt tað vera
rættast av løgmanni
at seta alt upp á spæl í
dystinum um skuld-
setingarnar hjá
Tórbirni Jacobsen
POLITIKKUR
Rúnar Reistrup
Fólkaflokkurin spældi høgt
spæl, tá løgmaður hótti við
at leggja frá sær, um ikki
Tórbjrøn
Jacobsen
tók
skuldsetingarnar
ímóti
honum og fiskimálaráð-
harranum aftur, áðrenn
farið varð í kirkju ólav-
søkumorgun klokkan 11.
Úrslitið gjørdist sum
kunnugt, at Tórbjørn Jacob-
sen tók hvørt orð í seg
aftur, og gjørdi hann ikki
tað, hevði løgmaður lagt frá
sær uttan at blunka, er
formaðurin
í
tingbólki
Fólkafloksins, Óli Breck-
man, sannførdur um.
Fólkaflokkurin
kundi
soleiðis havt spælt sær
politisku leiðsluna av hond-
um á sjálvum ólavsøkudegi
við at geva Tjóðveldis-
flokkinum
og
Tórbirni
Jacobsen eitt ultimatum,
har alt varð sett upp á spæl.
Flokkurin ikki
handan Tórbjørn
Hvønn veg tað fór at bera,
kundi eingin siga við vissu,
men taktikkarin hjá Fólka-
flokkinum í hesum spæli,
Óli Breckman, hevði stórar
vónir um, at tað fór at
eydnast at fáa Tórbjørn at
bakka.
- Eftir at vit høvdu verið
á fundi við Tjóðveldis-
flokkin leygardagin stóð
tað mær rættiliga greitt, at
Tjóðveldisflokkurin sum
heild var ógvuliga sinnaður
at fáa málið um skuldset-
ingarnar
hjá
Tórbirni
Jacobsen út av verðini,
sigur Óli Breckman.
Og júst støðan hjá Tjóð-
veldisflokkinum var trumf-
urin, sum gjørdi, at Fólka-
flokkurin tordi at seta alt
upp á spæl.
-
Tjóðveldisflokkurin
hevur ein sterkan sjálv-
justits, sum vit hava sæð í
verki fleiri ferðir hesi
seinastu fýra árini. Og tá
leiðslan í Tjóðveldisflokk-
inum ikki tyktist at standa
aftanfyri Tórbjørn, var tað
eftir mínari meting meira
sannlíkt at Tórbjørn Ja-
cobsen fór at bakka heldur
enn at sigla á, sigur Óli
Breckman, sum heldur tað
hevði verið stórt spell, um
skuldsetingarnar
hjá
Tórbirni Jacobsen skuldu
sett fót fyri samgonguna.
- Hendan samgongan
hevur fýra ár eftir at sita, so
tað hevði verið ómetaliga
býtt, um vit skuldu rent
hana á turt longu nú.
Tórbjørn vann
Óli Breckman er ikki í iva
um hvør vann størsta sig-
urin, tá Tórbjørn Jacobsen
át skuldsetingar sínar í seg
aftur í seinastu løtu ólav-
søkudag. Tað gjørdi Tór-
bjørn.
- Tað kann vera at Tór-
bjørn ikki sjálvur hevði tað
so gott, eftir at hann varð
noyddur at svølgja alt niður
í seg aftur, men eg haldi at
hann gjørdi rætt, og í roynd
og veru var tað hann, sum
vann størsta sigurin, heldur
Óli Breckman, sum eisini
er stak væl nøgdur við úr-
slitið sæð frá hansara egna
plássi í Fólkaflokkinum.
- Tað vísir seg at í slíkum
málum
er
effektivasta
loysnin at leggja veruligt
trýst á fyri at loysa málið,
sigur Óli Breckman, for-
maður í tingbólki Fólka-
floksins.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, segði við útvarpið,
eftir at Tórbjørn Jacobsen í
einum brævi ólavsøku-
morgun hevði tikið skuld-
setingar sínar aftur, at nú
var tann sakin úti av
verðini.
Men tað skrivaða orðið
kann sum kunnugt ikki
tigast, og bert tíðin fer at
vísa, um løgmaður fær rætt
í at sakin er úti av verðini,
ella um skuldsetingarnar
verða hangandi í leysari
luft, nú eingin longur
stendur aftan fyri tær.
Høgt spæl um landsins leiðslu
Rátt og gott
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
Tann bleyti oyravinarligi
poppurin varð kroystur í
bakgrundina til frama fyri
rættiliga ráum og ópolerað-
um tónleiki, tá ólavsøku-
konsertin vanabundin sendi
ljóðbylgjur úr Kommunu-
skúlagarðinum um alla
Havnina leygarkvøldið og
sunnunáttina.
Einir 3000 áhoyrarar
høvdu keypt atgongumerki
frá fyriskiparanum FUT, og
hesi fingu eina rættiliga
umfatandi mynd av tí, sum
hendir á tí alternativa og á
tí meira tyngra endanum av
føroyska tónleikapallinum.
Eftir at hava ligið í dvala í
nógv ár, vóru Hatespeech
aftur á palli á
Ólavsøkukonsertini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2
ÚTSØLAN
byrjar hósdagin 1. august
Ítróttur · N. Finsensgøta 5 · Postsmoga 268
FO-110 Tórshavn · Tlf. 355300 · Fax 319980 · e-mail: sportthd@post.olivant.fo
Nógv góð tilboð
uppá klæðir og
skógvar
mikudagin 31. juli er stongt