Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 143 - 31. juli 2002 Nr. 143 - 31. juli 2002 5 – Fyrispurningurin er lættur at svara, og Tórbjørn Jacobsen burdi eisini vitað, hvør mannagongdin er, sigur Bjarni Djurholm, sum væntandi skal svara fyrispurningi frá Tórbirni Jacobsen Tórbjørn Jacobsen hevur boðað frá, at hann ætlar at seta Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, ein fyri- spurning, tá løgtngið kemur saman aftur um nevndar- valið í Framtaksgrunnin- um. Tórbjørn Jacobsen er ikki nøgdur við, at Bjarni Djur- holm hevur sagt, at hann næstan fylgdi tilráðing- unum frá umsitingini í Vinnumálastýrinum. Bjarni Djurholm ger tó greitt, at hann ikki missir nakran svøvn orsakað av fyrispurninginum. – Fyrispurningurin er lættur at svara, og Tórbjørn Jacobsen burdi eisini vitað, hvør mannagongdin er, sigur Bjarni Djurholm. Bjarni Djurholm visir á, at tað er landsstýrismansins avgerð einans, hvør skal veljast sum nevndarlimur. Hann biður umsitingina um at koma við tilmælum í tráð við vitøkurnar hjá grunnin- um, sum er breitt orðað, og krevja fólk við vinnuligum fortreytum. – Tá eg sigi, at eg næstan havi fylgt tilráðingunum, so merkir tað, at fólk í summ- um førum hava sagt nei takk til tilboðið, og eg havi so verið noyddur at funnið onnur hóskandi fólk, sigur Bjarni Djurholm Hann kallar fyrispurn- ingin fyri ein kærkomnan møguleika at gera ein enda á teimum søgum, sum hava verið um nevndarvalið í Framtaksgrunninum. — Loysnin á málin- um gjørdist tann mest mannminkandi av øllum. Tað er eingin virðilig loysn, og Anfinn Kallsberg eigur eisini at hugsað um, at gerðirnar nú verða praksis hjá eftirtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard, sum setir spurnar- tekin við, um málið millum Tórbjørn Jacobsen og Anfinn Kallsberg er loyst POLITIKKUR Heri á Rógvi Teimum flestu kunnugt gjørdist endin á orrustuni millum Tórbjørn Jacobsen, tingmann, og Anfinn Kalls- berg, løgmann, at glyvra tingmaðurin tók orðini um løgmann og Jørgen Nicla- sen, landsstýrismann, aftur í seg. Anfinn Kallsberg gjørdi í løgmansrøðuni greitt, at málið hervið var úti av verðini. Hesum eru kortini ikki øll samd við løgmanni í. Jóannes Eidesgaard, for- maður í Javnaðar-flokkin- um, sigur, at hann setir spurnartekin við, um hetta málið nú er loyst, hóast Tórbjørn Jacobsen hevur tikið orðini aftur í seg. — Tað, sum er sagt og skrivað, stendur framvegis. Eg seti stór spurnartekin við, um hetta málið nú er loyst bert tí, at Tórbjørn Ja- cobsen kemur við tveimum reglum til Anfinn Kalls- berg, sigur Jóannes Eides- gaard. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum heldur, at tað nú mest er ein spurningur um, hvat tað føroyska fólkið metir um málið - hvørt tað er avgreitt ella ei. — Tað er eingin ivi um, at nógv trýst er lagt á Tórbjørn Jacobsen at taka orðini aftur í seg. Hetta er ein loysn, sum hóvar Fólka- flokkinum – og kanska eis- ini Tjóðveldisflokkinum – men tað er Fólkaflokkurin, ið hevur fingið gott tak á Tjóðveldisflokkinum í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann letur ongan iva vera um, at hann ikki metir hesa loysnina vera nøktandi. — Talan gjørdist ikki um nakra virðiliga loysn. Hetta var tann mest mannmink- andi av øllum. Um tú kann siga, hvat tú vilt og bara taka orðini aftur í teg, so tað fær ongar fylgjur, hvar enda vit so? Løgmaður átti reinsa seg sjálvan ella lagt frá sær. Hetta hevði ikki borið til í øðrum londum, sigur Jóannes Eidesgaard, at eitt nú í Danmark er ministarar farnir frá, tá upplýsingar eru komnir fram, sum eru tyngjandi fyri teir politiskt, men kortini ikki eru lógarbrot. — Men í hesum málinum er talan um skuldsetingar viðvíkjandi beinleiðis kriminellum hendingum, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur seg harafturat vera samdan við formanni Tjóðveldisfloksins í tí, at tílíkar skuldsetingar ikki eiga at verða avgjørdar av tinginum ella einum flokki, men av einum øðrum myndugleika sum dóm- stólunum. — Vit hava eina dømandi makt, og tað er ikki tann politiska skipanin. Tað, vit upplivdu ólavsøkudag, var, at Tobbi við at skriva tvær reglur tók eina dømandi funktión. Ein einstakur tingmaður átók sær henda leiklut, og hetta hevði ikki gingið, um talan var um ein vanligan privat persón. Eg haldi ikki, at tingið bara kann siga, at hatta var tað. Løgtingið eigur at viðgera hesa prinsipiellu framferð, tí meira eigur at koma fram, sigur Jóannes Eidesgaard. — Nú Tórbjørn Jacobsen hevur undirhaldi allara tjóðini í fleiri vikur. Eisini sat alt landið og helt ondini ólavsøkudag og bíðaði eftir Tórbjørn Jacobsen. Hetta málið setir ov nógvar spurningar fram, at tað skal fáa eina sovorðna óvirðiliga loysn, sigur Jóannes Eides- gaard. Jóannes Eidesgaard held- ur, at Tórbjørn Jacobsen var við at fáa eitt image sum tann persónurin, sum ikki bakkaði ein tumma, men nú bakkaði hann heilt útav. Praksis Jóannes Eidesgaard sigur, at teir í Javnaðarflokkinum enn ikki hava viðgjørt mál- ið, og málið er heldur ikki viðgjørt innanhýsis í and- støðuni. Tískil er støða ikki tikin til, um eitt møguligt misálit kundi verið reist móti løgmanni. — Hóast vit mestur vita, hvat úrslitið hevði verið, so hevði eitt misálit noytt hvønn einstakan tingmann at geva til kennar, hvønn týdning hann metir hetta hava, og tað hevði givið eina góða mynd av, hvat er verður loyvd av Føroya Løgtingi, sigur Jóannes Eidesgaard. Javnaðarformaðurin heldur, at hetta er í alstór- um mun ein spurningur um praksis. — Anfinn Kallsberg má vita sær, at hesin fram- ferðarhátturin eisini verður praksis fyri eftirtíðina, sigur Jóannes Eidesgaard. Spurdur, hvørt tað hevði verið eitt floksmál, um ein javnaðarmaður hevði úttal- að seg sum Tórbjørn Jacob- sen, sigur Jóannes Eides- gaad, at ein tingbólkur er eitt kollektiv og eins í einari familju, so fær tað fylgjur fyri øll, um ein traðkar við síðurnar av. Hann sigur, at tað í hesum førinum hevur verið lættast hjá Tjóð- veldisflokkinum ikki at tikið nakra flokspolitiska síðu. Eingin virðilig loysn — Anfinn Kallsberg má vita sær, at hesin framferðarhátturin eisini verður praksis fyri eftirtíðina, sigur Jóannes Eidesgaard Fyrispurningurin eingin trupulleiki Bjarni Djurholm ÁRSINS BESTA ÚTSØLA ÚTSØLA – Byrjar mikudagin 31. juli kl. 12.00 SMS – Tel. 319697 · Saltangará – Tel. 449697 · Klaksvík – Tel. 479697 Husqvarna QSG 759 Komfýrur Hædd: 85-90 cm Breidd: 69,6 cm Djúbd: 59,5 cm (kann justerast) fyrr 23.680,- Keramiskar plátur, steikitermometur. Ovari ovnur: 33 litrar v/grill Niðari ovnur: 55 litrar v/ heitluft, yvir/undir varma og grill Lítið skáp til bakiplátur, rist o.a. Zanussi Køli- og svaliskáp Hædd: 180 cm Breidd: 59,5 cm Djúbd: 60 cm Rúminnihald køl: brutto/netto 370/360 ltr., møguleiki fyri at flyta, heilhyllar í herdaðum glasi, fultautomatisk avriming av køling, El-forbrúk pr. døgn/ár kWh: 0,49/179 fyrr 7.950,- Roykalarmar 16.950,- 16.950,- 6.648,- 6.648,- SPAR 6.730,- SPAR 6.730,- SPAR 2.050,- SPAR 2.050,- SPAR 1.302,- SPAR 1.302,- SPAR 295,- SPAR 295,- pr. stk. 10.900,- 10.900,- United DVD DVD739 fyrr 2.790,- 1.895,- 1.895,- DORO Tráðleys telefon 8075 fyrr 1.290,- 995,- 995,- 89,- 89,- Energiklassi A Super lágorka Energiklassi A Super lágorka Energiklassi A Super lágorka Energiklassi A Super lágorka Philips 32" Wide Screen 32PW6006 · Stereo · TXT varp fyrr 12.950,- Kodufríður SPAR 895,- SPAR 895,- · Nummrvísari v/39 nummur í minninum · Headsett úttak DIGITAL * AVMARKAÐ NØGD * SKUNDA TÆR * AVMARKAÐ NØGD * SKUNDA TÆR C M Y K 5 4